Kunngerðir sambært grannskoðaralógini
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið til hoyringar hesar fimm kunngerðir við heimild í grannskoðaralógini:
- Uppskot til kunngerð um óheftni grannskoðarans og grannskoðanarvirkisins
- Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um grannskoðaraváttanir o.a.
- Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um starvsskipan fyri Grannskoðaraeftirlitið
- Uppskot til kunngerð um góðskueftirlit á grannskoðanarvirkjum
- Uppskot til kunngerð um at seta úr gildi kunngerð um grannskoðarabólk í virkjum og samtøkum, ið eru undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ongar viðmerkingar til hesi uppskotini, men vísir til møguligar viðmerkingar frá Felagnum Føroyskir Grannskoðarar.