Uppskot til kunngerð um sjóuppmerking og onnur siglingarmerki

Hoyringssvar frá Havbúnaðarfelagnum

Havbúnaðarfelagið 23. mai. 2024 | Hoyringssvar | Havbúnaður

Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til kunngerð um sjóuppmerking og onnur siglingarmerki


Havbúnaðarfelagið vil við hesum boðað frá, at felagið yvirskipað ikki hevur viðmerkingar til uppskotið. Havbúnaðarfelagið mælir tó til, at reglur verða ásettar, sum tryggja, at viðkomandi myndugleiki, sum kemur at gera sýn av siglingarmerkjum o.ø á alibrúkum, skal nýta slúsur á landstøðum, áðrenn farið verður út á aliøkið. Hetta til tess at minka um vandan fyri møguligari smittuspjaðing millum aliøkir. Mett verður eisini skynsamt, at sýnið verður gjørt saman við formanni/kvinnu á alibrúkinum og við viðkomandi alibátum, sum hava sítt dagliga virksemi á økinum.


Hartil vil Havbúnaðarfelagið eisini vísa á, at alifyritøkurnar eisini sjálvar kunnu hava viðmerkingar til uppskotið.

Les uppskotið her