Uppskot til kunngerð um sigling fram við landi, har fuglur heldur til, til hoyringar

Hoyringssvar frá Ferðavinnufelagnum

Ferðavinnufelagið 29. august. 2024 | Hoyringssvar

Ferðavinnufelagið takkar fyri møguleikan at geva ummæli til uppskotið.


Felagið fegnast um, at Umhvørvismálaráðið setur umhvørvið á breddan. Ferðavinnufelagið hevur limir í felagnum, sum liva av at gera útferðir kring oyggjarnar. Uttan fuglin í bjørgunum hevði grundarlagið fyri hesum fyritøkum verið skert munandi.


Ferðavinnufelagið skal tó vísa á, at tað er harmiligt, at uppskotið varð sent til hoyringar mitt í summarhálvuni, tá ferðavinnuveitarar eru serliga upptiknir og hava avmarkaða tíð at viðgerða uppskotið gjølla. Tað er tí trupult at geva nøktandi viðmerkingar innan ta givnu freistina. Ferðavinnufelagið heitir tí á at freistin fyri hesa hoyring verður longd, soleiðis at allir viðkomandi partar fáa møguleika at viðgera uppskotið gjølligari, men hevur hesar viðmerkingar til uppskotið:


Ilt er at síggja, hví siglingarreglurnar skulu verða galdandi fyri at kalla allar Føroyar. Tað er einki at ivast í, at náttúra og umhvørvi skal verjast, og hesum verður atlit tikið til á útferðunum kring landið.


Tað verður torført at hava eftirlit við reglugerðini. Tískil er tað týdningarmikið, at avmarkingarnar liggja á eini legu, sum ger tað gjørligt at halda reglugerðina. Ferðavinnufelagið vil tí staðiliga mæla til, at hámarksferðin í grein 2 verður økt frá 8 fjórðingar um tíman til 10-15 fjórðingar.


Uppskotið tekur hædd fyri, at siglingarreglurnar og bann ikki eru galdandi, tá tað millum annað ikki ber til at sigla spakuligari vegna veður og vind, men verður hámarksferðin hækkað til 10-15 fjórðingar um tíman verður ein veruligur møguleiki at halda reglugerðina.


Á henda hátt er eisini møguligt hjá vanligum føroyskum útróðrarbátum at halda reglugerðina í vanligari sigling nær landi. Eins og óneyðugt verður við undantakinum fyri bátar í fastari rutusigling. Ein áseting sum Ferðavinnufelagið ikki dugir at síggja er neyðug.


Kunngerðin verður galdandi fyri nærum alt landið, og tískil ikki í øllum landinum. Væntast kann tí ikki, at allir bátaførarar fara at vita av reglugerðini. Tað er tískil týdningarmikið, at Umhvørvismálaráðið vísir gløggskygni, tá ið hámarksferð og fjarstøða verða ásett.


Myndugleikarnir eiga at hava í huga, at avmarkingarnar verða soleiðis háttaðar, at bátaeigarar yvirhøvur halda avmarkingarnar í vanligari sigling, samstundis sum avmarkingarnar tæna endamálinum í kunngerðini. Tað er eingin loyna, at eyðsýndar avbjóðingar eru við upplýsing, frámerking og próvførslu. Tískil verður mælt til hóvsemi og at hækka hámarksferðin til 10-15 fjórðingar um tíman.


Soleiðis sum uppskotið fyriliggur, mælir Ferðavinnufelagið til eina loyvisskipan við møguleikanum hjá ferðavinnuni at søkja um undantaksloyvi. Harumframt vil felagið staðiliga mæla til, at hámarksferðin verður hækkað úr 8 fjórðingar um tíman til 10-15 fjórðingar.

Vinarliga
FERÐAVINNUFELAGIÐ
Bára Gunnarsdóttir

Les hoyringsskrivið her

Les uppskot til kunngerð her