Lærlingasáttmálin

§ 1.
Avtaluøkið

Hesin sáttmáli er galdandi fyri handverkslærlingar, sum eru undir útbúgving sambært yrkisútbúgvingarlógini, og sum eru í starvi hjá meistarum/virkjum, sum eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag.

§ 2.
Arbeiðstíð

Stk. 1. Vanliga arbeiðsvikan er 40 tímar frá 1. januar 1980 sambært løgtingslóg nr. 37 frá 1. juni 1978. Tann dagliga arbeiðstíðin er tann sama, sum er galdandi fyri hini starvsfólkini á virkinum (sveinarnar).

Meistarin hevur skyldu til at rinda lærlinginum løn fyri tað vikutímatal, sum avtalað er í lærusáttmálanum.

Stk. 2. Er lærlingur burtur frá arbeiði/skúla uttan lógliga grund, hevur virkið/meistarin ikki skyldu at rinda lærlinginum løn fyri tíðarskeiðið, lærlingurin er burtur.

§ 3.
Skiftisarbeiði

Lærlingar kunnu arbeiða í skiftisvaktum á sama hátt sum sveinarnir.

Skiftisvaktarviðbótin verður goldin við somu prosentsatsum sum lærlingalønin av sveinalønini.

Tá ið arbeitt verður í skiftum, verður mattíðin ikki frádrigin fyri 2. og 3. holdið.

§ 4.
Frítíðarløn

Víst verður til løgtingslóg um Frítíð við løn. Lærlingurin fær frítíðarløn, p.t. 12%, eisini av yvirtíð.

§ 5.
Barsil

Víst verður til løgtingslóg um Barsilsskipan.

§ 6.
Sjúka

Viðvíkjandi sjúku verður víst til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku. Um arbeiðsgevari í aðramáta ynskir læknaváttan, er hetta fyri arbeiðsgevarans rokning.

§ 7.
Frídagar

Ásetingarnar um frídagar í høvuðssáttmálanum eru eisini galdandi fyri lærlingar. Í løtuni eru frídagarnir hesir: 1. mai, ólavsøkudagur og nýggjársaftan eru heilir frídagar. Flaggdagur, grundlógardagur, 1.november og jólaaftan aftaná kl. 12.00. Meistarin rindar ikki løn fyri frídagar og halgidagar, men rindar 1,5% í eftirlønargrunn fyri hetta.

§ 8.
Løn

Lærlingar fáa ta til eina og hvørja tíð galdandi løn, sum er avtalað millum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna. Tað er:

1. árið 35% av sveinalønini
2. árið 40% av sveinalønini
3. árið 50% av sveinalønini
4. árið 60% av sveinalønini
5. árið 70% av sveinalønini.

Lærlingur byrjar altíð á 1. árið. Er lærutíðin tildømis 3 ár, byrjar lærlingur á 1. ári og heldur so fram á 2. og 3. ári. Undantak er tó, tá ið lærutíðin verður stytt. Tá verður tað stytta tíðarskeiðið drigið av tí 1.árinum. Fær lærlingur tildømis 20 vikur stytta lærutíð, verður lærutíðin á 1. árið 32 vikur. Síðani flytur lærlingurin á 2. árið osv.

§ 9.
Løn í skúlatíðini

Stk. 1. Tá ið lærlingur er í skúla, hevur meistarin skyldu til at rinda honum løn.

Stk. 2. Um lærlingurin verður biðin at møta til arbeiðis í skúlaskeiðnum, skal hann lønast sambært grein 13 um yvirtíð. Um lærlingurin hevur fingið góðskrivað lærugreinar, fær lærlingurin serarbeiðaraløn fyri tíðina, lærlingurin verður kallaður inn teir tímarnar, har lærlingurin er frítikin fyri skúlagongd.

§ 10.
Koyring og burturarbeiði

§19 í høvuðssáttmálanum um koyring og burturarbeiði hjá handverkarum og serarbeiðarum er eisini galdandi fyri lærlingar.

§ 11.
Eftirløn

Meistararnir rinda 13% av lønini í ein eftirlønargrunn hjá Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna.

Frá 1. oktober 2025 verður gjaldið 13,5% av allari A-inntøku (løn og frítíðarløn/frítíðarískoyti) í ein eftirlønargrunn hjá Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna.

Eftirløn í §7 er íroknað hesa eftirløn.

§ 12.
Lønarútgjalding

Stk. 1. Lønin verður goldin eftir fastari skipan annaðhvørt fyri eina viku ella tvær vikur ísenn.

Stk. 2. Saman við útgjaldingini skal vikuseðil (-seðlar) fylgja við.

Stk. 3. Øll sáttmálatengd gjøld verða framd samstundis sum lønarflytingar.

§ 13.
Yvirtíð

Fyri yvirarbeiði verður øll læruárini goldið serarbeiðaraløn á 1. árið + hesi prosent:

Fyrstu 4 tímarnar + 35%
Næstu 3 tímarnar + 60%
Fylgjandi tímar + 100%

Leygardag:

Fyrstu 5 tímarnar + 35%
Fylgjandi tímar + 60%

Sunnu- og halgidagar: + 100%

Yvirtími, sum er út yvir 40 tíma viku/8 tímar um dagin, kann verða avspákaður, um arbeiðsgevari og lærlingur eru samd um hetta. Avspákað verður tíma fyri tíma og meirvirði verður útgoldið.

§ 14.
Arbeiðssteðgur

Lærlingur kann ikki luttaka í arbeiðssteðgi á arbeiðsmarknaðinum.

§ 15.
Forskotin tíð

Fyri arbeiðir innanfyri hesi tíðarskeið verða goldnar hesar viðbøtur (forskotin tíð). Viðbøturnar verða roknaðar av serarbeiðaraløn á 1. árið.

Yrkið

Tíðarskeið

Viðbót 1. mai 2024

Bakara- og kondittaralærlingar

Allir dagar millum kl. 18.00-04.00

26,45%

Sunnu- og halgidagar kl. 00.00-24.00 (alt døgnið) og frídagar

35%

Kokka- og tænaralærlingar

Gerandisdagar kl. 18-06

3,03%

Leygardagar, sunnu- og halgidagar

4,16%

Frisørlærlingar

Sunnudag

Verður goldið eins og yvirtíð hjá  lærlingum

§ 16.
Limagjald

§ 24 í høvuðssáttmálanum er galdandi fyri lærlingar. Greinin er p.t. soljóðandi:

“ Stk. 1. Á hvørjum arbeiðsplássi kann verða avtalað, hvørt meistari skal eftirhalda limagjald hjá limum í handverkarafeløgum.

Stk. 2. Vanligur meiriluti av handverkarum, serarbeiðarum og meistara á arbeiðsplássinum skal vera fyri hesum og atkvøðast skal við seðlum.

Stk. 3. Verður avtalað, at meistari skal eftirhalda limagjald, verður hetta at rinda til avvarandi handverkarafelag eftir nærri avtalu.”

§ 17.
Arbeiðsklæði, verndarklæðir og útsúgving

Grein 28 í høvuðssáttmálanum um arbeiðsklæði, verndarklæði og útsúgving er eisini galdandi fyri lærlingar.

§ 18.
Gildi og uppsøgn

Gildiskoma og uppsøgn fylgir høvuðssáttmálanum.

Tórshavn, hin 24. september 2024

Fyri Føroya Handverkarafelag
Suni Simonsen, form.

Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag
Kristoffur Laksá

Fyri Landsfelag Handverkaranna
Daniel P. Djurhuus, form.

Fyri Føroya Handverksmeistarafelag
Magnus Magnussen, form.