Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri høvið at ummæla nýggju kunngerðina um fyribyrging og týning av rottu.
Samstarv
At miðvís og væl samskipað rottutýning verður sett í verk fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag um. Rottur kunnu elva til álvarsligar trupulleikar fyri bæði umhvørvi, heilsu og vinnuligt virksemi. Sum skaðadjór kunnu rottur gera stóran skaða á bygningar, rørleiðingar og útgerð, sum kann elva til bæði praktiskar og fíggjarligar avbjóðingar fyri fyritøkur og einstaklingar. Harumframt eru rottur kendar fyri at vera smittuberi av ymiskum sjúkum, sum kunnu hótta heilsuna hjá bæði fólki og djórum.
Innsavning av burturkasti
Rottur trívast har, ið matur og skjól eru. Vinnan hevur í eina tíð víst á manglandi smidleika í innsavningarskipanini fyri burturkast. Verandi skipan nøktar ikki fjølbroytta tørvin, tí hon er ov stirvin. Serliga er skipanin avbjóðandi fyri fyritøkur, sum hava minni mongdir av ymiskum burturkastbólkum. Reglulig innsavning av burturkasti frá vinnuni er ein fyritreyt fyri at fyribyrgja og týna rottur.
At týna rottu
Kunngerðin setur krav um at allar kommunur skulu hava løggildan rottutýnara, men uppgávan kann útveitast til ein løggildan privatan rottutýnara. Hetta skapar grundarlag fyri serkønari og vinnuligari rottutýning, sum kann gera veruligan mun. Kostnaðurin fyri at gerast løggildur rottutýnari ella fyri at fáa rottueitur frá Umhvørvisstovuni má tó ikki vera so høgur, at tað forðar fyri rottutýning.