Serarbeiðarasáttmáli hjá Klaksvíkar Arbeiðsmanna- og kvinnufelag

Serarbeiðarasáttmáli
millum
Føroya Arbeiðsgevarafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
og
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Vísandi til § 14 í høvuðssáttmálanum og ásannandi at arbeiðsmynstur, sløg av arbeiði og neyðugar dygdir alsamt broytist, eru partarnir komnir ásamt um at gera hendan serarbeiðara-sáttmála til tess at tryggja eina skikkaða arbeiðsmegi fyri serstøk arbeiði og ein meira liðiligan arbeiðsmarknað.

§ 1

Fyri handlig arbeiðir, sum ikki eru serliga nevnd í § 1 til 4 í høvuðssáttmálanum, og sum krevja venjing, eru hesi fevnd av serarbeiðara-sáttmálanum:

Hópframleiðsla av betonelementum, aluminiums- og plastvindeygum, pakkitilfari, rútaglasi, glastrevjulutum og bygningselementum.

Montering av stál-, beton- og timburelementum. Uppsetan av stilladsum. Áleggjan av takpappi og gólvbelegningi.

Forskalling við kasettuformum, uppsetan av kantsteinum og áleggjan av betonflísum, legging av kloakrørum.

Arbeiði í timburhandlum við rammusagum, høvlum, pláusagum, kantfresarum og rundsagum í samband við tilgerð av plátum og timbri til útflýggjan.

§ 2

Lønin fyri frammanfyri nevndu arbeiðir verður ásett soleiðis:

Tímaløn 1. árið – ið verður at roknað sum yrkisvenjing: Sambært § 1a

Tímaløn 2. árið og síðan – við yrkisvenjing sb. Arbeiðsgevaraváttan: Sambært § 1a + 2,06 % av tímalønini

Fastløntir serarbeiðarar við yrkisvenjing verða løntir sambært § 1a + 2,06 % av tímalønini ferðir 173,33 tímar um mánaðin.

Aldursmarkið fyri at byrja yrkisvenjing er 18 ár.

§ 3

Arbeiðsgevari skal hava skyldu til at geva arbeiðaranum skrivliga váttan um, nær yrkisvenjingin er byrjað, og hvussu leingi viðkomandi hevur starvast í arbeiði, sum telur við sum yrkisvenjing.

Partarnir seta í felag upp orðingina av slíkari arbeiðsgevaraváttan. Arbeiðsgevarin hevur ikki skyldu til at geva arbeiðsgevaraváttan fyri arbeiði, sum samanhangandi ikki hevur vart í minsta lagi 6 vikur.

§ 4

Serarbeiðarar kunnu umframt sítt serarbeiði verða settir til eisini at útinna alt annað arbeiði á sínum arbeiðsplássi og verða løntir hareftir.

§ 5

Miðað verður ímóti at skipa fyri ástøðiligari og handligari frálæru innan fyri tey ymisku arbeiðsøkini, tá møguleikar eru til tess.

§ 6

Samstarv við á teimum ymsu arbeiðsplássunum verður annars at fara fram sum higartil.

§ 7

Har serstakar ásetingar ikki eru gjørdar í hesum sáttmála, fylgja partarnir høvuðssáttmálanum, sum er galdandi partanna millum.

§ 8

Hesin sáttmáli tekur við 1. mai 2014. Viðvíkjandi uppsøgn fylgir hann høvuðssáttmálanum.

Tórshavn 06.05.2014.

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag                                           Føroya Arbeiðsgevarafelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag