Lógáva

Arbeiðsmarknaðarlógáva

Her finnur tú arbeiðsmarknaðalóggávur, umframt aðrar viðvkomandi lógir.

Arbeiðsmarknaðarlóggáva

Frítíðarlógin

Løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 24. mars 2022


Lógin um frítíð við løn tryggjar løntakarum rætt til frítíð og frítíðarløn. Løntakarar hava ikki bara rætt til, men eisini skyldu til at halda frítíðina. Frítíðin er 30 dagar, íroknað leygardag, fyri fulla starvstíð í tíðarskeiðnum 1. apríl til 31. mars, sum oftast er innvinningarárið[1]. Innvinningarárið er tað árið, sum løntakari vinnur rættin til at halda frí. Arbeiðir løntakarin styttri enn fult innvinningarár, verður frítíðin sett í mun til arbeiðstíðina, tvs. at fyri hvønn mánað, sum arbeitt verður, vinnur løntakarin 2,5 dagar um mánaðin. Løntakari, sum ikki hevur vunnið sær rætt til frítíð við løn ella frítíðarløn, hevur tó rætt til at taka frí uttan løn í upp til 30 dagar í einum frítíðarári.

Frítíðin skal verða tikin í tíðarskeiðnum 2. mai til 1. mai (frítíðarárið). Minst fýra vikur av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðini frá 2. mai til 30. september (frítíðarskeiðið). Restfrítíð kann ikki fara út um frítíðarárið. Arbeiðsgevarin ásetir í samráð við løntakaran, nær frítíðin skal takast, og boðar honum frá hesum við rímiligari freist. Arbeiðsgevarin ger endaliga av, nær frítíðin skal haldast.

Tímalønt fáa frítíðarløn, ið er 12% av vunnari løn.

Mánaðarløntir løntakarar hava rætt til frítíð við løn og frítíðarískoyti, ið er 1,5% av vunnari løn í undanfarna innvinningarári. Av yvirtíð verður goldið frítíðarískoyti á 1,5%.

Tá frítíðarløn verður roknað út, skulu teljast við allar skattskyldugar lønarveitingar, tó ikki løn, sum er útgoldin í frítíðini, veitt frítíðarløn ella útgoldið frítíðarískoyti. Hetta merkir, at frítíðarløn verður ikki goldin av eftirløn, tá eftirlønin verður hildin uttan fyri a-skattaskipanina.

[1] Innvinningarárið kann í staðin vera álmanakkaárið, um hetta er ásett í sáttmála millum avvarðandi partar.

Starvsmannalógin

Løgtingslóg nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn/funktionærer, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 2. juni 1970


Starvsmannalógin varð upprunaliga gjørd í Danmark, tí skrivstovu- og handilsfólk vóru ikki líka væl vard av sáttmálum sum onnur starvsfólk. Danska stjórnin setti tí donsku starvsmannalógina í gildi í 1938.

Fyrsta og einasta føroyska lógin er sett í gildi í 1958 eftir áheitan frá Starvsmannafelagnum. Ein nevnd varð sett at gera uppskot til starvsmannalóg, og hon mælti til, at ”lóg verður givin, bygd eftir líknandi reglum sum í Danmark”. Landsstýrið tá tók undir við hesum og legði uppskotið fyri løgtingið, sum samtykti uppskotið.

Fyri at starvið skal vera eitt starvsmannastarv skal:

  • Arbeiðið vera av einum ávísum slag
  • Viðkomandi persónur hava tætt tilknýti arbeiðsplássið. Úrskurður í Føroya Rætti BS1178/1994 staðfesti: 
    at en ansat kan anses for funktionær, når vedkommende beskæftiges omkring halvdelen af normal arbejdstid, ligesom der er dom for, at 4 timer 5 dage om ugen (20 timer) kan medføre funktionærstatus”.
  • Persónurin vera í einum starvsyrki. Hetta merkir, at løntakarin er undir fyristíling arbeiðsgevarans

Sløgini av størvum, sum er fevnd av starvsmannalógini, eru:

  1. Persónur, sum starvast í handli, á skrivstovu ella á vørugoymsluavgreiðslu, sum kann setast javnbjóðis
  2. Persónur, hvørs starv er at veita tekniska ella kliniska hjálp, sum ikki kemur undir handverk ella ídnað, og hartil aðrir persónar í arbeiði, sum kann setast javnbjóðis.
  3. Persónur, hvørs starv bara ella fyri tað mesta arbeiðsgevarans vegna er at hava eftirlit við útinningini av annans arbeiði
  4. Persónur, hvørs arbeiði fyri tað mesta er av sama slag um tilskilað undir 1) og 2).

Starvsmenn fáa løn undir sjúku frá fyrsta degi at rokna, tó ikki í sambandi við fráveru áðrenn føðing vegna heilsuvanda fyri móður ella barn. Ein starvsmaður kann sigast upp vegna sjúku við vanligari uppsagnarfreist ella sambært 120 daga regluni. Fyri at brúka 120 daga regluna skal hetta vera ásett í skrivligum sáttmála. 120 daga reglan merkir, at starvsmaður kann sigast upp við ein mánað freist, tá ið starvsmaður teir seinastu 12 mánaðirnar hevur tikið ímóti løn undir sjúku í 120 dagar tilsamans. Uppsøgnin er bara gildug, um hon verður givin beint eftir teir 120 sjúkradagarnar, og meðan starvsmaður framvegis er sjúkur. Hon missir ikki sítt gildi av, at starvsmaður er komin aftur í starvið, eftir at uppsøgnin er givin.

Uppsøgn frá starvsmanni skal gevast við ein mánað freist fyri starvslok seinasta dag í einum mánað, tó kann í sáttmála ásetast longri uppsagnarfreist fyri starvsmann treytað av, at uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevaranum verður longd samsvarandi. Verður starvsmaður uppsagdur, sí uppsagnartíðina í talvuni niðanfyri:

Setanartíð

Uppsagnarfreist

0 - 6 mánaðir (tó ikki fyribils setan og royndartíð)

1 mánað (uppsøgn skal handast, áðrenn 5. mánaðurin er farin)

6 mðr – 3 ár

3 mánaðir (uppsøgn innan 2 ár og 9. mánaðir eru farnir)

3 - 6 ár

4 mánaðir (uppsøgn innan 5 ár og 8 mánaðir eru farnir)

6 - 9 ár

5 mánaðir (uppsøgn innan 8 ár og 7 mánaðir eru farnir)

Yvir 9 ár

6 mánaðir (uppsøgn eftir 8 ár og 7 mánaðar setan)


Um avtalað er, at arbeiðið er bert fyribils ella sum roynd, og at hesi viðurskifti vara ikki longur enn tríggjar mánaðir, er ongin uppsagnartíð. Skylduna av prógva, at tílík avtala er gjørd, hevur arbeiðsgevarin. Mælt verður tó til, at arbeiðsgevarin avtalar eina uppsagnartíð, til dømis eina viku.

Setanarprógv

Løgtingslóg nr. 20 frá 8. mai 2008 um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum.

Higartil hevur verið ásett í sáttmálum Føroya Arbeiðsgevarafelags, at setanarprógv verður gjørt millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara. Hesar ásetingar eru framvegis í sáttmálunum, men 1. juni 2008 varð sett í gildi lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakarunum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum. Við lógini fær arbeiðsgevari álagda eina upplýsingarskyldu mótvegis løntakara. Lógin er meiri víttfevnandi enn sáttmálaásetingarnar, og tað eru sostatt lógarásetingarnar, sum eru grundarlag undir hesi vegleiðing.

Í setanarpróvnum verða sømdir og treytir fyri arbeiðnum skrivaðar, soleiðis at báðir partar eru greiðir yvir, hvat teir ganga inn til, og partarnir sleppa undan møguligum ósemjum hesum viðvíkjandi. Setanarprógvið ávirkar ikki treytirnar fyri setanini, men er eitt formligt krav til, hvussu hesar treytir verða skrásettar.



Nær og til hvønn skulu setanarprógv verða givin?
Øll, sum eru sett í starv í meira enn ein mánaða, og sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna, skulu hava setanarprógv. Løntakarin skal hava setanarprógv í seinasta lagi ein mánaða eftir, at setanin er byrjað. Um arbeiðstíðin er minni enn 8 tímar í miðal í fyrstuni og síðan hækkar, er upplýsingarskyldan galdandi, tá arbeiðstíðin seinastu 4 vikurnar í miðal er hægri enn 8 tímar um vikuna.

Fyri løntakarar, sum eru byrjaðir í starvinum áðrenn 1. juni 2008 og sum framhaldandi eftir 1. juni 2008 eru í starvi, er ein skiftisskipan galdandi. Eftir henni hevur arbeiðsgevarin skyldu til eftir áheitan frá løntakara at lata setanarprógv í seinasta lagi 2 mánaðir eftir áheitanina. Henda freist er eisini galdandi, um løntakarin fyrr hevur fingið setanarprógv ella líknandi, men har neyðugt er við einum ískoyti til tess at uppfylla lógarkrøvini.

Eru broytingar í setanartreytunum ásetur lógin, at arbeiðsgevarin í seinasta lagi 1 mánaða eftir, at broytingin fær gildi, gevur løntakara skrivlig boð um hetta. Vit gera harafturat vart við, at munandi broytingar í setanarviðurskiftunum skulu fráboðast løntakara við uppsagnartíðini hjá viðkomandi.

Hvat skal standa í setanarpróvnum?
Tað eru ongar serliga treytir fyri, hvussu setanarskrivið skal síggja út, men bert at tað skal verða skrivligt.

Í setanarskrivinum skal vera upplýst:

  1. Navn og adressa arbeiðsgevarans og løntakarans
  2. Arbeiðsstað. Um einki fast arbeiðsstað er, skal upplýsast, at løntakarin arbeiðir ymsa staðni og høvuðssæti ella bústaður arbeiðsgevarans.
  3. Lýsing av arbeiðnum ella starvsheiti, tign, yrki ella slag av arbeiði
  4. Nær setanin byrjar
  5. Hvussu leingi setanin varar, um talan er um tíðaravmarkað starv
  6. Rættindi í sambandi við feriu, heruppií um løntakari hevur rætt til feriu við løn
  7. Uppsagnarfreist hjá bæði løntakara og arbeiðsgevara ella hvørjar reglur eru galdandi
  8. Løn umframt ískoyti og aðrar lønarpartar, t.d. eftirløn og møguliga kostur og innivist. Eisini skal upplýsast, nær lønin verður útgoldin
  9. Vanlig daglig ella vikulig arbeiðstíð
  10. Hvør sáttmáli á arbeiðsmarknaðinum er galdandi fyri setanina. Her skal upplýsast, hvørjir partarnir í sáttmálanum eru.

Viðvíkjandi pkt. 6 – 9 verður upplýsingarskyldan mett at verða lokin, um tað verður víst til lógir, sáttmálar o.l., sum eru galdandi fyri setanina.

Afturat lógarkrøvunum omanfyri mæla vit til, at eisini stendur í setanarpróvnum, hvørt løntakarin er limur í fakfelag ella ikki. Um so er at løntakarin er limur í fakfelag, skal viðmerkjast, hvat felag talan er um.

Sí uppskot til setanarprógv

Barsilsskipanin

Løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 174 frá 21. desember 2021

Endamálið við lógini er at veita foreldrum á arbeiðsmarknaðinum rætt til foreldrafarloyvi við løn/barsilspeningi í farloyvistíðarskeiðnum.

Foreldur hava rætt til 52 vikur í barsilsfarloyvi eftir barnsburð, tó ikki allar við løn/barsilspeningi.

Kvinna, ið er løntakari og er við barn, hevur rætt til barsilsfarloyvi við løn/barsilspeningi frá tí degi, hildið verður, at fýra vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí, at hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera til arbeiðis, tó í fyrsta lagi frá tí degi, mett verður, at 8 vikur eru eftir til barnsburð.

Eftir barnsburð hevur móðurin rætt til barsilsfarloyvi í 14 vikur. Pápin ella sammóðurin hevur rætt til fýra vikur í farloyvi innan fyri tær fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð. Hesar 4 vikurnar kunnu eisini liggja í 14 viku tíðarskeiðinum, tá móðurin hevur farloyvi. Eftir 14. viku hava foreldur rætt til barsilsfarloyvi í upp til 52 vikur tilsamans (48 vikur um pápin tekur 4 vikur samstundis sum mamman). Tá foreldur hava ættleitt, skulu tær 4 vikurnar takast innan 56 vikur (52 vikur um pápin tekur 4 vikur samstundis sum mamman) frá móttøkudagfesting av barni.

Móðurin hevur rætt til barsil við barsilspeningi/løn í 48 vikur eftir barnsburð/móttøku innan fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð/móttøku. Foreldrini kunnu ístaðin velja, at faðirin er heima hjá barninum við løn í upp til 34 vikur (30 vikur, um pápin tekur 4 vikur samstundis sum mamman) eftir tær fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð, treytað av, at móðurin ikki samstundis er frá arbeiði við løn, ella fær útgjald úr barsilsskipanini.

Doyr móðurin, ella hon ikki er før fyri at taka sær av barninum, hevur faðirin rætt til barsil við løn í upp til 52 vikur innan fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð.

Grundarlagið fyri barsilsútgjaldinum er meðal mánaðarliga gjaldsskylduga A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar fyri fráveruna. Barsilspeningur er 100% av útrokningargrundarlagnum, tó í mesta lagi 25.000 kr. um mánaðin umframt lógarkravda eftirlønin. Íroknað teimum 25.000 kr. er tó frítíðarløn sum verður sett í frítíðargrunnin.

Tað er ein treyt fyri útgjaldi frá Barsilsskipanini, at móðurin/faðirin váttar, at tey eru um barnið.

Um arbeiðsgevarin rindar løn í barsilsfarloyvistíðarskeiðnum, fær hann endurgoldið frá Barsilsskipanini somu upphæddir, sum løntakarin hevur rætt til frá Barsilsskipanini . Endurgoldið verður fyri A-inntøku og lógaráløgd arbeiðsmarknaðargjøld, tó í mesta lagi 25.000. Rindað verður ikki fyri eftirløn, frítíð við løn ella frítíðarískoyti.

Tað tíðarskeiðið, løntakarin er í barsilsfarloyvi, verður roknað sum vanlig arbeiðstíð, og telur tí við í vanligu starvstíðina.

Um arbeiðsgevarin rindar løn í barsilsfarloyvistíðarskeiðnum, gevur hetta løntakaranum rætti til feriu við løn. Um arbeiðsgevarin ikki rindar løn í barsilsfarloyvistíðarskeiðnum, gevur hetta løntakaranum rætt til feriu uttan løn.

Les meira um barsil á barsil.fo  

Arbeiðsloysisskipanin

Løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 177 frá 17. desember 2020

Endamálið við arbeiðsloysisskipanini er:

  1. at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys
  2. at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði
  3. at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.

Arbeiðsloysisstuðul verður útgoldin, tá viðkomandi:

  1. er arbeiðsleysur og mótvegis Arbeiðsloysisskipanini prógvar, at so er
  2. er tøkur á arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsførur at átaka sær eitthvørt fulltíðarstarv
  3. hevur fylt 16 ár, men ikki nátt fólkapensjónsaldur
  4. hevur bústað í Føroyum
  5. ikki er sjálvstøðugt vinnurekandi

Mesta útgjaldið er 80% av A-inntøkuni – tó í mesta lagi 877,44 kr. um dagin, sum svarar til í meðal 18.500 kr. um mánaðin.

Arbeiðsleys, sum melda seg inn í skipanina, fáa bíðidagar. Hetta merkir, at tað ganga frá einum upp í 10 dagar, áðrenn arbeiðsloysisstuðulin tekur við. Dagatalið er treytað av inntøku. Verður persónur uppsagdur ella fer úr starvi uttan haldgóða grund, er karantenutíðin fýra vikur. Um arbeiðsleysur uttan serliga orsøk noktar at taka á seg arbeiði, sum arbeiðsávísingin hevur ávíst, fær viðkomandi eisini karantenu í fýra vikur.

Arbeiðsleys á fiskavirkjum fáa stuðul frá og við 9. arbeiðstíma. Persónar, sum ikki arbeiða fulla tíð, fáa lutfalsliga lægri tímar.

Arbeiðsloysisskipanin verður fíggjað við, at arbeiðsgevarar og løntakarar rinda eitt ávíst prosentgjald av allari a-inntøku í skipanini. Gjaldið kann í mesta lagi vera 2,25%.

Sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu sjálvboðin tekna trygging, meðan stýrið í kunngerð kann áseta nærri reglur um, at persónar, sum annars ikki hava møguleika at koma undir ALS, eftir egnum ynski tekna trygging og koma undir arbeiðsávísingina.

Persónar, sum hava tíðaravmarkað uppihalds- og arbeiðsloyvi, kunnu eftir umsókn verða undantiknir gjaldskylduni fyri upp til eitt ár í senn.

Møguligt er at fáa útgjald í farloyvi, men treytin er, at annað fólk, sum er tøkt í arbeiðsávísingini, verður sett ístaðin í sama tíðarskeiði og undir somu treytum.

Rætturin til útgjald fellur burtur, tá arbeiðsleysi síðsta 4-ára skeiðið hevur fingið stuðul í 648 dagar. Tá hesin rættur er fallin burtur, kann viðkomandi ikki fáa útgjald úr skipanin aftur, fyrr enn 24 mánaðir eru gingnir. Tá kemur viðkomandi uppíaftur skipanina sum fyrstu ferð.

ALS umsitur arbeiðsávísingina, www.starv.fo, eisini fyri onnur enn arbeiðsleys, sum ynskja at verða skrásett í www.starv.fo. Her eru Føroyar at rokna sum ein arbeiðsmarknaður. Mørk verða einans sett eftir natúrligum førleikakrøvum.

Eitt stýri við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum verður valt at sita fyri og hava ábyrgdina av arbeiðsloysisskipanini. Landsstýrismaðurin velur formannin.

Aðrar lógir

Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin


Løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 28. desember 2006.

Endamálið við grunninum er at tryggja øllum íbúgvum landsins eina arbeiðsmarknaðareftirløn. Rætt til útgjald hava allir persónar, sum hava fastan bústað í Føroyum, eru skrásettir í fólkayvirlitinum og hevur nátt pensjónsaldur.

Inngjaldið í grunnin er í løtuni 3% av inntøkuni, sum er grundarlagið undir skattaútrokningini. Allir persónar rinda inn í grunnin, tó ikki persónar, sum eru 67 ár ella eldri.

Umframt allar privatpersónar rinda allir arbeiðsgevarar árliga 3% av útgoldnum a-inntøkum í grunnin.

Í seinasta lagi 1. oktober avger stýrið fyri grunnin árligu veitingina til eftirlønartakararnar komandi árið.

Arbeiðsumhvørvið


Løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 4. mai 2017

Endamálið við arbeiðsumhvørvislógini er at

  1. virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóð við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum
  2. at skapa grundarlag fyri, at virkini sjálv kunnu loysa sínar trygdar- og heilsuspurningar eftir vegleiðing og í samstarvi við feløgini á arbeiðsmarknaðinum og við vegleiðing og undir eftirliti av Arbeiðseftirlitinum.

Í høvuðsheitum fevnir lógin um alt arbeiði gjørt fyri arbeiðsgevara á landi.

Viðvíkjandi trygdar- og heilsuligum tiltøkum á virkjum er m.a. ásett, at:

  • Á virkjum við millum einum og níggju starvsfólkum eigur mest møguligt persónligt samband at vera millum stjóran, arbeiðsleiðarar og starvsfólk um trygd og heilsu
  • Á virkjum við 10 ella fleiri starvsfólkum skal arbeiðið viðvíkjandi trygd og heilsu samskipast. Trygdarbólkar skulu setast. Trygdarumboðið, sum umboðar arbeiðsfólkini í bólkinum, skal veljast. Arbeiðseftirlitið skal hava fráboðan um, hvør er vald/ur.
  • Á virkjum við 20 ella fleiri starvsfólkum skal skipast trygdarnevnd. Nevndin skal fyriskipa, leiða, ráðgeva, kunna og hava eftirlit við tí trygdar- og heilsuliga arbeiðinum á virkinum

Arbeiðsgevarin fíggjar arbeiðið, ið stendst av virkseminum hjá trygdar- og heilsuarbeiðnum. Trygdarumboð er vart móti uppsøgn v.m. og øðrum skerpingum av sínum arbeiðsviðurskiftum á sama hátt sum álitisfólk innan viðkomandi ella tilsvarandi fakliga øki. Um limur skal sigast upp, hevur arbeiðsgevarin skyldu til minst eina viku frammanundan at kunna Arbeiðseftirlitið um hetta.

Í høvuðsheitum skal arbeiðsgevarin syrgja fyri, at viðurskiftini, hvat trygd og heilsu viðvíkur, eru góð, bæði tá tað snýr seg um arbeiðsplássið, arbeiðsgongdina og í sambandi við tøknilig hjálpartól og evni og tilfar.

Arbeiðsgevarin skal:

  • tryggja sær, at arbeiðið verður gjørt forsvarliga.
  • kunna arbeiðsfólkini um møguligar vanlukkur og heilsuvandar, ið eru tengdir at arbeiði teirra
  • upplæra og leiðbeina arbeiðsfólkið um, hvussu arbeiðið verður gjørt
  • syrgja fyri, at samstarvið um trygd og heilsu fer fram sambært lógini
  • kunna trygdarumboðini og álitisfólkini um tey boð, Arbeiðseftirlitið skrivliga hevur givið
  • seta í verk kanning, royndir og eftirlit, um Arbeiðseftirlitið krevur tað

Lógin sigur, at arbeiðsfólk í høvuðsheitum skulu hava eina hvíldartíð, ið er minst 11 samfeldar tímar. Arbeiðsfólk mugu heldur ikki regluliga arbeiða sunnu- og halgidagssamdøgur.

Børn, ið ikki eru fylt 15 ár, kunnu ikki verða sett í arbeiði. Tó kunnu børn, sum eru fylt 13 ár, hava lættari arbeiði av ávísum slagi. Sí vegleiðing frá Arbeiðseftirlitinum Børn og ung undir 18 ár. (Børn og ung undir 18 ár vegleiðing.pdf)

Ung undir 17 ár mugu ikki arbeiða meira enn 10 tímar íalt um dagin og tey skulu sum meginregla ikki arbeiða um náttina (millum 24.00 og 06.00). Ung undir 17 ár skulu hava eina samanhangandi hvíldartíð á í minsta lagi 12 tímar, og ung undir 15 ár á í minsta lagi 14 tímar.

Ung undir 18 ár kunnu ikki verða sett at handfara amboð ella tól, evni og tilfar, sum kunnu verða vandamikil fyri tann unga, uttan so at onkur yvir 18 ár er til staðar. Tó er hetta ikki galdandi fyri lærlingar.

Dagpeningalógin


Løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., seinast broytt við løgtingslóg nr 9 frá 30. mars 2004.

Lógin hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul í sambandi við mista inntøku vegna:

    1. sjúku
    2. skaðatilburð
    3. fráveru áðrenn føðing vegna heilsuvanda fyri móður ella barn

Hesin stuðul verður tó ikki veittur, um persónurin hevur rætt til løn undir sjúku ella aðrar veitingar, sum eru endurgjald vegna mista inntøku vegna sjúku.

Rætt til dagpening hava løntakarar, herímillum sjómenn, sum hava hýru við føroyskum ella útlendskum fari. Eisini hava útróðrarmenn og sjálvstøðugt vinnurekandi, sum ikki ella í lítlan mun hava arbeiðsmegi aftrat sær, persónar, sum hava teknað trygging, og persónar við álvarsliga sjúkum hjúnarfelaga ella barni rætt til dagpengar, um læknin heldur, at viðkomandi er um tann sjúka.

Rætt til dagpening hevur persónur frá tí degi, hann er fyltur 16 ár. Hesin rættur dettur burtur frá 1. í mánaðinum eftir, at viðkomandi hevur móttikið fólkapensjón ella hevur fingið tillutað hægstu fyritíðarpensjón ella framskundaða pensjón við eini upphædd svarandi til hægstu fyritíðarpensjón. Aðrar treytir eru, at persónurin hevur fastan bústað og fulla skattskyldu í Føroyum. Gjald úr ALS er at javnmeta við vanligt lønt arbeiði.

Inntøkugrundarlagið er í høvuðsheitum meðalinntøkan síðstu fimm vikurnar undan sjúkrafráveruni. Dagpeningaupphæddin er í mesta lagi 80% av lønini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroyar Arbeiðarafelag, íroknað viðbøtur. Av hesum verður eisini frítíðarløn roknað, sum fer í grunn. Bundna eftirlønargjaldið sbrt. løgtingslóg um eftirløn verður lagt afturat dagpeningaveitingini.

Umsóknarfreistin er í seinasta lagi 60. dagin eftir fyrsta fráverudag – tá kann dagpeningur játtast frá og við fyrsta sjúkradegi. Dagpengamóttakarin hevur sjálvur ábyrgdina av, at fráboðanin verður latin Almannastovuni rættstundis. Dagpeningur verður veittur í mesta lagi 52 vikur frá fyrsta fráverudegi í 18 mánaðir.

Landskassin rindar dagpeningin, tó skal arbeiðsgevarin rinda fyri fyrsta og annan fráverudag, har ein arbeiðsgevari er. TAKS krevur peningin frá arbeiðsgevarunum.

Javnstøðulógin


Løgtingslóg nr 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn.

Endamálið við lógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn, tó so at øðrum kyninum kunnu verða tryggjað serlig rættindi, um tey verða givin fyri at røkka endamálinum við lógini. Kvinnur og menn skulu hava eins møguleikar til útbúgving og arbeiði og yrkisliga og mentanarliga menning.

Meginreglan er, at hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis er loyvt at gera mismun á fólki vegna kyn.

Arbeiðsgevari kann ikki gera mismun vegna kyn í sambandi við starvssetan, uppsøgn, starvsmeting, lønarflokking, starvsflyting, starvsuppflyting, farloyvi, arbeiðsumstøður og framíhjárættindi.

Kvinnur og menn skulu hava eins løn og ágóða annars fyri sama arbeiði. Hetta er eisini galdandi fyri arbeiði, ið verður mett at hava sama virði. Arbeiðsgevari skal geva kvinnum og monnum eins møguleikar til t.d. útbúgving, eykaútbúgving, umskúling og økt starvsføri.

Fólk, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn, kunnu kæra til javnstøðunevndina.

Semingslóg


Løgtingslóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um semingsstovn

Galdandi semingslóg er frá mai 2013. Lógin fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, og sostatt verða talan ein sama seminsstovn á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Lógin ásetur, hvørjar mannagongdir skulu verða fylgdar, um partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki semjast um nýggjar sáttmálar.

Meira nágreiniliga ásetur lógin, at tá partarnir staðfesta, at samráðingarnar ikki bera á mál, verður semingsmaðurin tilkallaður.

Semingsmaðurin er valdur av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Hann hevur heimild til at kalla partarnar til samráðingar, og partarnir hava skyldu at fylgja hesum. Hann kann útseta møguligan arbeiðssteðg í upp til eina viku.

Harafturat kann semingsmaðurin, um hann metir at samráðingarnar ikki hava verið førdar til fulnar, heita á partarnar um at fara undir aftur samráðingar og útseta semingina, til hesar samráðingar eru lidnar.

Semingsmaðurin kann, tá hann metir tíðina vera búna til tess, leggja uppskot fyri partarnar. Hesir kunnu so sambært teirra innanhýsis mannagongdum taka avger um, hvørt tikið verður undir við semingsuppskotinum ella ikki. Semingsuppskot skulu dyljast inntil báðir partar hava svarað.

Semingsmaðurin kann leggja fleiri uppskot fyri partarnar, men ofta velur semingsmaðurin ikki at leggja uppskot fyri partarnar, fyrrenn hann er hampuliga sikkur í, at tikið verður undir við tí, og leggur sostatt bara eitt uppskot fyri partarnar.

So leingi sáttmálin er í gildi, ella partarnir eru í seming, er friðarskyldan galdandi. Tað vil siga, at hvørgin parturin kann seta tiltøk so sum verkfall ella verkbann í verk.

Um so er, at ein semingsroynd ikki røkkur á mál, kunnu partarnir seta tiltøk í verk. Tó hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag avtalað við fakfeløgini, at í minsta lagi 48 tímar skulu ganga,frá, at arbeiðssteðgur er fráboðaður, til hann kann byrja. Sama ger seg galdandi á almenna arbeiðamarknaðinum.


Fasti Gerðarrættur


Sáttmáli um Fasta Gerðarætt

Fasti Gerðarrættur er trætuloysnarstovnurin fyri føroyska arbeiðsmarknaðin og varð settur á stovn 1. apríl 2006. Stovnurin er skipaður við sáttmála, sum allir partar á arbeiðsmarknaðinum hava skrivað undir og við løgtingslóg.

Nevndin fyri Fasta Gerðarrættin er mannað við umboðum frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Trimum frá arbeiðsgevarasíðuni og trimum frá løntakarasíðuni. Hesi velja síðan saman ein formann.

Fasti Gerðarrættur skal loysa trætur, ósemjur og ivamál á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Eisini skal stovnurin savna, menna og kunna um føroyska arbeiðsmarknaðarrætt.

Er talan um trætur, sum snúgva seg um brot á sáttmálar, verða tey altíð at leggja fyri Fasta Gerðarrætt. Er talan um trætur, sum snúgva seg um tulking av sáttmálum, kunnu partarnir antin í kollektiva sáttmálanum ella frá ferð til ferð avtala at leggja málið fyri Fasta Gerðarrætt.

Um so er, at partar á arbeiðsmarknaðinum ikki hava undirskrivað sáttmálan um Fasta Gerðarrætt, og um teir heldur ikki hava aðra nøktandi skipan fyri trætuloysnir, er ásett í semingslógini, at teir skulu brúka Fasta Gerðarrætt.

Til ber at síggja sáttmála um Fasta Gerðarrætt, lóg, sáttmálapartar, úrskurðir v.m. á heimasíðuni hjá Fasta Gerðarrætti www.fg.fo

Vinnusjúka

Vinnusjúkugrunnurin er almennur grunnur, ið virkar sambært løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða.

Vinnusjúkugrunnurin hevur sum endamál at fíggja og rinda endurgjald fyri vinnusjúkur. Vinnusjúkugrunnurin skal rinda útgjøld til teirra, sum eru vorðin sjúk ella rakt av varandi meini, sum stendst av vinnuligum ávum.

TAKS hevur dagligu umsitingina av Vinnusjúkugrunninum um hendi, og krevur inn inngjøldini til grunnin. Inngjaldið er 0,10 % av útgoldnum A-inntøkum og verður kravt inn saman við gjaldinum til Barsilsgrunnin.

Meira kunning um Vinnusjúkugrunnin her.

Vanlukkutryggingarráðið


Um tú ynskir at vita meir um Vanlukkutryggingarráðið, trýst her.