Timburmadur

Bygging

Á hesari síðuni finnast ymiskar vegleiðingar, lógir o.a. til byggivinnuna.

At reka byggifyritøku hevur við sær fleiri umsitingarligar uppgávur. Føroya Handverksmeistarafelag ynskir við hesari síðuni, at lætta um tað uppsitingarliga hjá limafyritøkunum. Her finnur tú m.a. vegleiðingar til lønar- og byggiindeks, reglur fyri rokningsarbeiði og kostanaðin av einum tíma. Harumframt liggur tænastuleistur, sum er framleiddur til fyritøkur, soleiðis at tær nemt og skipað kunnu veita góða og støðuga tænasts til kundar sínar.

Lógir, reglur og avtalur

Á síðuni her er eisini yvirlit yvir lógir, reglur og avtalur, sum eru galdandi fyri byggivinnuna.

Hetta er m.a. ABF06, Brúkaraavtalan, Løgtingslóg um útbjóðing (Lisitatiónslógin) og Bygningskunngerðin. Eisini tilhoyrandi skjøl og viðmerkingar eru á hesari síðuni, so sum Ábyrgdarskal og Arbeiðstakarasáttmáli.

Marius Thomassen

Marius

Ráðgevi

739905

Lóg, reglur og avtalur

ABF 06

ABF 06 eru reglur fyri arbeiðir og útveganir innan byggi- og anlegsvirksemi. Reglurnar eru ein tillaging av donsku reglunum "Almindelige betingelser for arbejder og leverancer i bygge- og anlægsvirksomhed" til føroysk viðurskiftir.

Bygningskunngerðin

Kunngerð um bygningskunngerð kom í gildi 1. januar 2017, og er galdandi fyri alla bygging, tað er: nýbygging, umvæling, umbygging, afturatbygging, broyting í nýtslu og niðurtøku av bygningum.

Bygningskunngerðin er ikki galdandi fyri brýr, tunlar, el-mastrar, ferðsluljós, vegljós, telefonmastrar, bussskýli, kaðalskáp, innleggingarskáp, girðingar við mark, sum ikki fara upp um 1,5 m.

Bygningskunngerðin kann takast niður her. 

Brúkaraavtalan

Føroya Handverksmeistarafelag hevur gjørt eitt uppskot til sáttmála at nýta, tá avtala verður gjørd um smærri handverksarbeiði.

Endamálið við sáttmálanum er at geva brúkaranum og fyritøkuni/handverkaranum høvi til at gjøgnumganga arbeiðsuppgávuna fyri síðan at gera eina skrivliga avtalu. Ein gjøgnumgongd av arbeiðsuppgávunum, saman við tí skrivligu avtaluni, er við til at betra um møguleikarnar fyri at arbeiðsgongdin og tað endaliga úrslitið verða nøktandi fyri báðar partar.

Brúkaraavtalan eigur tískil at verða tikin í brúk, tá arbeiðsuppgávan verður útgreinað, so at øll viðurskifti, sum viðvíkja tí veiting, ið sambært avtaluni skal útvegast, verða gjøgnumgingin og avtalað. Hetta er m.a., hvussu skal tað endaliga úrslitið síggja út, hvussu góðskan á tilfarinum skal vera, umframt hvussu og nær arbeiðið skal gerast.

Tá talan er um størri og/ella kompliseraðar arbeiðstøkur, verður rátt til, at brúkarin ráðførir seg við serkønan ráðgeva, tá arbeiðsuppgávan skal útgreinast. Eisini verður rátt til, at brúkarin saman við sínum ráðgeva tekur støðu til, um arbeiðið skal gerast við støði í ABF 06. Dømi um tílík arbeiði kunnu vera stórar um- ella uppíbyggingar ella sethúsabygging.

Avtalan kann takast niður her.

Lóg um útbjóðing

Løgtingslóg nr. 106 um útbjóðing v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 6. mai 2016

§ 1. 

Henda lóg er galdandi fyri innheinting av boðum uppá arbeiðir og veitingar innan byggivirksemi, tó ikki skipabygging.

§ 2.

1) Sum útbjóðing eftir hesi lóg er at skilja, at arbeiðir ella veitingar verða bodnar út soleiðis, at fleiri innan somu tíðarfreist, og við sama útbjóðingartilfari sum grundarlag, kunnu geva bindandi skrivlig boð, og soleiðis at tað í útbjóðinigi verður upplýst, at eisini aðrir hava fingið høvi til at bjóða. Boð kunnu verða latin inn talgilt, uttan so, at útbjóðarin frammanundan hevur útihýst hesum. Útbjóðarin kann gera av, at boð skulu latast inn talgilt.

2. stk. Verður í útbjóðingartilfarinum biðið um broytingar-, frádráttar- og/ella sertilboð ella tílíkt, skal tað greitt í útbjóðingartifarinum vera sagt frá, hvørjar av hesum upphæddum tilsamans eru kappingargrundarlagið.

3. stk.
 Almenn útbjóðing verður lýst í bløðunum ella á líknandi hátt uttan nakra avmarking av, hvør ið kann bjóða.

4. stk.
 Er útbjóðingin bundin (ikki almenn) verður áheitan um at bjóða send beinleiðis og bert til teir, ið ein ynskir at fáa boð frá.

§ 2. a

1) Útbjóðing og útbjóðingartilfar, herundir útbjóðingarskriv, verkætlan, frágreiðingar og tilboðslistar, skulu vera á føroyskum máli.

Stk. 2. Tó kunnu tilvísingarskjøl, so sum standardir, normar, geotekniskar kanningar, databløð og líknandi vera á øðrum máli enn føroyskum.

§ 3

1) Boð í samband við útbjóðing skulu verða opnað ta frammanundan ásettu tíðina á útbjóðingarstaðnum. Tey, sum boðið hava, hava rætt til at vera hjástødd tá ið boðini verða latin upp og verða gjørd kunnug við boðsupphæddirnar og møgulig fyrivarni.

2. stk. Har umhugsni fyri undirarbeiðstakarum ger tað neyðugt, kann almannakunngerðing av tilboðum útsetast til aftaná høvuðstilboðini eru latin upp, um nevndu boð frá undirarbeiðstakarum eru partur av hesum

§ 4.

Útbjóðarin hevur

1)   tá ið útbjóðingin er almenn, rætt til at velja ímillum øll innkomnu boðini ella at havna tey øll,

2)   tá ið útbjóðingin er bundin, skyldu til, um annað ikki skilliga er greitt frá í útbjóðingarskrivinum, at taka við lægsta boðið, ella at havna teimum øllum, og boða luttakarunum frá hesum.

2. stk. Tá ið útbjóðing fer fram, má eitt avhendað boð, sum er hægri enn eitt annað boð, ikki lækkast.

§ 5.

Í sambandi við útbjóðing er bannað

1)   frammanundan at javna boð,
2)   at áseta treytir um upplating av boðum og
3)   at taka boð burturúr.

2. stk. Avtalur og viðtøkur um skyldu til frammanundan at boða yrkisfeløgum frá boðum, ella um skyldu hjá bjóðandi til at tingast ella á annan hátt at samarbeiða áðrenn boðið verður, eru bannaðar.

3. stk. Áðrenn boðini skulu vera inni, mugu bjóðandi bert hava fundir um útbjóðingina fyri at tingast um útbjóðingartilfarið, herundir spurningar um fyrivarni av tekniskum orsøkum og bert um útbjóðarin fær áheitan um at møta og bæði bjóðandi, sum eru skipaðir og óskipaðir, hava sama møguleika at luttaka á fundinum.

§ 6. 

Loyvt er ikki at taka ímóti framíhjáboðum um so er, at ein áður uppá sama arbeiði ella somu veiting hevur fingið útbjóðingarboð ella meira enn eitt framíhjáboð og ikki eru lidnir í minsta lagi 6 mánaðir frá útbjóðingardegnum, ávikavist aftaná móttøkuna av seinasta framíhjáboðnum, ella tríggjar mánaðir aftaná afturtøku av útbjóðingini ella havnan av framíhjáboðunum.

2. stk. Útbjóðing av arbeiði ella veiting, sum áður er útboðin ella framíhjáboð útvegað, kann í fyrsta lagi fara fram, tá ið tann fyrra útbjóðingin er tikin aftur, ella móttikin framíhjáboð eru havnað.
3. stk. Afturtøka av útbjóðing skal skrivliga fráboðast øllum bjóðandi.

§ 7. 

Ásetingar í løgtingslóg um príseftirlit og løgtingslóg um vinnu verða framvegis galdandi fyri viðurskifti eftir hesi lóg.

§ 8.

Brot á §§ 3, 4, 5 og 6 verða revsað við bót ella hefti um so er, at strangari revsing ikki er uppiborin eftir borgarligu revsilógini. Áðrenn ákæra verður reist, skal málið leggjast fyri prísráðið til ummælis.

2. stk. Verður brotið framt av einum partafelag, lutafelag, felagsskapi ella tílíkum, kann felagið sjálvt koma undir bót.

§ 9. 

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1985.


1) Broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 6. mai 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.”

Viðmerkingar til lóg um útbjóðing

Viðmerkingar til lógina og tær ymisku greinarnar í lógini.

Upprunaliga er lógin gjørd við tí endamáli at menna ta frælsu kappingina við boðgeving innan byggivirksemi og samstundis at tryggja, at tey givnu boðini ikki vera misnýtt ella sett upp móti hvørjum øðrum (“sjakring”). Hetta endamál er eisini í ein ávísan mun rokkið.

Havast má tó í huga, at lógin um útbjóðing v.m. er ein revsilóg, sum ásetur revsing um lógarbrot verður framt og sum einki nevnir um aðrar møguligar rættarfylgjur av lógarbroti so sum t.d. um ógildi ella endurgjaldsábyrgd. Vanligar rættarreglur, dómsvenja og rættarsiðvenja, vera tí at nýta á økinum.

Størsti týdningur lógarinnar liggur í, at flest allir partar, sum fevndir eru av lógini í veruleikanum fylgja henni.

Lógin ber heiti “útbjóðing við meira”.

“Útbjóðing”: fleiri verða biðin um at geva boð um gerð av sama arbeiði, somu veiting.

“við meira”: lógin fevnir ikki bert um útbjóðing, men eisini um framíhjáboð.

Heitið er ikki heppið, tí lógin fevnir ikki um alla útbjóðing, men bert um útbjóðing inna byggivirksemi. Og hinvegin fevnir hon ikki bert um útbjóðing, men eisini um framíhjáboð.

§ 1 viðvíkur lógarøkinum

Henda lóg er galdandi fyri innheinting av boðum uppá arbeiðir og veitingar innan byggivirksemi, tó ikki skipabygging.

Hvat er eitt boð?
Eitt boð er eitt lyfti, sum verður givið og sum er ætlað at binda boðgevaran (bjóðaran) – t.d. til at gera eitt arbeiði – um tikið verður av boðnum.

Dømi:

Boð er ikki:   
         1) framsendan av príslistum og øðrum upplýsingum um vørur
             og prís
         2) kostnaðarætlan (“yvirslag”)

Boð er eisini: lyfti um at gera eitt arbeiði í rokning, men við einari hægstu upphædd.

Hvat skilst við: innan byggivirksemi?
Tað er bygningar, vegagerð, havnabygging, jarðararbeiði o.t.. Greitt er tilskilað í lógini, at skipabygging ikki er fevnd av lógini.

Hvat skilst við: arbeiðir og veitingar?
“arbeiðir”: Lógin fevnir bert um byggiarbeiðir og veitingar og ikki um útbjóðing av projekterings- og ráðgevingararbeiði.

“veitingar”: Við veiting er at skilja tað leysafæ, teir leysalutir, tað tilfar, sum latast, seljast, keypast skal í samband við ta ávísu byggingina.

Tað er ofta ivasamt og ein tulkingarspurningur, um ein ávís veiting er fevnd av lógini.

Lógin um útbjóðing byggir á, at boðini verða fyri nágreiniliga sama arbeiði, soleiðis at boðsupphæddin (prísurin) verður einasta kappingargrundarlag.

Soleiðis verður ikki altíð farið fram, og ógvuliga vanligt er at bjóða arbeiði soleiðis út, at trupult er at javnbera tey boð sum givin verða, eins og vanligt einini er, at boðgevararnit taka fyrivarni í boðum sínum og/ella vísa á aðrar loysnir at gera arbeiðið. Spurningurin er tá, í hvønn mun lógin er galdandi.

Niðanfyri eru nevnd dømi um lutvísa nýtslu av lógini.

Totalentreprisa: 
Bjóðandi skal sjálvur projektere, velja loysn, umframt at geva boð um upphædd.

Alternativ útbjóðing: 
Útbjóðarin ynskir at boðið verður uppá:
       a) sama arbeiði, men gjørt á ymiskan hátt, (t.d. úr øðrum tilfari),
           sum útbjóðingin vísir á,
       b) broytingin kann vera t.d., at ymiskt verður boði í
           høvuðsentreprisu og í fakentreprisu.

Alternativt boð: 
Boð, sum á týðandi, nærri útgreinaðum økjum, víkja frá útbjóðingargrundarlagnum, jvb. AB 92, §3, 3.

Vísandi til dóm í Vestara Landsrætti er eitt boð í høvuðsentreprisu fyri arbeiði, sum bert er útboðið í fakentreprisu, at skilja sum eitt alternativt boð.

Ókonditiónslíkt boð: 
Boðið er ikki í samsvar við treytirnar í útbjóðingargrundarlagnum.

Fyrivarni, sum eru loyvd og ikki gera boðið ókonditiónslíkt, eru:
        a)   Fyrivarni, felags- ella individuel, sum nágreiniligtgera
             (presisera ella suplera) óvissu í útbkóðingartilfarinum.
        b)   Standardfyrivarni, sum fakfelagið áleggur limum sínum at
              hava í boðnum, og sum eru bindandi fyri limirnar mótvegis
              fakfelagnum.
        c)   Individuel og/ella felags fyrivarni, sum kunnu prísásetast,
              setast í eitt ávist virði, og soleiðis, at virði á hesum verður lagt
              omaná boðsupphæddina, eru loyvd og gera vanliga ikki
              boðið ókonditiónslíkt.
        d)   Boðið er ikki ókontitiónslíkt, um krøv í útbjóðingini ikki eru
              hildin, men sum bert eru at skilja sum regluskipanir.

Gevið gætur!
Fyrivarni, sum broyta freiðar reglur í útbjóðingargrundarlagnum, gera boðið ókonditiónslíkt.

§2 útgreinar heitið útbjóðing

Sum útbjóðing eftir hesi lóg er at skilja, at arbeiðir ella veitingar verða bodnar út soleiðis, at fleiri innan somu tíðarfreist, og við sama útbjóðingartilfari sum grundarlag, kunnu geva bindandi skrivlig boð, og soleiðis at tað í útbjóðingini verður upplýst, at eisini aðrir hava fingið høvi til at bjóða.

Stk. 2. Verður í útbjóðingartilfarinum biðið um broytingar-, frádráttar- og /ella sertilboð ella tílíkt, skal tað greitt í útbjóðingartilfarinum vera sagt frá, hvørjar av hesum upphæddum tilsamans eru kappingargrundarlagið.

Stk. 3. Almenn útbjóðing verður lýst í bløðunum ella á líknandi hátt uttan nakra avmarking av, hvør í kann bjóða.

Stk. 4. Er útbjóðingin bundin (ikki almenn) verður áheitan um at bjóða send beinleiðis og bert til teir, ið ein ynskir at fáa boð frá.

Stk. 1: Hvat skilst við útbjóðing?
Greitt verður frá, hvat útbjóðing er. Fyri útbjóðing galda ávísar reglur í lógini.

Fyri framíhjáboð eru aðrar reglur galdandi.

Útbjóðing krevur hesar treytir loknar:
        1)      heitt verður á fleiri um at geva boð
        2)      innan somu ávísu freist
        3)      á sama útbjóðingargrundarlag.
        4)      Boðini skulu vera skrivlig
        5)      Og bindandi
        6)      Og í útbjóðingini skal vera sagt frá, at fleiri hava fingið høvi
                 at bjóða.

Viðmerkingar til:
        1)      fleiri:
                 Áheitan skal vera send meir enn einum. Lógin er galdandi,
                 eisini um bert 1 boð verður givið.
        2)      freist:
                 Í áheitanini skal vera ásett tann dagur og klokkutíð, sum
                 boðið í seinasta lagi skal vera útbjóðaranum í hendi.

Nær? Boðgevarin hevur ábyrgdina av, at fáa útbjóðaranum boðið í hendi til ásettu tíð.

Tíðarfreistin fyri upplating, sum ásett er í útbjóðingartilfarium, er tann sum galdandi er, hóast ein løta gongur til upplatingina orsakað av praktiskum arbeiði. Boð, sum koma aftaná hesa tíðarfreist, eru ov sein.

Um útbjóðarin hevur ásett tvær tíðarfreistir: eina fyri nær boðini skulu vera komin fram og eina fyri nær boðini vera opnað, verður hildið, at útbjóðingin er gyldug eisini um tikið verður ímóti boði, sum framkomið er aftaná fyrru freistina, men áðrenn upplatingarfreistingina. Sama er galdandi um bert 1 freist er ásett, menhenda er ásett til eina ávísa rúma tíð, áðrenn upplatingin veruliga fer fram.

Hvar? Boðgevarin hevur ábyrgdina av, at fáa útbjóðaranum boðið í hendi á rætta stað.

Stendur einki í áheitanini, hvaðar boðini skulu latast, er rætta staðið virkisbúðstaður útbjóðarans.

3) Útbjóðingargrundarlag:

Ongar ávísar treytir setast til útbjóðingargrundarlagið, men kravt verður, at útbjóðingarreglurnar eru eins fyri allar boðgevarar, og at broytingar/rættingar í útbjóðingartilfarinum vera sendar øllum boðgevarum.

AB 92 hevur í §2, 2. stk., eina gjølliga útgreining um, hvussu útbjóðingartilfarið eigur at vera.

5) Bindandi:
            Boðið er bindandi fyri boðgevaran, tá ið útbjóðarin hevur
            fingið kunnleika til boðið, t.e. boðið er opnað.

Spurningurin um, hvørt øll boðini eru bindandi, tá fyrsta boðið
           er opnað, verður svaraður játtandi. Endamálið við útbjóðingini
           er júst at javnseta allar boðgevarar.

Bygging læstur partur

Vegleiðingar til byggivinnuna

Les meira her

Frídgar, Gjøld
Veitaraskrá

Veitaraskrá

Les meira her

Vinnupoplitikkur