Álitismannaskipan

1. Á arbeiðsplássum har 5 ella fleiri fólk eru í vinnu, kunnu tey velja sær álitisfólk fyri 2 ár í senn. Álitisfólk skal vera limur í handverkarafelag.

2. Álitisfólk skulu hava neyðuga kunning um tiltøk, sum ætlanin er at fremja, og sum kunnu hava ávirkan á arbeiðsumstøður.

3. Arbeiðsgevarin og nevndin í avvarðandi yrkisfelag skulu hava skrivliga fráboðan um, hvør er valdur sum álitisfólk.

4. Álitisfólkið er umboðs- og tingingarfólk við arbeiðsgevaran ella umboðsfólk hansara og skal gera sítt ítarsta til, at arbeiðið fer siðiliga fram á arbeiðsplássinum.

Arbeiðsgevarin og álitisfólkið eiga í felag at fremja eitt gott samstarv á arbeiðsplássinum.

5. Partarnir eru samdir um at arbeiða fyri best møguligum trygdar-, heilsu- og trivnaðarviðurskiftum á arbeiðsplássunum.

Endamálið er at skapa trygd, trivnað og menning á arbeiðsplássunum og at stimbra áhugan hjá starvsfólkunum og leiðslu fyri teimum arbeiðsuppgávum, sum áliggja. Viðvíkjandi trygdar- og heilsuviðurskiftum verður víst til galdandi arbeiðsumhvørvislóg.

Leiðsla og starvsfólk skulu í felag miða eftir, at tey krøv, sum frammanfyri eru sett til heilsuumstøður og trivnaðarviðurskifti, verða rokkin.

Heilsu- og trivnaðarpolitikkur fyri arbeiðspláss.

Arbeiðsgevarar skulu bera so í bandi:

  • At arbeiðsumstøðurnar eru soleiðis skipaðar, at minst møguligur vandi er fyri strongd millum arbeiðsfólkini
  • At tiltøk verða framd, sum skulu tryggja gott samstarv millum leiðslu og arbeiðsfólk og millum arbeiðsfólkini sínámillum
  • At happing ikki fer fram á arbeiðsplássinum
  • At møgulig kærumál um heilsu- og trivnaðarviðurskifti beinanvegin verða tikin upp og verða viðgjørd millum leiðslu, álitisfólk og trygdarumboð
  • At neyðug tiltøk verða framd fyri at bøta um viðurskiftini, um tað vísir seg, at tey viðurskiftini, sum nevnd eru frammanfyri, ikki eru nøktandi.

6. Álitisfólkið skal bera fram klagur og tilmæli frá arbeiðsfeløgum til arbeiðsgevaran ella, um hann ikki er at hitta, so til umboð hansara.

Álitisfólkið hevur eisini átalurætt viðvíkjandi ótrygd á arbeiðsplássinum, sí annars  LØGTINGSLÓG NR. 70 FRÁ 11. MAI 2000 UM ARBEIÐSUMHVØRVI, SUM BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 18 FRÁ 8. MAI 2008

Og eisini hevur álitisfólkið átalurætt viðvíkjandi málum, sum nevnd eru í 5. petti.

7. Um álitisfólk, tá samráðing er farin fram, ikki er komið til eina loysn við leiðsluna á arbeiðsplássinum, sum starvsfólkini kunnu góðtaka, skal málið beinanvegin verða lagt fyri viðkomandi fakfelag.

Álitisfólk og starvsfólk kunnu ikki niðurleggja arbeiðið, fyrrenn nærri boð eru komin frá avvarandi fakfelag.

8. Álitisfólkið hevur rætt til at fáa frí at røkja uppgávur sínar sum álitisfólk. Skyldurnar hjá arbeiðsfólkinum skulu fremjast soleiðis, at tað tarnar framleiðsluni sum minst. Leiðslan skal skjótast til ber hava boð um fráveruna.

Í hesum føri, eins og tá leiðslan boðsendir álitisfólki um mál, sum hava við starvsfólk ella arbeiðsviðurskifti at gera, skal álitisfólkið fáa ta vanligu lønina fyri ta tíð, tað er úr arbeiði.

9. Uppsagnartíðin hjá álitisfólki er uppsagnartíð sambært høvuðssáttmálanum + 1 mánaði.

Uppsøgnin skal grundgevast og bert fremjast av ávísari neyðugari ørsøk. Stendst uppsøgnin av vinnuloysi, er sama galdandi fyri álitisfólk sum fyri starvsfólkini annars.

10. Verður ósemja um uppsøgn álitisfólksins, verður hon at viðgera eftir § 35 Stk. 3. Tekur slík ósemja seg upp, skulu feløgini beinan vegin taka upp samráðingar, áðrenn farið verður til gerðarrætt.

Fastheldur arbeiðsgevarin uppsøgn sína hóast gerðarrættaravgerð, sum gongur honum ímóti, ásetur gerðarrætturin tað endurgjald, sum hann verður at rinda álitisfólkinum.

Støddin av hesum verður at áseta eftir teim fyriliggjandi umstøðunum, men kann tó ikki setast til meira enn 3 mánaðarlønir sambært setanarskrivinum hjá viðkomandi.

11. Tiltaksfólk fyri álitisfólk, sum skal vera á staðnum, tá álitisfólk hevur forfall, skulu virka undir somu treytum og hava somu sømdir sum álitisfólkini.

12. Um so er, at starvsfólkini semjast um at velja eitt nýtt álitisfólk, kann slíkt val fara fram sambært punkt 3 frammanfyri.

13. Broytingar í hesi álitismannaskipan kunnu bert verða gjørdar í sambandi við sáttmálatingingar.

14. Um so er, at ivamál taka seg upp viðvíkjandi hesi skipan, verða tey at leggja fyri gerðarrættin sambært § 35 Stk. 3.  í sáttmálanum millum feløgini.