§ 1.
Setan
Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um allar handverkarar, sum arbeiðsgevarar vilja seta við fastari løn.
Stk. 2. Arbeiðsgevarar, sum longu hava fastlønarsáttmála við handverkara, tá ið hesin sáttmáli kemur í gildi, kunnu alsamt nýta sín sáttmála, men teir handverkarar, ið verða settir við fastari løn eftir 1.oktober 1991, skulu setast eftir hesum sáttmála.
Stk. 3. Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.
§ 2.
Løn
Stk. 1. Handverkarar settir eftir fastlønarsáttmálanum fáa eina løn, sum minst er galdandi sveinaløn í høvuðssáttmálanum ganga við mánatímatalinum á 173,33 tímar. Tað er annars upp til partarnar at finna eina hóskandi løn.
Stk. 2. Fyri starvsfólk sett innan 1. oktober 2007 er galdandi, at gjørdar avtalur millum handverkara og meistara ikki mugu gerast verri orsaka av hesari avtalu. Broytingar í slíkum avtalum skulu tí varslast við uppsagnarfreist.
Stk. 3. Tann í stk. 1 ásetta løn er treytað av fullari arbeiðstíð, t.e. 40 tímar um vikuna.
Stk. 4. Fyri handverkarar við niðursettari arbeiðstíð verður lønin roknað lutfalsliga í mun til niðursetta tímatalið.
§ 3.
Yvirtíðarløn
Stk. 1. Fyri yvirtíðararbeiði verður goldin yvirtíðarløn eftir § 20 í sáttmálanum um tímalønir millum handverkara- og meistarafelagið.
Stk. 2. Í tíðarskeiðinum frá og við mánadag til og við fríggjadag millum kl. 6.00 og 18.00, fær handverkari við niðursettari arbeiðstíð bert yvirtíðargjald fyri arbeiði aftaná fult dagsarbeiði, sum er 8 tímar.
§ 4.
Avspassering
Yvirtími, sum er út yvir 40 tíma viku, sum verður avspákaður, skal avspákast í mun til virði á honum
§ 5.
Tænastuferðir
Arbeiðsgevarin rindar allar útreiðslur í sambandi við tænastuferðir.
§ 6.
Fastir frídagar
1. mai, ólavsøkudagur og nýggjársaftan eru heilir frídagar. Flaggdagur, grundlógardagur, 1.november og jólaaftan eru frídagar aftan á kl.12.
§ 7.
Frítíðarreglur
Stk. 1. Frítíð verður veitt handverkara eftir løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn.
Stk. 2. Handverkari hevur rætt til at keypa sær 5 frídagar um árið. Kostnaðurin av hvørjum frídegi er 0,45% av árslønini hjá handverkaranum. Handverkari, ið verður settur í starv eftir ársbyrjan, vinnur sær rætt til at keypa frídagar lutfalsliga í mun til nær á árinum, hann verður settur í starv. Arbeiðsgevarin ásetir í samráð við handverkaran, nær hesir frídagar skulu takast.
§ 8.
Farloyvi o.a.
Stk. 1. Handverkari skal verða loyvt at fáa farloyvi uttan løn, um so er, at tað ikki stríðir ímóti áhugamálum arbeiðsgevarans.
Stk. 2. Tá ið álitisfólk søkja um at sleppa á álitismannaskeið, eigur arbeiðsgevarin at viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í handverkarafeløgum.
§ 9.
Barsilsfarloyvi
Stk. 1. Løntakari, sum er settur í starv eftir hesum sáttmála eigur rætt til barsilsfarloyvi sambært galdandi lóggávu.
§ 10.
Reglur fyri sjúkraløn, eftirsituløn o.a.
Stk. 1. Sjúka
Viðvíkjandi løn undir sjúkralegu, eftirsituløn o.a. verða reglurnar í løgtingslóg nr. 13 frá 30. mars 1958 um starvsmenn at galda.
§ 11.
Uppsøgn
Stk. 1. Starvsavtala kann sigast upp til uppathald við einum mánaða freist til tann fyrsta í einum mánaða, uttan so at avtala er, at arbeiðið er bert fyribils ella sum roynd, og at hesi arbeiðsviðurskifti vara ikki longur enn 3 mánaðir.
Eftir 6 mánaðar starvstíð kann starvsavtala sigast upp við 2 mánaða freist.
Eftir 2 ára starvstíð kann starvsavtala sigast upp við 3 mánaða freist.
Eftir 5 ára starvstíð kann starvsavtala sigast upp við 4 mánaða freist.
Fyri handverkarar settar í starv innan 1. oktober 2005 eru reglurnar í løgtingslóg nr. 13 frá 30. mars 1958 um starvsmenn galdandi.
Stk. 2. Uppsagnartíðin frá handverkara síðu er leypandi mánaði + 1 mánaða.
§ 12.
Útbúgvingargrunnur
Til útbúgvingar- og eftirútbúgvingar av handverkarum og handverksmeistarum gjalda handverkarar og handverksmeistarar hvør 0,07% av vanligari sáttmálaløn sambært grein 10 í høvuðssáttmálanum í grunn av hvørjum arbeiðstíma.
§ 13.
Eftirlønargrunnur
Meistararnir rinda 13% av lønini í ein eftirlønargrunn hjá Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna.
Frá 1. oktober 2025 verður gjaldið 13,5% av allari A-inntøku (løn og frítíðarløn/frítíðarískoyti) í ein eftirlønargrunn hjá Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna.
§ 14.
Arbeiðsklæði, verndarklæði og útsúgving
Grein 28 í høvuðssáttmálanum um arbeiðsklæði, verndarklæði og útsúgving er eisini galdandi fyri fastløntar handverkarar.
§ 15.
Seravtalur
Í sáttmálatíðini skal vera møguligt at gera seravtalur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.
§ 16.
Gildi sáttmálans
Gildiskoma og uppsøgn fylgir høvuðssáttmálanum.