Uppskot til samtyktar um landbúnaðarpolitikk 2025-2035, saman við landbúnaðarpolitikki og lógaruppskotum og kunngerðaruppskoti

Hoyringarsvar frá Ferðavinnufelagnum

Ferðavinnufelagið 04. februar. 2025 | Hoyringssvar | Ferðavinna

Hoyringssvar til Landbúnaðarpolitikk


Ferðavinnufelagið takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið til landbúnaðarpolitikkin 2025-2035, saman við landbúnaðarpolitikki og lógaruppskotum og kunngerðaruppskoti.


Ferðvinnufelagið hevur viðgjørt uppskotini og hevur hesar viðmerkingar, ið serliga viðvíkja tilmælinum í Landbúnaðarpolitikkinum 2025-2035 um mvg-frítøku á landbúnaðarframleiðslu.


Felagið tekur undir við uppskotinum til landbúnaðarpolitikkin og heldur tað vera ein gongd leið, at landbúnaðurin verður stuðlaður.


Eins og við landbúnaðinum eru tað aðrar vinnur sum stríðast við kappingarføri. Alsamt fleiri gjøld eru hækkað og løgd á vinnuna. Eitt nú kann nevnast meirvirðisgjaldið, sum frá 1. januar 2024 varð lagt á vinnuligan fólkaflutning við bussi. Hetta hevði neiligar avleiðingar, tí prísurin hækkaði og eftirspurningurin at selja túrar til Føroyar varð ávirkaður. Tá landbúnaðarframleiðsla fær mvg-frítøku, eigur eisini at verða hugsað um líknandi skipanir fyri aðrar vinnur, eitt nú matstovuvinnuna. Fær matstovuvinnan røttu karmarnar at virka undir, kann hon skapa stórt virði fyri allar føroyingar. Matstovuvinnan kann skapa vøkstur og trivnað í pørtum av landinum, har virksemið annars er minkandi. Matstovuvinnan økir um arbeiðsfjøldina, betrar um búskaparliga vøksturin og skapar spennandi nýggjar tænastur, sum føroyingar eisini kunnu njóta gott av, við einari ríkari matstovumentan.


Í uppskotinum verður nevnt, at landbúnaður er stuðlað vinna, eisini í øllum londunum kring okkum, og víðari stendur, at tað tí er óviðkomandi at viðgera, um landbúnaður sum vinna skal verða stuðlaður ella ikki. Til hetta kann nevnast, at í nærum øllum londum rundan um okkum er lægri mvg á kafeir og matstovur, og tí kann talast fyri, at mvg á matstovuvinnuna eisini verður avtikið, ella í øðrum føri lækkað.


Fíggjarligar avleiðingar fyri uppskotið
Í almennu viðmerkingunum, um fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur, í uppskotinum til løgtingslóg um landbúnaðarstuðul, stendur, at fíggjarligu avleiðingarnar fyri landið verða mettar at verða nakað tað sama sum eftir galdandi stuðulslóggávu.


Harumframt stendur í almennu viðmerkingunum, um orsakir til uppskotið, í uppskotinum um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn, at verandi stuðulsskipanir verða knýttar at settu málunum, og í kapittul 2 í sama uppskotið, at lógaruppskotið ikki hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið.


Til hetta seinasta undrast Ferðavinnufelagið á hvussu mvg-frítøkan so verður fíggjað, tá skrivað stendur at uppskotið ikki hevur ein kostnað fyri landið ella kommunur.

Uppskot til Samtyktar um landbúnaðarpolitikk 2025-2035

Landbúnaðarpolitikkur

Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

Javntekstur til løgtingslóg um landjørð

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn

Javntekstur til løgtingslóg um Búnaðargrunn

Uppskot til Løgtingslóg um landbúnaðarstuðul

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um PF Visit Faroe Islands

Uppskot til kunngerð um at umsita landsjørð