SÁTTMÁLI
millum
Føroya Arbeiðsgevarafelag
og
Flogskiparafelag Føroya
2023-2025
1. Sáttmáli
§ 1. Sáttmálaøki
Stk. 1. Sáttmálin er fyri flogfólk, limir í Flogskiparafelag Føroya (stytt FAPA), sum starvast á flogførum hjá felagnum (í hesum førinum Atlantic Airways) ella á flogførum, sum felagið ræður yvir, og sum eru tyngri enn 30 tons.
Stk. 2. Sáttmálin er ikki fyri flogfólk, sum eru í leiðandi størvum. Tó skal leiðandi flogfólk samlað sæð ikki hava verri treytir, enn kollektivt eru avtalaðar í hesum sáttmála.
At meta sum flogfólk í leiðandi starvi eru Nominated Person Flight Operations, Chief Pilot, Nominated Person Crew Training og Head of Training.
Stk. 3. Sáttmálin hevur við sær, at felagið virðir rættin hjá FAPA at samráðast við felagið vegna sínar limir. Hinvegin kann felagið ikki sýta øðrum samráðingarrætt mótvegis sær.
Stk. 4. Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum verða at leggja fyri Fasta Gerðarrættin.
§ 2. Setanarbræv
Stk. 1. Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.
§ 3. Setanarøki
Stk. 1. Setanin fevnir um alla flúgving, sum verður útint vegna felagið við flogførum, felagið eigur, leigar ella støðugt hevur til at taka, sí tó § 1, stk 1. Starvið skal útinnast sambært teimum reglum, sum ásettar eru í rakstrarhandbók felagsins, í operationellum fyriskipanum, rakstrarfyriskipanum flogfarsins og leiðbeiningum myndugleikanna.
Stk. 2. Flúgving fyri onnur flogfeløg er ikki loyvd uttan felagsins skrivligu góðkenning.
Stk. 3. Áløgd flúgving fyri onnur feløg skal útinnast sambært hesum sáttmála. Felagið kann ávísa annað arbeiðsstað.
Stk. 4. Verður starvsfólkið av heilsuligum ávum ikki arbeiðsført umborð á flogfari, kann tað verða flutt til umsitingarligt arbeiði.
Stk. 5. Starvsfólkið kann við atliti at avmarkingunum í arbeiðstíðini sambært rakstrarhandbók felagsins, verða sett at útinna umsitingarligt arbeiði afturat operativa arbeiðinum.
Stk. 6. Ásetingarnar í hesum sáttmála eru í høvuðsheitum galdandi fyri tænastu á øllum basum, men í serligum førum kunnu tillagingar verða gjørdar. Flogskiparafelag Føroya og Atlantic Airways gera annars uppskot til leiðreglur fyri basaskiftum í styttri ella longri tíðarskeið.
Stk. 7. Býtið og tillutan av basum verður gjørt eftir somu leiðreglum, sum bidding ísv. feriu, sí § 15.
§ 4. Loyvisbrøv
Stk. 1. Starvsfólkið skal hava tey loyvisbrøv (certifikatir), avvarðandi myndugleiki krevur fyri at útinna tað starv, sum starvsfólkið útinnir fyri felagið. Felagið rindar kostnaðin fyri at útvega, víðka um og halda tann verkliga partin av loyvisbrævinum/próvnum.
§ 5. Pass, innfararloyvi o.a.
Stk. 1. Starvsfólkið hevur skyldu til fyri egnan kostnað at útvega og halda egið pass.
Stk. 2. Felagið rindar fyri at útvega innfararloyvi, koppseting og líknandi, sum tørvur er á fyri at útinna starvið.
§ 6. Starvsbúni
Stk. 1. Starvsfólkið hevur skyldu til at vera ílatið búna, sum felagið krevur, tá tað útinnir sítt starv. Felagið útflýggjar búna sambært skjali B, men starvsfólkið hevur skyldu til at halda búnan.
§ 7. Trúskaps- og tagnarskylda
Stk. 1. Starvsfólkið hevur ikki rætt til at bera víðari til óviðkomandi persónar upplýsingar um viðurskifti hjá felagnum, sum tað hevur fingið kunnleika um í starvinum ella sum mugu haldast at vera av trúnaðarligum slag, eitt nú um viðurskifti hjá starvsfólkum hjá felagnum, búskapi, skipan og serligu rakstrarviðurskiftum hjá felagnum.
Stk. 2. Starvsfólk, sum groft skaðar umdømið felagsins ella fremur brot á setanarsáttmálan, kann flytast niður ella sigast upp uttan ávaring.
§ 8. Tilbúgving
Stk. 1. Í tíðarbilum, har felagið hevur álagt flogfólki at standa tilbúnan (stand-by), skal vera møguligt at koma í samband við flogfólkið ígjøgnum fartelefon.
Stk. 2. Felagið útvegar fartelefon og rindar haldið. Fyri skiparar rindar felagið tær fyrstu 650 kr. u/mvg tilsamans av hvørjari telefonrokning. Til tess at kunna fáa telefonviðbót er tað ein treyt, at flogfólkið hevur fult ræði á telefonini. Telefonviðbótin er 650 kr. u/mvg uttan mun til starvsbrøk.
Stýrimenn fáa 4800 kr. í árligari telefonviðbót.
Stk. 3. Harafturat rindar felagið internethald fyri flogfólk (skipara og stýrimann), tó í mesta lagi 450 kr. u/mvg.
Stk. 4. Um tað eftir áhaldandi royndir í 20 minuttir ikki er møguligt at koma í samband við flogfólk, sum hevur stand-by, verður viðkomandi flogfólk trekt 4,25 % av síni mánaðarløn (grundløn).
§ 9. Heilsukanning
Stk. 1. Læknakanning í samband við vanliga endurnýgging/víðkan av loyvisbrævi, skal fráðboðast til Flight Ops í seinasta lagi ein mánað frammanundan kanningina og verður roknað sum vanligur arbeiðsdagur.
Stk. 2. Felagið rindar neyðugar útreiðslur til ferð og uppihald, sum hava samband við hesa kanning.
§ 10. Farloyvi
Stk. 1. Starvsfólkið kann søkja um farloyvi, men tað er felagið, ið einsamalt ger av, hvørt umsóknin kann gangast á møti. Í farloyvistíðini, sum í mesta lagi kann verða tvey ár, stendur lønarstigin í stað.
Stk. 2. Verður umsókn um farloyvið gingin í møti, skulu felagið og starvsfólkið gera serstaka avtalu, ið skal undirskrivast av báðum pørtum, ið staðfestir øll neyðug viðurskifti í hesum sambandi.
§ 11. Niðursett arbeiðstíð
Stk. 1. Flogfólk kann verða sett í starv við niðursettari arbeiðstíð. Tá arbeitt verður niðursetta tíð, verða arbeiðsdagar, frídagar, ágóðar, skyldur v.m. at rokna lutfalsliga í mun til setanina.
§ 12. Útiviðbót
Stk. 1. Meirútreiðslur, ið frávera frá arbeiðsstaðnum hevur elvt til, hevur starvsfólkið rætt til at fáa endurgoldnar sambært ásetingunum í skjali C. Dagpeningur verður roknaður frá 60 minuttir fyri fráferð (off block) og 30 minuttir eftir komu (on block). Steðgur í arbeiðstíðini á arbeiðsstaðnum hevur við sær steðg í rokning av dagpeningi um so er, at meira enn tríggir tímar ganga frá “on block” til “off block”. Felagið veitir harafturat endurgjald fyri útreiðslur til koyring/telefon, og gisting undir fráveruni frá arbeiðsstaðnum.
Stk. 2. Gisting undir kravdari fráveru frá arbeiðsstaðnum skal vera á einstaklinga kamari við brúsu, wc og telefon á gistingarhúsi við hóskandi góðskustøði.
Stk. 3. Í sambandi við tænastu ella basaskifti við styttri dvøli frá staði, har felagið hevur bundið seg til sáttmálar í longri tíð, kann felagið veita aðra hóskandi gisting enn hotel. Leiðreglur fyri umstøður, samskifti og annað verða gjørdar í samráð við Flogskiparafelagið.
Stk. 4. Fær felagið charter ella wetlease sáttmálar um flúgving, ið hava við sær, at flogfar/flogfør og manning skulu stationerast í øðrum londum í eina viku ella longri, kunnu partarnir víkja frá vanliga sáttmálanum, um semja er um hetta.
§ 13. Sjúka
Stk. 1. Fyri sjúku galda ásetingarnar í løgtingslóg um starvsmenn.
§ 14. Arbeiðstíð og frídagar (fram til 1. november 2023)
Stk. 1. Flogfólk fylgja teimum leiðreglum, sum loftferðslumyndugleikar, sum felagið vísir til, hava gjørt fyri arbeiðstíð við teimum ískoytum, sum máttu komið orsakað av hesum sáttmála.
Stk. 2. Hvørt flogfólk hevur rætt til 140 frídagar og 35 feriudagar árliga.
Talið av arbeiðsdøgum árliga fyri hvørt fulltíðarsett flogfólk er sostatt: 365 dagar–140 frídagar–35 feriudagar = 190 arbeiðsdagar.
Ein frídagur varar frá midnátt til midnátt. Aftaná ein frídag kann flogfólk í fyrsta lagi schedulerast til at møta kl. 05:00.
Teir 140 frídagarnir verða lagdir javnt yvir árið, tó soleiðis at í minsta lagi 11 frídagar liggja mánaðarliga frá mai til september, og 12 frídagar liggja mánaðarliga frá oktober til apríl. Felagið ásetur frídagarnar við fyriliti fyri framleiðsluni.
Flogfólk skulu í sambandi við frídagar hava í minsta lagi tríggjar samanhangandi frídagar, tá hetta er gjørligt.
Stakir frídagar í arbeiðsætlanini kunnu bert ásetast við samtykki frá flogfólki.
Ásettir frídagar kunnu ikki broytast uttan samtykki frá flogfólki.
Stk. 3. Flogfólk hevur rætt til 16 vikuskiftir frí um árið íroknað tey vikuskifti, sum liggja í feriutíðarskeiðnum, tó soleiðis at í minsta lagi eitt vikuskifti um mánaðin er frí vikuskifti.
Vikuskiftisfrí merkir samanhangandi frídagar á antin fríggjadag-leygardag-sunnudag ella leygardag-sunnudag-mánadag.
Stk. 4. Flogfólk kann umvegis bidding skipanina á crew-portalinum leggja inn ynskir um ávísar frídagar og ávísar túrar. Hesar áheitanir skulu verða givnar í seinasta lagi 2 vikur áðrenn arbeiðsætlan verður givin. Felagið avger, hvussu hesar áheitanir verða gingnar á møti, men skal taka hædd fyri ynskum hjá flogfólki og miðja ímóti einum jøvnum býti millum flogfólkini.
Stk. 5. Undir víðariútbúgving, ið varir meira enn 7 dagar, verður roknað við 2 frídøgum um vikuna. Hesir verða hildnir á staðnum. Hetta er eisini galdandi fyri flogfólk, sum verða umskúlað til aðrar flogtýpur. Eftir release koma flogfólk aftur undir ásetingarnar í variablu skipanini.
Stk. 6. Felagið skipar fyri viðkomandi leiðsluútbúgving fyri flogfólk. Leiðsluútbúgvingin er uttan útreiðslur fyri flogfólkið, men skal liggja á hansara frídøgum.
Stk. 7. Hin 1. í hvørjum mánaði ger felagið arbeiðsætlan, sum vísir tænastu næsta kalendaramánaða hjá tí einstaka flogfólkinum. Arbeiðsætlanin skal eisini innihalda skeiðsvirksemi, læknaviðtalu o.l., sum krevst í sambandi við starvið.
Tá arbeiðsætlanin er útkomin, verða allir frídagar roknaðir sum fastir dagar, eins og tillutaðir frídagar eru at rokna sum fastir frídagar.
Stk. 8. Boðast skal frá broyttum arbeiðsdegi í minsta lagi 48 tímar áðrenn uppruna check-in. Er talan um framflyting av check-in, skal hetta fráboðast 48 tímar áðrenn framfluttu check-in tíðina. Broytingar í arbeiðsdegi við minni enn 48 tíma fráboðan kann bert fara fram við samtykki frá flogfólki.
Stk. 9. Endurgjald fyri keyptan frídag er annaðhvørt tveir nýggir frídagar, ella ein nýggjur frídagur og 4,25 % av mánaðarlønini (grundlønini), ella 8,5 % av mánaðarlønini (grundlønini). Flogfólk skal geva sítt samtykki í hvørjum einstøkum føri.
Um flogfólk hevur játtað, og check-in sambært arbeiðsætlanini er áðrenn kl. 05:00 aftaná ein frídag, fær flogfólkið antin ein nýggjan frídag, ella hann fær dagin endurgoldnan við lutfallinum 1:1.
Í sambandi við óreglusemi í flogferðsluni orsakað av force majeure (eitt nú veður) verða mistir frídagar, sum eru mistir upp til 2 dagar aftaná, flúgvingin er uppafturtikin, endurgoldnir við lutfallinum 1:1.
§ 14. Arbeiðstíð og frídagar (eftir 1. november 2023)
Stk. 1. Flogfólk fylgja teimum leiðreglum, sum loftferðslumyndugleikar, sum felagið vísir til, hava gjørt fyri arbeiðstíð við teimum ískoytum, sum máttu komið orsakað av hesum sáttmála.
Stk. 2. Hvørt flogfólk hevur rætt til 138 frídagar og 35 feriudagar árliga.
Talið av arbeiðsdøgum árliga fyri hvørt fulltíðarsett flogfólk er sostatt: 365 dagar–138 frídagar–35 feriudagar = 192 arbeiðsdagar.
Ein frídagur varar frá midnátt til midnátt. Aftaná ein frídag kann flogfólk í fyrsta lagi schedulerast til at møta kl. 05:00.
Teir 138 frídagarnir verða lagdir javnt yvir árið, tó soleiðis at í minsta lagi 11 frídagar liggja mánaðarliga frá mai til september, og 12 frídagar liggja mánaðarliga frá oktober til apríl. Felagið ásetur frídagarnar við fyriliti fyri framleiðsluni. Fyri flogfólk í niðursettari tíð, er talið 10 frídagar.
Starvstíðin hjá flogfólki í niðursettari tíð, verður skipað við fyriliti fyri framleiðsluni, soleiðis at arbeiðstíðin verður løgd út á árið, tá tørvurin hjá felagnum er stórstur, við teimum avmarkingum sum lóg og ásetingarnar í sáttmálanum geva.
Flogfólk skulu í sambandi við frídagar hava í minsta lagi tríggjar samanhangandi frídagar, tá hetta er gjørligt.
Fyri flogfólk í niðursettari tíð, kunnu tveir stakir frídagar um mánaðin leggjast frítt av felagnum, stakir frídagar í arbeiðsætlanini annars, kunnu bert ásetast við samtykki frá flogfólki.
Ásettir frídagar kunnu ikki broytast uttan samtykki frá flogfólki.
Stk. 3. Flogfólk hevur rætt til 16 vikuskiftir frí um árið íroknað tey vikuskifti, sum liggja í feriutíðarskeiðnum, tó soleiðis at í minsta lagi eitt vikuskifti um mánaðin er frí vikuskifti.
Vikuskiftisfrí merkir samanhangandi frídagar á antin fríggjadag-leygardag-sunnudag ella leygardag-sunnudag-mánadag.
Fyri flogfólk í niðursettari tíð (§ 11) verður vikuskiftisfrí leygardag og sunnudag.
Stk. 4. Flogfólk kann umvegis bidding skipanina á crew-portalinum leggja inn ynskir um ávísar frídagar og ávísar túrar. Hesar áheitanir skulu verða givnar í seinasta lagi 2 vikur áðrenn arbeiðsætlan verður givin. Felagið avger, hvussu hesar áheitanir verða gingnar á møti, men skal taka hædd fyri ynskum hjá flogfólkinum og miðja ímóti einum jøvnum býti millum flogfólkini.
Stk. 5. Undir víðariútbúgving, ið varir meira enn 7 dagar, verður roknað við 2 frídøgum um vikuna. Hesir verða hildnir á staðnum. Hetta er eisini galdandi fyri flogfólk, sum verða umskúlaðir til aðrar flogtýpur. Eftir release koma flogfólk aftur undir ásetingarnar í variablu skipanini.
Stk. 6. Felagið skipar fyri viðkomandi leiðsluútbúgving fyri flogfólk. Leiðsluútbúgvingin er uttan útreiðslur fyri flogfólk, men skal liggja á hansara frídøgum.
Stk. 7. Hin 1. í hvørjum mánaði ger felagið arbeiðsætlan, sum vísir tænastu næsta kalendaramánaða hjá tí einstaka flogfólkinum. Arbeiðsætlanin skal eisini innihalda skeiðsvirksemi, læknaviðtalu o.l., sum krevst í sambandi við starvið.
Tá arbeiðsætlanin er útkomin, verða allir frídagar roknaðir sum fastir dagar, eins og tillutaðir frídagar eru at rokna sum fastir frídagar.
Stk. 8. Boðast skal frá broyttum arbeiðsdegi í minsta lagi 48 tímar áðrenn uppruna check-in. Er talan um framflyting av check-in, skal hetta fráboðast 48 tímar áðrenn framfluttu check-in tíðina. Broytingar í arbeiðsdegi við minni enn 48 tíma fráboðan kann bert fara fram við samtykki frá flogfólki.
Stk. 9. Endurgjald fyri keyptan frídag er annaðhvørt tveir nýggir frídagar, ella ein nýggjur frídagur og 4,25 % av mánaðarlønini (grundlønini), ella 8,5 % av mánaðarlønini (grundlønini). Flogfólk skal geva sítt samtykki í hvørjum einstøkum føri.
Um flogfólk hevur játtað, og check-in sambært arbeiðsætlanini er áðrenn kl. 05:00 aftaná ein frídag, fær flogfólki antin ein nýggjan frídag, ella tað fær dagin endurgoldnan við lutfallinum 1:1.
Í sambandi við óreglusemi í flogferðsluni orsakað av force majeure (eitt nú veður) verða mistir frídagar, sum eru mistir upp til 2 dagar aftaná, flúgvingin er uppafturtikin, endurgoldnir við lutfallinum 1:1.
Stk. 10. Fyri flogfólk við niðursettari tíð, er endurgjaldið fyri keyptan dag, 6,25% av mánaðarlønini fyri fulla tíð á viðkomandi lønarstigi. Keyptir dagar omanfyri 192 dagar um árið verða avroknaðir eftir grein 14, stk. 9. Flogfólk skal geva sítt samtykki i hvørjum einstakum føri.
Stk. 11. Flogfólk, sum sett verða í tíðaravmarkað starv í 7 mánaðir, ella minni, flúgva sambært ásetingunum fyri flogfólk, sum sett eru í niðursettari tíð.
Stk. 12. Tal av flogfólki, sum flúgva smb. ásetingunum fyri fólk í niðursettari tíð, má tó ongantíð
verða størri enn 35% av samlaða tali av flogfólki.
§ 15. Feria
Stk. 1. Frítíð er eftir løgtingslóg um frítíð við løn við teimum broytingum, sum ásettar eru í hesi grein.
Stk. 2. Frítíðin er 35 dagar fyri fulla starvstíð í tíðarskeiðnum 1. apríl til 31. mars. Flogfólk leggur frítíðarynski inn umvegis virkandi frítíðarskipan. Tillutan og býti av frítíð millum flogfólk fer fram í tøttum samstarvi millum LTP/OPS og FAPA.
Stk. 3. Bidding til feriu í tíðarskeiðnum frá 1. mai og 30. september er møguligt frá 1. januar og skal verða liðug 1. mars og býtið av feriu verður leysgivið 15. mars.
Bidding til feriu í tíðarskeiðnum frá 1. oktober til 30. apríl er møguligt frá 1. apríl og skal verða liðug 15. august og býtið av feriu verður leysgivið 1. september.
Stk. 4. Áðrenn feria byrjar verður flogfólk schedulerað til check-out á heimabasu seinast klokkan 18.00, og eftir feriu verður flogfólk schedulerað til check-in í fyrsta lagi klokkan 12.00.
Eru seinkingar í flogferðsluni, og flogfólk ikki kann hava check-out áðrenn kl. 18.00, verður ikki latið endurgjald, uttan so at seinkingin fer út um kl. 00.00.
Stk. 5. Flogfólk verða býtt í tríggjar eins stórar bólkar, har feria í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august verður soleiðis:
- Flogfólk í bólki 1 hevur rætt til 10 samanhangandi feriudagar frá 1. juni til 30. juni.
- Flogfólk í bólki 2 hevur rætt til 10 samanhangandi feriudagar frá 1. juli til 31. juli.
- Flogfólk í bólki 3 hevur rætt til 10 samanhangandi feriudagar frá 1. august til 31. august
Tann 1. januar á hvørjum ári fara pilotar í bólki 1 í bólk 2, pilotar í bólki 2 fara í bólk 3 og pilotar í bólki 3 fara í bólk 1.
Stk. 6. Hava flogfólk ikki biddað allar teir 10 feriudagarnar, tey hava rætt til, í tíðarskeiðinum 1. juni til 31. august, kunnu helvtin av hesum døgum latast øðrum flogfólki, um viðkomandi flogfólk upprunaliga hevur biddað fleiri enn 10 dagar.
Stk 7. Omanfyrinevnda summarferiuskipan er galdandi fyri flogfólk í føstum starvi, sum starvast 80 % ella meira av fullari tíð. Fyri flogfólk, sum ikki arbeiða fulla tíð, verður tal av feriudøgum rokna lutfalsliga.
§ 16. Freelance flogfólk (fram til 1. november 2023)
Avtalur kunnu gerast við freelance flogfólk, sum einans verða fevnd av ásetingunum í skjali D. Tó skal talið av freelance flogfólki í tíðarskeiðnum 31. oktober til 31. mars avmarkast til í mesta lagi 15 % av talinum av flogfólki í føstum starvi. Undir serligum umstøðum kunnu felagið og FAPA gera semju um frávik.
§ 16. Flogfólk undir umskúling (eftir 1. november 2023)
Avtalur kunnu gerast við flogfólk, sum eru undir umskúling, sum einans verða fevnd av ásetingum í skjali D.
§ 17. Uppsøgn
Stk. 1. Uppsagnarfreistirnar eru hesar:
Starvstíð Freist hjá felagnum
0 – 6 mðr 1 mánaði
6 mðr – 3 ár 3 mánaðir
3 - 6 ár 4 mánaðir
6 – 9 ár 5 mánaðir
Yvir 9 ár 6 mánaðir
Uppsagnartíðin fyri flogfólk er í øllum førum 1 mánaði.
Stk. 2. Fevnir arbeiðið um typuumskúling, bindir starvsfólkið seg til at halda fram í starvinum í minst 3 ár. Sigur starvsfólkið upp avtaluna við virknað áðrenn 36 mánaðar aftaná, tað tók við starvinum, bindur tað seg til at rinda felagnum eina endurgjaldsupphædd ájavnað við tali á eftirverandi mánaðum falda við 1/36 av teimum útreiðslum, felagið hevur hildið í samband við umskúlingina av avvarðandi starvsfólki. Royndartíðin er íroknað hesum tíðarskeiði.
Stk. 3. Stendur starvsfólkið ikki tær neyðugu royndirnar/umskúlingarnar, kann tað uttan ávaring siga seg úr starvi ella verða sagt úr starvi uttan ávaring.
Stk. 4. Starvsetanin heldur uppat uttan ávaring í seinasta lagi, tá tann mánaðurin endar, starvsfólkið fyllir 65 ár.
Stk. 5. Um tað vegna størri broytingar í framleiðslumynstri felagsins gerst neyðugt at siga upp fleiri flogfólk, sum eru limir í FAPA, hevur felagið skyldu til at kunna FAPA og geva FAPA eina freist uppá í minsta lagi tvær vikur at koma við møguligum viðmerkingum til ætlaðu uppsøgnirnar, áðrenn tær verða settar í verk.
§ 18. Løn og eftirløn
Stk. 1. Lønin er sum ásett í lønartalvunum sambært skjølunum A1 og A2. Lønarhækkingin hin 1. apríl 2023 er 3,8%, og lønarhækkingin hin 1. apríl 2024 er 4,04%.
Stk. 2. Mánaðarlønin sambært lønartalvurnar verður goldin afturút seinasta yrkadag í hvørjum mánað. Útiviðbøtur, roknaðar frá 21. mánaðin frammanundan til 20. lønarmánaðin, verða rindaðar sama dag.
Stk. 3. Lønarhækking vegna hækking í starvsaldri fer fram eina ferð um árið. Starvsaldurin fyri stýrimenn steðgar, tá hann er komin upp til 10. starvsaldur. Kortini kann skipari, sum má taka við stýrimansarbeiði vaksa um starvsaldurin sambært lønartalvuna. Stýrimaður, ið verður tilnevndur skipari, flytir starvsaldur upp til 5 ár við sær yvir á skiparatalvuna.
Stk. 4. Felagið rindar eftirlønargjald av grundlønini, tá starvsfólkið hevur verið eitt ár í starvi hjá felagnum.
§ 19. Tryggingar
Stk. 1. Felagið teknar og rindar fyri allar lógkravdar tryggingar.
Stk. 2. Felagið teknar og rindar eisini vanlukkutrygging, sum fevnir um bæði arbeiðstíð og frítíð fyri eina upphædd upp á eina millión krónur við avlamni og eina millión við deyða.
Stk. 3. Felagið teknar, rindar og heldur viðlíka “loss of license” trygging upp á 3,5 milliónir krónur inntil starvsfólkið fyllir 60 ár.
Stk. 4. Felagið teknar, rindar heldur viðlíka viðgerðartrygging (Mølholm Forsikring) fyri flogfólk í føstum starvi.
§ 20. Nevndarlimir
Stk. 1. Flogfólk, sum er valt í nevnd Flogskiparafelags Føroya, hevur rætt til at fáa frí at fremja felagsarbeiði í givnum førum í sambandi við sáttmálasamráðingar ella arbeiðsósemju.
Flogskiparafelag Føroya skal altíð halda felagið kunnað um, hvør nevndarlimur er í Flogskiparafelag Føroya, tó í mesta lagi 3 fólk.
Stk. 2. Nevndin velur ein av nevndarlimunum til álitisfólk, og boðar felagnum frá hesum. Hinir báðir nevndarlimirnir eru varaálitisfólk. Álitisfólkið hevur hesar arbeiðsuppgávur:
- Álitisfólkið skal hava neyðuga kunning um tiltøk, sum ætlanin er at fremja, og sum kunnu hava ávirkan á arbeiðsumstøður.
- Arbeiðsgevarin skal hava skrivliga fráboðan um, hvørji eru vald sum álitisfólk.
- Álitisfólkið er umboðs- og tingingarfólk lagsbrøðranna við arbeiðsgevaran ella umboðsfólk hansara og skal gera sítt ítarsta til, at arbeiðið fer siðiliga fram á plássinum. Arbeiðsgevarin og álitisfólkið eiga í felag at fremja eitt gott samarbeiði á arbeiðsplássinum.
- Álitisfólkið skal bera fram klagur og tilmæli frá arbeiðsfeløgum til arbeiðsgevaran ella, um hann ikki er at hitta, so til umboð hansara.
- Álitisfólkið hevur rætt til at fáa frí at røkja uppgávur sínar sum álitisfólk. Skyldurnar hjá arbeiðsfólkinum skulu fremjast soleiðis, at tað tarnar framleiðsluni sum minst. Leiðslan skal skjótast til ber hava boð um fráveruna. Í hesum føri, eins og tá leiðslan boðsendir álitisfólki um mál, sum hava við arbeiðarar ella arbeiðsviðurskifti at gera, skal álitisfólkið fáa ta vanligu lønina fyri ta tíð, tey eru úr arbeiði.
- Álitisfólk skal fáa frí uttan løn til at luttaka á skeiðum og øðrum fundum í sambandi við álitisfólkastarvið. Arbeiðsgevari skal skjótast til ber hava boð um fráveruna.
- Tiltaksfólk fyri álitisfólk, sum skal vera á staðnum, tá álitisfólk hevur forfall, skulu virka undir somu treytum og hava somu sømdir sum álitisfólkini.
- Broytingar í hesi álitisfólkaskipan kunnu bert gerast í samband við sáttmála-tingingar.
Stk. 3. Uppsagnartíðin hjá nevndarlimi, heruppií álitisfólkinum, er sambært sáttmálanum, umframt at nevndarlimur fær goldið 1 mánaðarløn eyka. Uppsøgnin skal grundgevast og bert fremjast av ávísari neyðugari orsøk. Stendst uppsøgnin av vinnuloysi, er sama galdandi fyri nevndarlimir sum fyri vanlig flogfólk annars.
Stk. 4. Verður ósemja um uppsøgn av nevndarlimi, verður hon at viðgera í eini nevnd við einum limi frá hvørjum sáttmálaparti umframt einum limi, sum sáttmálapartarnir velja saman.
Fastheldur arbeiðsgevarin uppsøgn sína hóast nevndaravgerð, sum gongur honum ímóti, ásetur nevndin tað endurgjald, sum hann verður at rinda nevndarliminum.
Støddin av hesum verður at áseta eftir teim fyriliggjandi umstøðunum, men kann tó ikki setast til meira enn eina upphædd svarandi til 3 mánaðarlønir á stig 1 í viðkomandi bólki.
§ 21. Arbeiðssteðgur
Stk. 1. Partarnir viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum at lýsa og seta í verk arbeiðssteðg sambært ásetingunum í stk 2 til stk. 6.
Stk. 2. Fráboðan um arbeiðssteðg, eisini samhugaarbeiðssteðg, skal vera skrivlig og latin mótpartinum minst 14 dagar undan arbeiðssteðginum.
Stk. 3. Fráboðanin, sum nevnd er í stk. 2, skal greiða frá, hvønn arbeiðssteðg talan er um, og hvussu víðfevndur arbeiðssteðgurin er.
Stk. 4. Arbeiðssteðgur kann hvørki fráboðast ella setast í verk, meðan sáttmálin er í gildi ella – um sáttmálin er farin úr gildi - so leingi samráðingar um nýggjan sáttmála ikki eru endaðar. Samráðingarnar eru ikki endaðar fyrrenn semingsstovnurin hevur viðgjørt málið sambært reglunum í lóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um Semingsstovn við seinni broytingum, og henda viðgerð hjá semingsstovninum er at enda komin.
Stk. 5. Tá ið arbeiðssteðgurin er av, fer hvør flogfólk til arbeiðis aftur, har tað starvaðist beint undan ósemjuni, og tað áliggur báðum pørtum at gera sítt til at fáa vanlig og friðarlig arbeiðsviðurskifti aftur.
Stk. 6. Arbeiðssteðgur fevnir ikki um
- limir í FAPA, sum ikki eru fevndir av hesum sáttmála
- limir í FAPA, sum eru fevndir av hesum sáttmála, um arbeiði teirra er neyðugt fyri at gera samráðingarnar lidnar og steðga ósemjuni
- limir, sum eftir avtalu partanna millum ikki skulu fara í arbeiðssteðg
§ 22. Semingsstovnurin
Stk. 1. Koma partarnir ikki ásamt um nýggjan sáttmála, eru partarnir samdir um, at semingsstovnurin, skipaður í lóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um Semingsstovn við seinni broytingum, skal vera kompetentur at viðgera málið.
Stk. 2. Partarnir binda seg til at ganga undir tær reglur, sum eru ásettar í lógini, nevnd í stk. 1.
§ 23. Gildiskoma og uppsøgn
Stk. 1. Sáttmálin fær gildi 1. apríl 2023 og kann sigast upp við 3 mánaða freist til ein 31. mars, tó í fyrsta lagi til at fara úr gildi 31. mars 2025.
Stk. 2. Sjálvt um sáttmálin er uppsagdur, og tíðarfreistin fyri endurnýggjan er úti, verður sáttmálin verandi í gildi til ein nýggjur er góðkendur ella arbeiðssteðgur er settur í verk eftir reglunum í § 21.
Stk. 3. Í sáttmálatíðarskeiðnum binda partarnir seg til í góðum samstarvsanda at taka mál upp til viðgerðar, sum annar ella báðir partar ynskja at viðgera til tess at fremja trivnað og kappingarføri felagsins. Í hesum er eisini gjørt rúm fyri, at ein fylgibólkur kann eftirmeta nýggju arbeiðsskipanina og taka aðrar fakligar spurningar upp til viðgerðar.
Tórshavn, tann 1. mai 2023
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Kristoffur Laksá, samráðingarleiðari
Flogskiparafelag Føroya
Rúni Højgaard, formaður
Jóhan í Niðristovu, nevndarlimur
Hans Christian Petersen, nevndarlimur
2. Fylgiskjøl
Skjal A1
Lønartalva flogfólk - 1. apríl 2023 til 1. apríl 2024 | ||
| Flogskiparar | Stýrimenn |
| ||
stig | kr | kr |
0 | 0 | 30.825 |
1 | 56.907 | 37.939 |
2 | 60.248 | 40.649 |
3 | 63.589 | 43.356 |
4 | 66.932 | 48.779 |
5 | 70.183 | 51.487 |
6 | 72.533 | 53.747 |
7 | 74.882 | 55.552 |
8 | 76.326 | 56.454 |
9 | 77.772 | 57.358 |
10 | 79.035 | 58.081 |
11 | 80.303 | 58.803 |
12 | 81.565 | 59.524 |
13 | 82.469 | |
14 | 83.101 | |
15 | 83.731 | |
16 | 84.340 | |
17 | 84.948 | |
18 | 85.557 | |
19 | 86.165 | |
20 | 86.776 | |
21 | 87.383 | |
22 | 87.991 | |
23 | 88.600 | |
24 | 89.208 | |
25 | 89.816 | |
|
|
|
Skjal A2
Lønartalva flogfólk - 1. apríl 2024 til 1. apríl 2025 | ||
| Flogskiparar | Stýrimenn |
| ||
stig | kr | kr |
0 | 0 | 32.070 |
1 | 59.206 | 39.472 |
2 | 62.682 | 42.291 |
3 | 66.158 | 45.108 |
4 | 69.636 | 50.750 |
5 | 73.018 | 53.567 |
6 | 75.463 | 55.918 |
7 | 77.907 | 57.796 |
8 | 79.410 | 58.735 |
9 | 80.914 | 59.675 |
10 | 82.228 | 60.427 |
11 | 83.547 | 61.179 |
12 | 84.860 | 61.929 |
13 | 85.801 | |
14 | 86.458 | |
15 | 87.114 | |
16 | 87.747 | |
17 | 88.380 | |
18 | 89.014 | |
19 | 89.646 | |
20 | 90.282 | |
21 | 90.913 | |
22 | 91.546 | |
23 | 92.179 | |
24 | 92.812 | |
25 | 93.445 | |
|
|
|
Skjal B
REGLUGERÐ UM STARVSBÚNAR (Flogfólk).
Latið 1. ferð: Endurnýggjan:
Jakki 1 stk 1 stk. hvørt 2. ár
Buksur 3 stk 2 stk. hvørt 2. ár
Kasjett 1 stk 1 stk. hvørt 2. ár
Skjúrtur 5 stk 4 stk. hvørt ár
Frakki 1 stk eftir tørvi
Slips 2 stk
Veingir 2 stk
Eisini verður veitt eitt árligt ískoyti til skógvar og brillur á max 2.000 DKK tilsaman.
Skjal C
Dagpengar
DAGP- OG TÍMAPENINGUR.
Tìðarskeið í tímum kr.
0 2.59 0
3 8,59 277
9 23,59 530
24 32,59 783
33 47,59 1036
48 56,59 1289
57 71,59 1542
72 80,59 1795
81 95,59 2048
96 104,59 2301
105 119,59 2554
120 128,59 2807
129 143,59 3060
144 152,59 3313
153 167,59 3566
168 176,59 3819
177 191,59 4072
192 200,59 4325
201 215,59 4578
216 224,59 4831
225 239,59 5084
240 248,59 5337
249 263,59 5590
264 272,59 5843
273 287,59 6096
288 296,59 6349
297 311,59 6602
Skjal D (fram til 1. november 2023)
Flogfólk í freelance starvi
Stk. 1. Freelance flogfólk kunnu ikki setast sum skiparar.
Stk. 2. Certifikatið hjá flogfólki í avtalutíðarskeiðnum, sum er ásett í sáttmálanum millum felagið og freelance flogfólki, verður hildið ajour í mun til lógarkravdu útbúgvingina, venjing, simulator og medical.
Stk. 3. Freelance flogfólk fær fyri hvønn arbeiðsdag 0,86 % av árslønini (grundløn) fyri stýrimann á lønarstigi 0 í skjali A. Ein arbeiðsdagur er frá 00:00 til 23:59. Um arbeitt verður færri enn 8 tímar, verður tó goldið eitt dagsgjald, hóast farið verður um 23:59. Lønin verður útgoldin seinast í mánaðinum sum A-inntøka umvegis skattaskipanina.
Í sambandi við óreglusemi í flogferðsluni orsakað av force majeure (eitt nú veður) verður endurgjald ikki latið, um check-út á heimabasu er eftir 23:59.
Stk. 4. Teir dagar, tá freelance pilotur er til typuskeið, verður onki dagsgjald veitt, men dagpeningur verður latin eftir stk. 5.
Stk. 5. Ferðaendurgjald og dagpengar verða goldin seinast í mánaðinum sambært skjali C í hesum sáttmála.
Freelance flogfólk fær kr. 400 í telefonpeningi um mánaðin.
Goldið verður 12 % í frítíðarløn av dagslønini. Frítíðarløn verður ikki goldin av ferðaendurgjaldi og dagpeningi.
Stk. 6. Felagið teknar arbeiðsskaðatrygging, heiltíðarvanlukkutrygging og loss-of-license trygging.
Stk. 7. Freelance flogfólk kann keypa ID ferðaseðlar sambært innanhýsis reglum hjá Atlantic Airways.
Stk. 8. Arbeitt verður sambært teimum leiðreglum, sum loftferðslumyndugleikar, sum felagið vísir til, hava gjørt fyri arbeiðstíð.
Skjal D (eftir 1. november 2023)
Flogfólk í freelance starvi
Stk. 1. Flogfólk undir umskúling kunnu ikki setast sum skiparar.
Stk. 2. Certifikatið hjá flogfólki í avtalutíðarskeiðnum, sum er ásett í sáttmálanum millum felagið og flogfólki undir umskúling, verður hildið ajour í mun til lógarkravdu útbúgvingina, venjing, simulator og medical.
Stk. 3. Flogfólk undir umskúling fáa fyri hvønn arbeiðsdag 0,86 % av árslønini (grundløn) fyri stýrimann á lønarstigi 0 í skjali A. Ein arbeiðsdagur er frá 00:00 til 23:59. Um arbeitt verður færri enn 8 tímar, verður tó goldið eitt dagsgjald, hóast farið verður um 23:59. Lønin verður útgoldin seinast í mánaðinum sum A-inntøka umvegis skattaskipanina.
Í sambandi við óreglusemi í flogferðsluni orsakað av force majeure (eitt nú veður) verður endurgjald ikki latið, um check-út á heimabasu er eftir 23:59.
Stk. 4. Teir dagar, tá flogfólk undir umskúling eru til typuskeið, verður onki dagsgjald veitt, men dagpeningur verður latin eftir stk. 5.
Stk. 5. Ferðaendurgjald og dagpengar verða goldin seinast í mánaðinum sambært skjali C í hesum sáttmála.
Flogfólk undir umskúling fáa kr. 400 í telefonpeningi um mánaðin.
Goldið verður 12 % í frítíðarløn av dagslønini. Frítíðarløn verður ikki goldin av ferðaendurgjaldi og dagpeningi.
Stk. 6. Felagið teknar arbeiðsskaðatrygging, heiltíðarvanlukkutrygging og loss-of-license trygging.
Stk. 7. Flogfólk undir umskúling kunnu keypa ID ferðaseðlar sambært innanhýsis reglum hjá Atlantic Airways.
Stk. 8. Arbeitt verður sambært teimum leiðreglum, sum loftferðslumyndugleikar, sum felagið vísir til, hava gjørt fyri arbeiðstíð.