Uppskot til samtyktar um landbúnaðarpolitikk 2025-2035, saman við landbúnaðarpolitikki og lógaruppskotum og kunngerðaruppskoti

Hoyringarsvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

04. februar. 2025 | Hoyringssvar

Hoyringssvar til landbúnaðarpolitikkin við tilhoyrandi lógaruppskotum


Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskot til nýggjan landbúnaðarpolitikk við tilhoyrandi lógaruppskotum.


Føroya Arbeiðsgevarafelag vil vísa á, at tað í seinasta orðaða vinnupolitikkinum hjá landsstýrinum frá 2005 stendur, at ætlanin er at virka fyri, at landbúnaðurin verður mentur og lagaður til marknaðarbúskap.


Í uppskotinum til nýggjan landbúnaðarpolitikk saknar Føroya Arbeiðsgevarafelag eina líknandi yvirskipaða visión um, at føroysk landbúnaðarvinna skal gerast ein lønandi, burðardygg og stuðulsfrí vinna. Til tað krevst, at vinnan hevur bestu karmar at virka undir, og at vinnan sleppur at mennast á marknaðargrundaðum treytum, har stuðulin verður niðurlagaður yvir eitt ásett áramál, eins og hent er í flestu øðrum vinnugreinum í Føroyum. Í staðin eigur landbúnaðurin at verða fevndur av generellum vinnuframaskipanum.


Øll festiskipanin eigur at verða endurskoðað við tí endamáli at taka burtur óneyðugar forðingar fyri at festini kunnu skipast við vinnuligari og effektivari drift fyri eyga.


Eisini eiga tær neyðugu broytingarnar at verða gjørdar, so tað ber til at útflyta føroyskar landbúnaðarvørur til onnur lond.


Lógaruppskotini, sum liggja við uppskotinum til landbúnaðarpolitikk snúgva seg partvíst um at víðka um stuðulsskipanirnar til landbúnaðin. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað ikki vera rætta háttin at menna ein sjálvberandi og lønandi føroyskan landbúnað.


Miðast skal eftir, at føroyskur landbúnaður við tíðini verður viðfarin eins og allar aðrar vinnur í Føroyum.

Uppskot til Samtyktar um landbúnaðarpolitikk 2025-2035

Landbúnaðarpolitikkur

Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

Javntekstur til løgtingslóg um landjørð

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn

Javntekstur til løgtingslóg um Búnaðargrunn

Uppskot til Løgtingslóg um landbúnaðarstuðul

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um PF Visit Faroe Islands

Uppskot til kunngerð um at umsita landsjørð