Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið til heildarætlan fyri talgilding av samfelagstænastum 2025 – 2027 og tilhoyrandi lógaruppskot.
Felagið fegnast um, at fleiri av tilmælunum hjá KST arbeiðsbólkinum í Vakstrarforum eru brúktar sum grundarlag undir heildarætlanini.
Tó saknar Føroya Arbeiðsgevarafelag eina eftirmeting av Talgildu Føroyar 1.0, áðrenn farið verður undir at fyrireika Talgildu Føroyar 2.0. Ein slík eftirmeting eigur m.a. at fevna um eina meting av effektunum av talgildu loysnunum higartil, og hvørjar tænastur mangla, sum kunnu gera stóran mun.
Harumframt eigur ein slík eftirmeting eisini um skipanarlig viðurskifti. Eitt nú eigur at verða eftirkannað, í hvønn mun møguleikarnir fyri effektivisering frá talgilding eru realiseraðir, og hvat kann gerast fyri at tryggja, at hesar í størri mun vera realiseraðar í s.v. Talgildu Føroyar 2.0. Starvsfólkatalið í tí almenna veksur javnt og samt, uttan mun til teir effektiviseringsmøguleikar, sum talgildingin í prinsippinum gevur.
Eisini eigur at verða greinað, hvussu talgildingin kann skipast, so talan ikki verður um ein almennan talgildingarstovn, sum veksur javnt og samt (organiskt). Hetta kann eitt nú tryggjast við at skipa arbeiðið við einum avmarkaðum starvsfólkatali, sum hevur yvirskipaðu stýringina, men har talgildingar verða skipaðar sum verkætlanir, har organisatiónin og ressursurnar bara eru til staðar, til verkætlanin er liðug. Á henda hátt kann tryggjast, at starvsfólkatalið knýtt at einarari talgildingarverkætlan minkar samsvarandi, tá verkætlanin endar.
Í lógaruppskotinum verður eisini skrivað, at Talgildu Føroyar 2.0 koma at hava við sær størri rakstrarútreiðslur. Eitt nú hækka rakstrarútreiðslurnar til Talgildu Føroyar við 4 mió kr um árið. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað eigur at verða grundgivið neyvari fyri tørvin á at økja so munandi um raksturin og starvsfólkatalinum.
Í lógaruppskotinum og faldaranum verður nakað gjørt burturúr, at íløgurnar í talgilding kunnu vera við til effektivisera almennu tænasturnar. Tað má tó eisini leggjast til rættis, hvussu man heystar effektiviseringarnar, sum talgildu loysnirnar skapa møguleika fyri. Hetta eigur at verða ein sjálvstøðugur partur av heildarætlanini.
Niðanfyri eru viðmerkingar til einstøku visiónirnar og átøkini. Av tí, at lýsingarnar av átøkunum eru avmarkaðar í vavi, er tað torført at gera nágreiniligar viðmerkingar til átøkini. Sum heild ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag tó, at nyttan/effektin verður greinað í mun til kostnaðin fyri hvørt átak sær. Hetta kann eisini nýtast sum grundarlag undir raðfestingum av einstøku tiltøkunum.
Visión 1: Ein felags myndugleiki fyri talgilding
1. Átak: Myndugleiki setast á stovn
Tað tykist ógreitt, júst hvat tað er, sum uppgávan hjá hesum talgildingarmyndugleikanum skal vera, og hvørjar uppgávur skulu loysast, sum ikki verða loystar í dag.
Um tað veruliga vísir seg at verða tørvur á einum slíkum myndugleika, er tað umráðandi, at starvsfólkatalið verður avmarkað mest møguligt, so hesin myndugleikin ikki bara byrjar at vaksa organiskt, men verður ein smalur stovnur, sum heldur enn at seta nógv starvsfólk í starv, keypir inn tænastur og ráðgeving. Sjálvt talgildingararbeiðið eigur at verða skipað sum verkætlanir, har organisatiónin og ressursurnar bara eru til staðar, til verkætlanin er liðug.
Í viðmerkingunum stendur, at ætlanin er at seta 2-3 fólk til hesa uppgávu. Tó vísa royndirnar, at stórur vandi er fyri, at talið á fólkum veksur yvir tíð.
2. Átak: Tættari samstarv við kommunur og vinnu
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við hesum átaki.
Visión 2: Samanhangandi tænastur fyri borgarar og vinnu
3. Átak: Vangin 2.0 – nýhugsan og útbreiðsla
Tað eigur at verða greitt neyvari frá, júst hvat tað er fyri tænastur, sum Vangin 2.0 skal kunna veita. Sambært fíggjarætlanini er henda verkætlan ein av teimum búskaparligu tungu verkætlanunum, og tí eigur at verða greitt meira neyvt frá, hvat liggur í hesum.
4. Átak: Savna heilsutænastur á Vanganum
Ongar viðmerkingar.
5. Átak: MínBoks til vinnuna og nýggjar funkur
At vinnan kann fáa ein talgildan postkassa ljoðar skilagott.
6. Átak: Skjáttan við fleiri kortum og møguleikum
Ongar viðmerkingar.
7. Átak: Talgild val
Ongar viðmerkingar.
8. Átak: vinnutænastur á einum stað
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við slíkari loysn, har vinnufyritøkur kunnu avgreiða síni viðurskifti við tað almenna á einum stað. Eisini verður tikið undir við, at vinnan verður tikin við uppá ráð í mun til hvørjar tænastur, sum skulu vera partur av loysnini.
Visión 3: Munadygg umsiting
9. Átak: Størri gagnnýtsla av landsfólkayvirlitinum
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at tað verður gjørligt hjá vinnufyritøkum at nýta p-talið til eintýdda eyðmerking. Tað fer at gera tað gjørligt at veita eina betri tænastu, umframt at tað er við til at økja um trygdina. Føroya Arbeisðgevarafelag mælir til, at hesin partur verður raðfestur hægri og settur í verk sum skjótast.
Eisini er tað gott, at tað verður møguligt hjá útlendingum, sum eru knýttir at Føroyum (t.d. grannskoðarar ella bókhaldarar) at fáa p-tal.
10. Átak: Knýta persóndátur í Norðurlondum saman
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við hesum.
11. Átak: Ríkisstovnar nýta talgilda undirstøðukervið
Ongar viðmerkingar.
12. Átak: Samleikin brúkast uttanlands
Føroya arbeiðsgevarafelag tekur undir við hesum.
13. Átak: Talgild kirkjubók
Ongar viðmerkingar.
14. Átak: Ein almenn bankakonta
Tað má nágreinast, hvør ætlanin við hesum átaki er, hvør nyttan er, og fyri hvønn. Um talan einans er um, at borgarin skal upplýsa, hvørja bankakonto útgjøld frá tí almenna skulu flytast á (sum t.d. við NemKonto), hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag onga viðmerking til átakið.
15. Átak: Nýtsla av nýggjari tøkni
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við at gera eina ætlan fyri at gagnnýta møguleikarnar í eitt nú vitlíki.
Uppskot til Løgtingslóg um Talgildu Føroyar 2.0 (Heildarætlan fyri 2025 til 2027)