Starvsfelagið - Vága Floghavn

Sáttmáli
millum
Starvsfelagið
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag
um Vága Floghavn 

2023 til 2025


1. kapittul: Almennar reglur


§ 1.
Sáttmálaøki og samráðingarrættur


Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um starvsfólk hjá Vága Floghavn, sum starvast sum sløkkiliðsfólk.


Stk. 2. Er sáttmálin uppsagdur, og semja ikki kemur í lag partanna millum, verða reglurnar í Løgtingslóg nr. 39 frá 13. mai 2013 at galda.


Stk. 3. Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum verða at leggja fyri Fasta Gerðarrættin.


§ 2.
Álitisfólk og nevndarlimir


Stk. 1. Sløkkiliðsfólk kunnu velja eitt álitisfólk og eitt varaálitisfólk. Sum høvuðsregla skal álitisfólkið hava eitt fulltíðarstarv. Álitisfólk og nevndarlimir í Starvsfelagnum kunnu ikki verða uppsøgd, uttan at uppsøgnin hevur verið til viðgerðar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið.


Stk. 2. Álitisfólkini skulu ansa eftir at lógir, reglur og sáttmálar, sum eru galdandi fyri sløkkiliðsfólk hjá Vága Floghavn, verða yvirhildnar, eins og hesi skulu virka fyri, at samstarvið millum starvsfólk og leiðslu er so gott sum gjørligt.
Stk. 3. Álitisfólkið fær eina mánaðarliga viðbót sbrt. lønartalvuna.


Stk. 4. Álitisfólkið tekur sær av dagligu viðurskiftum og kann taka mál til viðgerð saman við leiðsluni.


Stk. 5. Í sambandi við setan, flyting ella uppsøgn, skal álitisfólkið hava boð um hetta í góðari tíð, soleiðis at til ber at viðgerða spurningin.


Stk. 6. Álitisfólkini skulu kunna røkja arbeiðið í vanligu arbeiðstíðini í tann mun tað er neyðugt, og skal verða roynt, at hettar órógvar minst møguligt.


Stk. 7. Um starvsfólk er valt í nevnd Starvsfelagsins, skal tí verða givin heimild at fremja arbeiðið í vanligu arbeiðstíðini í givnum førum, t.d. undir sáttmálasliti, sáttmálasamráðingum, arbeiðsósemju og til álitisfólkafundir. Harumframt fáa nevndarlimir frí við løn 1 dag um mánaðin til felagsarbeiði.


Stk. 8. Tann, sum verður vald/ur til forfólk í Starvsfelagnum hevur altíð rætt til at fáa farloyvi uttan løn, og hevur Vága Floghavn skyldu at hava starv til viðkomandi, tá forfólkstíðin er úti.


Stk. 9. Tá álitisfólk søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, fer Vága Floghavn at viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í Starvsfelagnum.


Stk. 10. Álitisfólk skulu hava rætt til at koma saman til felagsfund 2 ferðir um árið í arbeiðstíðini.


§ 3.
Setan


Stk. 1. Størv, sum verða sett, skulu sum meginregla lýsast leys innanhýsis og/ella alment.


Stk. 2. Allar starvssetanir skulu, áðrenn setan, leggjast fyri álitisfólkið til kunningar, soleiðis at høvi verður at kanna, um allar ásetingarnar sambært sáttmálanum eru yvirhildnar.
Verða fólk sett uttan at starvið er lýst leyst, skal frágreiðing latast álitisfólkinum til kunningar.


Stk. 3. Tá nýtt fólk verður sett í starv sambært hesum sáttmála, verður skipað fyri einum fundi millum starvsfólkið og álitisfólkið sum partur av innføringini í starvið. Endamálið við fundinum er at geva álitisfólkinum høvi at kunna um limaskap í Starvsfelagnum. Hesin fundur verður hildin, áðrenn setanarprógvið verður undirskrivað.


Stk. 4. Limagjald til Starvsfelagið skal takast av lønini áðrenn útgjalding.


Stk. 5. Til ber at avtala, at fyrstu 3 mánaðirnir eru royndartíð, og tá er ongin uppsagnartíð.


§ 4.
Fyribilshjálp og avloysarar


Stk. 1. Starvsfólk, ið verða sett til fyribilsarbeiði ella avloysing fyri annan, verða lønt við fastari mánaðarløn ella tímaløn sambært lønartalvuni.


Stk. 2. Avtalur um fyribilsstørv, avloysarar og onnur størv, ið eru avmarkað í tíð, skulu vera sambært løgtingslóg um setaparprógv.


Stk. 3. Fyribilshjálp og avloysarar fáa úrtíðarløn og vaktargjøld eftir reglunum í §§ 21 og 23.


Stk. 4. Fyribilshjálp og avloysarar fáa eisini lønar- og tænastualdurskort sambært § 5, stk.4 í sáttmálanum.


§ 5.
Uppsøgn


Stk. 1. Fyri tey, sum eru sett í starv eftir hesum sáttmála, og sum í meðal hava meira enn 15 tíma arbeiðsviku, er uppsagnarfreistin - tá ikki onnur semja er - frá arbeiðsgevarans síðu henda:
1 mánaða uppsagnarfreist frá einum 1. í mánaðinum at rokna, tá viðkomandi hevur verið í starvi í 6 mánaðar.
3 mánaða uppsagnarfreist frá einum 1. í mánaðinum at rokna, tá viðkomandi hevur verið í starvi í meira enn 6 mánaðar.
Uppsagnarfreistin verður hækkað við einum mánaða fyri hvørji 3 ár, viðkomandi hevur verið í starvi, tó hægst 6 mánaðar.
Uppsagnartíðin hjá starvsfólki, sum er valt til álitisfólk ella í nevnd felagsins, verður longd við 3 mánaðum soleiðis, at 3 mánaðir verða lagdir afturat vanligu uppsagnartíðini.


Stk. 2. Tá starvsfólk sigur upp, er uppsagnarfreistin - um annað ikki er avtalað - 1 mánaður frá einum 1. í mánaðinum at rokna.


Stk. 3. Uppsøgn eftir hesum reglum skal vera skrivlig og latin inn ikki seinni enn hin síðsta í mánaðinum frammanundan uppsagnartíðini.
Tá uppsøgn verður givin skal hon latast viðkomandi skrivliga.


Stk. 4. Tá fólk fer úr starvi, verður starvsváttan útflýggjað eftir fyrispurningi.


Stk. 5. Víst verður harafturat til § 26 um trygdargóðkenning.


§ 6.
Sjúka


Stk. 1. Verður starvsfólk orsakað av sjúku ikki ført fyri at røkja arbeiði sítt, verður hetta mett sum lóglig orsøk til forfall, uttan so at viðkomandi, sum er í starvi eftir hesum sáttmála, av fyrisettum ráði ella grovum ósketni hevur verið atvoldin til sjúkuna, ella, tá hann er settur í starvið, hevur dult sjúkuna.


Stk. 2. Fráveru vegna sjúku verður starvsfólk eftir áheitan at vátta skrivliga og við læknaváttan, um tað verður kravt. Varir sjúkan meira enn 2 vikur, kann tað verða kravt, at starvsfólkið útvegar gjøllari upplýsing frá lækna um, hvussu drúgv sjúkan verður. Slíka læknaváttan rindar arbeiðsgevarin.


Stk. 3. Starvsfólk kunnu fáa frí við løn, tá barn/børn teirra eru sjúk, tó hægst 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar árliga.
Hava tey meira enn 2 børn undir 10 ár, kunnu tey fáa frí upp til 20 dagar.
Somu reglur eru galdandi fyri tímalønt starvsfólk, ið eru sett í starv eftir hesum sattmála.


§ 7.
Barnsferð


Stk. 1. Starvskvinnan, ið er við barn, eigur at siga leiðsluni frá, 3 mánaðir áðrenn hon væntar seg at eiga.


Stk. 2. Starvskvinnu verður veitt full løn, undantikið fastar viðbøtur sbrt. punkt 6.3 í avtaluni um faste tillæg, fyri tíðina, frá tí hon gerst óarbeiðsfør, tó í mesta lagi 8 vikur undan føðing, og tilsamans 52 vikur eftir føðing.


Stk. 3. Um starvskvinna ættleiðir barn, kann hon fáa upp til 52 vikur frí við løn. Í hesum sambandi kann starvsmaður eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánaða uttan miss í lønaraldri.


Stk. 4. Starvskvinna kann ikki sigast upp við teirri grundgeving, at hon er við barn.


Stk. 5. Í sambandi við barnsburð ella ættleiðing má starvskvinna á ongan hátt verða fyri vanbýti í setanar- og starvsviðurskiftum sínum.


§ 8.
Eftirsitiløn


Stk. 1. Tá ið starvsfólk, ið er lønt eftir hesum sáttmála, doyr, meðan tað er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/samlivandi ella børn undir 18 ár, sum tað hevur skyldu til at uppihalda, rætt til løn í mun til uppsagnartíðina, minst 3 mánaðir, tó hægst 6 mánaðir.


Stk. 2. Eftirsitiløn er miðaltalið av fullu lønini seinastu 12 mánaðirnar, sum viðkomandi hevur arbeitt fulla tíð. Lønin í mánaðinum, tá starvsfólkið doyði, verður ikki roknað uppí eftirsitilønina.


§ 9.
Frítíðarskeiðið


Stk. 1. Sløkkiliðsfólk hava rætt til frítíð sbrt. løgtingslóg nr. 30 frá 7. aprí 1986.


Stk. 2. Innvinningarárið verður roknað frá 1. apríl til 31. mars. Frítíðin eigur í tann mun, tað er gjørligt, at verða hildin í einum og í tíðini 2. mai til 30. september.


Stk. 3. Vága Floghavn ásetir, nær frítíðin skal vera. Vága Floghavn skal, so vítt arbeiðsumstøðurnar loyva tí, ganga ynskjum starvsfólksins um, nær frítíðin hjá tí einstaka skal vera, á møti. Vága Floghavn skal í so góðari tíð sum gjørligt siga starvsfólkunum frá hesum, tó í seinasta lagi 1 mánaða, áðrenn frítíðin byrjar, uttan so at serligar umstøður forða fyri hesum.


Stk. 4. Sjúkradagar í frítíð verða vanliga viðroknaðir sum frítíðardagar. Tó kunnu eftir umsókn í serligum førum, har sjúkan forðar fyri nýtslu av frítíðini á rímiligan hátt, slíkir sjúkradagar koma undir reglurnar fyri sjúku og nýggir frítíðardagar verða tá givnir. Um starvsfólkið er óarbeiðsført, tá frítíðin byrjar, verður tó altíð latnir eyka frítíðardagar. Somu reglur verða galdandi í samband við sjúku undir avspáking.


§ 10.
Frítíðarreglur


Stk. 1. Starvsfólk, ið eru sett í starv seinni enn 12 mánaðir, áðrenn frítíðarárið er byrjað, eiga 2,5 frídag fyri hvønn mánaða, tey hava verið í tænastu, áðrenn frítíðarárið byrjar. Hava starvsfólk, áðrenn tey vórðu sett í starv, fingið frítíðarrætt í starvi hjá øðrum arbeiðsgevara, sleppa tey í samsvar við reglurnar í stk. 2 at halda hesar frídagar saman við frítiðini, tey hava fingið í verandi starvi.


Stk. 2. Starvsfólk, ið hava verið meira enn 12 mánaðar í starvi, áðrenn frítíðarárið byrjar, fáa frítíð við løn í 30 yrkadagar sambært lóg um frítíð.


Stk 3. Starvsfólk á Vága Floghavn hava rætt til 5 frídagar um árið, sum verða innvunnir á sama hátt sum frítíð eftir frítíðarlógini. Vunnir verða 0,42 serstakir frídagar við løn fyri hvønn mánað í starvi (5 daga vika). Um starvsfólkið ikki ynskir at keypa hesar frídagar, verða teir útgoldnir við ½% av árslønini fyri hvønn dagin. Hjá starvsfólkum, ið arbeiða minni enn fulla tíð, verða frídagarnir roknaðir lutvíst í mun til arbeiðstíðina.


Stk. 4. Starvsfólk, ið arbeiða minni enn 3 mánaðir um árið (umroknað til fulla tíð), hava ikki rætt til at halda frídagarnar.


Stk 5. Løntakarin og arbeiðsgevarin avtala, nær frídagarnir verða hildnir. Eftir avtalu kunnu frídagarnir flytast til árið eftir.


Stk. 6. Harumframt eiga starvsfólk rætt til serstakt frítíðargjald svarandi til 1,5% av allari árslønini í undanfarna innvinningarári og 12% av útgoldnari úrtíðarløn. Hetta gjald verður at gjalda í seinasta lagi, tá ið viðkomandi byrjar frítíð sína. Nevnda 1,5% frítíðargjald verður ikki goldið, tá farið verður úr starvi.


Stk. 7. Tá farið verður úr starvi, verður frítíðargjaldið 12% goldið fyri tann partin av frítíðarárinum, sum viðkomandi starvsfólk ikki hevur hildið frí.


Stk. 8. Starvsfólk hava rætt til 2 umsorganardagar um árið fyri hvørt barn undir 7 ár sambært ”Cirkulære om aftale om Barsel, adoption og omsorgsdage” fra 2021.


§ 11.
Farloyvi


Stk. 1. Starvsfólki verður givin tænastufrí uttan løn, har tað ikki stríðir móti áhugamálum hjá Vága Floghavn. Starvsfólk, sum eftir umsókn fara í farloyvi í sambandi við útbúgving, ið tænir áhugamálum hjá Vága Floghavn, kunnu fáa fulla ella niðursetta løn við eftirlønargjaldi.


§ 12.
Eftirlønartrygging


Stk.1. Vága Floghavn rindar vegna starvsfólkið til eina eftirlønar- og/ella lívstryggingarskipan, ið Vága Floghavn og Starvsfelagið kunnu góðkenna, tilsamans 15% í eftirlønargjaldi og lívstrygging av tí til eina og hvørja tíð galdandi mánaðarløn/tímaløn og viðbótum fyri kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum. Eftirløn verður ikki rindað av rádigheitsviðbótini, øðrum viðbótum ella úrtíðargjøldum.


Stk. 2. Fyri tey, sum eru sett stytri enn 3 mánaðir, verður goldin samlagstrygging. Eftirlønargjaldið skal eftir avtalu við Vága Floghavn verða goldið sum løn ella eftirløn.


§ 13.
Tænastuferðir og koyripeningur


Stk. 1. Dag- og tímapeningur undir tænastuferð og endurgjald fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum verður eftir almennum takstum ella avtalum.


Stk. 2. Ferðing í arbeiðsørindum til og frá ikki vanligum arbeiðsstað er at rokna sum arbeiðstíð, sambært §§18 og 21 viðv. arbeiðstíð og úrtíð, tó í mesta lagi 13 tímar samanlagt. Henda skal tó í mest møguligan mun liggja í vanligari arbeiðstíð. Ferðing millum kl. 22.00 og 08.00 verður ikki íroknað, um starvsmaður fær ávíst og goldið seingjarpláss.


Stk. 3. Tá ið starvsfólk eru á tænastuferð í Føroyum kann gisting á gistaringarhúsi verða endurrindað móti rokning.


§ 14.
Samsýning fyri skeiðluttøku


Stk. 1. Ferðing til skeið, sum liggja aðrastaðni enn vanliga arbeiðstaðið (uttanbíggja og í útlandinum) verður roknað í skeiðtíðina.


§ 15.
Fyribils tænasta í hægri starvi


Stk. 1. Starvsfólk, sum eftir serligum boðum, ella eftir frammanundan fastløgdum arbeiðslagi við
góðkenning frá Vága Floghavn, fyribils røkja hægri starv í 1 viku samfelt ella meira, eiga í hesum tíðarskeiði at verða lønt við somu løn, sum tey høvdu fingið, um tey vórðu sett í starvið, treytað av, at tey yvirtaka tær arbeiðsgávur, ið standast av hægra starvinum.


§ 16.
Aðrar skipanartreytir


Stk. 1. Viðvíkjandi teimum starvsfólkum, ið lønt eru eftir hesum sáttmála, verður víst til løgtingslóg nr. 13. frá 20. mars 1958 um rættarviðurskifti arbeiðsgevara og starvsmanna millum.


§ 17.
Onnur viðurskifti


Stk. 1. Arbeiðsviðurskifti, sum ikki eru greitt fastløgd í hesum sáttmála, verða at fastleggja við avtalu millum starvsfólkið og Vága Floghavn. Slík avtala skal góðtakast av Starvsfelagnum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.


2. kapittul:
Arbeiðstíð


§ 18.
Vanlig arbeiðstíð


Stk. 1. Vanliga arbeiðstíðin í miðal er 37 tímar um vikuna.


Stk. 2. Arbeiðstíðin hjá Vága Floghavn er lýst nærri í fylgiskal 1 (Turnusavtalan).


§ 19.
Niðursett arbeiðstíð


Stk. 1. Niðursett arbeiðstíð kann verða loyvd, har umstøður eru til tess. Lønin verður tá lækkað í mun til tíðina við 1/37.


§ 20.
Mattíðir


Stk. 1. Starvsfólk við niðursettari arbeiðstíð hava rætt til fylgjandi mattíð:
1) Er arbeiðstíðin undir ½ arbeiðsdag um dagin, verður eingin mattíð.
2) Er arbeiðstíðin ½ arbeiðstíð um dagin ella meira, verður mattíðin ½ tími.


§ 21.
Úrtíð og úrtíðargjald


Stk. 1. Um so er, at starvsfólkið, eftir at vanliga arbeiðstíðin er lokin, verður biðið um at koma aftur til arbeiðis, ella arbeiðstíðin verður longd vegna ólag á flogferðsluni, eyka flúgving, veður o.l., verður veitt úrtíðargjald fyri í minsta lagi hálvan tíma eyka. Vága Floghavn kann áleggja starvsfólkum longda arbeiðstíð í slíkum førum. Víst verður til fylgiskjal 1 (Turnusavtalan).


Stk. 2. Starvsfólk við niðursettari arbeiðstíð fáa bert úrtíðargjald fyri álagt arbeiði eftir vanligu arbeiðstíðina hjá Vága Floghavn.


Stk. 3. Fyri álagt úrtíðararbeiði verður goldin úrtíðarløn afturat vanligu dagtímalønini soleiðis:
Fyri 1., 2. og 3. tíman verður goldið 50%.
Fyri 4. og fylgjandi yvirtímar og fyri leygardagar, sunnudagar og § 24 nevndu frídagar verður goldið 100%.
Úrtíðargjaldið verður latið fyri hvønn byrjaðan hálvan tíma.


Stk. 4. Tímalønin verður roknað sum 1/1924 av tí fyri starvsfólkið galdandi ársløn.

§ 22.
Avspáking/úrtíðargjald


Stk. 1. Víst verður til fylgiskjal 1, punkt 2.6 (Turnusavtalan).


§ 23.
Arbeiði skipað í vaktum


Stk. 1. Fyri arbeiði millum kl. 17.00 og kl. 06.00 verður latið vaktargjald I. Fyri arbeiði um vikuskiftið verður latið vaktargjald II.
Vikuskiftið byrjar fríggjadag kl. 17.00 og endar mánamorgun kl. 06.00.
Vaktargjald I kr. 25,79
Vaktargjald II kr. 46,12
Fyri arbeiði hesi tíðarskeið eiga starvsfólk frí 3 tímar fyri hvørjar 37 tímar, arbeitt verður. Starvsfólk eiga somuleiðis frí 3 tímar fyri hvørjar 37 tímar tey hava rádigheitsvakt.


Stk 2. Fyri tilkallivakt vanligar dagar verður latið vaktargjald I. Fyri tilkallivakt um vikuskiftið og § 24 nevndu frídagar verður latið vaktargjaldið II.


Stk. 3. Fyri arbeiði undir tilkallivakt verður veitt úrtíðarløn sambært §21.


Stk. 4. Vága Floghavn kann gera avtalu við starvsfólkini um serliga vaktar- og tilkallivaktarskipan.


§ 24.
Fastir frídagar


Stk. 1. Nýggjarsdagur, Skírishósdagur, Langi fríggjadagur, Páskadagur, 2. Páskadagur, Dýri biðidagur, Kristi Himmalferðardagur, Hvítsunnudagur, 2. Hvítisunnudagur og 2. jóladagur eru frídagar.


3. kapittul:
Løn og flokking av størvum

§ 25. Lønir


Stk. 1. Starvsfólk verða lønt sambært ta til eina og hvørja tíð galdandi lønartalvu partanna millum út frá starvi, starvsaldri og ábyrgd.


Stk. 2. Starvsfólk hækka í starvsaldri annað hvørt ár.


Stk. 3. Í sáttmálaskeiðnum hækkar lønin soleiðis:
• 1. januar 2023 hækkar lønin 3,80%
• 1. januar 2024 hækkar lønin 4,04%

Stk. 4. Annars er galdandi tann regla, at eingin, sum nú er í starvi, kann fara niður í løn.

Stk. 5. Mánaðarlønin skal vera goldin í seinasta lagi síðsta gerandisdagin í mánaðinum.


§ 26.
Trygdargóðkenning v.m.


Stk. 1. Arbeiðs- og sløkkiliðsfólk hjá Vága Floghavn skulu hava allar neyðugar trygdargóðkenningar og útbúgvingar/certifikatir fyri at røkja starv sítt. Ásetingarnar um hvat eru kravdar trygdargóðkenningar, útbúgvingar og certifikatir, fylgja ásetingum í galdandi loftferðslu- og trygdarlóggávu. Um starvsfólk av egnum áum ikki fær ella missir neyðugu trygdargóðkenning, ikki heldur útbúgvingarkrøv viðlíka og/ella missir kravd certifikatir, halda setanarviðurskiftini uppat uttan nevndu fráboðanarfreistir í greinini um uppsøgn.


§ 27.
Serreglur undir arbeiðssteðgi


Stk. 1. Í eini verkfallsstøðu kann flogvøllurin hava opið fyri vanligum rakstri 8 samanhangandi tímar um døgnið. Harumframt skal flogvøllurin verða opin til sjúkraflutning, bjarging og leiting eftir tørvi.
Onnur undantøk kunnu verða givin, um Starvsfelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru samd um hetta.
Umboð fyri Starvsfelagið sleppa undir arbeiðssteðgi inn á almennu økini hjá Vága Floghavn at hava samrøður við tey starvsfólk, sum sambært hesi avtalu, eru til arbeiðis.


§ 28.
Gildi sáttmálans

Stk. 1. Hesin sáttmáli er galdandi frá 12. desembur 2023 og kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi 1. januar 2025. Í sambandi við uppsøgn av sáttmálanum, kann annar parturin krevja, at samráðingar byrja innan ein mánaða eftir, at krøv eru send mótpartinum. Tó kann parturin í fyrsta lagi krevja, at samráðingar byrja um endurnýggjan av sáttmálanum 6 mánaðir, áðrenn hann fer úr gildi.


Tórshavn, 12.12.2023

Starvsmannafelagið                               Føroya Arbeiðsgevarafelag
Súni Selfoss                                             Kristoffur Laksá


Fylgiskjøl

Fylgiskjal 1: Turnusavtala, dagfest 6. februar 2017
Fylgiskjal 2: Aftale om faste tillæg, dagfest 6. februar 2017
Fylgiskjal 4: Bilag 1: Supervisor i lufthavnens sikkerhedskontrol, dagfest 20. mars 2017
Fylgiskjal 5: Bilag 2: Instruktør, dagfest 20. mars 2017
Fylgiskjal 6: Bilag 2: Tillidsmand, dagfest 1. apríl 2017