Gistingarhús- og Matstovusáttmálin hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag

Sersáttmáli millum
Havnar Arbeiðskvinnufelag
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag
fyri arbeiði á hotellum, gistingarhúsum, matstovum v.m.

§ 1.
Sáttmálaøki

Hesin sáttmáli fevnir um alt arbeiði innan sáttmála- og serarbeiðaraøki á hotellum, gistingarhúsum, matstovum.

Sáttmálin fevnir tó ikki um fólk í leiðandi starvi ella fólk, hvørs støða hjá arbeiðsgevaranum er av tílíkum slagi, at hon gevur rætt til at disponera í stóran mun bindandi fyri arbeiðsgevara. Hetta er bert galdandi fyri eitt fólk á hvørjum arbeiðsplássi.

§ 2.
Arbeiðstíð

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna sambært arbeiðsætlan, sum løgd verður fyri 4 vikur í senn.

Arbeiðsfólkið skal hava arbeiðsætlanina í seinasta lagi 14 dagar áðrenn hon kemur í gildi. Tó bert til í serligum førum at leggja arbeiðsætlanina í seinasta lagi 7 dagar áðrenn hon kemur í gildi.

Um starvsfólk eru til taks hjá arbeiðsgevaranum í matarsteðginum, skal mattíðin ikki dragast frá arbeiðstíðini.

§ 3.
Løn

Lønin er tann til eina og hvørja tíð ásetta løn til fastløntar arbeiðarar um mánaðin fyri vanligt arbeiði 40 tíma viku sambært høvuðssáttmálan millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fyri arbeiði innan fyri arbeiðsætlanina verða latnar hesar viðbøtur: 
    -  mánadag til fríggjadag millum kl. 21.00 og 24.00...........................4,50%   pr. tíma
    -  mánadag til leygardag millum kl. 00.00 og 07.00 -
        og sunnudag millum kl. 07.00 og 24.00.................................................8,25%   pr. tíma
    -  leygardag millum kl. 07.00 og 14.00..........................................................5,50%   pr. tíma
    -  leygardag millum kl. 14.00 og 24.00..........................................................6,25%   pr. tíma         
    -  sunnudag millum kl. 00.00 og 07.00, halgidagar, 1. mai,
       flaggdagin, páskaaftan, hvítusunnuaftan, grundlógardag,
       1. November, jólaaftan, ólavsøkuaftan,ólavsøkudag......................13,75% pr. tíma

Fyri tímalønt arbeiði verður vanlig tímaløn sambært høvuðssáttmálanum goldin, umframt tær viðbøtur sum nevndar eru omanfyri.

Tilkallivakt verður lønt sambært viðkomandi áseting í høvuðssáttmálanum partanna millum.

Fólk við fastari lutvísari vikuligari arbeiðstíð verða at løna eftir somu reglum sum fólk við fullari viku, tó soleiðis at lønin verður roknað lutfalsliga í mun til 40 tíma viku.

Útbúnir køksassistentar fáa viðbót, sum er 10% av vanligu tímalønini.

Ungfólk 14 ár fáa 50%, 15 og 16 fáa 75% av vaksnamannalønini bæði fyri normal- og yvirtíð.

§ 4.
Arbeiði uttan fyri vaktarskipanina

Verður arbeitt uttan fyri tíðir, sum ásettar eru í arbeiðsætlanini, verður hetta arbeiði lønt við vanligari tímaløn umframt hesum viðbótum:  
    - mánadag til fríggjadag millum kl. 17.00 og 21.00...................7% av vanligu tímalønini
    - mánadag til fríggjadag millum kl. 21.00 og 08.00..............20% av vanligu tímalønini
    - leygardag millum kl. 07.00 og 14.00................................................7% av vanligu tímalønini
    - leygardag millum kl. 14.00 og 24.00.............................................20% av vanligu tímalønini
    - sunnudag og halgidagar........................................................................20% av vanligu tímalønini
    - 1. mai, flaggdagin, páskaaftan, hvítusunnuaftan,
       grundlógardag, 1. november, jólaaftan, ólavsøkuaftan,
       ólavsøkudag....................................................................................................20% av vanligu tímalønini

Úrtíðarløn kann, um arbeiðsfólk ynskir tað, og arbeiðsgevarin samtykkir, avspákast í sama lutfalli, sum úrtíðartaksturin í mun til vanligu lønina.

Arbeiðsgevarin avgerð í samráð við arbeiðsfólki , nær avspákingin skal vera, og boðar frá hesum í góðari tíð, tvs. vanliga ikki seinni enn 4 dagar frammanundan.

Avspákingin skal vera í heilum ella hálvum døgum og skal vera av í seinasta lagi tveir mánaðir aftaná, at viðkomandi úrtíðararbeiði er útint. Tímar, sum ikki eru avspákaðir í hesum tíðarskeiði, verða útgoldnir sum yvirtíð. Tílík avspáking skal ikki leggjast á dagar, sum frammanundan eru frídagar.

§ 5.

Stk. 1. Arbeiðsfólk, sum arbeiða 15 ella færri tímar í meðal um vikuna ella sum arbeiða styttri enn 3 mánaðir samanhangandi, fáa vanliga tímaløn sambært høvuðssáttmálanum allar arbeiddar tímar. Ásetingin í høvuðssáttmálanum um eftirløn er ikki galdandi fyri hesi. Ístaðin rindar arbeiðsgevari hin    1. mai 2022 4% afturat arbeiðslønini sum eftirløn, og hin 1. januar 2023 rindar arbeiðsgevari  5% afturat arbeiðslønini sum eftirløn og hin 1.januar 2024 rindar arbeiðsgevari 6% afturat arbeiðslønini sum eftirløn.

Eftir hetta hækkar eftirlønargjaldið 1 prosentstig tann 1. januar á hvørjum ári, til gjaldið kemur upp á lógarásetta eftirlønargjaldið.

Sama er galdandi fyri hjálparfólk til veitslur og tílíkt uttan mun til tal av arbeiddum tímum.

Stk. 2. Tímatalið verður uppgjørt mánaðarliga og roknað sum meðal tímatal um vikuna seinastu 3 mánaðirnar. Í hesi uppgerð verður arbeiði í juli og august (summarfrítíðin) ikki talt við.

Stk. 3. Tá uppgerðin í stk. 2  vísir, at arbeiðsfólkið seinastu 3 mánaðirnar er farið antin upp um ella undir markið í stk. 1, verða løn og eftirløn tillagað samsvarandi hesum frá tí 1. í fylgjandi mánaðanum.

Stk. 4. Arbeiðsfólk, sum hava arbeitt 1 ár og longri, og sum ikki eru lesandi ella hjálparfólk til veitslur og tílíkt, eru ikki fevnd av ásetingini í stk. 1.

§ 6.
Útgjaldingardagur

Lønin hjá mánaðarløntum verður útgoldin seinast í mánaðinum og skal vera avgreidd í seinasta lagi 25. í mánaðinum. Lønin hjá tímaløntum verður útgoldin sum ásett í høvuðssáttmálanum.

§ 7.
Broytingar av lønum

Verða lønirnar í høvuðssáttmálanum og fastlønarsáttmálanum broyttar, so verða lønirnar í hesum sáttmala broyttar samsvarandi, burtursæð frá har hesin sáttmáli hevur serstakar ásetingar fyri yvirtíð og fyri arbeiði í vaktarskipanum.

§ 8.
Frítíð og frítíðarløn

Frítíð og frítíðarløn verða latin samsvarandi galdandi frítíðarlóg.

§ 9.
Álitismannaskipan

Viðvíkjandi álitismannaskipan, so verður víst til álitismannaskipanina í høvuðssáttmálanum millum feløgini.

§ 10.
Uppsagnarfreistir

Fyri fastlønt verða uppsagnarfreistirnar í fastlønarsáttmálanum galdandi.

Fyri tímalønt verða uppsagnarfreistirnar í høvuðssáttmálanum galdandi.

§ 11.
Gerðarættur

Viðvíkjandi ósemju um arbeiði, sum ikki er tilskilað í sáttmálanum, og trætur um rætta fatan av sáttmálanum verður víst til  høvuðssáttmálan hjá feløgunum.

§ 12.
Prosentgjøld

Arbeiðsgevarin rindar tey prosentgjøld, limagjøld og eftirlønargjøld sum ásett eru í høvuðssáttmálanum hjá pørtunum, og eftir skipanini sum ásett er í nevnda sáttmála.

§ 13.
Aðrar ásetingar

Har annað ikki er nevnt í hesum sáttmála verða galdandi ásetingarnar í høvuðs- sáttmálanum hjá pørtunum, tó ikki ásetingarnar um arbeiðstíð og løn, har hesin sáttmáli ikki vísir til ásetingarnar um løn í høvuðssáttmálanum.

§ 14.
Gildiskoma og uppsøgn

Sáttmálin er galdandi frá 1. mai 2018, og kann sigast upp av øðrum partinum við 4 mánaða ávaring til ein 1. mai, tó í fyrsta lagi til 1. mai ár 2020.

§ 15.
Sáttmálaeintøk

Hesin sáttmáli verður undirskrivaður í tveimum einsljóðandi eintøkum.

Tórshavn,      24. mai 2022

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag