Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) takkar fyri møguleikan at ummæla uppskot til løgtingslóg um integratión (integratiónslógin).
FAG tekur undir við at styrkja integratiónina
FAG tekur undir við, at størri orka verður nýtt til at integrera útlendsk starvsfólk í føroyska samfelagið. Ein integratiónslóg kann vera eitt hent amboð í hesum sambandi, tí hon útgreinar hvørji tilboð og skyldur útlendingar skulu hava.
FAG tekur sum heild undir við integratiónsfremjandi tiltøkunum í lógaruppskotinum. Tó saknar FAG eina neyvari meting av samlaða kostnaðinum av hvørjum uppskotna tiltaki sær. Hetta eigur at verða gjørt, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið.
Eisini verður skrivað í uppskotinum, at tað kann roknast við, at skyldur í sambandi við integratión fara at verða lagdar á vinnuna, hóast tað ikki er partur av hesum uppskotinum. Í tann mun, at ætlanir í framtíðini verða um at áleggja vinnuni serligar skyldur, verður mælt til, at hetta í góðari tíð verður tikið upp við Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Væleydnað integratión krevur eisini broytingar í útlendingalógini
Ein integratiónslóg kann tó ikki standa einsamøll. Um tað veruliga skal eydnast at integrera útlendingar í føroyska samfelagið, er í sama viðfangi neyðugt at gera broytingar í útlendingalógini.
40-tíma kravið
Eitt nú er við støði í útlendingalógini eitt krav um, at fólk úr triðjalondum, sum koma til Føroya, skulu arbeiða 40 tímar um vikuna. Tað verður torført at fáa umstøður at ganga til skipaða málundirvísing sum munar, tá fólk samstundis skulu arbeiða 40 tímar um vikuna afturat málundirvísingini.
Tí er neyðugt at gera broytingar, so kravið um arbeiðstímar hjá fólki úr 3. londum verður javnsett við arbeiðskravið til ES-borgarar (t.e. 30 tímar um vikuna). Alternativt kunnu undirvísingartímar í føroyskum telja við, tá teir 40 tímarnar verða taldir upp í mun til kravið í útlendingalógini.
Kravið um at starvast í 7 ár innan sama starvsøki
Í viðmerkingunum til uppskotnu integratiónslóginia verður skrivað, at tað er týdningarmikið, at tilflytarar alt tað ber til, kunnu fáa hjálp til at nýta sínar útbúgvingar og sínar starvsroyndir í Føroyum til frama fyri bæði tey sjálvi og føroyska samfelagið.
Sum tað eisini verður upplýst í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið, skal tann sum søkir um varandi uppihaldsloyvi eftir útlendingalógini skjalprógva at hava starvast innan sama starvsøki í 7 ár út í eitt.
Støðan er tó ofta tann, at útlendingar ikki fáa brúkt sína útbúgving, sum tey hava við sær úr heimlandinum, fyrr enn teir hava lært seg føroyska málið. Tí er tað ikki óvanligt, at útlendingarnir fyribils taka eitt annað arbeiði, enn teir eru útbúnir til. Men tá teir so duga málið nóg væl, kunnu teir ikki skifta til eitt annað slag av arbeiði, uttan at kravið um 7 ára starvstíð innan sama starvsøki byrjar at telja av nýggjum.
Tí velja fleiri at bíða við at brúka sína útbúgving, til teir hava fingið varandi uppihaldsloyvi. Hetta viðførir, at útlendingarnar í eitt longri tíðarskeið ikki fáa gagnnýtt teir førleikar, sum teir hava við sær frá útbúgvingini í heimlandinum. Hetta kravið eigur at vera broytt, so útlendingarnir kunnu gagnnýta sína útbúgving, so skjótt sum tað annars er gjørligt.
Serligar viðmerkingar
- 17: Sum § 17 er orðað kann ivamál vera, um lógin einans er galdandi fyri persónar, sum aftaná 1. januar 2025 fáa uppihaldsloyvi í Føroyum fyrstu ferð, ella um hon eisini er galdandi fyri persónar, sum aftaná 1. januar søkja um at endurnýggja uppihaldsloyvi, ella um varandi uppihaldsloyvi. Hetta eigur at verða nágreinað.
Vinarliga
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Niels Winther