Sáttmáli
millum
Føroya Arbeiðsgevarafelag
og
Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag,
Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
§ 1
Hesin sáttmáli er galdandi fyri fólkaflutning við bussi í Føroyum.
Tey, sum verða sett í starv sambært hesum sáttmála, hava rætt til setanarprógv sambart løgtingslóg um setanarprógv.
§ 2
Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er í meðal 40 tímar um vikuna. Dagliga arbeiðstíðin verður at leggja millum klokkan 06.00 á morgni og klokkan 01.00 á nátt.
Fyri koyring jólaaftan eftir kl. 13.00 fær bussførari dupulta bussføraraløn. Jólaaftan eftir klokkan 16.00 verður at rokna sum frídagur.
Fyri Bygdaleiðina er fylgjandi galdandi:
Dagliga arbeiðstíðin skal ikki verða avbrotin við styttri enn tveimum tímum um dagin. Útskeiðan av bussførara kann bara verða framd einaferð hvønn dag og bert í tí býi/bygd, bussurin koyrir út frá.
Fyri Bussleiðina er fylgjandi galdandi:
Vaktirnar skulu verða lagdar í fasta raðskipan (turnus). Munur í meðalviku skal í mesta lagi vera +/- 10 tímar.
Vaktirnar skulu leggjast soleiðis, at ein førari koyrir eina vakt um dagin, tó kann førari koyra tvær vaktir ein dag um vikuna, har í mesta lagi 2 tímar kunnu vera millum hesar báðar vaktir. Minst tveir frídagar í einum 14 daga skeiði skulu vera saman í vikuskiftinum.
§ 3
Bussførarnir átaka sær at røkja bussrutukoyring til tær tíðir og á tann hátt, sum farleiðin hevur skyldu til.
§ 4
Bussførari kann ikki seta annan uttanfyristandandi í sítt stað, men loyvt er tó sínamillum at býta vaktirnar í samráð við busseigaran.
§ 5
Barilsfarloyvi og sjúka
Stk. 1. Løntakari, sum er settur í starv eftir hesum sáttmála, eigur rætt til barsilsfarloyvi sambært galdandi lóggávu.
Stk. 2. Verður bussførari, orsakað av sjúku (barnsburði) ikki førur fyri at gera arbeiði, er hansara tænasturøkt at meta, sum lógligt forfall.
Undir sjúku, sum er longri enn 3 dagar, skal bussførarin í seinasta lagi 3. sjúkradagin leggja fram læknaváttan um óarbeiðsføri, um busseigarin krevur tað.
Lúkar hann ikki hesa skyldu, hevur busseigarin rætt til, uttan ávaring at slíta tænastuna.
§ 6
Dagpeningur
Verður bussførari orsakað av sjúku, ið gevur honum rætt til dagpening sambært lógina um dagpening, ikki førur fyri at gera sítt arbeiði, rindar busseigarin munin millum tað, ið bussførarin fær útgoldið av dagpeningi, og tað hann vildi havt fingið í løn í starvinum. Veitingin frá busseigaranum stendur bert við í ein mánað.
§ 7
Løn
Bussførarar fáa útgoldið løn eina ferð um mánaðin. Lønin verður roknað soleiðis, at bussførari arbeiðir 40 tímar um vikuna ella 173,33 tímar um mánaðin.
Tímalønin[1] er grundlønin í §2 í høvuðssáttmálanum við hægru kranvognaviðbótini x 1,24.
Mánaðarlønin[2] er tímalønin x 173,33.
Har álagt verður bussførara at vaska bussin, at fylla á brennievni og gera viðlíkahaldsarbeiðir, skal neyðug tíð setast av til hetta arbeiði.
Lønin verður flutt í seinasta lagi tann 25. í hvørjum mánað, og avrokning skal fylgja við, so ein sær, hvat lønin er fyri.
Bussførarar hava ikki rætt til úrtíðarløn, tí henda er íroknað lønina. Um arbeitt verður longur enn 40 tímar, eigur bussførarin rætt til tímalønina nevnda í øðrum reglubroti.
Fyri koyring millum kl. 01.00 og kl. 06.00, verður goldin yvirtíðarløn sambært høvuðssáttmálanum, tó ikki í leiðunum hjá Bygdaleiðum og bussleiðunum.
Treytað av, at busseigari fær gjald frá Bygdaleiðum ella Bussleiðini, hevur bussførari rætt til vanligu løn sína, sjálvt um busskoyringin fyribils verður avlýst vegna veður ella av øðrum orsøkum, sum bussførarin onga ávirkan hevur á.
Starvsaldur
Bussførarar fáa starvsaldur samsvarandi §24 í høvuðssáttmálanum. Tá bussførari hevur rætt til starvsaldur verður hesin roknaður inn í tímalønina í §7, 2. reglubroti.
Frítíðarløn
Bussførari fær frítíðarløn sambært løgtingslóg um frítíð við løn.
Uppsøgn
Starvsavtala millum busseigara og tímaløntan bussførara kann sigast upp til uppathald við einum mánaða freist til tann fyrsta í einum mánaða, meðan starvsavtala millum busseigara og fastløntan bussførara kann sigast upp eftir uppsagnarfreistunum í fastlønarsáttmálanum. Hetta er tó ikki galdandi, tá avtalað er, at arbeiðið bert er fyribils ella sum roynd, og at hesi arbeiðsviðurskifti vara ikki longur enn 3 mánaðir. Uppsøgnin skal vera skrivlig.
§ 8
Busseigari kann slíta tænastuna uttan ávaring, um bussførari ikki heldur skyldur sínar, sum eru vanligar í slíkum arbeiði. Serliga verður tilskilað at hava gott skil á peningainnkrevjing fyri ferðagjald.
§ 9
Álitismannaskipan
Viðvíkjandi álitismannaskipan verður víst til høvuðssáttmálan millum Føroya Arbeiðarafelag /Havnar arafelagArbeiðarafelag/Havnar Arbeiðskvinnufelag/Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, tó kunnu starvsfólk velja álitisfólk hóast einans 3 starvsfólk starvast hjá arbeiðsgevaranum.
§ 10
Limaskapur, eftirløn v.m.
Viðvíkjandi eftirløn, lívstrygging, limagjøldum og eftirsitiløn verður víst til høvuðssáttmálan millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag/Havnar ArbeiðarafelagArbeiðarafelag/Havnar Arbeiðskvinnufelag/Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Viðvíkjandi limaskapi verður víst til grein 25 í nevndu sáttmálum.
Har annað ikki er nevnt í hesum sáttmála, eru ásetingarnar í høvuðssáttmálanum galdandi.
§ 11
Búni & samskiftisútgerð
Busseigarin átekur sær at útvega bussføraranum búna og navnamerki, um slíkt verður kravt.
Oljuklæðir skulu vera á staðnum har bussurin verður vaskaður, og samskiftisútgerð skal vera í øllum bussunum. Hiti skal vera í hølunum, har oljuklæðini eru tøk.
§ 12
Koyribók
Hvør bussur skal hava egna koyribók og skal hon liggja í bussinum. Brek og saknir skulu beinanvegin verða skrivaði í koyribókina hjá bussinum og fráboðast busseigaranum. Sekt, áløgd bussførara, orsakað av brekum ella saknum í arbeiðstólum, sum busseigarin er kunnaður um, verða goldnar av busseigaranum.
§ 13
Gerðarrættur
Viðvíkjandi gerðarrætti verður víst til høvuðssáttmálan millum Føroya Arbeiðarafelag/Havnar Arbeiðarafelag/Havnar Arbeiðskvinnufelag/Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
§ 14
Uppsøgn av sáttmála
Gildiskoma og uppsøgn fylgir høvuðssáttmálanum.
§ 15
Ymiskt
Dentur verður lagdur á, at bussførarnir fara so væl um bussin sum gjørligt, og um skaðar koma, beinanvegin boða hesar til busseigarnar.
Tá ið rutur og aðrar broytingar verða gjørdar, og busseigari hevur ávirkan á hetta,skal álitisfólk verða tikið upp á ráð. Um einki álitisfólk er, skulu bussførarar verða tiknir uppá ráð. Viðvíkjandi ferðafólki verður álagt bussførarum at sýna góðan og fólkaligan atburð mótvegis teimum.
Partarnir eru samdir um, at tá avvarandi myndugleikar leggja bussleiðirnar, so eigur tíð at verða sett av, soleiðis at bussførarar fáa passandi steðgir í koyringini hvønn dagin.
Bussførarar hava skyldu til at taka lut í teimum eftirútbúgvningar-skeiðum, sum verða kravd í samband við hálkukoyring, myrkakoyring, fyrstu-hjálp o.a. Hesi skeið eru uttan útreiðslur fyri bussførarar.
Tórshavn, tann 9. juni 2024.
|
FØROYA ARBEIÐARAFELAG
Georg F. Hansen, formaður
Elin K. Sørensen, næstforkvinna
Sunrid Vang
Suni Mortensen
Amy Jacobsen
Maud Túgvustein
Marjun S. Debes
HAVNAR ARBEIÐSKVINNUFELAG
Vigdis Johannesen, forkvinna
Mariann Højgaard, næstforkvinna
Karin Højgaard
Óluva Persson
Jónveig Arge
KLAKSVÍKAR ARBEIÐSKVINNUFELAG
Jastrid W. Niclasen, forkvinna
Anna Glerfoss, næstforkvinna
Vónbjørt Guðjónsson
Anna Højgaard
KLAKSVÍKAR ARBEIÐSMANNAFELAG
Absalon Hansen, formaður
Jón Harald Poulsen, næstformaður
Dánjal Klakk
Pól Fuglø
FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG
Kristoffur Laksá, samráðingarleiðari
Jón Sigurdsson, formaður
Høgni Hansen, næstformaður
Ólavur Bjarkhamar
Jóhanna á Bergi
Fróði Magnussen
Jens Meinhard Rasmussen
Odd Eliasen
Árni Ellefsen