Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið um kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Føroya Arbeiðsgevarafelag er sannført um, at grundleggjandi tankin aftanfyri slíka kunngerð er góður.
Í sambandi við starvssetan eru tveir partar, sum eru arbeiðsgevari og starvsfólk. Sum liður í at tryggja gott og trygt sálarligt arbeiðsumhvørvi er tí umráðandi, at báðir partar taka ábyrgd.
Felagsábyrgdin er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at sálarliga arbeiðsumhvørvið á einstaka arbeiðsplássinum er gott.
Okkara meting er, at við uppskotinum verður latið upp fyri, at báðir partar kunnu seta ítøkilig orð á, hvat eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi er, og hvat tað ítøkiliga merkir fyri fyritøkuna.
Eisini kann kunngerðin síggjast sum eitt ítøkiligt amboð fyri at bøta um, menna og/ella endurskoða tær mannagongdir, sum fyritøkurnar hava í dag.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki fleiri viðmerkingar til uppskotið.