Sáttmáli millum
Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag
1. oktober 2024
Kapittul 1: Sáttmálaøkið
§ 1.
Avtaluøkið
Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um fólk við eini handverkaraútbúgving, og hvørs starv liggur innan handverkaraøkið – hereftir nevnd handverkarar. Eisini fevnir sáttmálin um serarbeiðarar (specialarbeiðarar) innan handverkaraøkið.
Stk. 2. Fyri at arbeiða sum handverkari, skal viðkomandi kunna prógva útbúgving sambært galdandi yrkisútbúgvingarlóg ella aðra útbúgving, ið kann góðtakast av meginfeløgunum.
Stk. 3. Fyri at arbeiða sum serarbeiðari, skal viðkomandi kunna prógva útbúgving sum serarbeiðari. Tá ivamál um útbúgving stinga seg upp, verða felagsstjórnirnar at samráðast um hetta, til føst skipan er løgd viðvíkjandi útbúgving og treytum o.a.
Stk. 4. Í ivamálum um hesa grein taka stjórnir handverksmeistaranna og handverkaranna í samráð avgerð.
Kapittul 2: Setanarviðurskifti
§ 2.
Setanarskriv
Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.
§ 3.
Skaðar
Stk. 1. Kemur handverkari til skaða í arbeiðstíðini, skal meistarin ella virkið , í upp til 10 dagar, gjalda honum munin ímillum vanliga vikuløn og tað, sum goldið verður frá dagpeningaskipanini.
Stk. 2. Læknaváttan skal leggjast fram, um so er at meistarin ella virkið krevja tað. (Hóast dagpeningaskipanina.)
Stk. 3. Verður handverkari, sum hevur arbeitt hjá sama meistara í meira enn 6 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsakað av einum arbeiðsskaða, sum er arbeiðsskaði sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, hevur arbeiðsgevari, aftaná at tíðarskeiðið í stk. 1 er endað, skyldu at rinda munin millum dagpeningaveitingina og vanligu lønina, sum handverkari hevði fingið útgoldna, um viðkomandi ikki fekk skaðan.
Gjaldskyldan hjá meistara stendur við inntil handverkari aftur er arbeiðsførur tó í mesta lagi 6 mánaðir aftaná, at arbeiðsskaðin er hendur.
§ 4.
Uppsøgn
Stk. 1. Handverkari má ikki verða koyrdur úr ella rýma úr arbeiði uttan orsøk.
Stk. 2. Uppsagnartíðin er
- 5 arbeiðsdagar fyri starvstíð meira enn 3 mánaðir
- 10 arbeiðsdagar fyri starvstíð meira enn 6 mánaðir
- 20 arbeiðsdagar fyri starvstíð meira enn 2 ár
- 30 arbeiðsdagar fyri starvstíð meira enn 5 ár.
Stk. 3. Uppsagnartíðin er galdandi fyri báðar partar. Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar. Brot móti hesum verður sektað við ávikavist fyri handverkara við missi av dagslønum svarandi til helvtina av uppsagnartíðini og fyri meistara við at gjalda somu upphædd.
Stk 4. Uppsagnir skulu byggja á rímuligar grundir. Arbeiðsgevarin skal skrivliga grundgeva fyri uppsøgnini, um tann uppsagdi biður um tað. Grundgevingin kann bert vera kravd, um tan uppsagdi hevur verið starvssettur í minst 9 mánaðar.
Stk. 5. Verður handverkari, sum hevur arbeitt hjá sama meistara í meira enn 6 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsaka av einum arbeiðsskaða, sum er arbeiðsskaði sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, kann viðkomandi ikki sigast úr starvi fyrr enn 7 mánaðir, aftaná arbeiðsskaðin er hendur. Hetta er tó bert galdandi, inntil handverkari aftur er arbeiðsførur.
Kapittul 3: Arbeiðstíð
§ 5.
Arbeiðstíð
Stk. 1. Vanliga arbeiðsvikan er 40 tímar frá 1. Januar 1980 sambært løgtingslóg nr. 37 frá 1. Juni 1978. Dagliga arbeiðstíðin verður at liggja innan fyri tíðarskeiðini frá og við mánadag til og við fríggjadag millum kl. 6.00 og 18.00.
Stk. 2. Arbeiðstíðin á matstovum, gistingarhúsum o.l. er 40 tímar um vikuna sambært arbeiðsætlan, sum løgd verður fyri fýra vikur í senn. Starvsfólk skulu hava arbeiðsætlanina í seinasta lagi 7 dagar áðrenn hon kemur í gildi.
§ 6.
Mattíð
Stk. 1. Tað skal standa arbeiðsplássinum frítt at leggja døgurðatíðina soleiðis, sum semja fæst um. Vanligur meiriluti av handverkarum, serarbeiðarum og meistara á arbeiðsplássinum skal vera fyri hesum og atkvøðast skal við seðlum.
Stk. 2. Tað mugu ikki ganga meira enn 4 tímar millum mattíðirnar.
§ 7.
Skiftisarbeiði
Stk. 1. Um tørvur er á tí, kann arbeiðstíðin í hvørjum einstøkum føri við samráðing handverkaranna og meistaranna millum leggjast millum kl. 07 og 07 dagin eftir, og verða skipað sum skiftisarbeiði við løn sambært § 17.
Stk. 2. Tá ið arbeitt verður í skiftum, verður mattíðin ikki frádrigin fyri 2. og 3. holdið.
§ 8
Yvirtíð
Stk. 1. Yvirarbeiðstíð verður ikki roknað, fyrrenn vanligi arbeiðsdagurin sambært avtalu er vunnin (8 tímar), um høvi hevur verið til tess.
Stk. 2. Fráboðan um yvirtíð skal gevast áðrenn døgverða, um tað letur seg gera.
Mattíð í samb . við yvirtíð
Stk. 3. Verður arbeitt yvirtíð, verður mattíð skipað sum higartil á teimum ymsu arbeiðsplássunum og ikki frádrigin lønini.
Stk. 4. Verður arbeitt yvir í 2 tímar, er loyvt at fáa sær drekka, ið ikki verður frádrigið í løn. Men tað er ikki loyvt at fara av arbeiðsplássinum at fáa sær drekka.
Stk. 5. Verður arbeitt yvir í 4 tímar, verður mattíðin ein tími, ið heldur ikki verður frádrigin lønini.
§ 9.
Frídagar
Stk. 1. 1. mai, ólavsøkudagur og nýggjársaftan eru heilir frídagar. Flaggdagur, grundlógardagur og 1. november og jólaaftan eru frídagar aftaná kl. 12.
Stk 2. Arbeiðsgevari og meiriluti av starvsfólkunum á plássinum kunnu avtala at leggja hálvar frídagar saman til heilar frídagar, galdandi fyri alt arbeiðsplássið. Hetta merkir, at hesir heilu frídagar liggja á einum av teimum hálvu frídøgunum, meðan tann hálvi arbeiðsdagurin verður vanligur fullur arbeiðsdagur. Verður arbeitt á einum heilum samanløgdum frídegi, verður hetta lønt sambært § 20, stk. 2. Verður arbeitt á einum heilum samanløgdum arbeiðsdegi, verður hetta lønt sum vanligur arbeiðsdagur.
Stk. 3. Umframt frídagarnar í stk. 1 hevur løntakari rætt til 5 frídagar uttan løn. Arbeiðsgevarin ásetir í samráð við løntakaran, nær hesir frídagar skulu takast.
Kapittul 4: Løn
§ 10.
Sveinalønir longri handverksútbúgvingar
Stk. 1.
Tann 1. oktober 2024 hækkar sveinalønin við 3,25% og verður tá 170,21
Tann 1. oktober 2025 hækkar sveinalønin við 3,23% og verður tá 175,71
Stk. 2. Lønin er at skilja sum minstaløn.
Stk. 3.
Serstakt lønarlyft
Partarnir eru samdir um, at fyri sáttmálaskeiðið verður hendan serstaka viðbót latin:
Frá 1. oktober 2024 3,75 kr.
Frá 1. oktober 2025 3,50 kr.
Ongar viðbøtur verða roknaðar av hesi serstøku viðbót. Tó verður eftirløn, frítíðarløn og yvirtíð roknað av hesi serstøku viðbót.
§11.
Sveinalønir styttri handverkaraútbúgvingar
Stk.1.
Tann 1. oktober 2024 er sveinalønin fyri styttri handverkaraútbúgvingar 163,36
Tann 1. oktober 2025 er sveinalønin fyri styttri handverkaraútbúgvingar 168,64
Stk. 2. Lønin er at skilja sum minstaløn.
Stk. 3.
Serstakt lønarlyft
Partarnir eru samdir um, at fyri sáttmálaskeiðið verður hendan serstaka viðbót latin:
Frá 1. oktober 2024 3,75 kr.
Frá 1. oktober 2025 3,50 kr.
Ongar viðbøtur verða roknaðar av hesi serstøku viðbót. Tó verður eftirløn, frítíðarløn og yvirtíð roknað av hesi serstøku viðbót.
§ 12.
Starvsaldur
Sveinar og serarbeiðarar fáa hesar starvsaldursviðbøtur:
- Eftir 2 ára starvstíð verður viðbótin 2,50% av grundlønini
- Eftir 4 ára starvstíð verður viðbótin 3,50% av grundlønini
- Eftir 6 ára starvstíð verður viðbótin 4,00 % av grundlønini
- Eftir 8 ára starvstíð verður viðbótin 5,00% av grundlønini
- Eftir 10 ára starvstíð verður viðbótin 6,50% av grundlønini
- Eftir 11 ára starvstíð verður viðbótin 8,00% av grundlønini
Starvstíð er at skilja sum tíð í starvi innan yrkið, sum viðkomandi hevur tikið sveinaprógv í.
Sveinar hava rætt til at flyta starvstíð frá einum arbeiðsgevara til annan, um teir ikki hava verið burtur frá arbeiðsøki sínum longur enn 7 ár.
Starvsaldur skal ávísast í setanarpróvnum. Handverkari skal kunna um møguliga starvstíð frá øðrum arbeiðsgevara við setan, tá setanarprógvið verður undirskrivað.
§ 13.
Serarbeiðaralønir
Tann 1. oktober 2024 er tímalønin
a.hjá serarbeiðara í handverksfakinum við útbúgving kr. 159,07
- serarbeiðari uttan útbúgving
1. árið kr. 152,35
2. árið 1,45% afturat serarbeiðaralønini uttan útbúgving 1. árið.
3. árið 2,92% afturat serarbeiðaralønini uttan útbúgving 1. árið.
4. árið og fylgjandi ár 4,41% afturat serarbeiðaralønini uttan útbúgving 1. árið.
c) Serstakt lønarlyft
Partarnir eru samdir um, at fyri sáttmálaskeiðið verður hendan serstaka viðbót latin:
Frá 1. oktober 2024 3,75 kr.
Frá 1. oktober 2025 3,50 kr
Tann 1. oktober 2025 er tímalønin
- hjá serarbeiðara í handverksfakinum við útbúgving kr. 164,21
- serarbeiðari uttan útbúgving
1. árið kr. 157,27
2. árið 1,45% afturat serarbeiðaralønini uttan útbúgving 1. árið.
3. árið 2,92% afturat serarbeiðaralønini uttan útbúgving 1. árið.
4. árið og fylgjandi ár 4,41% afturat serarbeiðaralønini uttan útbúgving 1. árið.
c) Serstakt lønarlyft
Partarnir eru samdir um, at fyri sáttmálaskeiðið verður hendan serstaka viðbót latin:
Frá 1. oktober 2024 3,75 kr.
Frá 1. oktober 2025 3,50 kr.
§ 14.
Seinkað arbeiði
Møtir handverkari á arbeiðsplássi til ta avtalaðu tíðina, og arbeiðið ikki verður byrjað, skal hann hava løn fyri 2 tímar. Verður arbeiðið byrjað seinri enn avtalað, skal hann hava løn fyri ta tíð, ið farin er.
§ 15.
Viðbøtur o.l. % vera roknaði av eini vanligari handverkaraløn.
Stk. 1. Amboðspeningur 1,5% um tíman, um handverkarin heldur seg við øllum vanligum handamboðum, ið eru neyðug fyri fakið.
Stk. 2. Skitið arbeiðspeningur 0,5% um tíman.
Stk. 3. Fyri arbeiði við nýgerð av tunli, arbeiði í dampketli, arbeiði í brúktum olju-, lýsi og øðrum tangum og annars inni í smáum tangum, og fyri arbeiðir í skittfiska- og sildalastum verður goldið 10% eyka um tíman.
Stk. 4. Smáir tangar kunna definerast sum tangar, ið eru minni enn manshædd allar vegir. Um serliga trong øki eru í tangum, verður tað annars til partarnar á hvørjum virki sær at semjast um.
Stk. 5. Partarnir á hvørjum virki sær kunnu avtalað aðra og hægri tímaviðbót fyri arbeiðir, sum eru nevnd í stk. 3. Verður slík viðbót avtalað, fellur viðbótin í stk. 3. burtur, og tann avtalaða viðbótin kemur ístaðin.
Stk.6. Semjast partarnir á einum virki um, at talan er um óvanliga skitið arbeiði, fyri hesa yrkisgrein, men hetta ikki er nevnt í stk. 3, verður sama viðbót goldin sum í stk. 3. Annars kann viðbót avtalast eftir somu ásetingum sum í stk. 5.
§ 16.
Akkordarbeiði
Stk. 1. Har arbeiði og umstøðurnar eru til tess, at akkord er gjørlig, skulu meistarar og sveinar fáa akkord í lag og avtala eitt tímatal ella eina krónuupphædd fyri arbeiðið. Avtalan skal gerast í byrjunnarstigi. Avtalan skal vera skrivlig og undirskrivast av báðum pørtum.
Stk. 2. Tað verður álagt pørtum at samráðast um akkordarbeiði á øllum økjum, har tað er gjørligt.
Stk. 3. Verður álagt at arbeiða yvirtíð við akkord, verður lønin at hækka sambært § 20.
Stk. 4. Partarnir eru samdir um at gera standardavtaluseðlar og møguliga ein prískurant.
§ 17.
Skiftiholdslønir
Stk. 1.
1. holdið: vanlig løn.
2. holdið: vanlig løn + 6,63%
3. holdið: vanlig løn + 9,11%
Stk. 2. Um yvirtíð, sí § 20.
§ 18.
Forskotin tíð (bakarar, kondittarar og servicefak)
Stk. 1. Bakarar og kondittarar
Fyri at arbeiða frá kl. 4.00 til kl. 6.00 fáa bakarar og kondittarar 55% av vanligari sáttmálaløn sambært §10 eyka um tíman vanligar yrkadagar og 70% av vanligari sáttmálaløn sambært §10 eyka leygardag og halgidagar.
Stk. 2. Servicefak
Har sum vanligt er fyri einstøk fak (servicefak) at arbeiða leygardag verður latið eyka:
kl. 8.00 - 14.00 ....................... 35 %
kl. 14.00 - úteftir........................ 100 %
§ 19.
Útgreinaðar reglur um koyring og burturarbeiði hjá handverkarum og serarbeiðarum
Stk. 1. Handverkari verður settur í starv eftir setanarskrivi við einum av hesum trimum møguleikunum:
- Handverkari við føstum arbeiðsstaði
- Handverkari við skiftandi føstum arbeiðsstaði
- Handverkari sum veitir kundum tænastur / servicefólk
Handverkari settur eftir A er størsta partin av tíðini á einum arbeiðsstaði. Arbeiðsplássið er skrásett adressa hjá fyritøkuni. Handverkari settur eftir B arbeiðir t.d. í byggivinnuni, og hevur tí ymisk byggipláss sum fast arbeiðsstað í eina ávísa tíð. Handverkari settur eftir C veitir skiftandi kundum tænastur og koyrir regluliga út at loysa uppgávur á staðnum – vanliga kalla servicefólk, ið ikki hava fast arbeiðsstað.
Stk. 2. Skilt verður millum Útiarbeiði og Burturarbeiði.
Útiarbeiði er: Arbeiði, sum verður gjørt aðrastaðni enn á tí arbeiðsplássi, har viðkomandi er starvssettur sambært setanarskrivinum, og handverkarin kann koma fram og aftur sama dag.
Burturarbeiði er: Arbeiði, sum verður gjørt aðrastaðni enn á tí arbeiðsplássi, har viðkomandi er starvssettur sambært setansrskrivinum, og neyðugt er at gista.
Stk. 3. Ferðingartíð frá heimi og til arbeiðspláss og aftur telur sum meginregla ikki við í arbeiðstíðina.
Stk. 4. Fyri fólk sett eftir A (fast arbeiðsstað) er fylgjandi galdandi:
Útiarbeiði:
- Tá handverkari er møttur til arbeiðis á fasta arbeiðsstaðnum og verður sendur aðrastaðni at arbeiða, og arbeiðsdagurin íroknað ferðingartíð verður longri enn 8 tímar, verður løn í ferðingartíðini goldin sambært § 18, stk. 1 og stk. 2.
- Ferðing til útiarbeiðsplássið verður tó bara lønt í tann mun hetta tekur longri tíð enn til fasta arbeiðsstaðið.
- Fyri beinleiðis ferðaútreiðslur verður goldið soleiðis:
i) Verður almennur flutningur nýttur millum heim og útiarbeiðspláss, verður goldið fyri ferðaútreiðslur í tann mun hesar eru størri, enn um møtt varð á fasta arbeiðsstaðnum.
ii) Nýtir handverkari egnan bil til flutningin millum heim og útiarbeiðspláss, verður samsýning latin fyri hvønn kilometur, men tó bert í tann mun hesir eru fleiri, enn um møtt varð á fasta arbeiðsstaðnum. Henda samsýning verður latin eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum hjá tí almenna. Goldið verður eisini fyri flutning við ferju, møguligt tunnilsgjald vm.
iii) Skipar fyritøkan sjálv fyri flutninginum, verður einki endurgjald latið fyri beinleiðis flutningsútreiðslur. - Meistarin hevur ikki skyldu at rinda fyri kost. Undantikið er tó, um handverkarin ikki visti av, at hann skuldi røkja útiarbeiði. Hettar merkir, at handverkarin skal hava boð um útiarbeiði í seinasta lagi dagin fyri. Verður hettar ikki gjørt, hevur meistarin skyldu at rinda fyri kost.
Burturarbeiði (Somu ásetingar sum undir Útiarbeiði, tó við hesari broyting):
Meistarin hevur skyldu at rinda fyri vistarhald (kost og logi). Skipar meistarin ikki fyri vistarhaldinum, hevur hann skyldu at gjalda eftir rokning á rímuligum støði, um ikki onnur avtalað fyriliggur.
Stk. 5. Fyri fólk sett eftir B (skiftandi fast arbeiðsstað) er fylgjandi galdandi:
Útiarbeiði:
- Ferðing til útiarbeiðsplássið verður lønt í tann mun hetta tekur longri tíð enn til fasta arbeiðsstaðið.
- Fyri beinleiðis ferðaútreiðslur verður goldið soleiðis:
i) Verður almennur flutningur nýttur millum heim og útiarbeiðspláss, verður goldið fyri ferðaútreiðslur í tann mun hesar eru størri, enn um møtt varð á fasta arbeiðsstaðnum.
ii) Nýtir handverkari egnan bil til flutningin millum heim og útiarbeiðspláss, verður samsýning latin fyri hvønn kilometur, men tó bert í tann mun hesir eru fleiri, enn um møtt varð á fasta arbeiðsstaðnum. Henda samsýning verður latin eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum hjá tí almenna. Goldið verður eisini fyri flutning við ferju, møguligt tunnilsgjald vm.
iii) Skipar fyritøkan sjálv fyri flutninginum, verður einki endurgjald latið fyri beinleiðis flutningsútreiðslur. - Meistarin hevur ikki skyldu at rinda fyri kost. Undantikið er tó, um handverkarin ikki visti av, at hann skuldi røkja útiarbeiði. Hettar merkir, at handverkarin skal hava boð um útiarbeiði í seinasta lagi dagin fyri. Verður hettar ikki gjørt, hevur meistarin skyldu at rinda fyri kost.
Burturarbeiði (Somu ásetingar sum undir Útiarbeiði, tó við hesari broyting): - Meistarin hevur skyldu at rinda fyri vistarhald (kost og logi). Skipar meistarin ikki fyri vistarhaldinum, hevur hann skyldu at gjalda eftir rokning á rímuligum støði, um ikki onnur avtalað fyriliggur.
Stk. 6. Fyri fólk sett eftir C (servicefólk)
- Tá fólk vera sett við seturnarskrivi í bólki C, skal serlig avtala gerðast millum arbeiðsgevara og servicefólk um arbeiðsumstøðurnar.
- Fyri burturarbeiði verður tað sama galdandi, sum fyri setunarbólkarnar A og B.
Stk. 7. Ferðing uttanlands: Ferðing uttanlands verður samsýnt sambært teimum almennu reglunum, um eingin onnur avtala er gjørd.
Stk. 8. Nýtsla av egnum bili í samband við tænastu fyri meistarin: Nýtir handverkarin egnan bil í arbeiðsørindum, fær hann samsýning fyri hvønn koyrdan kilometur, eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum hjá tí almenna.
Stk. 9. Meistarin kann soleiðis ikki áleggja handverkaranum at nýta egnan bil í samband við arbeiði.
Stk. 10. Fyri starvsfólk sett innan 1. oktober 2007 er galdandi, at gjørdar avtalur millum handverkara og meistara ikki mugu gerast verri orsakað av hesari avtalu. Broytingar í slíkum avtalum skulu tí varslast við uppsagnarfreist.
§ 20.
Yvirtíðarløn
Stk. 1. Yvirtíðin verður goldin soleiðis fyri bæði handverkarar og serarbeiðarar:
Fyri fyrstu 4 tímarnar, vanlig løn + 35 %
Fyri næstu 3 tímarnar, vanlig løn + 60 %
Fyri fylgjandi tímar, vanlig løn + 100 %
Leygardag.................. + 100 %
Stk. 2. Sunnu- og halgidagar og frídagar verða goldnir við 100%, ið líkaleiðis verða at standa við í neyðugum framhaldsarbeiði.
Stk. 3. Fyri arbeiði í mattíð verður goldin tvífald løn.
Stk. 4. Yvirtíð - um arbeitt verður meira enn 8 tímar á vaktini - við skiftisarbeiði eins og sunnu-og halgidagar verður goldið eftir stk. 1 í hesi grein.
Stk 5. Tá arbeiði endar aftaná midnátt, og færri enn 6 tímar eru, til byrjað verður aftur, verður ikki farið niður í løn.
§21.
Stk. 1. Yvirarbeiðstíð verður ikki roknað, fyrrenn vanligi arbeiðsdagurin sambært avtalu er vunnin (8 tímar), um høvi hevur verið til tess. Undantikið er tó sjúka og náttararbeiði, ið stends av meistarans ella virkisins ávum.
Stk. 2. Tá ið limur verður boðsendur av meistara uttanfyri vanliga arbeiðstíð, verður goldin vanlig sáttmálaløn + hesi ískoyti:
+ 35% í tíðini kl. 18 - 21
+ 60% í tíðini kl. 21 - 24
+ 100% í tíðini kl. 24 - 06
Tá arbeiði endar aftaná midnátt, og færri enn 6 tímar eru, til byrjað verður aftur, verður ikki farið niður í løn.
§ 22.
Útgjalding
Stk. 1. Lønin verður goldin eftir fastari skipan annaðhvørt fyri eina viku ella tvær vikur ísenn. Um serlig avtala verður gjørd millum einstøk virkir og avvarandi fakfelag (Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna), kann lønarútgjalding tó fara fram fyri ein mánaða í senn.
Stk. 2. Saman við útgjaldingini skal vikuseðil (-seðlar) fylgja við.
Stk. 3. Meistarin skal rinda løn, frítíðarløn, eftirlønargjald og møguliga onnur gjøld, sum meginfeløgini semjast um, um A-skattaskipanina.
Stk. 4. Øll sáttmálatengd gjøld verða framd samstundis sum lønarflytingar.
§ 23.
Tilkallivakt
Handverkari, sum hevur tilkallivakt, verður frá mánadegi til og við fríggjadag kl. 24.00 løntur við vaktargjaldi, ið er 14% av vanligari sáttmálaløn sambært grein 10. Eftir fríggjadag til vanliga arbeiðstíð mánamorgun verður handverkari løntur við vaktargjaldi, ið er 28% av vanligari sáttmálaløn sambært grein 10. Fyri tilkallivakt halgidagar og fastar frídagar verður vaktargjaldi eins og í vikuskiftinum.
Kapittul 5: Gjøld
§ 24.
Limagjald
Stk. 1. Á hvørjum arbeiðsplássi kann verða avtalað, hvørt meistari skal eftirhalda limagjald hjá limum í handverkarafeløgum.
Stk. 2. Vanligur meiriluti av handverkarum, serarbeiðarum og meistara á arbeiðsplássinum skal vera fyri hesum og atkvøðast skal við seðlum.
Stk. 3. Verður avtalað, at meistari skal eftirhalda limagjald, verður hetta at rinda til avvarandi handverkarafelag eftir nærri avtalu.
§ 25.
Útbúgvingargrunnur
Til útbúgvingar- og eftirútbúgvingar av handverkarum og handverksmeistarum gjalda handverkarar og handverksmeistarar hvør 0,07% av vanligari sáttmálaløn sambært grein 10 í grunn av hvørjum arbeiðstíma.
§ 26.
Eftirløn og lívstrygging
Stk. 1. Meistararnir rinda 13% av lønini í ein eftirlønargrunn hjá Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna.
Frá 1. oktober 2025 verður gjaldið 13,5% av allari A-inntøku (løn og frítíðarløn/frítíðarískoyti) í ein eftirlønargrunn hjá Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna.
Stk 2. Tá arbeiðsfólk, sum hevur verið í minsta lagi 1 ár í starvi hjá verandi arbeiðsgevara, doyr, meðan hann/hon er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/sambúgvi ella børn undir 18 ár, sum arbeiðsfólk hevur skyldu at uppihalda, rætt til eftirsitiløn fyri tann mánaðin, tá viðkomandi doyr, og 3 mánaðar fram.
Fyri tímalønt verður lønin roknað sum miðaltalið av tí løn, sum er útgoldin av verandi arbeiðsgevara seinastu 12 mánaðirnar, sum viðkomandi hevur verið til arbeiðis.
Stk. 3. Eftirlønargrunnurin er bæði fyri sveinar og serarbeiðarar í handverksfakinum.
Stk. 4. Tá handverkari er fyltur 67, verður lønarkvotienturin svarandi til eftirlønargjaldið útgoldin sum løn. Sama er galdandi fyri persónar, sum samb. § 1, stk . 5 í eftirlønarlógini eru frítiknir fyri at rinda í eina føroyska eftirlønarskipan.
Kapittul 6: Aðrar ásetingar
§ 27.
Etingar- og klædnarúm
Víst verður til ásetingar í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi nr. 52 frá 4. mai 2017 og kunngerðir.
§ 28.
Arbeiðsklæðir, verndarklæðir og útsúgving
Stk. 1. Bakarar fáa frí arbeiðsklæðir.
Stk. 2. Sveisarar, maskinsmiðir og aðrir, ið hava við sveisi-, skeri- og slípiarbeiði at gera, fáa ókeypis verndarklæði, so sum svintu, ermar, handskar o.a. frá meistaranum.
Stk. 3. Tá ið sveisað verður inni í tanga, skal útsúgving vera.
Stk. 4. Arbeiðsgevari útflýggjar arbeiðsklæði til handverkarar, um ikki onnur skipan er galdandi. Arbeiðsgevarin ger tá av, hvørji klæði og hvussu ofta hesi kunnu verða útflýggjað. Ynskir handverkari onnur ella dýrari klæði, rindar hann munin. Viðvíkjandi trygdar- og verndarútgerð verður víst til kunngerð nr. 131 frá 4. september 1995 um persónliga verndarútgerð.
§ 29.
Tær eftirlitsskipanir, sum arbeiðsgevarin setir í verk, skulu vera grundaðar á trygd og/ella á rakstrarlig atlit, og hava eitt skynsamt endamál.
Eftirlitsskipanir skulu ikki føra við sær óneyðugan ampa fyri arbeiðsfólkini, og rímiligur samanhangur skal vera millum endamálið við eftirlitinum og tann hátt, sum eftirlitið verður framt. Arbeiðsgevarin skal skrivliga kunna arbeiðsfólkini, áðrenn eftirlitsskipan verður sett í verk.
Er neyðugt at seta í verk eftirlit uttan at til ber at boða frá, skal arbeiðsgevarin tó skjótast til ber boða arbeiðsfólkunum frá, at eftirlitsskipanin er sett í verk, og hvør orsøkin er til hetta.
§30.
Partarnir eru samdir um, at tað er av týdningi, at handverkarar verða mentir við upplæring, eftirútbúgving og skeiðsluttøku.
Tá handverkara verður álagt at fara á skeið, verður hetta avroknað sambært hesum sáttmála umframt møguligar viðbøtur, tó í mesta lagi 8 vanligar tímar um dagin. Hetta er eisini galdandi, um hesi skeið fella á leygardag, sunnudag ella fastan frídag.
Kapittul 7: Skipanarviðurskifti
§ 31.
Partarnir eru samdir um, at teir hava felags áhuga í, at allir arbeiðsgevarar/meistarar eru skipaðir sum limir í arbeiðsgevarafeløgunum, og at allir handverkarar eru skipaði sum limir í handverkarafeløgunum.
Arbeiðsgevarafelagið/Handverksmeistarafelagið arbeiðir fyri at kunna arbeiðsgevarar/ meistarar um teir fyrimunir, sum eru við limaskapi í arbeiðsgevarafelag og at arbeiða fyri slíkum limaskapi. Somuleiðis arbeiða handverkarafeløgini fyri at kunna handverkarar um teir fyrimunir, sum eru við limaskapi í handverkarafeløgunum og eisini at arbeiða fyri slíkum limaskapi.. Partarnir arbeiða fyri at tryggja at verandi sáttmálar verða hildnir.
Handverkarar og meistarar hava skyldu at siga feløgunum frá, tá ið óskipaðir handverkarar ella meistarar arbeiða á sama arbeiðsstað.
§ 32.
Arbeiðsmans arbeiði
Um handverkari, sum er settur eftir handverkarasáttmálanum, ger arbeiðsmans arbeiði, skal hann ikki fara niður í løn.
§ 33.
Viðurskiftir hjá nevndarlimum
Stk. 1. Um limur kennir seg nervaðan, av tí at hann er nevndarlimur í handverkara- ella handverksmeistarafelag, kann hann kæra til nevndina, ið hann er limur í.
Stk. 2. Nevndin skal viðgera kæruna beinanvegin og áðrenn 3 dagar senda hana við einum tilmæli til meginfelag sítt.
Stk. 3. Meginfelagið, ið hevur fingið kæruna, skal viðgera hana beinanvegin.
Stk. 4. Er kæran av slíkum slag, at hon viðkemur báðum meginfeløgunum, skal felagsfundur verða sum skjótast og áðrenn 3 dagar frá tí degi, at annað meginfelagið hevur fingið kæruna frá heimafelag.
§ 34.
Ósemja um arbeiðið
Stk. 1. Verður ósemja um arbeiði, sum ikki er tilskilað í sáttmálanum, skulu feløgini samráðast um arbeiðs- og lønarviðurskifti hesum viðvíkjandi, áðrenn farið verður til nevndarviðgerð.
Stk. 2. Allar trætur um rættu fatan av sáttmálanum verða avgjørdar av eini nevnd.
Stk. 3. Hvørt felag sær velur 2 limir til nevndina. Kemur nevndin ikki ásamt, verður dómarin ella annar av honum nevndur persónur uppmaður. Hansara avgerð verður at taka til fulnar.
§ 35.
Álitismannaskipan
Álitismannaskipanin er viðurkend av báðum feløgunum. Sí reglugerð fyri álitismannaskipanina.
§ 36.
Sersáttmáli
Limafeløgini kunnu gera sersáttmála sínámillum, tó skal ein tílíkur sáttmáli ikki stríða ímóti sáttmálum meginfelaganna.
Kapittul 8: Gildi og uppsøgn
§ 37.
Gildi og uppsøgn
Stk. 1. Hesin sáttmáli hevur gildi frá 1. oktober 2024 at rokna. Sáttmálin kann uppsigast av báðum pørtum við 2 mánaða freist, til ein 1. oktober , tó í fyrsta lagi til 1. oktober 2026 .
Tórshavn, hin 24. september 2024
Fyri Føroya Handverkarafelag
Suni Simonsen, form.
Fyri Landsfelag Handverkaranna
Daniel P. Djurhuus, form.
Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag
Kristoffur Laksá
Fyri Føroya Handverksmeistarafelag
Magnus Magnussen, form.