Uppskot til l.l. um nettrygd til hoyringar

Hoyringarsvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

28. januar. 2025 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið til nýggja nettrygdarlóg.
Felagið hevur hesar viðmerkingar til uppskotið:

  • Yvirskipaðar viðmerkingar

Uppskotið, sum varð sent til hoyringar, var ikki liðugt
Føroya Arbeiðsgevarafelag skal beinanvegin gera vart við, at uppskotið, sum varð sent til hoyringar, var ófullfíggjað, og tí ikki búgvið at senda til hoyringar í verandi líki. Ongar serligar viðmerkingar vóru til §§ 7-72 í lógaruppskotinum, sum varð sent til ummælis.


Talan er um eitt umfatandi uppskot, sum leggur týðandi byrðar á privat feløg og almennar mynduleikar. Hóast tað, er uppskotið, sum varð sent til hoyringar, ikki liðugt smíðað, áðrenn tað varð sent til ummælis.


Tað er torført og í summum førum ógjørligt at viðmerkja eitt uppskot, har skrivligu viðmerkingarnar ikki greiða frá, hvat ætlanin er við ásetingini, og hvussu hon skal skijast. Eitt nú skapar tað týðandi óvissur um heimildirnar hjá nettrygdardeplinum, og um revsiásetingarnar.


Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til at gera uppskotið liðugt, og yvirhøvur gjøgnumarbeiða tað betri, og síðani senda tað til hoyringar aftur við longdari freist. Uppskotið kann so leggjast fyri Løgtingið á Ólavsøku.


Av tí at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki hevur fingið svar uppá sína umbøn um at gera uppskotið liðugt og senda tað til hoyringar av nýggjum, verða hesar viðmerkingar tó gjørdar.


Føroya Arbeiðsgevarafelag tilskilar sær rætt til at koma við fleiri viðmerkingum, tá felagið hevur lisið lidna uppskotið.

  • Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við endamálinum

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við endamálinum við uppskotinum, sum er at lyfta støðið fyri nettrygd hjá samfelagskritiskum eindum. Hetta fyri at tryggja, at føroyska samfelagið ikki verður alt ov ávirkað av álopum o.l. á okkara kritisku KST-skipanir.


Felagið ivast tó í, um tann hátturin sum er valdur við byrja við at taka støði í ES-direktivum og danskari lóggávu er tann rætti. ES-lóggáva er ofta tung og bureaukratisk at hava við at gera. Heldur átti føroyska lógarsmíðið at tikist støði í einari váðameting, og lóggávan málrættað teimum viðurskiftum, sum komu fram har. Á tann hátt høvdu vit sannlíkt skjótari fingið lyft støðið fyri nettrygd í Føroyum, og kundu arbeitt víðari har frá.

  • Umráðandi bert at útpeika eindir, sum veruliga eru avgerandi


Tá tað sum í hesum uppskoti er nettrygdardepilin, sum (grundað á meting hjá hvørjum landsstýrisfólki sær) útpeikar kjarnueindir, sum eru fevnd av lógini, er tað umráðandi, at tað verður avmarkað til tær eindir, sum veruliga eru umráðandi fyri mest týðandi samfelagsfunktiónirnar.


Í viðmerkingunum verður einki skrivað um, hvørjir sektorar verða fevndir, tó at tað verður nevnt, hvørjir sektorar eru fevndir í ES. Um ætlanin er, at á leið somu sektorar skulu útpeikast, er tó óvist. Í seinasta enda er tað upp til landsstýrisfólkið at gera av, hvørjar tænastur eru kjarnutænastur.

  • Uppskotið hevur ikki somu støddarmørk, sum eru galdandi í ES


Í ES eru fyritøkur við færri enn 50 starvsfólkum sum útgangsstøði undantiknar krøvunum í NIS2, tó at tær í serligum førum kunnu verða fevndar av krøvunum. Í føroysku lógini er tó einki støddarmark, og tí er lógin í útgangsstøðinum galdandi fyri allar fyritøkur, eisini fyritøkur við einum starvsfólki. Sjálvsagt undir teirri fortreyt, at fyritøkurnar verða mettar at vera kjarnueindir.


Í ES-lóggávuni (NIS2) verður eisini skilt millum eindir/fyritøkur, sum hava avgerandi týdning og tær sum hava stóran týdning. Í føroysku lóggávuni verður einans arbeitt við hugtakinum avgerandi týdning – tað eru slíkar sum verða útpeikaðar sum kjarnueindur. Um hetta merkir, at føroyska lóggávan fevnir um færri sektorar og eindir enn í ES, ella um tað hinvegin merkir, at sektorar og eindir, sum í ES høvdu verið mettar at hava stóran týdning, í Føroyum fáa avgerandi týdning, er ógreitt. Hetta vita vit ikki, fyrr enn landsstýrisfólkini og nettrygdardepilin hava útpeikað kjarnueindirnar.


Føroya Arbeiðsgevarafelag skal vísa á, at fleiri lítlar fyritøkur við lítlari umsiting virka innan teir sektorar, sum sambært § 8 eru ella kunnu verða mettar av hava avgerandi týdningi og tískil gerast kjarnueindir.

Tí er tað umráðandi fyri møguleikan at liva upp til krøvini, at fyritøkurnar kunnu fáa hjálp til implementera krøvini. Vísast skal á, at í ES finnast puljur, sum fyritøkur kunnu søkja, fyri at kunna keypa sær ráðgeving.

  • Ógreiða um støddina á sektunum


Sambært NIS2-direktivinum eru bøturnar fyri brot hjá fyritøkum av avgerandi týdningi upp til 10 milliónir evrur ella 2% av søluni, alt eftir hvør upphædd er størri. Fyri eindir við stórum týdningini eru sektirnar upp til 7 milliónir evrur ella 1,4% av sektini. Hetta er eitt støði, sum vit eru púra óvon við í Føroyum. Fyri nógvar fyritøkur kann ein sekt á tí støðinum føra til, at fyritøkan má snara lykilin um, og tá er lítið vunnið, um eindin veruliga er av avgerandi týdningi fyri føroyska samfelagið.


Í viðmerkingunum til lógaruppskotið er einki skrivað um støðið á bótunum.
Hóast tað eru dómstólarnir, sum í síðsta enda áseta sektirnar, eigur spurningurin um støddina á bótunum at verða lýstur nærri í serligu viðmerkingunum. Her er tað avgerandi, at dómstólarnir hava neyðuga fleksibilitetin til at taka hædd fyri ítøkiligu umstøðunum í málinum, tá sektin verður ásett, og ikki verður fastlæst til at skula brúka ávísar sektarupphæddir. Eitt nú má atlit takast til støddina á fyritøkuna og hvussu umfatandi brotið er, tá støddin á sektunum verður ásett.


Eisini eigur at verða lýst, hvussu revsingin fyri brot á hesa lógina verður handfarin, um sama brot eisini er brot á persónsupplýsingarlógina.

  • Privat og alment eigur at verða javnsett í s.v. revsing og øðrum tiltøkum


Í lógaruppskotinum verða almennir myndugleikar undantiknir fyri revsing og øðrum tiltøkum fyri brot. Eingin grundgeving er fyri hesum í viðmerkingunum, og tað er eisini torført at ímynda sær, hvør orsøkin skal vera. Vísast kann á, at í donsku lógini, sum er fyrimynd fyri føroysku lógini, er ásett heimild at revsa almennar eindir, eins væl og privatar eindir. Somuleiðis hevur kjak verið um, at almennir stovnar ikki eiga at sleppa undan revsing fyri brotum á persónsupplýsingarlógina.


Almennar og privatar eindir eiga at vera javnsettar í hesum lógaruppskotinum.

  • Neyðugt við skotbrái at liva upp til krøvini


Í lógaruppskotinum er ásett, at uppskotið kemur í gildi dagin eftir tað er samtykt. Hóast ásetingarnar í lógini ikki koma í gildi, fyrr enn kjarnueindirnar eru útpeikaðar, eigur eitt minsta skotbrá tó at vera sett í lógina fyri, hvussu skjótt tær eindir, sum verða útpeikaðar, skulu liva upp til krøvini.


Verður skotbráið ov stutt, fer tað sannlíkt at føra til yvirimplementering og yvirrapportering, tí eindirnar eru í iva um, hvussu krøvni skulu fatast. Harumframt er vandi fyri at orkan at verða nýtt til compliance, heldur enn at økja trygdina. Ikki minst um ætlanin er at nýta sera høga støðið á bótum, sum NIS2-direktivið leggur upp til.

  • Heimildirnar hjá nettrygdardeplinum mugu endurskoðast


Lógaruppskotið, sum er sent til hoyringar, gevur nettrygdardeplinum sera víðar heimildir til at gera inntriv uttan at fylgja vanligu reglunum, sum almennir stovnar vanliga virka eftir. Mælt verður til at endurskoða heimildirnar hjá nettrygdardeplinum. Víst verður annars til viðmerkingarnar hjá KT-felagnum.

  • Kostnaðurin av uppskotinum


Í almennu viðmerkingunum verður víst til metingar um, at fyritøkur í ES, sum eru fevndar av uppskotnum, í miðal væntandi fáa uml. 22% hægri KT-útreiðslur í mun til tað tær høvdu áðrenn NIS2 kom í gildi. Føroya Arbeiðsgevarafelag loyvir sær at ivast í hesari meting, tí føroyskar fyritøkur í miðal helst eru væl minni enn í ES, og útreiðslurnar tí lutfalsliga vera størri. Vísast skal eisini á, at einki støddarmark er í føroyska lógaruppskotinum so eisini heilt lítlar fyritøkur eru fevndar.

Serligar viðmerkingar


§ 9, stk. 2, nr. 4:
Merkir hetta, at kjarnueindin skal kunna standa inni fyri trygdini hjá sínum undirveitara? Um ja, hvussu skal tað virka í praksis?


§ 9, stk. 2, nr. 7:
Hvat fevnir hetta um? Ongar serligar viðmerkingar eru til greinina.


§ 14, stk. 2: Ásetingin er galdandi fyri ”limirnar í leiðsluni”: fevnir tað um bæði nevnd og stjórn? Og nær er eitt skeið ”viðkomandi” til ávíkavist nevnd og leiðslu? Finnast hesi skeið í Føroyum?


§ 16: Ivamál kann vera, nær ein hending ”kann” elva til búskaparligt tap o.l. fyri eina fyritøku. Tað er tí umráðandi, at kunngerðin, sum útgreinar, nær talan er um eina týðandi hending, er klár áðrenn krøvini koma í gildi.