Løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við broytingaruppskotinum til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
Vit hava áður víst á tørvin hjá stjórum í smærri feløgum at tekna trygging fyri at gerast ein partur av dagpengaskipanini, og tí fegnast vit um hesa broyting.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki aðrar viðmerkingar til broytingaruppskotið.