Hoyringarsvar til uppskot til løgtingslóg um heilivág
Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til løgtingslóg um heilivág. Vísandi til sera stuttu hoyringsfreistina, er møguligt at fleiri viðmerkingar koma eftirfylgjandi.
Í dag er skipanin tann, at Apotekið sum útgangsstøði hevur lógarásettan einkarrætt til at framleiða, flyta inn, flýggja út, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág. Hesin einkarrættur fevnir eisini um heilivág til havbúnaðin. Lógaruppskotið er í høvuðheitum ein presisering av galdandi rætti, og tí broytir lógaruppskotið ikki munandi uppá einkarættarstøðuna apoteksverkið í dag hevur.
Endamálið við uppskotinum, sum nú fyriliggur er millum annað “at nágreina og tillaga reglur um undantøk til einkarættin hjá apoteksverkinum at flyta inn o.a. heilivág”. Grundin er, at “Galdandi reglur um einkarættin hjá apoteksverkinum at framleiða, flyta inn, flýggja út, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág, og undantøk til einkarættin, samsvara í summum førum ikki við nútíðararbeiðsgongdir og nútíðartørvin í samfelagnum.”
Havbúnaðarfelagið heldur at Heilsumálaráðið eigur at taka spurningin upp, og grundgeva fyri, um einkarrætturin hjá apotekinum at innflyta tann heilivág, sum verður nýttur í føroyskum havbúnaði eigur at halda fram, ella um myndugleikarnir ikki eiga at arbeiða fyri at einkarætturin hjá apoteksverkinum at selja heilivág til alivinnuna verður avtikin.
Í dag er støðan tann, at alifeløg noyðast at keypa allan sín heilivág og avlúsingarevni frá Apotekinum. Hetta merkir, at feløgini ikki kunnu biðja um alternativ tilboð frá øðrum veitarum, sum møguliga kunnu veita evnini bíligari. Tað er sjálvsagt, at hetta ikki er mest skynsama kappingarstøða fyri alivinnuna, sum verður tvingað at keypa alt frá sama veitara. Feløgini eiga at hava møguleika at velja veitara fyri at fáa lægsta prís. Havbúnaðarfelagið heldur tí, at hesin marknaðurin eigur at liberaliserast, soleiðis at heilivágur og avlúsingarevni kunnu fáast til vega so bíliga sum gjørligt.
Tað skuldi ikki at verið nakar trupulleiki, um alivinnan innflytir góðkendan heilivág til egna nýtslu. Eitt av høvuðsfyrilitinum fyri einkarættinum hjá apoteksverkinum sambært uppskotinum er at tryggja, at heilivágsbrúkarin fær tryggjaðan heilivág av høgari dygd, trygd og virkna. Hetta skuldi ikki verið ein trupulleiki, um heilivágurin longu er góðkendur aðrastaðnis rundanum okkum, t.d. í ES-høpi.
Tað hevur stóran týdning fyri føroyska alivinnu, at hon kann varðveita sítt kappingarførið í mun til aðrar altjóða laksaframleiðarar.
Tá tað snýr seg um marknaðin fyri aldan laks, eru tað serliga Noreg og Skotland sum føroyskar alifyritøkur kappast við. Í Noregi er apoteksverkið liberaliserað, so kapping er millum apotekini. Tað skapar størri eggjan til besta prís og tænastu. Eisini í Skotlandi eru frælsari karmar, har alifyritøkur kunnu keypa vørur beinleiðis frá framleiðarunum. Hetta er við til at gera at okkara kappingarneytar hava betri umstøður at fáa besta prísin og betri trygd fyri veiting til tíðina. Hetta ger føroysku alivinnuna minni kappingarføra.
Avleiðingar av verandi skipan
Tað eru fleiri trupulleikar við verandi skipan so sum:
- At við verandi skipan er tileggjanin at fáa besta prísin ikki er líka stór, samanborið við eina skipan, har alifyritøkurnar hava møguleika at keypa frá ymiskum veitarum.
- At úrvalið verður avmarkað til teir veitarar, sum Apotekið velur at samstarva við.
- At Apotekið javnan hevur trupult við at veita til tíðina. Alifyritøkurnar kunnu helst betri enn apoteksverkið leggja trýst á veitararnar fyri at fáa vørurnar til tíðina, ella finna aðrar loysnir.
- At tað verður størri frástøða millum alifyritøkurnar og veitararnar av heilivági.
Havbúnaðarfelagsin kann í hesum samanhandi leggja afturat, at feløg í vinnuni hava fingið ítøkilig tilboð, sum eru lægri enn prísirnir frá Apotekinum. Havbúnaðarfelagið heitir tí á landsstýriskvinnuna um at avtaka einkarrættin hjá apotekinum at innflyta heilivágin, sum verður nýttur í føroyskum havbúnaði, soleiðis at alifeløgini hava møguleika at velja aðrar veitarar.
Umráðandi at betra um karmanar
Tað er umráðandi fyri føroysku alivinnuna at framleiðslukostnaðurin altíð verður hildin á einum so lágum støði sum gjørligt. Ein liberalisering av heilivágssøluni hevði tí verið eitt stig rætta vegin fyri at tryggja at vinnan sleppur undan hægri framleiðslukostnaði enn neyðugt, og harvið eisini styrkt um kappingarførið hjá føroysku alivinnuni.
Fyri at ávísur heilivágur skal kunna seljast lógliga í Føroyum, skal hann góðkennast av skrásetingarráðnum, har landslæknin, landsapotekarin og landsdjóralæknin eru fastir limir. Hesari skipan tekur Havbúnaðarfelagið eisini undir við, at skrásetingarráðið júst sum í dag góðkennir tann heilivág, sum verður innfluttur, og harvið eisini tryggjar, at evnini eru trygg at nýta. Eisini skal reseptskyldigur heilivágur eins og í dag krevja ávísing frá djóralækna.
Habúnaðarfelagið heldur, at eins og alivinnan í Noregi og Skotlandi hevur møguleika at keypa heilivág og avlúsingarevni frá fleiri ymsum veitarum, sum kappast um at veita ta besta prísin og bestu tænastuna, so eigur hetta sjálvandi eisini at vera galdandi fyri føroyska alivinnu, so at hon altíð kann fáa ein kappingarføran prís fyri hesar veitingar.
Havbúnaðarfelagið metir tí, at lógarásetti einkarrættur hjá í sambandi við heilivág til havbúnaðin eigur at verða endurmettur, so fyritøkurnar í føroyskum havbúnaði fáa møguleika at keypa beinleiðis frá útlendsku veitarunum, uttan nakað millumlið, um tær ynskja tað.
Vegna
Havbúnaðarfelagið
Øssur M. Dalbúð