Felagið hevur hesar viðmerking til uppskotið:
Til broyting nr. 31:
Í uppskotinum til lógartekst verður víst til fastlønarsáttmálan millum FAG og FA. FAG skal gera vart við, at fastlønarsáttmálin hevur tvær grundlønir, eina fyri 40 tíma arbeiðsviku og eina fyri 48 tíma arbeiðsviku. Út frá viðmerkingunum til broytingina ber til at staðfesta, at tilvísingin er ætlað at verða til grundlønina fyri 40 tíma arbeiðsviku. Tó heldur FAG, at tað í lógartekstinum eigur at verða nágreinað, at talan er um grundlønina fyri 40 tíma arbeiðsviku.
Harumframt verður mælt til, at Umhvørvismálaráðið eftirkannar, um lógartekstur og serligu viðmerkingarnar til gildiskomuna av nýggja mesta árliga arbeiðsloysisstuðul samsvara.
Vinarliga
Føroya Arbeiðsgevarafelag