Við hesum sendir KT-felagið sítt hoyringssvar til lógaruppskotið um Talgildu Føroyar 2.0. Felagið tekur undir við týdninginum av talgilding. KT-felagið vil eisini vísa á, at tað er jaligt, at fleiri av tilmælunum hjá Vakstrarforum eru tikin við í lógaruppskotið. Hetta vísir á eina tilgongd, har vinnan verður tikin við í viðgerðina av talgildingini. Men samstundis er neyðugt at leggja dent á ávís viðurskifti, sum eiga at verða tikin í álvara fyri at tryggja ein munagóðan og brúkaravinarligan almennan geira.
P-talið
KT-felagið setur stóran spurning við, hví p-talið ikki verður leysgivið beinanvegin. Fyritøkur hava tørv á p-tali til sítt virksemi, og tað er óheppið, at loysnir verða settar í verk, sum onkursvegna skulu umganga lóggávuna. Loysnir við skuggaskráum eru óruddiligar og óneyðugar, tá ein væl skipað skrá longu er tøk.
KT-felagið hevur áður víst á týdningin av p-talinum. Í veruleikanum eru fólk longu skrásett á fleiri mótum, tí privatar fyritøkur hava ikki heimild at skráseta við p-talinum, men mugu gera skuggaskáir fyri at verkseta skipanir. Úrslitið av hesum er, at borgarin hvørki hevur yvirblikk ella innlit í hvørjar upplýsingar eru skrásettar um seg.
KT-felagið mælir til, at p-talið verður frígivið við trygdartiltøkum, sum tryggja borgarum innlit í, hvussu teirra upplýsingar verða brúktar. Um hetta ikki verður gjørt, fer tað at føra til óskipaðar loysnir, har borgarin onki innlit hevur.
Brúkararáð og brúkaravinsemi
KT-felagið heldur, at tað er neyðugt at stovna eitt brúkararáð fyri Talgildu Føroyar. Ráðið eigur at hava umboð fyri ymiskar samfelagsbólkar, eitt nú pensionistar, studentar, KT-serkøn og partarnir á arbeiðmarknaðinum. Endamálið er at tryggja, at viðkomandi bólkar verða hoyrdir í menningartilgongdini.
Í lógaruppskotinum verður víst á, at vinnan fær møguleika at brúka loysnirnar, men tað er týdningarmikið, at tær eru brúkaravinarligar. Tað er avgerandi, at talgildu tænasturnar ikki gerast óbrúkiligar vegna tekniskar forðingar. KT-felagið vil tí mæla til, at eitt brúkararáð verður sett á stovn, sum kann tryggja, at brúkaravinsemi verður raðfest bæði fyri borgara og vinnu.
Eftirmeting av Talgildu Føroyum
KT- felagið mælir til, at ein eftirmeting verður gjørd av Talgildu Føroyar verkætlanini. Tað er týdningarmikið, at vit viðgera tey val, ið eru gjørd, og meta um, hvørt tey hava verið røtt. Hetta inniber eina gjølla endurskoðan av KT-arkitekturinum fyri at tryggja, at avgerðirnar ikki bert eru hóskandi fyri hesa serstøku verkætlan, men eisini gagna føroyska samfelagnum sum heild.
Harumframt eigur ein slík eftirmeting at fevna um eitt breitt úrval av viðurskiftum heldur enn bert at leggja dent á framgongdina hjá hesari einstøku verkætlan. Ein heildarhugsan er neyðug fyri at tryggja, at talgilding verður skipað á ein hátt, ið tænir samfelagnum nú og í framtíðini.
Føroyskar loysnir
Í hesum sambandi vil KT-felagið leggja dent á týdningin av at brúka føroyskar veitarar í talgildingini. Hetta er grundað á fylgjandi viðurskifti:
- Føroyskir veitarar rinda skatt í Føroyum.
- Starvsfólkini hjá føroyskum veitarum rinda eisini skatt í Føroyum.
- Hetta tryggjar varandi veitingartrygd í einum alsamt meira ótryggum altjóða samfelag.
- Tað skapar vitanarstørv í Føroyum til fólk, sum vilja búleikast her, heldur enn at leita sær starv í útlondum.
Afturat hesum eru fleiri ítøkilig argument fyri at raðfesta føroyskar veitarar:
1. Økt sjálvbjargni og trygd
- Við føroyskum veitara er møguleikin fyri skjótt at loysa framtíðar trupulleikar størri, serliga tá talan er um loysnir, ið krevja dagføringar ella akutt viðlíkahald, vísa royndir.
- Minni treytað av útlendskum veitarum merkir, at Føroyar hava betri eftirlit og ræði á tøkni og dátum.
2. Gagn fyri føroyska búskapin
- Føroyskir veitarar skapa arbeiðspláss og inntøkur í Føroyum, sum aftur stuðlar skattainntøkum og vælferðarskipanini.
- Lokalar fyritøkur stuðla øðrum vinnugreinum við sínum virksemi, t.d. íløgum í tænastur og tilfeingi.
3. Tilpassaðar loysnir til føroyskar tørvir
- Føroyskir veitarar hava betri innlit í lokalar umstøður og tørvir, sum kunnu gera loysnirnar meira skikkaðar til føroyskt umhvørvi.
- Færri trupulleikar við tíðarmuni og máltrupulleikar minkast við lokalum samstarv
4. Samstarv við framtíðini í huga og viðlíkahald
- Føroyskar fyritøkur eru vanliga longri knýttar at føroyska marknaðinum, og tí er møguleikin størri fyri at varðveita eitt gott, langsiktað samstarv.
- Veitingartrygdin verður styrkt, tí føroyskir veitarar hava størri áhuga í at tryggja, at teirra loysnir virka optimalt.
5. Strategisk vitan varðveitt í Føroyum
- Um lóglig og kritisk vitan um loysnina liggur hjá útlendskum veitara, kunnu Føroyar gerast viðbreknar fyri áhaldandi fíggjarligum útreiðslum og tekniskum trupulleikum.
- Við føroyskum veitarum verður vitan varðveitt og ment í Føroyum, og nýggj generatión av fakfólki fær møguleikan at menna sín kunnleika.
6. Minkaðar útreiðslur í longdini
- Sjálvt um útlendskar loysnir ofta tykjast bíligari í byrjanini, kunnu viðlíkahald og samstarvstrupulleikar føra til duldar ella óvæntaðar útreiðslur, ið føroyskur veitari lættari kann minka um.
7. Framtíðar tryggleiki í einum globalt óstøðugum heimi
- Global viðurskifti, lóggávu- ella geopolitiskur ótryggleiki kunnu ávirka tænastustigið hjá útlendskum veitara.
- Føroyskir veitarar hava størri áhuga í at tryggja framhaldandi tænastu, uttan óvæntaðar útlendskar ávirkanir.
Tað liggja stórir møguleikar í at talgilda samfelagið, men tað er alneyðugt, at hetta verður gjørt á ein hátt, sum veruliga stuðlar føroyskum KT-umhvørvi. Talgildu Føroyar eiga at hava fokus á at menna føroyska KT-vinnuna við føroyskum loysnum og vitan. Hetta vil eisini gera tað meira lokkandi hjá føroyskum KT-fólki at búseta seg í Føroyum heldur enn at leita sær starv uttanlands.
Samanumtikið
KT-felagið tekur undir við týdninginum av talgilding og metir tað sum jaligt, at fleiri av tilmælunum hjá Vakstrarforum eru tikin við í lógaruppskotið. Tó vil felagið staðiliga mæla til, at p-talið beinavegin verður frígivið við neyðugum trygdartiltøkum, tí verandi skipan skapar óneyðugar skuggaskráir og manglandi gjøgnumskygni fyri borgarar og vinnu.
Harumframt heldur KT-felagið, at eitt brúkararáð eigur at verða sett á stovn fyri at tryggja, at talgildu tænasturnar eru brúkaravinarligar og ikki verða óbrúkiligar vegna tekniskar forðingar. Felagið mælir eisini til, at ein eftirmeting av Talgildu Føroyum verður gjørd við breiðari umboðan, soleiðis at vit tryggja, at talgilding gagnar bæði borgarum og føroyska samfelagnum í longdini.
Eisini vil KT-felagið leggja dent á, at føroyskir veitarar eiga at fáa størri leiklut í talgildingini, tí hetta stuðlar búskapinum, tryggjar veitingartrygd og varðveitir strategiska vitan í Føroyum. Tað er avgerandi, at føroyska samfelagið fær mest møguligt burturúr íløguni í talgilding við at raðfesta lokalar loysnir og KT-førleikar.
Uppskot til Løgtingslóg um Talgildu Føroyar 2.0 (Heildarætlan fyri 2025 til 2027)