Vælkomin til veitaraskránna hjá Føroya Handverksmeistarafelag
Veitaraskráin gevur yvirlit yvir vinnugreinarnar í handverksyrkinum, sum limirnir í Føroya Handverksmeistarafelagi arbeiða í.
Hevur tú ætlanir um bygging, umvæling, viðlíkahald ella annað, ið handverksmeistari lættliga tekur sær av, so finnur tú viðkomandi her. Bakarar, hárfríðkarar og aðrir meistarar, ið arbeiða við øðrum enn bygging og umvæling, eru eisini at finna í veitaraskránni.
Veitaraskráin er sett saman av teimum vinnugreinum, ið limir í Føroya Handverksmeistarafelag umboða. Ein fyritøka kann veita tænastur í meira enn einari vinnugrein, og tí síggjast summar fyritøkur fleiri staðni í veitaraskránni.
Tað eru limirnir sjálvir, sum hava ábyrgdina av, at upplýsingarnar eru rættar. Er okkurt komið skeivt fyri, ella er okkurt broytt, eiga einstøku limirnir at fráboða hetta til umsitingina í Vinnuhúsinum.
Føroya Handverksmeistarafelag vónar, at fólk, stovnar, kommunur, feløg og onnur, ið hava ætlanir um at fáa okkurt arbeiði gjørt, ynskja at lata onkran av limum okkara taka sær av hesari uppgávu.
Við veitaraskránni er tað lætt at finna og seta seg í samband við ein handverksmeistara, ið er skipaður limur í Føroya Handverksmeistarafelag.