Sersáttmáli
millum
Føroya Arbeiðarafelag
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag
fyri arbeiði á flogvøllinum í Vágum
§ 1.
Sáttmálaøki
Hesin sáttmáli fevnir um alt arbeiði við avgreiðslu av flogførum og annað fyrifallandi arbeiði, so sum at hjálpa til í tax-free, á goymslu, í sambandi við flytingar innanhýsis, viðlíkahald yvirhøvur og serliga viðlíkahald av útgerð á air side handling.
Sáttmálin fevnir tó ikki um fólk í leiðandi starvi ella fólk, hvørs støða hjá arbeiðsgevaranum er av tílíkum slagi, at hon hevur rætt til at disponera í stóran mun bindandi fyri arbeiðsgevara. Hetta er bert galdandi fyri eitt fólk á hvørjum arbeiðsplássi.
§ 2.
Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna í meðal yvir eitt 6-viku tíðarskeið, sambært arbeiðsætlan, ið verður løgd fyri ein mánaða í senn. Arbeiðsfólkið skal hava arbeiðsætlanina 7 dagar, áðrenn hon kemur í gildi.
Arbeiðsfólkið skal har hetta ber til hava minst 8 tímar frí millum tvær vaktir. Vaktir er arbeiðsdagur sambært arbeiðsætlan. Eru minni enn 8 tímar ímillum 2 vaktir eigur arbeiðsfólkið rætt til tímaløn á byrjunarstøði í høvuðssáttmálanum x 4.
Arbeiðsfólkið hevur, burtursæð frá uppmøting aftan á matarsteðg, ikki skyldu til at møta til arbeiðis meira enn 2 ferðir innan fyri sama samdøgur (somu vakt).
Um tørvur er á hesum, kann arbeiðsgevarin og arbeiðsfólkið gera avtalu um at flyta upp til 10 tímar til aðrar arbeiðstíðir enn tær, sum ásettar eru í arbeiðsætlanini, men innan fyri sama mánaða.
Í sambandi við óreglusemi í flogferðsluni vegna force majeure (eitt nú veður) kann arbeiðari verða útskeiðaður, soleiðis at teir tímar á vaktini, sum ikki eru arbeiddir, verða arbeiddir, tá force majeure støðan er endað, tó innanfyri 48 tímar og treytað av, at tað ikki verður komið inn í fríviku hjá arbeiðara.
Arbeiðarar skulu hvønn mánað hava skrivligt yvirlit yvir teir tímar, sum fluttir eru í mun til arbeiðsætlanina, og nær hesir tímar eru lagdir í farna arbeiðsætlanarskeiði.
Arbeiðari kann ikki av nevndu orsøk verða útskeiðaður færri enn 4 tímar sama dag.
§ 3.
Løn
Lønin er tann til eina og hvørja tíð ásetta løn til fastløntar arbeiðarar um mánaðin fyri vanligt arbeiði 40 tíma viku sambært høvuðssáttmálan millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevara- felag.
Fyri arbeiði innan fyri arbeiðsætlanina verður harumframt latnar hesar viðbøtur av byrjanarlønini í høvuðssáttmálanum:
Mánadag til fríggjadag millum kl. 18.00 og 07.00...........................19% pr. tíma
Leygardag.....................................................................................................................28% pr. tíma
Sunnudagar, halgidagar og skeivar frídagar........................................37% pr. tíma
Eyka viðbót á 25 % verður goldin, um arbeiðsfólk góðtaka at møta til arbeiðis meira enn 3 ferðir hvønn dag (sí grein 2), soleiðis at hendan eyka viðbót verður goldin fyri hvønn tíma, sum arbeitt verður 4. ferð arbeiðsfólkið møtir til arbeiðis.
Fyri tímalønt arbeiði fyri 8-tíma dag millum kl. 08.00 og 17.00 verður tímalønin 173,33 av frammanfyri nevndu føstu mánaðarløn. Yvirtíð verður goldin sambært ásetingini í høvuðssáttmálanum.
Fólk við fastari lutvísari vikuligari arbeiðstíð verða at løna eftir somu reglum sum fólk við fullari viku, tó soleiðis at lønin verður roknað lutfalsliga í mun til 40 tíma viku.
Ungfólk 14 ár fáa 50%, 15 og 16 fáa 75% av vaksnamannalønini bæði fyri normal- og yvirtíð.
§ 4.
Arbeiði uttan fyri vaktarskipanina
Verður arbeitt uttan fyri tíðir, sum ásettar eru í arbeiðsætlanini, verður hetta lønt sambært høvuðssáttmálanum íroknað yvirtíðartakstunum.
Úrtíðarløn kann, um arbeiðsfólk ynskir tað, og arbeiðsgevarin samtykkir, avspákast í sama lutfalli, sum úrtíðartaksturin í mun til vanligu lønina.
Arbeiðsgevarin tekur nærri avgerð um, nær avspákingin skal vera, og boðar frá hesum í góðari tíð, tvs. vanliga ikki seinni enn 7 dagar frammanundan.
Avspákingin skal vera í heilum ella hálvum døgum og skal vera av í seinasta lagi tríggjar mánaðir aftaná, at viðkomandi úrtíðararbeiði er útint. Tílík avspáking skal ikki leggjast á dagar, sum frammanundan eru frídagar.
§ 5.
Útgjaldingardagur
Lønin hjá mánaðarløntum verður útgoldin seinast í mánaðinum og skal vera avgreidd í seinasta lagi seinasta arbeiðsdag í mánaðinum. Lønin hjá tímaløntum fellur til gjaldingar eina ferð um vikuna.
§ 6.
Broytingar av lønum
Verða lønirnar í høvuðssáttmálanum og fastlønarsáttmálanum broyttar, so verða lønirnar í hesum sáttmala broyttar samsvarandi, burtursæð frá har hesin sáttmáli hevur serstakar ásetingar fyri yvirtíð og fyri arbeiði í vaktarskipanum.
§ 7.
Frítíð og frítíðarløn
Frítíð og frítíðarløn verða latin samsvarandi galdandi frítíðarlóg.
§ 8.
Álitismannaskipan
Viðvíkjandi álitismannaskipan, so verður víst til álitismannaskipanina í høvuðssáttmálanum millum feløgini.
§ 9.
Uppsagnarfreistir
Fyri fastlønt verða uppsagnarfreistirnar í fastlønarsáttmálanum galdandi.
Fyri tímalønt verða uppsagnarfreistirnar í høvuðssáttmálanum galdandi.
§ 10.
Gerðarættur
Viðvíkjandi ósemju um arbeiði, sum ikki er tilskilað í sáttmálanum, og trætur um rætta fatan av sáttmálanum verður víst til høvuðssáttmálan hjá feløgunum.
§ 11.
Prosentgjøld
Arbeiðsgevarin rindar tey prosentgjøld, limagjøld og eftirlønargjøld sum ásett eru í høvuðssáttmálanum hjá feløgunum, og eftir skipanini sum ásett er í nevnda sáttmála.
§ 12.
Aðrar ásetingar
Har annað ikki er nevnt í hesum sáttmála verða galdandi ásetingarnar í høvuðs- sáttmálanum hjá pørtunum, tó ikki ásetingarnar um arbeiðstíð.
§ 13.
Gildiskoma og uppsøgn
Gildiskoma og uppsøgn fylgir høvuðssáttmálanum.
§ 14.
Sáttmálaeintøk
Hesin sáttmáli verður undirskrivaður í tveimum einsljóðandi eintøkum.
Tórshavn, hin 25. mai 2022
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Føroya Arbeiðarafelag