Ummæli av uppskotið um broytingar í dátuverndarlógini
KT-felagið takkar fyri høvið at ummæla uppskotið um at broyta Dátuverndarlógina.
Yvirskipaða endamálið við uppskotinum er at tryggja framhaldandi menning av dátuverndarøkinum í Føroyum og við hesum verður millum annað broyting gjørd, at tað verður møguligt hjá Dátueftirlitinum at almannakunngera sínar avgerðir, uttan at tær skulu vera gjørdar navnleysar og so ókenniligar sum gjørligt. Tó verður kravið um navnloysi framvegis galdandi fyri einstaklingar.
KT-felagið tekur undir við uppskotinum, men vil samstundis gera vart við, at tað er av stórum týdningi, at tað verður tryggjað, at einstaklingurin er vardur, soleiðis sum lógaruppskotið er orðað; at kravið um navnloysi framvegis er galdandi fyri einstaklingar. Vandi má ikki vera fyri at einkult starvsfólk verða navngivin í avgerðum sum verða almannakunngjørdar.
Vinarliga
KT-felagið