Uppskot til kunngerð um roknskapartøl til uppgerð av miðal framleiðslukostnaðinum

Hoyringssvar frá Havbúnaðarfelagnum

06. desember. 2024 | Hoyringssvar

Les uppskotið her. 

Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til kunngerð um roknskapartøl til uppgerð av miðal framleiðslukostnaðinum.


Í uppskotinum sum nú fyriliggur, verður í mun til galdandi kunngerð um uppgerð av miðal framleiðslukostnaðinum skotið upp, at framleiðslukostnaðurin skal gerast upp árliga, og at hesin “verður roknaður við støði í roknskapartølum úr seinast grannskoðaða ársroknskapinum”. Avleiðingin verður, at framleiðslukostnaðurin í 2025 byggir á tøl fyri 2023. Havbúnaðarfelagið hevur fyrr víst á týdningin at framleiðslukostnaðurin tekur støði í dagførdum tølum.


Um loyvisgjaldið verður roknað við støði í einum framleiðslukostnaði, sum er 1-2 ára gamal, meðan søluprísurin í inniverandi ári verður brúktur, kemur vinnan at gjalda ov nógv í mun til tað, sum ætlanin er við uppskotinum - serliga um framleiðslukostnaðurin veksur so skjótt sum hann hevur gjørt seinastu tíðina.


Tað er tí neyðugt at ein slík skipan verður grundað á dagførd tøl. Hesum tók ein partur av Vinnunevndini eisini undir við tá løgtingslógin um loyvisgjald upprunaliga bleiv viðgjørd, og viðmælti at framleiðslukostnaðurin skuldi gerast upp hálvárliga.
Havbúnaðarfelagið vil tí aftur vísa á, at framleiðslukostnaðurin eigur at grundast á røtt og dagførd tøl.


Havbúnaðarfelagið mælir tí til, at broyta § 1 soleiðis at:


-      Stk. 3. verður broytt frá “seinast grannskoðaða ársroknskapinum” til “undanfarna ári”
-      Stk. 4. at freistin at lata tølini inn verður broytt til 20. januar.


Grannskoðaraváttan kann framvegis fáast til vega sambært § 1, Stk. 5, og kann hendan eisini vera tøk um sama mundi, ella í seinasta lagi stutt eftir 20. januar.


Harvið er tað kostprísurin í 2024, sum verður grundarlagið fyri framleiðslukostnaðinum í árunum 2025–2027, og kostprísurin í 2027 verður grundarlagið fyri næsta trý ára tíðarskeiðnum.


Vegna


Havbúnaðarfelagið
Øssur M. Dalbúð