Hoyringssvar til uppskot til Løgtingslóg um nettrygd dagfest 20.12.2024 mál nr. 24/20372
Vísandi til uppskot um løgtingslóg um nettrygd dagfest 20.12.2024 mál nr. 24/20372 og fund tann 24. januar 2025 um evnið, skulu vit koma við hoyringssvari.
KT-felagið heldur eisini at skilagott er at økja KT-trygdarstøðið generelt í Føroyum, og tískil er tað gott, at tað kemur ein lóggáva, ið hevur til endamáls at hækka trygdarstøðið.
Viðmerkingarnar og tilmælini niðanfyri skulu síggjast í samanhang við sera víðu heimildirnar, sum ein møguligur Nettrygdardepil fær, veika eftirlitinum av deplinum, ógreiða arbeiðsøkið, manglandi rættartrygd og trygdarváðan við at savna allar upplýsingar um týðandi tænastur og dátur á einum stað.
KT-felagið heldur, at tað hevði tænt uppskotinum at fingið eina longri viðgerð áðrenn tað bleiv lagt fram. Á fundinum tann 24. januar 2025 var sagt, at man arbeiðir av øllum alvi at fáa lógaruppskotið klárt at leggja fyri Løgtingið í hesi setuni. Ein útseting er tí neyvan møgulig, men hinvegin er møguleiki at gera tillagingar til uppskotið.
KT-felagið vil tí heita á Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, at gera tillagingar í lógaruppskotinum, so tað fær eina betri proportión.
Niðanfyri eru viðmerkingar og tilmælir til lógaruppskotið, sum eru neyðug at fáa við.
Týðandi viðmerkingar til lógaruppskotið
- Í uppskotinum sakna vit, undir hvørjum reglum Nettrygdardepilin skal virka; t.d. krøv- og góðkenningar av starvsfólkum og leiðreglur fyri- og grannskoðan av arbeiðinum.
- Nettrygdardepilin skal vera undirlagdur einum eftirliststovni, men í uppskotinum verður víst til eina trímannanevnd, sum vit meta, í besta føri kann koma við tilmælum, sum Nettrygdardepilin sambært uppskotinum, kann frávíkja ella avvísa, og so er tað upp til eitt landsstýrisfólk at taka støðu til møguligar ósemjur. Hetta meta vit ikki vera nøktandi út frá teimum heimildum sum Nettrygdardepilin fær. Tað er ósannlíkt, at ein eftirlitsnevnd hevur nøktandi
førleika og/ella orku at viðgera møgulig mál, við tí álvara tað krevur, og vit meta heldur ikki, at eftirlitsstovnurin hevur orku ella førleika at tryggja, at arbeiðið hjá Nettrygdardeplinum er innanfyri rímilig mørk. - Lóggávan gevur Nettrygdardeplinum ov víðar heimildir bæði til upplýsingar, eftirlitsøkir, revsitiltøk ol. Á fundinum tann 24. januar 2025 varð sagt, at tillagingar vera gjørdar í revsitiltøkum og víst var ma. á, at ásetingarnar um at kunna seta leiðandi starvsfólk og stjórar frá, verður tikin úr uppskotinum. Henda áseting er alt ov ógvuslig. Harafturat var nevnt á sama fundi, at tá tosa verður um ”alt slag av upplýsingum”, er bert talan um upplýsingar, sum hava týdning fyri arbeiðið. Fyri uttanfyristandandi, sum ikki hava innlit í hvussu ein komandi Nettreygdardepil fer at tulka hvat hevur týdning, kunnu vit bert fyri halda okkum til ásetingina í lóggávuni, sum sigur ”alt slag av upplýsingum”.
- At upplýsingar um allar samfelagskritiskar tænastuveitingar verður savnað á einum stað, kann blíva ein stórur veikleiki fyri alt infrakervið og samfelagið sum heild, um innbrot ella álop verða framd á Nettrygdardepilin.
- Lóggavan leggur upp til stóran kostna á fyritøkur og stovnar. Á fundinum var eisini tosað um hvør ber kostnaðin um ein fyritøka verður undirløgd lóggávuna, meðan ein onnur fyritøka, sum veitir somu tænastu, ikki verður undirløgd lóggávuna. Her var eingin greið niðurstøða um evnið. Lóggávan eigur at tryggja javnbjóðis kapping.
- Fyrisitingarligir stovnar eru partvíst undantiknir møguligum revsitiltøkum. Tað hongur ikki saman við endamálinum, ið er at økja um nettrygdina í Føroyum. Í so máta eigur lóggávan at vera líka fyri øll, óansæð um tað er ein almennur stovnur, ein kommuna ella ein almenn ella privat fyritøka.
- Harafturat fer henda lóggáva nógv víðari enn cyberlóggávan hjá EU, sum fyriheldur seg til nettrygd. Henda lóggáva gevur fríar møguleikar at kanna allar tænastuveitingar og útgerð sum ein Nettrygdardepil metur vera týðandi fyri samfelagið
Av tí at heimildirnar eru sera víðar og við nógvum greinum, ið kunnu tulkast ymiskt og møguleiki harafturat er fyri nógvum álvarsligum sanktiónum uttan rættarúrskurð, og uttan at ákærdi hevur nakran kærumøguleika, meta vit ikki, at henda lóggáva er búgvin at seta í gildi, sum hon er.
Vit meta, at endamálið við lóggávuni er gott, men vit meta ikki, at amboðini í uppskotinum til lóggávuna hanga nóg væl saman við endamálinum, og tískil mæla vit til nakrar yvirskipaðar broytingar. Um lógaruppskotið verður tillagað við viðanfyri standandi tilmælum, meta vit, at uppskotið kann setast í verk við eini nærri ásettari gildiskomu.
Yvirskipað mæla vit til, at lóggávan verður broytt soleiðis, at:
- Ístaðin fyri at blanda bæði NIS2 og CFCS í eina lóggávu, verður mælt til, at fokusera uppá NIS2 og taka CFCS ásetingarnar úr lóggávuni. Ásetingarnar í NIS2 tæna endamálinum at hækka KT-trygdina generelt í Føroyum. Vit halda eisini, at tað hevði verið gott at sett ein bólk, mannaður við fólki frá vinnu og almennum stovnum, sum kann seta fokus á tey tiltøk, sum skjótt kunnu hækka KT-trygdina fyri føroyska samfelagið. Hesin bólkur kundi
millum annað verið mannaður við fólki úr KT-vinnuni og fólki ið hava innlit i samfelagskritiskar eindir. - Ístaðin fyri at seta eina Eftirlitsnevnd, verður mælt til, at arbeiðsøkið hjá Nettrygdardeplinum verður nærri lýst og at arbeiðið verður grannskoðað. Tað kundi td. verið Landgsgrannskoðanin, sum verður grannskoðanarmyndigleiki og kann seta krøv til Nettrygdardepilin.
- Ístaðin fyri at loyva fleiri sanktiónum uttan rættarúrskurð, verður mælt til at innføra vanligar rættarreglur, og at kærumøguleiki verður settur í lóggávuna. Ein møguleiki er at vísa til Føroya Kærustovn fyri at tryggja eina skjóta niðurstøðu av einum máli. Hesin stovnur hevur møguleika at innheinta sær førleikar, so møgulig mál kunnu lýsast væl. Við hesum fáa vit rímuliga trygd fyri, at úrskurðir eru viðgjørdir av einum stovni, sum hevur- ella kann innheinta sær neyðuga førleikan. Harafturat mæla vit til, at hesin stovnur kann taka støðu til, um ein kæra skal hava steðgandi virkna. Møguleiki skal eisini verða at royna møguligar avgerðir í rættarskipanini.
- Ístaðin fyri at víkja frá dátuverndarlóggávuni generelt, verður mælt til, at útgangsstøði er, at dátuverndarlóggávan verður fylgd. Orsøkin til hetta tilmælið er, at allar fyritøkur og stovnar, ið verða áløgd at senda upplýsingar inn til Nettrygdardepilin, frammanundan eru áløgd at fylgja dátuverndarlóggávuni. Um so er, at neyðugt er at víkja frá dátuverndarlóggávuni í einstøkum førum, er umráðandi at tað er greitt ásett nær frávik kunnu gerast og hvørjar treytir eru galdandi. Hetta hevur týdning fyri KT-trygdina hjá fyritøkum og stovnum og eisini fyri dátutrygdina hjá einstaka borgaranum.
- Harafturat hevur Nettrygdardepilin rættiliga víðar møguleikar at innheinta ”alt slag av upplýsingum” uttan at tað verður ásett undir hvørjum treytum, hesir upplýsingar vera goymdir ella viðgjørdir. T.d. er eingin trygd fyri, at Nettrygdardepilin innheintar- og víðariletur upplýsingar til 3. part. Tað er heldur eingin avmarking fyri hvar upplýsingar verða goymdar, hvørki tá hugsað verður um t.d. landaøkir, felagsskapir og skipanir. Hetta er í ansøgn við tær trygdarskipanir, sum KT-fyritøkur frammanundan eru álagdar av- og skulu vátta yvirfyri ávísum kundum.
Vit heita á Uttanríkis- og Vinnumálaráðið at tillaga lógaruppskotið, so tikið verður hond um evnini omanfyri.
Vinarliga
KT-felagið