Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)

Hoyringarsvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

06. februar. 2025 | Hoyringssvar

Hoyringarsvar til uppskot um broyting í løgtingslóg um eftirløn

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið um broytingar í løgtingslóg um eftirløn. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur niðanfyristandandi viðmerkingar til uppskotið.

Neilig ávirkan á kappingina um starvsfólkini

Í grein 1, stk. 5, leggur uppskotið upp til, at møguleikin hjá útlendskum starvsfólkum at fáa eftirlønina roknaða um til løn verður strikaður. Í staðin verður møguleiki at fáa samansparingina útgoldna, tá ið tey fara av landinum aftur og ikki hava verið í Føroyum í meira enn 60 mánaðir.

At síggja til er endamálið tað sama, hóast tað verður rindað øðrvísi, har útlendsk starvsfólk fáa peningin útgoldnan regluliga í dag, men frameftir fáa peningin útgoldnan í samlaðari upphædd.

Í stórum pørtum av vinnuni síggja vit tó, at hetta í praksis ikki einans er spurningur um, nær tú fært peningin útgoldnan. Tá ið útlendsk starvsfólk skulu velja millum størv, sum standa teimum í boði í Føroyum ella uttanlands, hyggja tey í stóran mun at nettolønini fyri hvørt útgjald.

Við broytingini fáa útlendsk starvsfólk væl lægri regluligt útgjald, tí eftirlønin ikki regluliga kann roknast um til løn. Broytingin kann tí hava við sær, at útlendsk starvsfólk, sum velja at arbeiða í Føroyum, ikki í eins stóran mun velja hetta frameftir.

Í altjóða kappingini um starvsfólk hevur uppskotið tí neiliga ávirkan á kappingina hjá føroysku vinnuni við útlandið. Hetta er trupulleiki, sum fleiri fyritøkur hava víst á í sambandi við lógaruppskotið.

Í kanning hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag víst á, at starvsfólkatørvurin á summum økjum í privatu vinnuni er stórur, og at vit um bert fá ár kunnu vænta at hava tørv á 700 til 850 fleiri starvsfólkum; serliga starvsfólkum við yrkisútbúgvingum og KT-førleikum.
Avleiðingin av uppskotinum kann tí verða, at starvsfólkatrotið í privatu vinnuni gerst størri, og at hetta kann hava við sær, at framburðurin steðgar upp ella minkar. Hetta fær avleiðingar fyri einstøku fyritøkurnar og føroyska búskapin.


Heldur talgilding og effektivisering av mannagongdum

Grundgevingin fyri at strika heimildina fyri frítøku av inngjaldi til eftirløn í sambandi við tíðaravmarkað starv er sambært uppskotinum at lætta um umsitingina av lógini. Tað er tó ikki nágreinað í uppskotinum, hvørji viðurskifti talan er um.

Sum Føroya Arbeiðsgevarafelag skilur, er tunga umsitingin knýtt at sjálvari umsóknartilgongdini fyri at verða frítikin, og at broytingaruppskotið lættir um hesa uppgávuna, tí hon í roynd og veru fellur burtur.
Við uppskotinum koma tó aðrar uppgávur ístaðin, har TAKS fær heimild til at stovna eftirlønarkontur vegna útlendingar. Eisini átekur TAKS sær uppgávuna at halda skil á, um útlendingar, sum hava útlendskan arbeiðsgevara, hava nøktandi eftirlønarskipan í heimlandinum ella ikki.

TAKS hevur verið undangongustovnur í almenna geiranum seinnu árini, tá ið talan er um effektivisering og talgilding av tænastum. Tað eigur tí eisini at bera til í hesum føri. Heldur enn at gera tað torførari hjá vinnuni at fáa fatur á starvsfólkum, sum tørvur er á, skal Føroya Arbeiðsgevarafelag heita á bæði Fíggjarmálaráðið og TAKS um heldur at finna loysn, sum lættir um umsitingina av lógini.

Í hesum sambandi kann loysnin vera, at skipanin verður talgildað og harvið smidligari, so hon kann lætta um umsitingina av lógini. Føroya Arbeiðsgevarafelag bjóðar seg fram at hjálpa við ítøkiligum loysnum ella neyðugu kunningini, sum skal til, so skipanin gerst smidligari og effektivari.

Les uppskotið her