Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum (Dátuverndarlógin)

Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag 06. februar. 2024 | Hoyringssvar

Viðmerkingar til uppskotið um broytingar í dátuverndarlógini


Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri høvið at ummæla uppskotið um at broyta Dátuverndarlógina.


Yvirskipaða endamálið við uppskotinum er at tryggja framhaldandi menning av dátuverndarøkinum í Føroyum og við hesum verður millum annað broyting gjørd, at tað verður møguligt hjá Dátueftirlitinum at almannakunngera sínar avgerðir, uttan at tær skulu vera gjørdar navnleysar og so ókenniligar sum gjørligt. Tó verður kravið um navnloysi framvegis galdandi fyri einstaklingar.


Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ongar viðmerkingar til uppskotið, men vil tó vísa á, at vandi kann vera fyri, at fyritøkur fara at halda seg aftur við at fráboða trygdarbrot til Dátueftirlitið, nú tá avgerðir verða almennakunngjørdar uttan at vera gjørdar navnleysar.


Í almennu viðmerkingunum um orsakir til uppskotið stendur greitt frá, at broytingin fer at hava ein uppalandi og fyribyrgjandi virkna, tí eingin fyritøka ella stovnur hevur ynski um at enda á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum og tí fer broytingin at virka sum tileggjan til at halda løgtingslógina, og til at akta boð frá Dátueftirlitnum – serliga fyri almennar myndugleikar, sum ikki kunnu revsast fyri brot á dátuverndarlógina á sama hátt sum privat.


Viðmerkjast skal, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki skilur, hví almennir myndugleikar ikki verða revsaðir á sama hátt sum privat, men vísur á, at avleiðingarnar fyri almennu myndugleikarnar eiga at vera tær somu, sum fyri eina privata fyritøku at bróta dátuverndarlógina.


Vinarliga


Føroya Arbeiðsgevarafelag

Les uppskotið her