Sersáttmáli millum
Maskinmeistarafelagið
og
Reiðarafelagið fyri Handilsskip
Sersáttmáli fyri maskinmeistarar við størri skipum í frálandavinnu
§1
Sáttmálaøki
Hesin sáttmáli fevnir um skip í frálandavinnu, har bæði BT og framdráttarmegi eru 3000 ella hægri. Sáttmálin er eisini galdandi fyri tænastuskip til alivinnuna, sum er skrásett í føroysku altjóða skipaskránni.
Stk.2. Uttan mun til ásetingina í stk. 1 fevnir sáttmálin um skip undir 3000 BT / KW um manningin verður lønt mánaðarliga.
Stk. 3. Høvuðssáttmálin millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Handilsskip er galdandi fyri hesi skip í tann mun niðanfyri nevndu viðurskifti ikki víkja frá høvuðssáttmálanum.
Undantikið er tó § 2 stk. 10-12 í høvuðssáttmálanum, sum ikki er galdandi.
§ 2
Hýrur
Mánaðarliga hýran verður ásett við útgangsstøði í høvuðssáttmálanum fyri tann lønarflokk, sum er galdandi fyri tað ávísa skipið í KW.
Stk.2. Fasta mánaðarhýran er fyri 12 tímar um samdøgrið.
Stk. 3. Lønin er ásett í fylgisskjali til henda sáttmála og er at meta sum partur av hesum sáttmála.
Viðbót fyri ásetingina í § 5, stk, 1 í hesum sersáttmála fyri frálandavinnu (Multi purpose standby, supply- og ankerhandler vessels) er íroknað lønirnar í hesi lønartalvu. Hetta merkir, at verður ásetingin broytt, verður lønartalvan broytt samsvarandi.
§ 3
Yvirtíð
Um farið verður út um 84 tímar um vikuna, verður goldin yvirtíð sambært reglunum í § 3 í høvuðs-sáttmálanum.
§ 4.
Frítíð og útmynstring
Arbeitt verður eftir einari 1:1 skipan. Ferðing er íroknað frítíð, sí tó avmarkingar í stk. 2. Íroknað hesum frídøgum er frítíð sambært løgtingslóg um frítíð við løn nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum.
Stk. 2. Útmynstringin er í mesta lagi 6 vikur umborð, og 2 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir. Triði ferðadagur er at rokna sum 0-dagur. Um siglt verður uttanfyri Norðurevropa er útmynstringin tó í mesta lagi 8 vikur umborð, og 3 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir.
Stk. 3. Um farið verður út um ávikavist 6 og 8 vikur umborð verður goldið 1/2 frídag eyka fyri hvønn dag út yvir. Um farið verður 14 dagar út um ávikavist 6 og 8 vikur, verður goldið 1 frídag eyka fyri hvønn dag út yvir teir 14. Hetta er tó ikki galdandi um maskinmeistari sjálvur hevur ynskt, at vera longur umborð.
§ 5.
Arbeiðssteðgur
Maskinmeistarar, íð mynstra eftir hesum sersáttmála frásiga sær rættin til, at fara í arbeiðssteðg í eitt 4 ára skeið, roknað frá 1. mars 2024.
Stk. 2. Hýruhækkingar í høvuðssáttmálanum eru eisini galdandi fyri henda sáttmála við somu gildiskomu.
Stk. 3. Sjálvt um sáttmálin er uppsagdur, og tíðarfreistin fyri endurnýggjan er úti, skulu partarnir yvirhalda gamla sáttmálan til ein nýggjur er góðkendur ella arbeiðssteðgur er settur í verk eftur reglunum niðanfyri.
Stk. 4. Partarnir viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum til at lýsa og seta í verk arbeiðssteðg eftir hesum reglum.
Stk. 5. Arbeiðssteðgur kann bert setast í verk um so er, at hann er rættstundis fráboðaður mótpartinum.
Stk. 6. Um tað er ætlanin, at seta arbeiðssteðg í verk, skal tað kunngerast hinum partinum við serligum innskrivaðum brævi í minsta lagi 1 mánaða frammanundan, at arbeiðssteðgurin er ætlaður at verða settur í verk.
Stk. 7. Sum arbeiðssteðgur er her at rokna verkfall, verkbann, ella onnur niðurlegging av arbeiðinum. Tað er ikki loyvt at seta í verk arbeiðssteðg, meðan sáttmálin er í gildi.
§ 6
Bjarging
Um reiðaríið við sáttmála hevur frásagt sær rætt til bjargingarløn í tí dagliga arbeiðinum, hava maskin-meistarar og motorpassarar ikki rætt til bjargingarløn.
§ 7.
Gildi sáttmálans
Stk. 1. Hesin sáttmálin tekur við 1. mars 2023. Viðvíkjandi uppsøgn fylgir hann høvuðssáttmálanum.
Tórshavn, 17. februar 2023
Maskinmeistarafelagið
Reiðarafelagið fyri Handilsskip