Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a

Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

04. desember. 2024 | Hoyringssvar

Les uppskotið her

Fylgiskjal

Hoyringssvar í s.v. stillingar av fólkapensiónsaldri

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at geva ummæli til broytingaruppskotið til løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

Felagið tekur undir við broytingaruppskotinum um at hækka fólkapensjónsaldurin í stigum, soleiðis at fólkapensiónsaldurin verður 70 ár fyri persónar, ið eru føddir aftan á 31. mars 1972. Tó heldur felagið tað samstundis vera neyðugt at taka atlit til fólk, sum eru slitin av nógvum árum á arbeiðsmarknaðinum.

Neyðugt at betra um haldførið
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur áður víst á, at vantandi fíggjarliga haldførið er ein av teimum størstu einstøku avbjóðingunum, sum okkara samfelag hevur. Samstundis hava Landsbankin og Búskaparráðið víst á, at ein hækking í  fólkapensjónsaldrinum er ein loysn sum veruliga munar fyri at betra um haldførið í búskapinum.

Tí er neyðugt og skilagott at gera stillingar av fólkapensjónsaldrinum, sum tekur atliti til hækkandi livialdurin. Framrokningar vísa eisini, at miðal livitíðin hjá føroyingum fer at hækka komandi árini. At gera stillingar í pensjónsaldrinum er tí við til at gera almennu pensjónsskipanina meira fíggjarliga burðardygga.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur eisini undir við, at aldurin fyri framskundaða pensjón hækkar við hálvum ári, úr 64 ½ til 65 ár í 1. juli 2030.

Mugu tryggja sosialar skipanir
Tó heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tá stillingar verða gjørdar í fólkapensiónsaldrinum, eigur at vera hugt eftir, um verandi skipanir á nøktandi hátt at lofta teimum, sum eru niðurslitin av einum longum og/ella hørðum arbeiðslívi. Sostatt er framhaldandi umráðandi at hava skipanir, ið veita eitt uppihaldsgrundarlag til tey, ið eru niðurslitin á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ein sannroynd, at heilsan kann versna, sum vit eldast, og hjá summun fyrr enn hjá øðrum. Tí er umráðandi, at vit í Føroyum hava góðar skipanir at lofta teimum, ið ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum líka fram til fullan pensjónsaldur.

Uppskotið nevnir verandi skipanir sum fyritíðarpensjón, tillagað starv v.m. Hesar skipanir eiga at stuðla fólki, sum hava brúk fyri hjálp til at verða ella partvís verða á arbeiðsmarknaðinum. Somuleiðis má fíggjarligur møguleiki verða fyri at fara av arbeiðsmarknaðinum, um heilsan fer at bila.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki aðrar viðmerkingar til broytingaruppskotið.

Vh Jórun Gardar

Varastjóri