Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Eyka skatt á alifeløg).
Havbúnaðarfelagið metir framvegis, at breiða semjan millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin ikki er eitt stig rætta vegin. Tvørturímóti. Karmarnir, sum breiða semjan leggur upp til, økja munandi um skattin á alivinnuna, og eru hvørki tryggir ella gagnligir.
Havbúnaðarfelagið hevur í stóran mun somu viðmerkingar til hetta uppskotið, sum felagið hevði í vár, tá fyrsti partur av uppskotinum um nýggja tvíliðaða skatta- og tøkugjaldsskipan var til hoyringar. Hartil skal felagið gera vart við, at alifyritøkurnar hvør sær eisini hava viðmerkingar og útgreiningar til uppskotið.
Gjaldið eigur at vera tengt at skattliga úrslitinum
Havbúnaðarfelagið hevur fleiri ferðir víst á, at loyvisgjøldini eiga at taka støði í skattliga úrslitinum. Hetta metur felagið framvegis er rætta skipanin. Hetta tryggjar, at feløgini í vinnuni ikki skulu gjalda loyvisgjald um søluprísurin fellur niðurum framleiðslukostnaðin.
Ein skipan (skattur og loyvisgjøld), sum byggir á vinning, gevur betri tryggleika og stimbrar íløgum og nýskapan. Við at taka støði í skattliga úrslitinum, verður skattaskipanin ikki forðandi fyri nýskapan, og harvið ikki til hindurs fyri at fremja tær íløgur sum skulu gerast, um føroyska alivinnan áhaldandi skal mennast og hava møguleikar fyri burðardyggari framleiðslu og vøkstri.
Serskatturin økir munandi um skattatrýstið á alivinnuna í mun til verandi lóggávu
Hóast politiska útmeldingin um breiðu semjuna sum varð gjørd um nýggju tvíliðaðu gjaldsskipanina var, at ein partur av tøkugjaldinum skuldi leggjast um til partafelagsskat, verður avleiðingin við uppskotinum sum nú fyriliggur tó mest sannlíkt bert talan um ein eyka partafelagsskatt á alivinnuna. Orsøkin er, at fortreytirnar fyri framleiðslukostnaðinum í nýggja uppskotinum verða broyttar (við at sølu- og flutningskostnaðir verða tikin burtur), og avleiðingin tí mest sannlíkt verður at tøkugjaldi verður áleið eins høgt ella hægri í 2025, sum eftir verandi skipan.
Hetta er uttan at serskatturin á 8% verður lagdur afturat, og harvið hækkar skattatrýstið munandi, í mun til verandi tøkugjaldsskipan.
Serskattur og loyvisgjald eigur at verða tengt at virðisskapanini á føroysku alifirðunum – ikki allar aðrar partar av vinnuni Havbúnaðarfelagið metir at tað er rætt, at vinnan skal gjalda fyri tann framíhjárætt vinnan hevur at brúka føroysku firðirnar til at útinna part av sínum virksemi á. Tað hevur tó týdning at vísa á, at stórur partur av virðisskapanini í føroysku alivinnuni verður framdur aðrastaðnis enn á sjógnum. Tí eigur ein serskattur/gjald at verða skipað út frá júst hesum. Tað gevur onga meining at leggja ein serskatt á partar av vinnuni, sum ikki hava ein framíhjárætt til sítt virksemi.
Gjalda lutfalsliga mest, tá ið vinnan tjenar minst
Við uppskotinum sum nú fyriliggur er tað serliga skatturin av fyrst tjentu krónunum sum verður munandi hækkaður. Hetta bæði við at lækka um framleiðslukostnaðin við at sølu- og flutningskostnaðir ikki verða tiknir við í framleiðslukostnaðinum, og hartil við serkattinum sum eisini verður tikin frá fyrst tjentu krónunum.
Nýggja uppskotið hækkar harvið munandi um skattin, um feløgini ikki fara at hava stóran vinning, men lækkar hinvegin skattin um avlopini gerast stór. Hetta er í beinleiðis mótsøgn við tað, sum samgongan annars hevur sagt vera grundgeving fyri at broyta tøkugjaldið.
Alivinnan er ein framleiðsluvinna
Alivinnan er ein framleiðsluvinna, og ikki ein tilfeingisvinna sum til dømis fiski- og oljuvinnan. Alivinnan framleiðir sjálv sínar vørur og selur tær í altjóða kapping. Tískil er alivinnan eisini sera kapitaltung har tað krevur neyva planlegging, stýring og stórar íløgur at fáa gott úrslit.
Tað er umráðandi at vísa á, at vøksturin í alivinnuni seinastu árini fyrst og fremst stavar frá, at virksemið á landi er økt munandi við ovurhonds stórum íløgum. Tað eru júst hesar íløgurnar seinastu árini, sum hava verið avgerandi fyri stóru framgongdina í føroyskari alivinnu, og hevur vinnan seinastu árini økt um framleiðsluna og skapt nógv nýggj størv kring alt landið - bæði í alivinnuni sjálvari og hjá undirveitarum.
Versnandi kappingarføri í mun til altjóða kappingarneytar.
Givið er, at jú hægri samlaði kostprísurin er at ala laks í Føroyum, minni verður eftir til íløgur í m.a. nýmenning sum jú hevur verið drívmegin undir vøkstrinum í alivinnuni í Føroyum seinnu árini. Nýggja breiða semjan hevur við sær, at alivinnan í Føroyum verður harðari skattað enn í bæði Noregi og Skotlandi, har fyritøkurnar eitt nú kunnu trekkja íløgur sum tær gera á sjógnum frá í skattinum.
Um langtíðar semjan sum nú liggur á borðinum verður veruleiki, fær føroyska alivinnan hægstu tøku- og skattaskipan í heiminum. Hetta kann við tíðini føra til, at føroyska alivinnan tapir í kappingini við útheimin. Uttan áhaldandi íløgur og nýskapan í vinnuni er stórur vandi fyri at menningin av føroyskari alivinnu fer at dragna í mun til kappingarneytarnar.
Um kappingarførið hjá føroysku alivinnuni versnar og ov stór gjøld verða løgd á vinnuna, kemst ikki undan, at íløgur verða útsettar, steðgaðar ella gjørdar uttanlands ístaðin.
Avleiðingin verður, at samlaði skatturin við tíðin fer at minka, hóast parturin av yvirskotinum, sum verður rindaður til skatt, økist.
Vinarliga
HavbúnaðarfelagiðUppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Eyka skatt á alifeløg)