Sjómannadeild FF´s

Sáttmáli millum Sjómannadeild FFs
og
Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Millum Sjómannadeild Føroya Fiskimannafelags og Reiðarafelagið fyri Handilsskip verður gjørdur hesin sáttmáli vegna tann partin av manningini, sum ikki er umfataður av øðrum sáttmálum.

Sáttmálin fevnir tó ikki um fólk, hvørs støða hjá reiðarínum er av tílíkum slagi, at hon gevur rætt til at disponera í stóran mun bindandi fyri reiðaríið.

§ 1.
Hýra

Stk.1. Hýran hækkar 1. mars 2023 við 3,80%. Hin 1. mars 2024 hækkar lønin við 4,04%. Mánaðarløn er sambært hjáløgdu lønartalvum.

Stk. 2. Heitið skipsassistentur á 3. stigi eru manning við ferðamannaskipi yvir 21.000 BT, sum kemur umborð uttan at hava siglingstíð við handilsskipi frammanundan, sum ikki hevur handverkaraútbúgving, ella har handverkaraútbúgving ikki er neyðug til tess at røkja viðkomandi starv. Eisini fevnur hesin lønarbólkur um manning, sum er sett í tíðaravmarkað starv, har tíðaravmarkingin í mesta lagi er 1 ár.

Fyri skipsassistentar á 3. stigi verður starvsaldur innvunning frá í fyrsta lagi 1. mars 2009.

Fyri at manningin eisini skal kunna fevnar um skipsassistentar á 3. stigi, skulu í minsta lagi tríggir skipsassistentar á 1. og 2. stigi vera í starvi. Av hesum skal tó í minsta lagi vera ein skipsassitentur á 1. stigi.

Stk. 3. Lærlingar við ferðamannaskipum yvir 21.000 BT fáa hesa løn:
           1. árið................50% av sveinalønini
           2. árið................55% av sveinalønini
           3. árið................60% av sveinalønini
           4. árið................75% av sveinalønini

Stk. 4. Fyri manning undir 19 ár við øðrum skipum enn ferðamannaskipum verður hýran tó í minsta lagi:
            Kokkahjálparar.........................50%
            15-16 ára gomul.....................65%
            17-18 ára gomul......................75%

Tó verður undir øllum umstøðum goldin full løn eftir 2 ára siglingartíð, t.v.s. 3 ára starvstíð.

Stk.5. Óroyndir sjómenn við øðrum skipum enn ferðamannaskipum, 19 ára gamlir og eldri, byrja við í minsta lagi 80% av hýruni fyrsta árið í starvi. Annað árið fáa teir 90% og frá og við 3. ári 100%. Menn við royndum innan aðra sjóvinnu byrja við í minsta lagi 90% fyrsta árið og síðani 100%. Henda regla skal tó ikki galda fyri sjómenn, sum longu nú eru í starvi.

Stk. 6. Starvsaldursviðbøturnar verða latnar sambært lønartalvuni. Starvstíð er at skilja sum setanartíð í sama reiðaríði. 

Stk. 7. Tímalønin fyri lossing verður sett til kr 135 pr. tíma.

Stk 8. Bátsmenn fáa kr. 1.800 eyka.

Stk 9. Smyrjarar fáa kr. 1.215,00 eyka.

Stk. 10. Tá gjaldandi ferðafólk eru við skipi, og kokkurin ikki hevur aðra skipan, skulu kokkur og reiðarí gera avtalu sínamillum um samsýning fyri hetta.

Stk. 11. Serlig viðbót, á kr. 800 um mánaðin, verður latin fyri sigling við tangaskipum.

Fyri tangaskip kemur øll lønarhækkingin fyri sáttmálaskeiðið uppá hýruna frá 1.mars 2004.

Stk. 12. Fyri tilkallivakt verður fyri hvønn vaktartíma latið kr. 22. Verður dekkari tilkallaður verður latið úrtíð fyri minst 2 tímar. Við tilkallivakt er at skilja, at dekkari við í mesta lagi 20 min. freist kann møta á arbeiðsstaðnum.

Stk. 13. Fyri útsigling, tað er tá manningin er meira enn 3 mánaðir úr Føroyum, fær manningin kr. 676 eyka um mánaðin fyri ta tíðina, sum er útyvir 3 mánaðir.

Stk. 14. Manningin hevur rætt til at fáa hýruna útgoldna í seinasta lagi tann 1. í mánaðinum aftaná, at hon er vunnin. Verður hon goldin aftaná tann 10. í tí fylgjandi mánaðinum, skulu 1,5% leggjast afturat, og annars 1,5% fyri hvønn mánaða resthýran ikki er goldin.

Stk. 15. Lønarútgjaldingin skal ikki steðga, sjálvt um menn ikki sleppa umborð aftur, tá frídagarnir eru uppbrúktir. Tó kunnu upp til 10 dagar mótroknast komandi frídøgum, um menn ikki eru slopnir avstað aftur til tíðina.

§ 2.
Eftirlønartrygging:

Reiðaríið rindar sum eftirløn 12,50% av grundhýruni til eina av báðum pørtum góðkenda eftirlønarskipan.

Eftirlønargevandi er grundhýran sambært lønartalvuni umframt hesar viðbøtur:
            allar viðbøtur nevndar í §1, stk. 2
            tann í lønartalvuni nevnda kokkaviðbót
            tær viðbøtur, sum eru nevndar í §2, stk. 3 í sersáttmálanum fyri frálandsvinnu
            (Multi purpose standby, supply- og ankarhandler vessels).

Stk. 2. Eftirlønin verður flutt samstundis sum lønin verður goldin.

Útlendingar, sum smb. § 1, stk 5 í eftirlønarlógini eru frítiknir fyri at rinda til eina føroyska eftirlønarskipan, og føroyingar, sum hava nátt pensiónsaldur, fáa ístaðin upphæddina, sum skuldi verið flutt sum eftirløn, útgoldnað sum løn. Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum skulu rindast samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, soleiðis at útreiðslan hjá arbeiðsgevara verður óbroytt

Stk. 3. Fyri tey, sum eru sett 5 mánaðir ella styttri, kann eftirlønargjaldið eftir avtalu við avvarandi reiðarí verða goldið sum løn ella eftirløn. Verður eftirlønin útgoldin sum løn, er umrokningarfaktorurin 0,8.

§ 3.
Frítíð

Stk. 1. Fyri hvørjar 30 dagar umborð fær manningin 30 dagar frí við fullari hýru. Íroknað hesum frídøgum er frítíð samb. galdandi løgtingslóg um frítíð nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum.

Stk. 2. Í samband við avvikling av frítíð hevur manning rætt til at halda minst 25 samanhangandi frídagar pr. 30 dagar útmynstring, áðrenn útmynstring. Restin kann avroknast til útgjaldingar sambært verandi sáttmála.

Stk. 3. Sjómenn hava rætt til fyri egna rokning at fáa 1 viku frítíð eyka.

Stk. 4. Fyrsti frídagur er dagurin aftaná heimkomu til heimland sjómansins, og seinasti frídagurin er dagurin, áðrenn farið verður úr heimlandi sjómansins.

Stk. 5. Hýra í frítíðini verður útgoldin mánaða fyri mánaða, meðan frítíðin verður hildin.

Stk. 6. Reiðaríið verður at leggja frítíðina tilrættis soleiðis, at eftir 10 vikur útmynstring eigur viðkomandi fría ferð og frí eftir stk. 1 við somu føstu mánaðarløn, sum undir útmynstring. Verður skift týttari, verður tað uttan kostnað fyri reiðaríið. Um partur av frítíðini verður hildin innan 3 mánaðir í vinnu, kann somleiðis serstøk avtala gerast millum manning og reiðarí viðvíkjandi 2. stk. í hesi grein.

Stk. 7. Fráboðan um frítíð skal verða reiðarínum í hendi í seinasta lagi 14 dagar, áðrenn farið verður í land.

Stk. 8. Ikki avgreiddir frídagar kunnu eftir avtalu goymast og verða avgreiddir og evt. útgoldnir eftir reglunum í sáttálanum.

Stk. 9. Manningin hevur rætt til frítíðarískoyti samb. § 11, stk 1 í galdandi løgtingslóg um frítíð við løn nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum.

§ 4.
Eftirútbúgvingar og skeiðvirksemi

Stk. 1. Manning hevur skyldu til eftir boðum frá reiðarínum í álmannakkaárinum at nýta upp í 5 álmanakkadagar av frídøgunum til skeiðvirksemi. Hevur reiðaríið ikki boða frá áðrenn 1. desembur, ber ikki til at taka av frídøgunum til skeið í viðkomandi álmanakkaári.

Stk. 2. Partarnir eru samdir um eina nýggja afturgjaldsskipan í samband við skeið og útbúgvingarætlanir sum ikki eru kravd, og sum hava eitt samlað virði yvir 30.000 kr.

Í samband við tílík skeið/útbúgvingarætlanir kann ein sjálvboðin skrivlig útbúgvingaravtala (sáttmáli) gerast við starvsfólkið um treytirnar fyri afturgjalding av skeið- ella útbúgvingargjøldum, sum reiðaríðið hevur goldið, til tess at mótvirka at starvsfólkið innan eitt tíðarskeið upp á hægst 12 mánaðir, sigur seg úr starvi hjá reiðarínum.

Sáttmálin skal í minsta lagi fevna um upplýsingar um samlaða skeiðsvirksemið, um hetta er býtt  sundur í fleiri eindir, skeiðsnavn ella -pakki, samlaða skeiðgjald, afturgjaldsreglur, um starvsfólkið sjálvt sigur seg úr starvi í reiðarínum saman við øðrum upplýsingum, sum hava týdning fyri málið.

Tað er semja um, at starvsfólkið sambært afturgjaldsskipanin teir fyrstu 2 mánaðirnar skal gjalda 100% av tí upphædd aftur, sum reiðarðíið sambært sáttmálanum hevur goldið. Eftir hetta verður samlaða upphæddin niðurskrivað við 10% fyri hvønn nýkomna mánað. Sáttmálin/afturgjaldsskyldan fer automatiskt úr gildi 12 mánaðir eftir at einkultu eindirnar av samlaða útbúgvingarpakkanum ella skeiðnum eru tikin

Stk. 3. Hevur manningin við árslok ikki biðið reiðaríið um at sleppa at nýta møguligar avlopsdagar (av teimum 5) til viðkomandi útbúgvingarendamál næsta álmanakkaár, detta hesir avlopsdagar burtur sum skeiðdagar, men varðveitast sum frídagar.

Stk 4. Ferðadagar útyvir 1 ferðadag telja sum 0-dagar. Tað vil siga, at løn verður goldin fyri dagin, men frídagur ikki upptjentur.

Stk. 5. Manningin avtalar við reiðaríið um teir í stk. 3 nevndu avlopsdagar, og skulu teir nýtast áðrenn árslok næsta álmanakkaár.

Stk. 6. Reiðaríið rindar skeiðsgjald. Reiðaríið rindar eisini ferða- og vistarhaldsútreiðslur annaðhvørt eftir avtalu ella eftir rokning.

§ 5.
Farloyvi

Manningin kann fáa farloyvi, tá tað ikki stríðir móti áhugamálum hjá reiðarínum. Um farloyvi verður givið í samband við útbúgving, ið tænir áhugamálum hjá reiðarínum, kann avtala gerast um frí við løn ella niðursettari løn. Farloyvi kann verða givið 1 ár í senn.

§ 6.
Starvssetan og uppsøgn

Stk. 1. Manningin verður sett í starv eftir teim treytum, sum lóggávan ásetur, og við teim hýruavtaluformálum, sum eru kravdir av myndugleikunum.

Stk. 2. Uppsagnartíðin innan 3 ár eftir starvssetan er 1 mánaði frá reiðaríið og ½ mánaði frá manningini. Eftir 3 ára starvstíð er uppsagnartíðin 2 mánaðir frá reiaríið og 1 mánaði frá manningini. Eru serlig viðurskifti galdandi, kann verða vikið frá hesum til gagns fyri manningina.

Stk. 3. Heldur uppsagdi ikki uppsagnartíðina, skal viðkomandi rinda reiðaríðnum gjald svarandi til løn helvtina av uppsagnartíðini

Stk. 4. Verður nakar av manningini uppsagdur av reiðarínum uttanlands, rindar reiðaríið heimferðina.

Stk. 5. Manningin hevur skyldu til at fara við tí skipi, ið reiðaríið ásetur og at verða flutt frá einum skipi til annað. Um so er, at tað hevur ferðútreiðslur við sær, rindar reiðaríið hesar.

Stk. 6. Uppsagnarfreistin ella partur av henni kann nýtast at greiða frítíð við. Avspáking vunnin áðrenn uppsøgnina telur ikki við í uppsagnartíðina frá manning.

Stk. 7. Hevur manning ikki boðað reiðarínum frá innan 10 dagar undan, at hann skuldi verið farin avstað aftur, at hann ikki kemur við aftur, eigur reiðarin endurgjald, sum skal vera ein hálv mánaðarløn.

Stk. 8. Hevur manning verið í reiðarínum í meira enn ½ ár er loyvt, har umstøðurnar eru til tað, at hava maka við í upp til 1 mánaða árliga. Verður makin meira enn 1 mánaða umborð, verður kostpeningur goldin til skipið. Manningin skal í samráð við reiðaran avtala, nær makin kann koma við. Flutningsútreiðslur, ábyrgd og trygging eru reiðarínum óviðkomandi.

§ 7.
Arbeiðsviðurskifti v.m.

Stk. 1. Arbeiðstíðin verður løgd til rættis av skipara ella stýrimanni.

Stk. 2. Arbeiðstíðin er 11 tímar pr. dag. Yvirtíð verður roknað av arbeiðstíð sum fer yvir 154 tímar fyri eitt 14 daga skeið. Yvirtíð verður lønt soleiðis: Mánaðarløn / 173 + 20%. Fyri tænastustarvsfólk við ferðamannaskipum er arbeiðstíðin tó 10 tímar pr. dag. Yvirtíð fyri hesi verður roknað yvir 140 tímar í eitt 14 daga skeið, tó í mesta lagi 12 tímar pr. dag.

Stk. 3. Sunnu- og halgidagar er ikki loyvt at áleggja manningini arbeiði, sum kann bíða. Henda áseting er tó ikki galdandi fyri ferðamannaskip.

Stk. 4. Um so er at manningin er minni enn tað, ið lógini ella loyvið frá landsstýrinum ásetur, ella um manning fellur frá á túrinum, verður hýran hjá teimum írestaðu lutað samb. sjómanslógina § 23.

Stk. 5. Tá skift verður frá einum skipi til eitt annað verður hýra goldin í bíðitíðini.

Stk. 6. Reiðaríið hevur skyldu til at tryggja ognarlutirnar hjá manningini bæði umborð og á ferð til og frá skipi.

Stk. 7. Reiðaríðið keypir arbeiðsklæðir til manningina. Reiðaríið heldur koyggjuklæðir og handklæðir.

Stk. 8. Nýtsla av rúsevnum í arbeiði og undir ferðing til skipið kann hava við sær burturvísing.

§ 8.
Umvælingarsteðgur

Stk. 1. Um manning ikki kann búgva heima, meðan skipið er til umvælingar, verður goldið hóskandi vist í landi.

Stk. 2. Kann manning búgva heima, verður goldið kr. 110 um dagin í kostpeningi, um ikki fæst umborð.

§ 9.
Sjúkrahýra

Stk. 1. Verður manning í starvi óarbeiðsfør vegna sjúku ella vanlukku, verður tryggjað viðkomandi hýru í upp til 3 mánaðar. Hevur viðkomandi verið í reiðarínum í 5 ár, verður tryggjað upp til 4 mánaðar hýru, Eftir 7 ár, verður tryggjað upp til 5 mánaðar, og eftir 10 ár, verður tryggjað upp til 6 mánaðar hýru.

Stk. 2. Tá sjófólk er sjúkrameldað, ávíkavist samlar og avspákar sjófólk frídagar á sama hátt, sum um viðkomandi var í arbeiði.

Stk. 3. Um nakar av manningini doyr, meðan viðkomandi er í starvi, eiga tey eftirsitandi rætt til hýruna eftir reglum í hesi grein. Hýra í mánaðanum, viðkomandi doyr, verður ikki roknað uppí eftirsitulønina.

Stk. 4. Viðvíkjandi rættindum í sambandi við barsil verður víst til lóg um barsilsskipan.

§ 10.
Lærlingar

Partarnir eru samdir um, saman við myndugleikunum, at finna eina skipan, ið ger tað møguligt at útbúgva lærlingar á ferðamanna- og handilsskipum.

§ 11.
Álitismaður

Stk. 1. Manningin á hvørjum skipi kann velja sær ein álitismann, sum er millummaður millum skipara/reiðarí og manning og annars talsmaður fyri mannigina. Um tørvur er á tí, kann Sjómannadeild FFs útnevna ein lim umborð til álitismann.

Stk. 2. Niðanfyri standandi ásetingar er galdandi fyri álitisfólk við ferðamannaskipum yvir 21.000 BT:
            a.
Álitisfólk er umboðs- og tingingarfólk hjá manningini mótvegis leiðsluni og
               skal gera sítt til, at arbeiðið fer siðiliga fram. Leiðslan og álitisfólkið eiga í
               felag at fremja eitt gott samstarv.

            b. Álitisfólkið skal bera fram klagur og tilmæli frá manningini til leiðsluna.
                Álitisfólkið skal eisini hava átalurætt viðvíkjandi ótrygd á arbeiðsplássinum.

            c. Skyldur hjá einum álitisfólkið skulu fremjast soleiðis, at tað sum minst tarnar
               arbeiðnum. Um álitisfólk noyðast at fara úr arbeiðnum fyri at gera sínar
               skyldur, skal tað vera eftir avtalu við leiðsluna ella tey av teimum útvaldu
               eftirlitsfólk. Ber ikki til at fáa avtalu við tey, so skal avtala gerast við skiparan.

           d. Sum verja fyri at vera álitisfólk hevur álitisfólk tilsamans 3 mánaðir
               uppsagnartíð. Fyri burturvísing er hetta tó ikki galdandi.

            e. Um ivamál taka seg upp viðvíkjandi hesum stykki vera tey at viðgera
                sambært §14 í hesum sáttmála.

§ 12.
Samstarvsráð

Við skipum við fleiri enn 10 monnum tilsaman kann eftir ynski frá øðrum partinum setast eitt samstarvsráð, sum er mannað við umboði fyri reiðaríið og fyri hvønn av bólkunum umborð. Ráðið eigur at viðgera ivamál sum stinga seg upp, og sum eina av pørtinum ynskir viðgjørt. Verður framvegis ósemja, skulu málini takast upp av feløgunum.

§ 13.
Limagjald

Stk. 1. Reiðaríið hevur skyldu til at eftirhalda limagjald til Sjómannadeild FFs. Limagjaldið verður avroknað við skrivstovu FFs pr. 1. januar og 1. juli við uppgerð yvir menninar, sum limagjadið er fyri.

Stk. 2. Um Sjómannadeild FFs ger avtalu um trygging av limunum, skulu partarnir taka upp spurningin um reiðararnir kunnu medvirka til at eftirhalda gjald fyri tryggingina.

Stk. 3. Partarnir eru samdir um, at eir hava felags áhuga í, at sjómenn og reiðarar eru skipaðir í ávíkavist fakfelag og reiðarafelag.

Partarnir skulu eftir tørvi kunna um fyrimunirnar við at vera við í felagsskapi. Eisini skulu partarnir virka fyri at tryggja, at sáttmálin verður hildin.

§ 14.
Trætur

Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum verða at leggja fyri Fasta Gerðarrættin.

§ 15.
Uppsøgn

Gildisendi: Hesin sáttmálin kemur í gildi 1. mars 2023 og kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða skrivligari uppsøgn at fara úr gildi til ein 1. mars, tó í fyrsta lagi 1. mars 2025.

Tórshavn, 17. februar 2023

Sjómannadeild FFs
Reiðarafelagið fyri Handilsskip