Starvsfelagið - Posta

Sáttmáli
millum
Starvsfelagið
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag
um
Posta

2023-2025

1. Kapittul: Almennar reglur

§1.
Sáttmálaøki og samráðingarrættur

Hesin sáttmáli fevnir um størv á Posta, sum flokkað eru í § 27 Bólking av størvum.

Stk. 2. Um Posta yvirtekur starvsøki ella virksemi, sum ikki eru umfatað av hesum sáttmála, verða hesi bert umfatað av sáttmálanum, um partarnir eru samdir um tað.

Partarnir eru í hesum sambandi samdir um, at starvsfólk, undir verandi sáttmálaøki, kunnu ikki flytast yvir í størv uttan fyri sáttmálaøkið fyri lægri løn ella verri setanarviðurskifti.

Stk. 3. Er sátmálin uppsagdur, og semja ikki kemur í lag partanna millum, verða reglurar í Løgtingslóg nr. 39 frá 13. mai 2013 at galda.

Stk. 4. Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum verða at leggja fyri Fasta Gerðarættin.

§2.
Samstarvsnevnd

Stk 1. Á Posta er ein samstarvsnevnd, har umboð fyri leiðslu, álitisfólk og varaálitisfólk sita. Víst verður til reglugerðina fyri samstarvsnevndina.

Stk. 2. Samstarvsnevndin skal hava innlit í øll viðurskifti, sum hava við fyritøkuna og uppgávur hennara at gera.

Stk. 3. Tá avgerandi broytingar verða gjørdar í bygnaðinum ella arbeiðsgongdini, skal starvsfólkið hava boð um hetta í góðari tíð. Krevja slík tiltøk eftirútbúgving, skulu starvsfólkini hava høvi til at fáa neyðuga eftirútbúgving, so tey kunnu røkja hesi arbeiði.

Avgerandi broytingar og tilrættisleggingina av hesum kunnu altíð takast upp í samstarvsnevndini til viðgerðar.

Stk 4.Álitisfólkið skal hava skipanareglur (organisatiónsskipan/starvslýsingar) fyri fyritøkuna og fyri tær einstøku deildirnar.

§3.
Álitisfólk og nevndarlimir

Stk. 1. Hvør deild ella øki, sum hevur meira enn 3 fólk í starvi, kann velja álitisfólk og varaálitisfólk. Sum høvuðsregla skulu hesi hava fulltíðarstarv. Álitisfólk og nevndarlimir í Starvsfelagnum kunnu ikki verða uppsøgd, uttan at uppsøgnin hevur verið til viðgerðar millum Posta og Starvsfelagið.

Stk. 2. Lærlingar kunnu ikki vera álitisfólk, eins og leiðarar, deildarleiðarar og økisleiðarar heldur ikki kunnu veljast til álitisfólk.

Stk. 3. Álitisfólkini skulu ansa eftir at lógir, reglur og sáttmálar, sum eru galdandi fyri starvsøki á Posta, verða yvirhildnar, eins og hesi skulu virka fyri, at samstarvið millum starvsfólk og leiðslu er so gott sum gjørligt.

Stk. 4. Hesi álitisfólk velja sínamillum eitt felagsálitisfólk og tvey varaumboð, sum hava dagliga samskifti við leiðsluna.

Stk. 5. Felagsálitisfólkið fær 20% niðursetta arbeiðstíð uttan lønarmiss, varafelagsálitisfólkini fáa 10% niðursetta arbeiðstíð uttan lønarmiss. Harumframt fær felagsálitisfólkið og varafelagsálitisfólkini frí eftir tørvi uttan lønarmiss í samband við ósemjur og sáttmálatingingar.

Stk. 6. Felagsálitisfólkið fær 2 viðbótastig í samsýning, og varaálitisfólkini 1 viðbótastig í samsýning. Henda samsýning er eftirlønargevandi.

Stk. 7. Álitisfólkini á deildunum taka sær av dagligu viðurskiftunum í síni deild og, um krevst, leggja mál fyri felagsálitisfólkið til víðari viðgerð saman við leiðsluni.

Stk. 8. Í sambandi við setan, flyting ella uppsøgn skal felagsálitisfólkið hava boð um hetta í góðari tíð, soleiðis at deildarálitisfólkini hava haft møguleika at viðgerða spurningin saman.

Stk. 9. Deildarálitisfólkini skulu kunna røkja arbeiðið í vanligu arbeiðstíðini í tann mun tað er neyðugt, og skal verða roynt, at hettar órógvar minst møguligt.

Stk. 10. Um starvsfólk er valt í nevnd Starvsfelagsins, skal tí verða givin heimild at fremja felagsarbeiði í vanligu arbeiðstíðini í givnum førum, t.d. undir sáttmálasliti, sáttmálasamráðingum, arbeiðsósemju og til álitisfólkafundir. Harumframt fáa nevndarlimir frí við løn 1 dag um mánaðin til felagsarbeiði.

Stk. 11. Tann, sum verður vald/ur til formann í Starvsfelagnum hevur altíð rætt til at fáa farloyvi uttan løn, og hevur Posta skyldu at hava starv til viðkomandi, tá formanstíðin er úti.

Stk. 12. Tá álitisfólk og starvsfólk søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, fer Posta at viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í Starvsfelagnum.

Stk. 13. Álitisfólk skulu hava rætt til at koma saman til felagsfund 2 ferðir um árið í arbeiðstíðini.

Stk. 14. Posta setur á hvørjum ári í sáttmálaskeiðnum kr. 20.000,00 í grunn til fíggjan av álitisfólkaskeiðum.

§4.
Setan

Stk. 1. Størv, sum verða sett, skulu sum meginregla lýsast leys innanhýsis og/ella almennt.

Stk. 2. Allar starvssetanir skulu, áðrenn setan, leggjast fyri felagsálitisfólkið til kunningar, soleiðis at høvi verður at kanna, um allar ásetingarnar sambært sáttmálanum eru yvirhildnar.

Verða fólk sett uttan at starvið er lýst leyst, skal frágreiðing latast felagsálitisfólkinum til kunningar.

Stk. 3. Við setan skal starvslýsing gerast, sum síðani verður kunnað felagsálitisfólkinum.

Hendan starvslýsing eigur eisini at innihalda fastar reglur um menningarsamrøður.

Stk. 4. Tá nýtt fólk verður sett í starv sambært hesum sáttmála, verður skipað fyri einum fundi millum starvsfólkið og felagsálitisfólkið sum partur av innføringini í starvið. Endamálið við fundinum er at geva felagsálitisfólkinum høvi at kunna um limaskap í Starvsfelagnum. Hesin fundur verður hildin, áðrenn setanarprógvið verður undirskrivað.

Stk. 5. Limagjald til Starvsfelagið skal takast av lønini áðrenn útgjalding.

§5.
Fyribilshjálp og avloysarar

Stk. 1. Starvsfólk, ið verða sett til fyribilsarbeiði ella avloysing fyri annan, verða lønt við fastari mánaðarløn ella tímaløn soleiðis:

Tey, ið lúka treytirnar fyri fakliga útbúgving, fáa løn eftir lønarbólkinum fyri faklærd á tí lønarstigi, tey høvdu fingið við setan í fast starv.

Meðan tey, ið lúka treytirnar fyri ófaklærd, fáa løn eftir lønarbólkinum fyri ófaklærd á tí lønarstigi, tey høvdu fingið við setan í fast starv. Dagtímalønin er 1/2028 av árslønini.

Stk. 2. Sum fyribilsarbeiði er at skilja arbeiði, sum ikki varar longur enn í mesta lagi 6 mánaðir í einum ári. Verður arbeitt meira, er talan um vanligt starv við vanligari uppsagnarfreist frá fyrsta starvsdegi.

Stk. 3. Undantak frá stk. 2 eru skúlanæmingar og onnur, sum bert arbeiða eftir tilkalli. Hesi hava uppsagnarfreist uppá 1 mánaða og verða ikki roknað sum fastsett, sjálvt um starvstíðin er longri enn 5 mánaðir um árið, treytað av, at tey ikki koma undir §6, stk. 1.

Stk. 4. Sum avloysari er at skilja starvsfólk, sum arbeiðir fyri annað navngivið starvsfólk, sum vegna sjúku, barnsburð ella farloyvi ikki er í starvi. Er ikki tilskilað í setanarbrævi í sambandi við avloysing, hvønn viðkomandi avloysir, er starvið at meta sum vanligt starv við vanligari uppsagnarfreist frá fyrsta starvsdegi.

Stk. 5. Frávik frá hesum reglum kunnu bert góðtakast við góðkenning frá trýmannanevndini.

Stk. 6. Fyribilshjálp og avloysarar fáa úrtíðarløn og vaktargjøld eftir reglunum í §21 og §23.

§6.
Ávaringar og uppsøgn

Stk. 1. Um so er, at starvsfólk eftir leiðslunnar meting ikki røkir tænastuskyldur sínar, eigur starvsfólkið í fyrstu syftu at fáa eina grundgivna munnliga ávaring. Tá ávaring verður kunngjørd, skal felagsálitisfólkið ella álitisfólkið á staðnum vera hjástatt.

Áðrenn skrivlig ávaring verður givin, eigur viðkomandi at fáa neyðuga tíð til at bøta um viðurskiftini. Skrivliga ávaringin verður send felagsálitisfólkinum.

Hesar reglur um ávaring galda ikki, um starvsfólk hevur framt grovt misbrot í tænastuni.

Stk. 2. Fyri tey, sum eru sett í starv eftir hesum sáttmála, og sum í meðal hava meira enn 15 tíma arbeiðsviku, er uppsagnarfreistin - tá ikki onnur semja er - frá arbeiðsgevarans síðu henda:

  • 1 mánaða uppsagnarfreist frá einum 1. í mánaðanum at rokna, tá viðkomandi hevur verið í starvi í 6 mánaðar.

  • 3 mánaða uppsagnarfreist frá einum 1. í mánaðanum at rokna, tá viðkomandi hevur verið í starvi í meira enn 6 mánaðar.

  • Uppsagnarfreistin verður hækkað við einum mánaða fyri hvørji 3 ár, viðkomandi hevur verið í starvi tó hægst 6 mánaðar.

Uppsagnartíðin hjá starvsfólki, sum er valt til álitisfólk og nevnd felagsins, verður longd við 1 mánaða soleiðis, at 1 mánaði verður lagdur afturat vanligu uppsagnartíðini.

Stk. 3. Tá starvsfólk sigur upp, er uppsagnarfreistin - um annað ikki er avtalað - 1 mánaður frá einum 1. í mánaðanum at rokna.

Stk. 4. Uppsøgn eftir hesum reglum skal vera skrivlig og latin inn ikki seinni enn hin síðsta í mánaðanum frammanundan uppsagnartíðini.

Stk. 5. Felagsálisfólkið skal hava boð um uppsøgn við nágreiniligari skrivligari grundgeving, og uppsøgn verður ikki givin, fyrrenn felagsálitisfólkið innan 2 vikur hevur havt møguleika at gera sínar viðmerkingar til ætlaðu uppsøgnina.

Um skrivliga grundgevingin inniheldur viðkvæmar upplýsingar, sum Posta ikki hevur heimild at lata víðari, skal felagsálitisfólkið, innan 2 vikur áðrenn uppsøgn verður givin, kortini hava skrivliga fráboðan um, at ætlanin er at geva starvsfólkinum uppsøgn. Um felagsálitisfólkið letur Posta skrivligt samtykki frá starvsfólkinum til, at Posta letur felagsálitisfólkinum viðkvæmar upplýsingar, skal Posta lata skrivligu grundgevingina víðari til felagsálitisfólkið.

Stk. 6. Verður starvsfólk sagt at fara úr starvi, og er orsøkin eftir felagsálitisfólksins metan ógrundað, tá eiga Posta og felagsálitisfólkið at taka málið til samráðingar og avgerðar millum sín.

Stk. 7. Tá uppsøgn uttan umsókn verður givin, skal Posta lata felagsálitisfólkinum skrivliga fráboðan um hetta og greiða frá uppsagnargrundini.

Um uppsagnargrundin inniheldur viðkvæmar upplýsingar, sum Posta ikki hevur heimild at lata víðari, skal felagsálitisfólkið kortini, í sambandi við at uppsøgn verður givin, hava skrivliga fráboðan um, at uppsøgn er givin. Um felagsálitisfólkið letur Posta skrivligt samtykki frá starvsfólkinum til, at Posta letur felagsálitisfólkinum viðkvæmar upplýsingar, skal Posta skrivliga lata uppsagnargrundina víðari til felagsálitisfólkið.

Stk. 8. Tá fólk fer úr starvi, fær tað frá Posta váttan um lønar- og tænastualdur við fráfaring. (Lønar- og tænastualdurkort).” *

§7.
Sjúka

Sjúka er lógligt forfall og skal beinanvegin fráboðast til arbeiðsplássið. Læknaváttan kann krevjast.

Stk. 2. Varir sjúkan meira enn 14 dagar, kann krevjast at viðkomandi  við læknaváttan váttar sjúkuna og útvegar gjøllari upplýsning um, hvussu drúgv sjúkan ætlandi verður. Slíka læknaváttan rindar arbeiðsgevarin.

Stk. 3.  Mánaðarlønt fáa tey føstu gjøldini s.s.vaktar og vikuskiftisgjøld í samband við  sjúku, frítíð, barnsburð og farloyvi við løn (smb. galdandi rættarpraksis).

Stk. 4. Starvsfólk kunnu fáa frí við løn, tá barn/børn teirra eru sjúk, tó hægst 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi 10 dagar árliga. Hava tey meira enn 2 børn undir 10 ár, kunnu fáast upp til 20 dagar árliga. Somu reglur eru galdandi fyri tímalønt starvsfólk, ið eru sett í starv eftir hesum sáttmála.

§8.
Barnsferð

Starvskvinna, ið er við barn, eigur at siga leiðsluni frá í seinasta lagi 3 mánaðir, áðrenn hon væntar seg at eiga.

Stk. 2. Starvskvinnuni verður veitt full løn, frá tí hon gerst óarbeiðsfør, tó í mesta lagi 8 vikur áðrenn og upp til 24 vikur íalt. Starvsmaður kann í hesum sambandi eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánað og uttan miss í lønaraldri.

Stk. 3. Starvskvinnan kann í samband við barnsferð søkja um í mesta lagi 6 mánaðir frí uttan løn og uttan miss í lønaraldri.

Stk. 4. Umframt tær í stk. 2 og 3 nevndu  sømdir, kann starvskvinna fáa upp til 6 mánaðar sjúkrafrí í slíkum føri, har hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum. Undir slíkum umstøðum verður veitt starvskvinnum full løn.

Stk. 5. Um starvskvinna ættleiðir barn, kann hon fáa upp til 24 vikur frí við løn, í hesum sambandi kann starvsmaður eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánaða uttan miss í lønaraldri.

§9.
Eftirsitiløn

Tá ið starvsfólk, ið eru lønt eftir hesum sáttmála, doyr, meðan tað er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnarfelagi/sambúgvi ella børn undir 18 ár, sum tað hevur skyldu til at uppihalda, rætt til løn í mun til uppsagnarfreistina, minst 3 mánaðir, tó hægst 6 mánaðir.

Stk. 2. Eftirsitilønin er miðaltalið av fullu lønini seinastu 12 mánaðirnar, sum viðkomandi hevur arbeitt fulla tíð. Lønin í mánaðinum, tá ið starvsfólkið doyði, verður ikki roknað upp í eftirsitilønina.

§10.
Frítíðarskeiðið

Starvsfólk hava innan fyri frítíðarárið, ið verður at rokna frá 1. apríl – 31. mars, rætt til frítíð við løn í 30 gerandisdagar.

Stk. 2. Sjúkradagar í frítíð verða vanliga viðroknaðir sum frítíðardagar. Tó kunnu eftir umsókn í serligum umstøðum, har sjúkan forðar fyri nýtslu av frítíðini á rímuligan hátt, slíkir sjúkradagar koma undir reglurnar fyri sjúku, og nýggir frítíðardagar verða tá givnir.

§11.
Frítíðarreglur

Starvsfólk, ið eru sett í starv eftir at frítíðarárið frammanundan er byrjað, ella eftir at tað er endað, og sum í øðrum arbeiði hava fingið rætt til frítíð, varðveita henda rætt ímóti at lata frá sær 1/30 av mánaðarlønuni fyri hvønn frítíðardag, tey á henda hátt fáa.

Stk. 2.  Frávera, orsaka av sjúku, frítíð ella aðrari frítíð við løn, verður roknað sum tænasta.

Stk. 3. Halgidagar og aðrir frídagar, sum í frítíðini falla uttanfyri sunnudagar smbr. § 24, verða ikki viðroknaðir sum hildnir frídagar.

Stk. 4. Frítíðin skal um gjørligt verða latin í einum. Minst 4 vikur og helst samanhangandi í tíðarskeiðinum 2. mai  - 30. september, og tíð útyvir hetta í einum og um møguligt saman við øðrum frídøgum.

Stk. 5. Afturat vanligu lønini eigur starvsfólki 1,5 % av føstu árslønini í undanfarna innvinningarári og 12 % av útgoldnari úrtíðarløn og serligum veitingum, tó ikki av vaktar- og vikuskiftisgjøldum.

Stk. 6. Verður farið úr starvi, verður frítíðargjaldið 12 % goldið fyri tann partin av frítíðarárinum, ið farin er, og av tí parti av frítíðarárinum, sum viðkomandi starvsfólk ikki hevur hildið frí.

§12.
Farloyvi

Stk. 1. Starvsfólki verður givin tænastufrí uttan løn, har tað ikki stríðir móti áhugamálum hjá Posta. Starvsfólk, sum eftir umsókn fara í farloyvi í sambandi við útbúgving, ið tænir áhugamálum hjá Posta, kunnu fáa fulla ella niðursetta løn við eftirlønargjaldi. Tó skulu starvsfólk, ið hava starvast longur enn 5 ár, hava rætt til minst 1 ára tænastufrí, um tað ikki stríðir móti áhugamálum hjá Posta.

Stk. 2. Lønaraldur, tænastualdur og eftirlønaraldur verða vanliga frádrigin í tíðini, tænastufrí uttan løn er hildin.

§13.
Eftirløn

Stk. 1. Posta rindar vegna starvsfólkið til eina eftirlønar- og/ella lívstryggingarskipan, ið Posta og Starvsfelagið kunnu góðkenna, tilsamans 15% í eftirlønargjaldi og lívstrygging av til eina og hvørja tíð galdandi mánaðarløn/tímaløn eftir lønarskalanum, men ikki av serstøkum gjøldum.

Stk. 2. Tey, sum hava nátt fólkapensiónsaldur, fáa ístaðin upphæddina, sum skuldi verið flutt sum eftirløn, útgoldna sum løn. Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum skulu rindast samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, soleiðis at útreiðslan hjá arbeiðsgevara verður óbroytt.

Sama er galdandi fyri persónar, sum smb. § 1, stk. 5 í eftirlønarlógini eru frítiknir fyri at rinda til eina føroyska eftirlønarskipan.

Stk. 3. Fyri tey, sum er sett styttri enn 3 mánaðir, kann eftirlønargjaldið eftir avtalu við Posta verða goldið sum løn ella eftirløn.

Stk. 4. Starvsfólk, sum í dag hava aðra eftirlønarskipan, kunnu varðveita hesa, um tey ynskja hetta.

§14.
Tænastuferðir og skeið

Stk. 1. Fyri tænastuferðir verður veittur sami tíma og dagpeningur og kilometurendurgjald sum til tænastumenn landsins.

Stk. 2. Fyri skeið, sum leiðslan áleggur starvsfólkunum at luttaka á, verður hvør einstakur skeiðdagur roknaður sum 1 vanligur arbeiðsdagur, tó í mesta lagi 7,8 tímar. Um skeið liggur á degi, har starvsfólkið longu hevur arbeitt tímanormin, verður skeiðtíðin tald við í skyldugu arbeiðstíðina, tó við hægst 4 eykatímum útyvir dagtímanormin. Um skeið liggur í vikuskifti ella á føstum frídegi samb. § 24, verður latin tímasamsýning fyri ólagaligu tíðina samb. § 23. Skeiðtíðin verður harumframt tald við í skyldugu arbeiðstíðina, tó við í mesta lagi 7,8 tímum pr. skeiðdag.

Stk. 3. Fyri skeið, sum liggja uttan fyri vanligu arbeiðstíðina, og sum ikki eru áløgd, kann Posta lata aðra frítíð tíma fyri tíma í staðin fyri tíðina, ið er nýtt til skeiðluttøku.

Stk. 4. Ferðing til skeið, sum liggja aðrastaðni enn vanliga arbeiðstaðið (uttanbíggja og í útlandinum) verður roknað í skeiðtíðina.

Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 2-4 kunnu við avtalu millum trýmannanevndina og Posta frávíkjast.

§15.
Fyribils tænasta í hægri starvi

Starvsfólk, sum eftir serligum boðum, ella eftir frammanundan fastløgdum arbeiðslagi við góðkenning frá Posta, fyribils røkja starv í 1 viku samfelt ella meira, eiga í hesum tíðarskeiði at verða lønt á sama lønarstigi, sum tey høvdu fingið, um tey vórðu sett í starvið, treytað av, at tey yvirtaka tær arbeiðsuppgávur, ið standast av hægra starvinum.

§16.
Aðrar skipanartreytir

Viðvíkjandi teimum starvsfólkum, ið lønt eru eftir hesum sáttmála, verður víst til løgtingslóg nr. 13. frá 20. mars 1958 um rættarviðurskifti arbeiðsgevara og starvsmanna millum.

Stk. 2. Lærlingar í skrivstovuyrkinum verða at upplæra so, sum fyriskipað í lærlingalógini ella FHS-lógini, og lærutíðin verður, sum ásett av læruráðnum.

Stk. 3. Hvílitíðin millum tvær vaktir skal í minsta lagi vera 11 tímar, men kann, um starvsfólkini eru samd um hetta, setast niður í 8 tímar.

§17.
Onnur viðurskifti

Leiðslan á Posta og trýmannanevndin kunnu, tá serligur tørvur er á tí, gera seravtalur um viðurskifti, sum eru ásett í hesum sáttmála, og gera lokalar avtalur um viðurskifti, sum ikki eru avtalaði í hesum sáttmála. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið skulu góðkenna slíkar avtalur.

2. Kapittul: Arbeiðstíð

§18.
Vanliga arbeiðstíðin

Stk. 1. Vanliga arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna.

Stk. 2. Arbeiðstíðin á Posta verður at leggja í samráð millum trýmannanevndina og leiðsluni á Posta, tó soleiðis, at leygardagur verður frídagur, har hetta letur seg gera.

§19.
Niðursett arbeiðstíð

Niðursett arbeiðstíð kann verða loyvd, har umstøður eru til tess. Lønin verður tá lækkað tilsvarandi.

§20.
Mattíðir

Stk. 1. Starvsfólk við niðursettari arbeiðstíð hava rætt til fylgjandi mattíð:

  1. Er arbeiðstíðin undir ½ arbeiðsdag um dagin, verður eingin mattíð.
  2. Er arbeiðstíðin millum ½ og 2/3 arbeiðstíð um dagin, verður mattíðin 15 minuttir.
  3. Er arbeiðstíðin 2/3 ella omanfyri um dagin verður mattíðin ½ tími.

§21.
Úrtíðararbeiði

Stk. 1. Úrtíðararbeiði eigur helst ikki at vera.

Stk. 2. Sagt eigur at vera frá fastløgdum úrtíðararbeiði dagin fyri. Um so er, at nakað starvsfólk ber seg undan, um ikki er sagt frá dagin fyri, eigur hetta at verða tikið til eftirtektar.

Stk. 3. Um so er, at starvsfólkið, eftir at vanliga arbeiðstíðin er lokin, verður boðsent aftur til arbeiðis, skal verða veitt úrtíðargjald fyri 1 tíma eyka.

Stk. 4. Starvsfólk við niðursettari arbeiðstíð fáa bert úrtíðargjald fyri álagt arbeiði eftir vanligu arbeiðstíðina hjá Posta.

Stk. 5 Fyri álagt úrtíðararbeiði verður goldin úrtíðarløn afturat vanligu dagtímalønini soleiðis:

Fyri 1., 2. og 3. tíman verður goldið 50%.

Fyri 4. og fylgjandi yvirtímar og fyri leygardagar, sunnudagar og teir í §24 nevndu frídagar verður goldið 100%.

Úrtíðargjaldið verður latið fyri hvønn byrjaðan hálvan tíma.

Áðrenn farið verður undir at gjalda vanliga løn aftur, skal starvsfólk hava havt høvi at hvíla í minst 6 tímar.

Stk. 6. Tímalønin verður roknað sum 1/2028 av tí fyri starvsfólkið galdandi ársløn.

Stk. 7. Lærlingar mugu vanliga ikki taka lut í úrtíðararbeiði. Taka teir undantaksvís lut í úrtíðararbeiði, skulu teir lønast á tí stigi í lønarbólkinum, teir koma í, tá teir eru útlærdir. Slíkt úrtíðararbeiði hjá lærlingum má undir ongum umstøðum nerva skyldugu skúlagongdina.

Stk. 8. Leiðarar, sum løntir eru hægri enn 21. lønarstig, tilskriva ikki yvirtíð. Eftir umsókn kann tó verða veitt teimum hóskandi mánaðarligt ískoyti, um starvið inniber áhaldandi meirarbeiðið. Somuleiðis kann eftir umsókn verða veitt teimum ískoytið/yvirtíðargjald fyri styttri tíðarskeið við nógvum meirarbeiði.

§22.
Avspáking/úrtíðargjald

Stk. 1. Starvsfólkið avger sjálvt, um tað vil hava úrtíðargjald ella tilsvarandi frítíð fyri úrtíðararbeiði smb. § 21, stk. 5. Ber ikki til at halda frí, tá ið starvsfólk ynskir tað, skal avtalast, nær sparda frítíðin kann verða hildin í staðin.

Stk. 2. Er úrtíðararbeiði ikki samsýnt við frítíð, tá ið 3 mánaðir eru loknir, frá tí at úrtíðararbeiðið er gjørt, verður úrtíðarløn goldin í staðin, um so er, at starvsfólkið ikki ynskir aðra skipan.

Stk.3. Har arbeitt verður eftir vaktarskipan, skal tann avtalaða frítíðin fyri úrtíðararbeiði viðmerkjast í vaktarskipanini, áðrenn hon verður hildin.

§23.
Vaktir

Stk. 1. Fyri arbeiði millum kl. 17.00 og kl. 08.00 verður latið vaktargjald I. Fyri arbeiði um vikuskifti verður latið vaktargjald II.

Vaktargjald I           12,85% av lønarstig 18
Vaktargjald II          25,70% av lønarstig 18

Fyri arbeiði hesi tíðarskeið eiga starvsfólk frí 3 tímar fyri hvørjar 40 tímar, arbeitt verður. Posta kann ístaðin útgjalda virði av hesum tímum leypandi. Tó kunnu starvsfólk til eina og hvørja tíð eiga 30 tímar til góðar, um tey ynskja tað.

Stk. 2. Fyri arbeiði, ið fer út um fastlagda vakt og fyri arbeiði í teimum í §24 ásettu frídøgum verður latin úrtíðarløn eftir §21.

Stk. 3. Fyri tilkallivakt vanligar dagar verður latið vaktargjald I. Fyri tilkallivakt um vikuskifti og teir í §24 nevndu frídagar verður latið vaktargjaldið II.

Stk. 4. Fyri arbeiði undir tilkallivakt verður veitt úrtíðarløn sambært §21.

Stk. 5. Ein sundurbýtt vakt má ikki strekkja seg yvir meira enn 12 tímar, uttan at starvsfólkini eru samd í hesum. Um sundurbýtt vakt fer út um 12 tímar, verður goldið kr. 8,57 eyka um tíman.

Stk. 6. Nevndu vaktargjøld verða ikki veitt saman við úrtíðarløn.

Stk. 7. Hesar reglur eru galdandi á Posta, har annað ikki er tilskilað.

Stk. 8. Byrjar ein vakt ein fastan frídag eftir §24 í sáttmálanum, verður úrtíðargjald latið fyri alla vaktina.

Stk. 9. Fellur ein frídagur eftir §24 á ein dag, sum er frídagur eftir vaktarlista, verður annar frídagur latin í staðin.

§24.
Serstakir frídagar

Jólaaftan, nýggjársaftan, páskaaftan, flaggdagur, hvítusunnuaftan, ½ grundlógardagur, ½ ólavsøkuaftan, ólavsøkudagur og allir halgidagar eru frídagar.

Stk. 2. Ein samd samstarvsnevnd kann taka avgerð um at leggja hálvar frídagar saman til heilar frídagar. Hetta merkir, at hesir heilu frídagar liggja á einum av teimum hálvu frídøgunum, meðan tann hálvi arbeiðsdagurin verður vanligur fullur arbeiðsdagur. Verður arbeitt á einum heilum samanløgdum frídegi, verður hetta lønt sambært stk. 3. Verður arbeitt á einum heilum samanløgdum arbeiðsdegi, verður hetta lønt sum vanligur arbeiðsdagur.

Stk.3. Verður arbeitt hesar serstøku frídagar, verður goldin úrtíðarløn við hægstu viðbót sambært § 21 í sáttmálanum fyri alla tíðina, tó í minsta lagi fyri 4 tímar, 2 tímar fyri ½ frídag.

Stk. 4. Starvsfólk á Posta hava keypt 5 frídagar um árið, sum verða innvunnir á sama hátt sum frítíð eftir frítíðarlógini. Vunnir verða 0,42 serstakir frídagar við løn fyri hvønn mánað í starvi (5 daga vika). Um starvsfólkið ikki ynskir at keypa hesar frídagar, verða teir útgoldnir við ½ % av árslønini fyri hvønn dagin. Hjá starvsfólkum, ið arbeiða minni enn fulla tíð, verða frídagarnir roknaðir lutvíst í mun til arbeiðstíðina.

Starvsfólk, ið arbeiða minni enn 3 mánaðir um árið (umroknað til fulla tíð), hava ikki rætt til at halda frídagarnar.

Løntakarin og arbeiðsgevarin avtala, nær frídagarnir verða hildnir. Eftir avtalu kunnu frídagarnir flytast til árið eftir.

Stk. 5. Tímalønt starvsfólk, ið hava starvast í minsta lagi 3 mánaðir í undanfarna fíggjarári, og sum framhaldandi eru í starvi 1. apríl árið eftir, fáa 4% av allari lønini frá 1. apríl til 31. mars sum  samsýning fyri serstakar frí- og halgidagar. Hetta verður at útgjalda saman við lønini fyri apríl mánað.

3. Kapittul: Løn og flokking av størvum

§25.
Løn

Í sáttmálaskeiðnum verður lønin hækkað soleiðis:

1. januar 2023                     3,23%

1. januar 2024                     4,04%

§26.
Grundlønarskipan

Stk. 1. Lønarskipanin telur 40 stig, býtt upp í 4 bólkar soleiðis:

  • Bólkur A: Stig 1 – 11, ófaklærd.
  • Bólkur B: Stig 6 – 19, faklærd. (frá 1. januar 2020: stig 6 - 20)
  • Bólkur C: Stig 13 – 20, starvsfólk við ábyrgd. (frá 1. januar 2020: stig 13 - 21)
  • Bólkur D: Stig 21 – 30, starvsfólk við seruppgávum/hægri størv.

Stk. 2. Ungdómar, ið eru yngri enn 17 ár, fáa 75% av tímalønini í bólki A stig 1

Stk. 3. Lønarskipanin er ein grundlønarskipan, sum ikki forðar fyri framflutningi í bólkum og stigum.

Í ávísum førum kunnu húsaavtalur gerast.

Stk. 4. Starvsaldurin hækkar eina ferð um árið, at rokna frá setanardegnum.

Stk. 5. Tá flutt verður millum bólk A og B, verður flytingin sett á byrjunarstigi í hægra bólkinum.

Stk. 6. Starvsfólk, ið fara úr einum starvi á Posta í eitt annað í sama bólki, fáa starvsaldurin við sær yvir í nýggja starvið, tá uppgávurnar eru á líknandi støðið sum í undanfarna starvið.

Stk. 7. Til hvørt starv er ein starvslýsing, ið lýsir innihaldið í starvinum. Starvslýsingin skal verða viðkomandi fyri starvið.

Stk. 8. Um munandi broytingar eru í starvsinnihaldinum, skal ein samrøða verða um regulering av lønini samsvarandi broytingunum. Posta kunnar trýmannanevndina um møguligar broytingar.

Stk. 9. Praktikantar innan hægri útbúgving, ið koma í praktikk, fáa 80% av byrjunarlønini í avvarandi bólki samsvarandi starvsbólki.

Stk. 10. Eru ivamál um innflokking av størvum, verður hettar at leggja fyri trýmannanevndina og leiðsluni á Posta.

§27.
Bólking av størvum

Starvsfólk, sum koma undir sáttmálaøki Starvsfelagsins á Posta, verða lønt eftir lønarstigunum fyri bólkarnar A – B – C – D.

Bólkur A, stig 1 – 11, ófaklærd
Starvsfólk uttan útbúgving og minni enn 5 ára starvsroyndir.

Bólkur B, stig 6 – 19, faklærd (frá 1. januar 2020: stig 6 - 20)
Starvsfólk eru at meta sum faklærd, sæð í mun til lønarskipanina, tá ið tey hava staðið vanliga lærlingaútbúgving, ella hava nomið sær 5 ára viðkomandi starvsroyndir.

Bólkur C, stig 13 – 20, víðari starvsfólk við ábyrgd (frá 1. januar 2020: stig 13 - 21)
Starvsfólk, sum hava serliga fíggjarliga ábyrgd, og sum hava lyklastørv.

Bólkur D, stig 21 – 30, starvsfólk við seruppgávum/hægri størv
Starvsfólk, ið røkja størv sum krevja hægri útbúgving. Størv, ið krevja sjálvstøðugt kvalifiserað arbeiði, sum er treytað av viðkomandi útbúgving, serstøkum kunnleika og longri royndum, kunnu koma í henda bólk.

§28.
Viðbøtur

Stk. 1. Viðbøtur kunnu verða latnar í stigum.

Stk. 2. Hesar viðbøtur eru eftirlønargevandi.

§29.
Skipanarreglur

Stk. 1. Teir bólkar, sum eru nevndir í §27 og í fylgiskjali til henda sáttmála, kunnu verða broyttir, um so er, at nýggj starvsmetan er gjørd, ella nýggjur framflutningur er gjørdur.

Stk. 2. Trýmannanevndin og starvsfólkadeildin á Posta dagføra hvønn 1. apríl fylgiskjalið soleiðis, at øll nýggj starvsheiti og flokkingar sambært sáttmálaøki Starvsfelagsins á Posta, verða nevnd.

§30.
Kontrollering

Um starvsfólk metir tað neyðugt, kann tað heita á leiðsluna um at fáa rutur kontrolleraðar. Leiðslan skal innan 1 mánaða eftir áheitanina syrgja fyri at kontrolleringin er framd.

§31.
Útbúgving og lærlingaviðurskifti

Lærlingar, ið verða tiknir at búgva seg út í skrivstovuyrkinum, verða løntir  1., 2., 3. og 4. læruár við ávikavist 40, 50, 60 og 70 % av stigi 6 á lønartalvuni. Er lærutíðin styttri enn 4 ár, verða seinastu lønarstigini nýtt, soleiðis at seinasta heila læruár verður lønt við 70%.

Stk. 2. Lærlingar, sum áðrenn teir verða settir í starv, hava havt annað lærupláss í skrivstovuyrkinum, kunnu fáa hesa lærutíð talda uppí, tá tænastualdurin verður roknaður smbr. stk. 5.

Stk. 3. Viðvíkjandi undirvísing av lærlingum á yrkisskúlum og øðrum treytum fyri, at lærlingar verða tiknir í starv, verður víst til reglurnar í lærlingalógini. Um stovnur krevur, at lærlingur skal ganga á serligt skeið, rindar viðkomandi stovnur tær útreiðslur, ið standast av hesum.

Stk. 4. Lærlingar eru ikki umfataðir av verkfalli ella lock-out.

Stk. 5. Har lærlingur gongur í handilskúla um dagin, verður givið honum frítt at fara í arbeiðstíðini, uttan at tíðin verður frádrigin í løn hansara. Verður skúlagongdin uttanfyri vanligu arbeiðstíðina, skal hetta gevast aftur í vanligum tímatali. Fer skúlagongdin fram frí-leygardagar, skal lærlingurin hava samsvarandi frítíð onkran av yrkisdøgunum.

Stk. 6. Starvsfólk hjá Posta, sum fara í læru sum postassistent næmingar, varðveita løn sína.

§32.
Gildi sáttmálans

Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. januar 2023 og kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi 1. januar 2025. Í sambandi við uppsøgn av sáttmálanum, kann annar parturin krevja, at samráðingar byrja innan ein mánaða eftir, at krøv eru send mótpartinum. Tó kann parturin í fyrsta lagi krevja, at samráðingar byrja um endurnýggjan av sáttmálanum 6 mánaðir áðrenn hann fer úr gildi.

Tórshavn, hin 12. desember 2022

Starvsfelagið                                              Føroya Arbeiðsgevarafelag

Súni Selfoss/Anna Johannesen                  Kristoffur Laksá

Birita Kjærbæk                                                Jórun Gardar

Hildigerð Djurhuus

Katrin á Mýruni Næss

*Grein 6 er broytt sambært semju 5. mars 2020.