Sáttmáli
millum
Maskinmeistarafelagið
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag
§ 1.
Vanligar treytir
Stk. 1. Hesin sáttmáli er galdandi fyri maskinmeistarar í vinnu á landi hjá limum Føroya Arbeiðsgevarafelags.
Stk. 2. Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv, løgtingslóg nr. 20. frá 08. mai 2008
Stk. 3. Frítíðarreglur. Maskinmeistarar hava rætt til frítíð samb. løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986.
§ 2.
Yvirtíðarviðbót
Stk. 1. Seravtalur kunnu gerast fyri maskinmeistarar um viðbót fyri arbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð og fyri yvirtíð
Stk. 2. Samsvar skal vera millum tað upphædd sum verður veitt í viðbót og avtalaða miðal meirarbeiðstíð yvir eitt tíðarskeið.
Stk. 3. Avtalur um yvirtíðarviðbót skulu vera skjalfestar og eru partur av setanini. Nevndu viðbøtur hækka til eina og hvørja tíð við sama prosenti sum lønirnar. Ásetingin er galdandi fyri avtalur gjørdar eftir 1. september 2024.
§ 3.
Leiðarar og serfrøðingar
Stk. 1. Tá Maskinmeistari, verður settur sum leiðari ella serfrøðingur, eru tær vanligu fyrisitingarligu treytirnar ikki galdandi fyri flokking av lønini. Lønin hjá leiðaranum ella serfrøðinginum avtalast individuelt millum arbeiðsgevaran og tann einkulta leiðaran ella serfrøððingin.
Stk.2. Lønin hjá leiðarum ella serfrøðinginum skal avspegla tign og ábyrgd í starvinum, har hædd verður tikin fyri lønarlagnum sum annars er á starvsplássinum. Harafturat skal lønin somuleiðis avspegla kvalifikatiónirnar, útbúgving, starvsroyndir og ágrýtni.
Stk. 3. Árliga hevur leiðari ella serfrøðingur rætt til eina starvssamtalu við sín leiðara um starvs- og lønarviðurskifti.
Stk. 4. Annars eru reglurnar í § 19, stk. 3 um ser- og eginavtalur galdandi.
Stk. 5. Leiðarar og sesrfrøðingar hava møguleika at søkja um ráð og vegleiðing hjá Maskinmeistarafelagnum um lønar- og setanarviðurskifti.
Stk. 1. Tá Maskinmeistari verður settur sum løntir sambært setanartreytunum í hesum sáttmála. Inn-plaseringar í tað til eina og hvørja tíð galdandi lønartalvu verða at gera partanna millum út frá starvi, útbúgving og starvsaldri.
§ 4. Løn
Stk. 1. Maskinmeistarar verða løntir sambært setanartreytunum í hesum sáttmála. Inn-plaseringar í tað til eina og hvørja tíð galdandi lønartalvu verða at gera partanna millum út frá starvi, útbúgving og starvsaldri.
Stk. 2. Tá maskinmeistari verður fluttur upp í hægri lønarflokk, ber ikki til at seta hann á eitt lægri lønarstig, enn hann áður var á. Maskinmeistari hækkar í starvsaldri einaferð um árið, eisini hóast hann skiftir lønarflokk.
Næsta anciennitetsgjald verður aftaná 1 ár. Um nýtt anciennitetsgjald vildi verið rokkið í tí fyrra lønarflokki, verður givið í tí nýggja lønarflokki frá sama degi.
Stk. 3. Hin 1. juni 2024 hækkar lønin við 4,32% .
Hin 1. juni 2025 hækkar lønin við 3,87%.
§ 5.
Starvsaldur
Stk. 1. Starvsaldurin er hin sami sum próvtøkualdurin, um so er, at viðkomandi síðan lokið prógv hevur starvast í fakinum. Starvsaldur verður rundaður uppeftir til heilan mánaða.
Stk. 2. Viðkomandi hevur skyldu til, um arbeiðsgevarin krevur tað, at koma við einari skrivligari váttan við greinligum upplýsingum um starvsaldur sín.
Stk. 3. Er talan um arbeiðstíð minni enn 20 tímar/viku, verður starvsaldurin roknaður lutfalsliga í mun til niðursetta tímatalið. Allar aðrar arbeiðstíðir roknast at geva fullan starvsaldur.
§ 6.
Vanlig arbeiðstíð
Stk. 1. Vanliga arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, har eingin onnur avtala er gjørd.
Dagliga arbeiðstíðin verður at liggja innan fyri tíðarskeiðini frá og við mánadag til og við fríggjadag millum kl. 6.00 og 18.00.
Stk. 2. Fyri maskinmeistarar við niðursettari arbeiðstíð verður lønin roknað lutfalsliga í mun til niðursetta tímatalið.
§ 7.
Tímalønin
Stk. 1. Tímalønin er bruttománaðarlønin býtt við 173. Bruttománaðarlønin er løn samanber §3 og harafturat møgulig persónlig eykagjøld.
§ 8.
Yvirtíðargjald
Stk. 1. Tær í § 4 ásettu lønir eru roknaðar fyri arbeiði innan fyri ta regluligu arbeiðstíðina á arbeiðsstaðnum.
Stk. 2. Tað eigur at komast undan yvirarbeiði um gjørligt.
Stk. 3. Fyri neyðugt yvirarbeiði verður goldið yvirtíðargjald soleiðis:
Frá kl. 17.00-21.00 verður goldið tímaløn + 40%
Frá kl. 21.00-24.00 verður goldið tímaløn + 60%
Frá kl. 24.00-07.00 og fyri arbeiði leygardagar, sunnudagar og fyri teir í § 8
nevndu frídagar verður goldið tímaløn + 100%.
Tá arbeiði endar aftaná midnátt, og færri enn 6 tímar eru, til byrjað verður aftur, verður ikki farið niður í løn.
Um so er, at starvsfólkið, eftir at vanliga arbeiðstíðin er lokin, verður boðsent aftur til arbeiðis, er yvirtíðargjaldið minst 1 tími. Hetta er tó ikki galdandi, um viðkomandi fær viðbót sambært § 2,
Avtala kann gerast um at avspáka yvirtíðararbeiði. Avspáking verður samsvarandi yvirtíðarsatsinum.
Stk. 4. Omanfyri nevndu satsir eru galdandi, tá normalarbeiðstíðin, ið kann leggjast millum kl. 06.00 og 18.00, er millum kl. 08.00 og 17.00. Verður normaltíðin løgd annarleiðis, verða yvirtíðirnar at flyta tilsvarandi.
Stk. 5. Maskinmeistarar, ið fáa viðbøtur eftir §2, hava ikki rætt til yvirtíðargjald. Tó kann hóskandi samsýning verða veitt eftir umsókn annaðhvørt sum yvirtíðargjald ella avspáking, um álagt verður óvanliga drúgt yvirtíðararbeiði í styttri tíðarskeið
Stk. 6 Maskinmeistari, sum hevur tilkallivakt, verður frá mánadegi til og við fríggjadag kl. 24.00 løntur við vaktargjaldi I. Eftir fríggjadag til vanliga arbeiðstíð mánamorgun verður maskinmeistari løntur við vaktargjaldi II. Fyri tilkallivakt halgidagar og fastar frídagar verður vaktargjald II latin.
Vaktargjald I Vaktargjald II
15% av stig 5 í lønartalvuni 30% av stig 5 í lønartalvuni
Stk. 7. Fyri arbeiði í tunlum verður goldið serstakt gjald, sum er 10 % av viðkomandi lønarstigi.
§ 9.
Fastir frídagar
Stk. 1. Jólaaftan, nýggjársaftan, ½ flaggdagurin, ½ grundlógardagurin, ½ Ólavsøkuaftan, Ólavsøkudagur og allir halgidagar eru frídagar.
Stk. 2. Hálvir frídagar kunnu verða lagdir saman til heilar frídagar um semja er um hetta millum arbeiðsgevara og løntakara. Hetta merkir, at hesir heilu frídagar liggja á einum av teimum hálvu frídøgunum, meðan tann hálvi arbeiðsdagurin verður vanligur fullur arbeiðsdagur. Verður arbeitt á einum heilum samanløgdum arbeiðsdegi, verður hetta lønt sum vanligur arbeiðsdagur.
§ 10.
Ferða-, tíma‑ og dagpeningur
Stk. 1. Gjald fyri ferðing, tíma- og dagpening og nýtsla av egnum bili í tænastuørindum verður sum fyri tænastumenns landsins.
§ 11.
Tagnarskylda
Stk. 1. Maskinmeistarin skal tiga um tey viðurskifti, sum hann í starvi sínum verður kunnugur við, og sum tað, av tí at málið er soleiðis háttað er neyðugt at dylja, ella verður honum álagt av yvirmonnum hansara. Tagnarskyldan heldur ikki uppat, tá ið hann fer úr tænastu.
§ 12.
Uppsøgn, sjúka, eftirsitiløn v.m.
Stk. 1. Viðvíkjandi uppsøgn, sjúku, eftirsitiløn v.m. verða ásetingarnar í løgtingslóg nr.13. frá 20.mars.1958 um starvsmenn at galda.
§ 13.
Lívstrygging/eftirlønartrygging
Stk. 1. Arbeiðsgevarin rindar 15% av galdandi mánaðarløn, heruppií viðbøtur, í eina av báðum pørtum góðkenda eftirlønarskipan.
Stk. 2. Tey, sum hava nátt fólkapensjónsaldur, fáa ístaðin upphæddina, sum skuldi verið flutt sum eftirløn, útgoldna sum løn. Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum skulu rindast samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, soleiðis at útreiðslan hjá arbeiðsgevara verður óbroytt.
Sama er galdandi fyri persónar, sum smb. §1, stk 5 í eftirlønarlógini eru frítiknir fyri at rinda til eina føroyska eftirlønarskipan.
§ 14.
Skeiðvirksemi
Stk. 1. Tá í arbeiðsgevarin sendir maskinmeistara á skeið, verður hetta gjørt uttan lønarmiss. Skeiðsútreiðslunar verða rindaðar av arbeiðsgevaranum, og ferðaútreiðslur verða latnar sambært reglunum í § 10.
§15.
Arbeiðsklæði
Arbeiðsgevari rindar fyri arbeiðsklæði. Fyritøkan ger skipan fyri hesum.
§ 16.
Farloyvi o.a.
Stk. 1. Maskinmeistari kann fáa farloyvi uttan løn, um tað ikki stríðir ímóti áhugamálum arbeiðsgevarans.
Fær maskinmeistari farloyvi í sambandi við útbúgving, ið tænir áhugamálum arbeiðsgevarans, kunnu partarnir gera avtalu um faloyvi við løn ella niðursettari løn. Farloyvi kann verða givið 1 ár hvørja ferð.
§ 17.
Fyribils tænasta í hægri starvi
Stk. 1. Maskinmeistarar, sum eftir serligum boðum ella eftir frammanundan fast-løgdum arbeiðslagi fyribils røkja hægri starv í 3 arbeiðsdagar og meira samfelt, eiga í hesum tíðarskeiði at verða løntir við somu løn, sum teir høvdu fingið, um teir vóru settir í starvið.
§ 18.
Limagjald
Stk. 1 Arbeiðsgevarin eftirheldur tað til eina og hvørja tíð galdandi limagjald til Maskinmeistarafelagið, í løtuni 1,0 % av allari útgoldnari løn.
§ 19.
Ser- og eginavtalur
Stk. 1. Í sáttmálatíðini skal vera møguligt at gera seravtalur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið, t.d. um størri tunnilsarbeiði.
Stk. 2. Til ber at gera eginavtalu millum arbeiðsgevara og einstaka maskinmeistaran. Treytin fyri slíkari eginavtalu er:
- At grundreglurnar eru tær somu sum í høvuðssáttmálanum.
- At avtalan, ið verður gjørd, samanlagt ikki er verri enn høvuðssáttmálin.
- At limagjaldið til Maskinmeistarafelagið til eina og hvørja tíð fylgir tí, sum er
ásett í høvuðssáttmálanum.
- Um maskinmeistari ynskir at ráðføra seg við yrkisfelag sítt um avtaluna ella
broytingar í henni, skal hann hava høvi
til tess. Yrkisfelagið hevur tagnaðarskyldu um øll viðurskifti í avtaluni.
- Avtalan kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða freist.
§ 20.
Álitisfólk og nevndarlimir
Stk. 1. Tá tað á einum arbeiðsplássi starvast í minsta lagi 3 limir í Maskinmeistarafelagnum, hava hesir limir rætt til at velja sær eitt álitisumboð, sum ikki kann verða uppsagt, uttan uppsøgnin hevur verið til viðgerðar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið.
Stk. 2. Til álitisfólk kann bert veljast tann, ið hevur fulltíðarstarv og hevur arbeitt á viðkomandi arbeiðsplássi í minsta lagi 1 ár uttan so, at tað av serligum umstøðum gerst neyðugt at víkja frá hesum.
Stk. 3. Bert virknir limir í Maskinmeistarafelagnum kunnu veljast til álitisfólk.
Stk. 4. Valið av álitisfólki hevur ikki gildi, fyrr enn tað er góðkent av Maskinmeistarafelagnum og fráboðað arbeiðsgevaranum.
Stk. 5. Í samráð við arbeiðsgevara fær álitismaðurin møguleika at taka sær av málum, sum viðvíkja starvsfeløgunum ella arbeiðsviðurskiftinum á arbeiðsplássinum í arbeiðstíðini, tó soleiðis, at tað stendst so lítið bági av hesum sum møguligt.
Stk. 6. Maskinmeistarar, sum eru valdir í nevnd Maskinmeistarafelagsins, skulu fáa heimild at fremja felagsarbeiði í vanligu arbeiðstíðini í givnum førum.
Stk. 7. Tá álitisfólk søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, fer arbeiðsgevarin at viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í felagnum.
Stk. 8. Formaðurin/-kvinnan í Maskinmeistarafelagnum hevur rætt til farloyvi í mesta lagi 6 ár uttan løn, og arbeiðsgevarin skal hava starv tøkt, tá ið farloyvistíðin er av.
§ 20.
Sáttmálatrætur
Stk. 1. Verður ósemja um arbeiði, sum ikki er tilskilað í sáttmálanum, skulu feløgini beinanvegin upptaka samráðingar um arbeiðs- og lønarviðurskifti hesum viðvíkjandi áðrenn farið verður til gerðarrætt.
Stk. 2. Allar trætur um røttu fatan av sáttmálanum verða lagdar fyri Fasta Gerðarrætt.
§ 21.
Barsilsfarloyvi
Maskinmeistari, sum er settur í starv eftir hesum sáttmála, eigur rætt til barsilsfarloyvi sambært galdandi lóggávu.
§ 22.
Gildi sáttmálans
Stk. 1. Sáttmálin hevur gildi frá 1. juni 2024 og kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða freist til ein fyrsta juni, fyrstu ferð 1. juni 2026.
Tórshavn, 9. spetember 2024
MASKINMEISTARAFELAGIÐ
FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG