Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til kunngerð um sigling fram við landi, har fuglur heldur til.
Havbúnaðarfelagið tekur undir við, at tá siglt verður innanfyri 500 metrar á teimum tilskilaðu økjunum, skal farast fram við fyriliti, so at fuglur á landi og sjógvi verður órógvaður sum minst. Felagið kann eisini taka undir við at ein hámarksferð verður ásett innanfyri 500 metrar.
Havbúnaðarfelagið heldur tó tað er týdningarmikið at vísa á, at ongar vinnuligar avleiðingar verða lýstar í samband við uppskotið, og at alivirksemi annars ikki verður nevnt í hvørki uppskotinum ella í viðmerkingum. Mest sannlíkt skal hetta skiljast soleiðis at verandi alivirksemi ikki verður mett sum t.d. óneyðugur gangur, og hetta er eisini fatanin Havbúnaðarfelagið hevur.
Um tað tó eru ivamál um uppskotið viðførir tilllagingar fyri verandi alivirksemi, eigur hetta at verða nágreinað og avleiðingarnar lýstar áðrenn kunngerðin verður lýst. Til dømis kann hugsast at ein fóðurflaki kann liggja í einum av tilskilaðu økjunum í uppskotinum og í samband við fóðring kann geva nakað av ljóði frá sær.
Ein møguleiki í hesum føri kundi til dømis verið at alivirksemi sum heild, ella fóðurflakar verða undantiknir í §3 í uppskotinum, so ivi ikki verður um hetta seinni.
Havbúnaðarfelagið vil hartil vísa á, at í hoyringarskrivinum til uppskotið verður sagt, at víðkanin av ramsarøkjunum byggir á dátur um fuglalív, sum fólk og stovnar eyðmerktu fyri áleið 20 árum síðani. Spurningur kann tí setast við, hvørt tað er rætt at seta herðandi reglur í gildið, har dátugrundarlagið er 20 ára gamalt, og um aðalráðið hevur tryggjað sær, at eyðmerkingarnar framvegis eru eftirfarandi í dag?
Um okkurt ivamál er, vil Havbúnaðarfelagið fegið møtast til fund, um uppskotið er meint at gera inntriv í verandi alivirksemi. Soleiðis at alivinnan kann fáa meir kunning og annars at umrøða uppskotið.
Vinarliga
Havbúnaðarfelagið