Ferðavinnufelagið takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af søloven
Felagið hevur hesar viðmerkingar til uppskotið:
§§ 152a og 154a-154b vísa á objektivu endurgjaldsskylduna fyri førara og stýrara av ávísum bátum, umframt krav um tryggingarskyldu fyri hesar bátar.
Uppskotið sigur, at tann sum hevur ábyrgdina av einum skjóttgangandi báti við einari skrokklongd undir 15 metrar, einum vatnskutara ella líknandi báti, har krøv til førara og møguligum stýramanni eru til útbúgving, hevur ábyrgd fyri persónskaða og miss av uppihaldara, sum báturin elvir til í sambandi við eina sjóvanlukku, uttan mun til hvør hevur skylduna av vanlukkuni.
Sum er ber ikki til at tekna ferðafólkatrygging hjá føroyskum tryggingarfelagi, og tí ber ikki til at liva upp til ásetingarnar soleiðis sum lógaruppskotið fyriliggur.
Um føroysku tryggingarfeløgini ikki veita trygging fyri ferðandi, so er ómøguligt at liva upp til krøvini í lógini, og ávísu bátarnir í eitt nú ferðavinnuni hava ikki møguleika at virka longur.
Ferðavinnufelagið heitir tí á landsins myndugleikar um, at um hesar tryggingar verða kravdar við lóg, so er samstundis neyðugt at krevja at føroysku tryggingarfeløgini veita neyðugu tryggingar.