Sjómannadeild FF´s, Sersáttmáli - Frálandavinna (smá)

Reiðarafelagið fyri Handilsskip
og
Sjómannadeild FF's

Sersáttmáli fyri dekkarar og kokkarvið smærri skipum í frálandavinnu

§ 1
Sáttmálaøki

Stk. 1.  Hesin sáttmáli fevnir um skip, sum eru útgjørd og góðkend til at halda vakt yvir einum og hvørjum, sum ikki hevur við fólk at gera (Guard- og Chasevessels).

Stk. 2. Ásetingarnar í høvuðssáttmálanum millum Sjómannadeild FF's og RFH eru ikki galdandi fyri hesi skip. Tó eru hesar greinar í høvuðssáttmálanum galdandi:

§ 1 stk. 13, § 6 stk. 1, § 6 stk. 4, § 7 stk. 7, § 7 stk. 9, § 12, § 13.

§ 2
Hýrur

Stk. 1. Manning mynstrar pr. túr og verða avroknað pr. dag:

Dekkari/kokkur             1. mars 2022:............1.805 kr. um dagin
                                           1. mars 2023:.................1.874 kr. um dagin             
                                           1. mars 2024:............1.949 kr. um dagin

Afturat hesum kemur frítíðarløn sambært løgtingslóg um frítíð við løn nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum. Reiðaríðið heldur útreiðslur av kosti umborð.

Stk. 2.  Manning á skipum fevndum av hesum sersáttmála, ið eru settir í fast starv hjá reiðaríið, eru fevndir av felagsreglunum í høvuðssáttmálanum. Omanfyri nevndu hýrur hækka við sama % stigi sum lønartalvan.

§ 3
Arbeiðskor

Stk. 1. Útmynstringin er í mesta lagi 6 vikur umborð, og 4 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir. Um silgt verður uttanfyri Norðurevropa er útmynstringin tó í mesta lagi 8 vikur umborð, og 4 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir.

Stk. 2. Um fari verður út um ávikavist 6 og 8 vikur umborð verður goldin ein upphædd svarandi til 25% av daglønini fyri hvønn dagin. Um fari verður 14 dagar út um ávíkavist 6 og 8 vikur, verður goldin ein upphædd svarandi til 50% av daglønini fyri hvønn dagin. Hetta er tó ikki galdandi um dekkari/kokkur ynskja at vera longur umborð.

§ 4
Mynstring og uppsøgn

Stk 1. Hýringin er galdandi fyri ein túr í senn, frá maður fer heimanífrá til hann er heima aftur.

Stk 2. Um reiðaríið ynskir at fáa mann við aftur, skal hann boða honum frá hesum innan 7 dagar eftir at túrur er av.

Stk 3. Hevur maður lova seg við skipi, og vil hann geva avboð, so skal hetta gerast í seinasta lagi 3 dagar áðrenn farið verður. Halda partarnir ikki skyldu sína smb. hesi grein til at geva avboð rættstundis, so skal reiðari, sum er ov seinur at geva avboð, rinda eina samsýning, sum  svarar til 50% av dagløni í´1 mánað.

Stk. 4.  Maður sum gevur avboð ov seint skal rinda reiðarínum í samsýning upphædd, ið svarar til 15 ferðir daglønina, hetta er tó treytað av, at maður minst 10 dagar áðrenn farið verður, fær boð um nær farið verður.

§ 5
Bjarging

Um reiðaríið við sáttmála hevur frásagt sær rætt til bjargingarløn, hava dekkari/kokkur ikki rætt til bjargingarløn.

§ 6
Gildi

Hesin sáttmáli tekur við 1. mars 2023. Viðvíkjandi uppsøgn fylgir hann høvuðssátttmálanum.

Tórshavn tann 17. februar 2023

Sjómannadeild Føroya Fiskimannafelags                                            
Reiðarafelagið fyri Handilsskip