Súlan

Sáttmáli 
millum 
Súluna
og
Føroya Arbeiðsgevarafelagið
fyri
Flogternurna hjá P/F Atlantic Airways

November 2022

1. partur: Almennar reglur

§1.
Sáttmálaøki

Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um kabinustarvsfólk (hereftir nevnd “starvsfólkið”) hjá P/F Atlantic Airways (hereftir nevnt “felagið”). Undantiknar eru tó flogternur, sum røkja leiðandi ella fyrisitingarligar uppgávur.

Stk. 2. Er sáttmálin uppsagdur, og semja ikki kemur í lag partanna millum, ella annar parturin ber seg undan tingingum, verður farið fram eftir galdandi lóg um seming.

Stk. 3. Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum verða at leggja fyri Fasta Gerðarrættin.

Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 1 verður sáttmálin ikki galdandi fyri flogternur við føstum bústaði í Danmark og sum eru settar í starv á basum í Danmark, um FPU hevur bjóðað seg at gjørt ein viðtøkusáttmála (tiltrædelsesoverenskomst) av tí til eina og hvørja tíð galdandi sáttmála millum Súluna og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Atlantic Airways hevur í slíkum førum skyldu at gera viðtøkusáttmála við FPU. Um viðtøkusáttmálin fer úr gildi aftur, er stk. 1 galdandi fult og heilt aftur.

Stk. 4.b. Viðtøkusáttmálin sambært stk. 4, millum FPU og Atlantic, kann sigast upp saman við sáttmálanum millum FAG og Súluna.

§2.
Setan

Stk. 1. Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.

§3.
Starvsviðurskifti

Stk. 1. Arbeiðsstaðurin (homebase) hjá starvsfólkunum verður ásettur í setanarpróvnum, og kann broytast sambært teimum freistum, sum eru ásettar í §6, stk. 1.

Stk. 2. Arbeiðið er at taka lut í allari flúgving, sum fer fram fyri felagsins rokning við flogførum, ið felagið eigur, leigar ella støðugt hevur til taks. Arbeiðast skal sambært reglunum í rakstrarhandbók og rakstrarfyriskipanum felagsins, rakstrarfyriskipanum fyri flogfarið og myndugleikakrøvum.

Stk. 3. Flúgving fyri onnur feløg, sum felagið gevur boð um, fer fram eftir hesum sáttmála. Felagið kann tá áseta annan arbeiðsstað enn tann, sum ásetur er sambært stk. 1.

Stk. 4. Tá talan er um útstationering og fyribils tænastustað hjá starvsfólki við føstum tænastustaði í Vágum ella Danmark, er skjal C galdandi.

Tá talan er um setan í fast starv við øðrum føstum tænastustaði enn Vágar ella Danmark, eru feløgini samd um, at leiðsla og starvsfólk gera sínámillum egnar avtalu um setanartreytir, løn og arbeiðstíð.

Stk. 5. Fær felagið charter ella wetlease sáttmálar um flúgving, ið hava við sær, at flogfar/flogfør og manning skulu stationerast í øðrum londum í eina viku ella longri, kunnu partarnir víkja frá vanliga sáttmálanum, um semja er um hetta.

Stk. 6. Við atliti til avmarkingar í arbeiðstíðini í rakstrarhandbók felagsins, við atliti til minking í tørvinum á flogternum annars, ella um starvsfólkið av heilsuorsøkum ikki kann arbeiða umborð á flogfari, kann felagið í samráð við starvsfólkið seta viðkomandi til fyrisitingarligt ella annað arbeiði. Starvsfólkið, sum verður sett til annað fyrisitingarligt arbeiði, skal hava løn eftir sama sáttmála, sum tey, ið vanliga røkja hetta arbeiði.

Stk. 7. Starvsfólkið skal hava tey próvskjøl, sum avvarandi myndugleikar krevja til at útinna tað arbeiði, sum tað er sett til í felagnum. Felagið ber kostnaðin av at fáa til vega, víðka ella halda viðlíka tann praktiska partin av próvnum.

Stk. 8. Læknakanningar, sum skulu verða gjørdar av flúgvilækna, í samband við endurnýgging/víðking av vanligum prógvi, skal “Flight Ops.” hava boð um í minsta lagi 1 mánaða frammanundan kanningini og verður so lagt til rættis sum ein vanligur arbeiðsdagur. Tó so at starvsfólkið fær ta neyðugu hvíldina undan kanningini. Kostnaðurin í samb. við ferð til og frá flúgvilækna og uppihald í tí sambandi verða goldin av felagnum.

Stk. 9. Starvsfólkið skal fyri egnan kostnað útvega sær pass. Felagið ber kostnaðin av at útvega visum (innfararloyvi) eina og av koppsetingum o.tl., sum er neyðugt í sambandi við arbeiðið.

Stk 10. Veitt verður limum í Súluni ein árlig viðbót upp til 5.000 kr. til skógvar, handskar, stivlar, sokkar, smyrsl, krem, neglalakk og neglaviðgerð. Dokumentatión fyri keyp verður latin bókhaldinum. Fyri starvsfólk við niðursettari tíð verður henda viðbót roknað lutfalsliga, um arbeiðstíðin er lægri enn 50%.

Stk. 11. Starvsfólkið hevur skyldu til at vera í starvsbúna í arbeiðinum, soleiðis sum felagið fyriskipar. Felagið letur klæðini, men starvsfólkið skal sjálvt halda tey við líka.

Stk. 12. Starvsfólkið skal ikki bera víðari til óviðkomandi nakað, sum tað hevur fingið at vita frá felagnum um viðurskifti tess, ella sum má haldast at vera sagt í trúnaði. Her verður m.a. hugsað um felagsins starvsfólk, fíggjar- og skipanarviðurskifti og serlig rakstrarviðurskifti.

Stk. 13. Í tíðarbilum, har felagið hevur álagt starvsfólkinum at standa tilbúgvið (standby), skal vera møguligt at koma í samband við starvsfólkið gjøgnum telefon/internet. Felagið rindar tær fyrstu 400 kr. tilsamans fyri telefon og internet hvønn mánað. Til tess at kunna fáa samskiftisviðbót er tað ein treyt, at starvsfólkið hevur fult ræði á telefonini. Samskiftisviðbótin er 400 kr. uttan mun til starvsbrøk. Um tað ikki er gjørligt at koma í samband við starvsfólk, sum er stand by, verður viðkomandi starvsfólk trekt fyri eina dagløn.

Stk. 14. Starvsfólkið skal kunna møta á arbeiðsstaðnum í seinasta lagi 1 tíma aftaná at hava fingið boð.

Stk. 15. Tilbúgvingartíðarskeiðið verður ásett av “OPS/Schedulering”

§4.
Álitisfólk og nevndarlimir

Stk. 1. Flogterna, sum er vald í nevnd Súlunnar, hevur rætt at fáa frí at fremja felagsarbeiði í givnum forum í sambandi við sáttmálasamráðingar ella arbeiðsósemju. Súlan skal altíð halda felagið kunnað um, hvør er nevndarlimur í Súluni, tó í mesta lagi 3 fólk.

Stk. 2. Nevndin velur ein av nevndarlimunum til álitisfólk, og boðar felagnum frá hesum. Hinir báðir nevndarlimirnir eru varaálitisfólk. Álitisfólkið hevur hesar arbeiðsuppgávur:

a) Álitisfólkið skal hava neyðuga kunning um tiltøk, sum ætlanin er at fremja, og
    sum kunnu hava árvirkan á arbeiðsumstøður.
b) Arbeiðsgevarin skal hava skrivliga fráboðan um, hvørji eru vald sum álitisfólk.
c) Álitisfólkið er umboðs- og tingingarfólk lagsbrøðranna við arbeiðsgevaran ella
    umboðsfólk hansara og skal gera sítt ítarsta til, at arbeiðið fer siðiliga fram á
    plássinum. Arbeiðsgevarin og álitisfólkið eiga í felag at fremja eitt gott
    samarbeiði á arbeiðsplássinum.
d) Álitisfólkið skal bera fram klagur og tilmæli frá arbeiðsfeløgum til
    arbeiðsgevaran ella, um hann ikki er at hitta, so til umboð hansara.
e) Álitisfólkið hevur rætt til at fáa frí at røkja uppgávur sínar sum álitisfólk.
    Skyldurnar hjá arbeiðsfólkinum skulu fremjast soleiðis, at tað tarnar
    framleiðsluni sum minst. Leiðslan skal skjótast til ber hava boð um fráveruna. Í
    hesum føri, eins og tá leiðslan boðsendir álitisfólki um mál, sum hava við
    arbeiðarar ella arbeiðsviðurskifti at gera, skal álitisfólkið fáa ta vanligu lønina
    fyri ta tíð, tey eru úr arbeiði.
f) Álitisfólk skal fáa frí uttan løn til at luttaka á skeiðum og øðrum fundum í
   sambandi við álitisfólkastarvið. Arbeiðsgevari skal skjótast til ber hava boð um
   fráveruna.
g) Tiltaksfólk fyri álitisfólk, sum skal vera á staðnum, tá álitisfólk hevur forfall,
    skulu virka undir somu treytum og hava somu sømdir sum álitisfólkini.
h) Broytingar í hesi álitisfólkaskipan kunnu bert gerast í samband við
    sáttmálasamráðingar.

Stk. 3. Uppsagnartíðin hjá nevndarlimi, heruppií álitisfólkinum, er sambært sáttmálanum, umframt at nevndarlimur fær goldið eina mánaðarløn eyka. Uppsøgnin skal grundgevast og bert fremjast av ávísari neyðugari orsøk. Stendst uppsøgnin av vinnuloysi, er sama galdandi fyri nevndarlimir sum fyri vanligar flogternur annars.

Stk 4. Verður ósemja um uppsøgn av nevndarlimi, verður hon at viðgera í eini nevnd við einum limi frá hvørjum sáttmálaparti, umframt einum limi, sum sáttmálapartarnir velja saman.

Fastheldur arbeiðsgevarin uppsøgn sína hóast nevndaravgerð, sum gongur honum ímóti, ásetur nevndin tað endurgjald, sum hann verður at rinda nevndarliminum.

Støddin á hesum verður at áseta eftir teim fyriliggjandi umstøðunum, men kann tó ikki setast til meira enn eina upphædd svarandi til tríggjar mánaðarlønir á stig 1 í lønartalvuni.

§ 5.
Fyribilshjálp og avloysarar

Stk. 1. Starvsfólk, ið verða sett til fyribilsarbeiði ella avloysing fyri annan, verða lønt á sama hátt sum fast starvsfólk á tí lønarstigi, tey høvdu fingið, um talan var um setan í fast starv.

Stk. 2. Sum fyribilsarbeiði er at skilja arbeiði, sum ikki varar longur enn í mesta lagi 6 mánaðir, undantikið tíðina, sum nýtt verður til útbúgving. Verður arbeitt meira, er talan um vanligt starv við starvsaldri og vanligari uppsagnarfreist frá fyrsta starvsdegi.

Stk. 3. Sum avloysari er at skilja starvsfólk, sum arbeiðir fyri annað navngivið starvsfólk, sum vegna sjúku, barnsburð ella farloyvi, ikki er í starvi. Er ikki tilskilað í setanarbrævi í sambandi við avloysing, hvønn viðkomandi avloysir, er starvið at meta sum vanligt starv við vanligari uppsagnartíð frá fyrsta starvsdegi.

§6. Uppsøgn

Stk. 1. Uppsagnarfreistirnar eru hesar:

Starvstíð                                Freist hjá felagnum

0-6 mðr.............................................1 mánaður
6 mðr - 3 ár....................................3 mánaðir
3 – 6 ár...............................................4 mánaðir
6 – 9 ár...............................................5 mánaðir
Yvir 9 ár.............................................6 mánaðir

Uppsøgnin má gevast í so góðari tíð, at starvsmaður fær farið frá, innan starvstíðin er úti eftir einari eftir starvstíðini givnari uppsagnarfrest. Uppsagnartíðin fyri starvsfólkið er í øllum førum ein mánaður. Til ber at avtala royndartíð, sum ikki varir longur enn tríggjar mánaðir.

Stk. 2. Um so er, at starvsfólkið ikki klárar tær royndir og umskúlingar, sum neyðugar eru í sambandi við arbeiði, kann tað sigast upp ella sjálvt siga upp til at fara úr arbeiði beinanvegin.

Stk 3. Um tað orsakað av størri broytingum í framleiðslumynstri felagsins gerst neyðugt at siga upp fleiri starvsfólk, sum eru limir í Súluni, hevur felagið skyldu til at kunna Súluna og geva Súluni eina freist uppá í minsta lagi tvær vikur at koma við møguligum viðmerkingum til ætlaðu uppsagnirnar, áðrenn tær vera settar í verk.

§ 7.
Sjúka

Undir sjúku verða reglurnar í løgtingslóg um starvsmenn fylgdar.
Tá flogterna er sjúk, fær hon tær viðbøtur, sum hon sambært arbeiðsætlanini átti at fingið, um hon var til arbeiðis. Skjal B er ikki fevnt av hesi áseting.

§ 8
Barnferð

Stk. 1. Barsilsfarloyvi verður hildið sambært løgtingslóg um barsil. Um starvsfólk við føstum tænastustaði í Danmark fær lægri útgjald úr tí donsku barsilsskipanini, enn starvsfólkið hevði fingið úr tí føroysku barsilsskipanini, rindar felagið starvsfólkinum munin.

Stk. 2. Ongar viðbøtur verða givnar í tí tíðarskeiðnum, starvsfólk eru í barnsburðarfarloyi.

Stk. 3. Flogterna, ið kemur úr barnsburðarfarloyvi, skal hava møguleika fyri at fara niður í 50% í eitt ár eftir, at flogternan er komin úr barnsburðarfarloyvi. Í hesum tíðarskeiði skal hon í mesta lagi arbeiða tólv vikuskifti.

§ 9.
Eftirsitiløn

Stk. 1. Um starvsfólk, ið er lønt eftir hesum sáttmála, doyr, meðan tað er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/samlivandi ella børn undir 18 ár, sum tað hevur skyldu til at uppihalda, rætt til løn í mun til uppsagnartíðina, minst 3 mánaðar tó hægst 6 mánaðar.

Stk. 2. Eftirsitiløn er miðaltalið av fullu lønini seinastu 12 mánaðirnar, sum viðkomandi hevur arbeitt fulla tíð. Lønin í mánaðinum, tá starvsfólkið doyði, verður ikki roknað uppí eftirsitilønina.”

§ 10
Farloyvi

Stk. 1. Starvsfólkið kann søkja um farloyvi uttan løn, men tað er felagið, ið ger av, hvørt umsóknin kann gangast á møti. Í farloyvistíðini, sum í mesta lagi kann verða eitt ár, stendur lønarstigin í stað.

Stk. 2. Verður umsókn um farloyvi gingin í møti, skulu felagið og starvsfólkið gera serstaka avtalu, ið skal undirskrivast av báðum pørtum, ið staðfestir øll neyðug viðurskifti í hesum sambandi.

§ 11
Frítíð

Fyri starvsfólk við føstum tænastustaði í Føroyum verður frítíðin vunnin og hildin sambært reglunum í tí í Føroyum galdandi frítíðarlóg. Fyri starvsfólk við føstum tænastustaði í Danmark verður frítíðin vunnin og hildin sambært reglunum í tí í Danmark galdandi frítíðarlóg.

Stk. 2. Flogterna hevur rætt til at keypa sær 5 frídagar um árið. Hesir frídagar skulu liggja millum 1. november og 1. mars. Kostnaðurin av hvørjum frídegi er 0,52% (1:194) av árslønini hjá flogternuni (grundløn sbrt. lønartalvuni x 12). Arbeiðsgevarin ásetir í samráð við flogternuna, nær hesir frídagar skulu takast.

Stk 3. Bidding til feriu í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 30. september er møgulig frá 1. januar og skal verða liðug 15. mars, og býtið av feriu verður leysgivið 15. apríl.

Stk 4. Áðrenn feria, sum í minsta lagi er 7 dagar, byrjar, verður starvsfólk schedulerað til check-out á heimabasu seinast klokkan 18.00, og eftir feriu verður starvsfólk schedulerað til check-in í fyrsta lagi klokkan 12.00.

§ 12
Eftirløn og lívstrygging

Stk. 1. Flogternur fáa 15% í eftirløn frá Atlantic Airways, tá tær verða settar í fast starv.

Eftirløn verður eisini roknað av viðbót fyri blocktímar.

Stk. 2. Møguleiki er hjá starvsfólkunum at velja ímillum at tekna lívstrygging eftir egnum ynski (tryggingar- og uppsparingarpartur) ella stovna kapitaluppsparing í peningastovnunum (har møguleiki eisini er fyri at tekna tryggingar).

§ 13
Reglur um ferða- og dagpening

Stk. 1. Fyri at vera aðrastaðni enn á arbeiðsstaðnum fær starvsfólkið endurgjald fyri teir meirkostnaðir, sum standast av hesum, samb. skjal B. Dag- og tímapeningur verður roknaður frá tí, at arbeiðstíðin byrjar, til hon er liðug. Kemur steðgur í arbeiðstíðina á arbeiðsstaðnum, steðgar dag- og tímapeningsútrokningin, um so er, at tað eru meira enn 3 tímar frá “on-block” til “off-block”. Harumframt endurrindar felagið fyri koyring og telefon í samband við arbeiðið og útreiðslur fyri innivist burturi frá arbeiðsstaðnum.

Stk. 2. Tá neyðugt er at gista aðrastaðni enn á arbeiðsstaðnum, skal felagið standa fyri innivist á einkultkamari við brúsubað, wc og telefon og annars á gistingarhúsi á vanligum góðkendum støði ella í hóskandi íbúð (crew base).

2. Partur: Arbeiðstíð

§ 14
Arbeiðsskipan og arbeiðstíðin

Stk. 1. Starvsfólkini fylgja teimum leiðreglum, sum loftferðslumyndugleikar, sum felagið vísir til, hava gjørt fyri arbeiðstíð við teimum ískoytum, sum máttu komið orsakað av hesum sáttmála.

Stk 2. Galdandi frá 1. november 2020 er talið av arbeiðsdøgum árliga fyri hvørja fulltíðarsetta flogternu: 365 dagar - 136 frídagar - 35 feriudagar = 194 arbeiðsdagar/standby dagar.

Frídagarnir varða lagdir javnt yvir árið, tó soleiðis at í minsta lagi 10 frídagar liggja í hvørjum kalendaramánaða. Felagið ásetur frídagarnar við fyriliti fyri framleiðsluni.

Í minsta lagi tveir frídagar skulu liggja saman, men tó kunnu stakir frídagar í arbeiðsætlanini ásetast við samtykki frá flogternu.

Stk. 3. Starvsfólk í fulltíðar starvið hava rætt til 16 vikuskiftir frí um árið íroknað tey vikuskifti, sum liggja í feriutíðarskeiðnum, tó soleiðis at í minsta lagi eitt vikuskifti um mánaðin er frí  vikuskifti.

Vikuskiftisfrí merkir samanhangandi frídagar á antin fríggjadag-leygardag-sunnudag ella leygardag-sunnudag-mánadag.

Starvsfólk kunnu leggja inn ynskir um ávísar frídagar og ávísar túrar. Hesar áheitanir skulu verða givnar í seinasta lagi 2 vikur áðrenn arbeiðsætlan verður givin. Felagið avgerð, hvussu hesar áheitanir verða gingnar á møti, men skal taka hædd fyri ynskjum hjá starvsfólkum og miðja ímóti einum jøvnum býti millum starvsfólkini.

Hin 15. í hvørjum mánaði ger felagið arbeiðsætlan, sum vísir tænastu hjá tí einstaka starvsfólkinum frá 15. komandi kalendaramánaði og ein mánað fram. Arbeiðsætlanin skal eisini innihalda skeiðsvirksemi, læknaviðtalu o.l., sum krevst í sambandi við starvið.

Boðað verður frá broyttum arbeiðsdegi 48 tímar, áðrenn starvsfólkið skal møta til arbeiðis. Broytingar eftir hetta verða gjørdar í samráð við starvsfólkið. Hetta er tó ikki galdandi í sambandi við force majeur.

Flogterna kann i mesta lagi schedulerast til 54 tímar fyri hvørjar leypandi 7 dagar (FTL). Um starvsfólk ynskir at flúgva meira, kann ynskið gangast á møti.

Stk. 4. Fyri mistan frídag fær starvsfólkið eina samsýning upp á 1.800 kr ella eina samsýning upp á 900 kr og ein nýggjan frídag, ella tveir dagar, sum felagið ávísir í samráð við starvsfólkið. Í sambandi við venjing, skeið, mjørka, force majeure ella líknandi verða dagarnir samsýntir eftir lutfallinum 1:1 ella við 900 kr.

Stk. 5. Flogterna, sum ger line check, fær kr. 300,- í samsýning fyri hvørt bein.

Stk 6. Í samband við óreglusemi í flogferðsluni orsakað av force majeure (eitt nú veður) verða mistir frídagar, sum eru mistir upp til 2 dagar aftaná, flúgvingin er uppafturtikin, endurgoldnir við lutfallinum 1:1.

Stk. 7. Starvsfólkið kann søkja um niðursetta tíð. Um starvsfólkið fær játtað niðursetta tíð, verða arbeiðstíð, løn og aðrir ágóðar tillagað í mun til starvsbrøk. Felagið kunnar Súluna um, hvør er settur niðursetta tíð og við hvørjum starvsbrøki.

3. Partur: Løn

§ 15.
Løn

Stk. 1. Starvsfólkið fær mánaðarløn sambært skjali A.

Stk. 2. Mánaðarlønin sambært skjali A skal verða á konto hjá løntakara næstsíðsta yrkadag í hvørjum mánaði. Dag- og tímapeningur o.a. samsýningar verða samstundis goldin, roknað frá 20. í mánaðinum frammanundan til 19. i lønarmánaðinum.

Stk. 3. Lønarhækkingar orsaka av hækking í starvstíð verða roknaðar frá 1. í eftirfylgjandi mánaði.

Stk. 4. Við støði í tørvinum hjá felagnum kann leiðslan í samráð við starvsfólki taka avgerð um, at starvsfólk, sum hevur fylt 60 ár, kann halda fram undir serligari avtalu og treytum, herundir at halda fram við at flúgva fulla ella inntil starvsfólkið fyllir 65 ár.

4. Partur: Freelance flogternur

§ 16.
Freelance avtalur

Stk. 1. Avtalur verður gjørdar við freelance flogternur við tí endamáli, at viðkomandi flogterna eftir nærri avtalu er til reiðar at flúgva fyri felagið serliga í háferðslutíð, um vikuskiftir, feriu- og høgtíðir.

Stk. 2. Hesar avtalur kunnu verða uppsagdar av báðum pørtum við 1 mánaða fráboðan til hin síðsta í mánaðinum. Avtalan er uppsøgd, um próvskjølini hjá freelance flogternuni ikki eru í gildi. Hevur flogterna ikki flogið í 6 mánaðir, fer avtalan úr gildi uttan fráboðan, um ikki annað er nágreiniliga og skrivliga avtalað.

§ 17.
Yvirskipaðar reglur um arbeiðstíð

Stk. 1. Heilárs freelance flogternan skal í seinasta lagi hin 8. í hvørjum mánaða boða OPS/scheduleringini frá, hvørjar dagar/vikuskifti viðkomandi flogterna hevur møguleika at arbeiða komandi kalendaramánaða.

Stk. 2. Heilárs freelance flogternan skal í seinasta lagi hin 1. mai hvørt ár boða frá, hvørjar 8 vikur til ber at flúgva í summarflúgvingini frá 15. juni til 15. august.

Nevnda 8 viku summartíðarskeið skal heilárs freelance flogternan flúgva sambært givnari arbeiðsætlan uttan møguleika fyri at biðja um broytingar.

Stk. 3. Skuldi heilárs freelance flogternan í eini serligari støðu og við serligari orsøk ynskt smærri broytingar í nevndu 8 viku summartíðarskeiði, verður hetta bert gingið á møti, um hetta ikki hindrar rakstrinum. Eitt møguligt ynski um tílíkar broytingar skal undir øllum umstøðum verða loyvt og avtalað í góðari tíð, og altíð áðrenn arbeiðsætlanin kemur út.

§ 18.
Tænastustaður

Tá freelance avtala verður gjørd, verður ásett, hvar tænastustaðurin hjá freelance flogternuni er. Annar tænastustaður kann eftir tørvinum hjá felagnum verða ásettur við 30 daga fráboðan. Møgulig útstationering verður avtalað eftir tørvi. Ynski frá freelance flogternuni um broyting í tænastustaði kann einans verða skrivligt og skal verða góðkent av Cabin Crew Manager ella av HR-deildini.

§ 19.
Skeið og viðlíkahald av próvskjølum

Stk 1. Freelance flogternan er bundin til at luttaka í øllum ásettum og neyðugum skeiðum til tess at viðlíkahalda síni próvskjøl. Felagið kunnar um, nær hesi neyðugu skeið eftir ætlan liggja.

Stk. 2. Felagið rindar skeiðskostnað, uppihald og ferðing báðar vegir millum tænastustað og skeiðsstað. Meðan skeiðsundirvísing er, hevur freelance flogternan rætt til 120 krónur um tíman, umframt at felagið rindar innivist.

§ 20.
Arbeiðstíð

Freelance flogternan hevur ikki vissu fyri arbeiðsdøgum og er ikki í føstum (fulltíðar- ella parttíðar-) starvi, og er einans fevnd av ásetingunum í Parti 4 í hesum sáttmála.

Arbeitt verður eftir teimum arbeiðstíðarreglum, sum loftferðslumyndugleikarnir til eina og hvørja tíð hava ásett.

§ 21.
Løn og viðbøtur

Stk. 1. Freelance flogternan fær frá 1. november 2022 eina fasta dagsupphædd á 318,26 krónur fyri hvønn arbeiðsdag og frá 1. november 2023 331,12 krónur. Umframt frá 1. november 2022 174,93 krónur fyri hvønn block tíma frá off-block til on-block og frá 1. november 2023 182,00 krónur, turnaround verður ikki talt við. Samlaða upphæddin fyri ein dag kann tó ikki verða lægri enn 1.000 krónur. Løn verður ikki goldin undir sjúku ella aðrari fráveru.

Stk. 2. Í førum, tá flogterna í tænastu/flúgving hevur serliga langa bíðitíð í sambandi við ólag á flogferðsluni, orsakað av veðri og teknikki, verða goldnar 120 krónur um tíman.

Stk. 3. Verður freelance flogternuni áløgd standby tænasta á úti-tænastustaði, verður ikki goldið føst dagsupphædd, men hinvegin 120 krónur fyri hvønn tíma, standby tænasta er áløgd. Á úti-tænastustaði verður í tílíkum førum goldnir dagpengar eftir galdandi satsum.

Stk. 4. Í førum, tá flogterna møtir, uttan at flogið verður, verða goldnar 300 krónur um dagin umframt 120 krónur fyri hvønn tíma, sum bíðað verður. Áðrenn hesi gjøld verða latin, skulu tey í hvørjum einstøkum føri verða útgreinaði og grundgivin fyri.

Stk. 5. Heilárs freelance flogternan, sum á einum ítøkiligum flogtúri virkar sum CC, fær frá 1. november 2022 eina CC viðbót á 41,06 krónur fyri hvønn blocktíma og frá 1. november 2023 42,72 krónur.

Stk. 6. Løn, viðbøtur og dagpengar verða goldin mánaðarliga afturut. Dagpengar og feriupengar verða goldnir eftir galdandi reglum.

Stk. 7. Fyri limir í Súluni verður veitt ein árlig viðbót upp til kr. 5.000 til skógvar, handskar, stivlar, sokkar, smyrsl, krem, neglalakk og neglaviðgerð. Prógv fyri keyp verður latin bókhaldinum. Fyri limir, sum ikki eru heilárs freelance flogternur, verður hendan viðbótin kr. 2.500.

Stk. 8. Ískoyti til telefon/internet er 400 krónur árliga. Um serligar orsøkir eru til óvanliga høgar telefonútreiðslur, ber til nágreiniliga og grundað at søkja felagið um at fáa hesar afturrindaðar.

Stk. 9. Freelance flogternan er tryggjað við lógarásettu tryggingini og fulltíðar vanlukkutrygging.

Stk. 10. Til freelance flogternu letur felagið 7% í eftirløn.

§ 22.
Samstarvsfundir

Stk. 1. Samstarvsfundur er hvønn ársfjórðing millum flogleiðsluna og umboð fyri Súluna. Á hesum fundum verða viðkomandi mál tikin upp, t.d. schedulering, herundir hjá teimum við niðursettari tíð.

Stk. 2. Umboðið fyri Súluna verður schedulerað til samstarvsfundirnar og luttekur soleiðis til fundirnar uttan lønarmiss.

§ 23.
Arbeiðssteðgur

Stk. 1. Partarnir viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum at lýsa og seta í verk arbeiðssteðg sambært ásetingunum í stk. 2 til stk. 6.

Stk. 2. Fráboðan um arbeiðssteðg, eisini samhugaarbeiðssteðg, skal verða skrivlig og latin mótpartinum minst 14 dagar undan arbeiðssteðginum.

Stk. 3. Fráboðanin, sum nevnd er í stk. 2, skal greiða frá, hvønn arbeiðssteðg talan er um, og hvussu víðfevndur arbeiðssteðgurin er.

Stk. 4. Arbeiðssteðgur kann hvørki fráboðast ella setast í verk, meðan sáttmálin er í gildi ella – um  sáttmálin er farin úr gildi – so leingi sum samráðingar um nýggjan sáttmála ikki er endaðar.

Samráðingarnar eru ikki endaðar fyrr enn semingsstovnurin hevur viðgjørt málið sambært reglunum í lóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um semingsstovn við seinni broytingum, og henda viðgerð hjá semingsstovninum er at enda komin.

Stk. 5. Tá ið arbeiðssteðgurin er av, fer hvør flogterna til arbeiðis aftur, har hon starvaðist beint undan ósemjuni, og tað áliggur báðum pørtum at gera sítt til at fáa vanlig og friðarlig arbeiðsviðurskifti aftur.

Stk. 6. Arbeiðssteðgur fevnir ikki um:

  • flogternur, sum ikki eru fevndir av hesum sáttmála.
  • flogternur, sum eru fevndar av hesum sáttmála, um arbeiði teirra er neyðugt í samband við sjúkraflutning.
  • flogternur, sum eftir avtalu millum Súluna og Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki skulu fara í arbeiðssteðg.

§ 24.
Semingsstovnurin

Stk. 1. Koma partarnir ikki ásamt um nýggjan sáttmála, eru partarnir samdir um, at semingsstovnurin, skipaður í lóg nr. 39, frá 13. mai 2013 um semingsstovn við seinni broytingum, skal verða kompetentur at viðgera málið.

Stk. 2. Partarnir binda seg til at ganga undir tær reglur, sum eru ásettar í lógini, nevnd í stk. 1.

§ 25.
Gildi sáttmálans

Stk. 1. Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. november 2022, og kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða freist til ein 1. november, tó fyrstu ferð til 1. november 2024.

Stk. 2. Sjálvt um sáttmálin er uppsagdur, og tíðarfreistin fyri endurnýggjan er úti, verður sáttmálin verandi í gidli til ein nýggjur er góðkendur ella arbeiðssteðgur er settur í verk eftir reglunum í § 23.

Tórshavn, tann 18. november 2022

Vegna Føroyar Arbeiðgevarafelag                Vegna Súluna
Kristoffur Laksá                                                  Diana Magnusdóttir
Samráðingarleiðari                                            Forkvinna

Helena Johannesen
                                                                              Næstforkvinna

Sára Eysturoy
                                                                              Nevndarlimur/skrivari


SKJAL   A - lønartalva

Lønartalva galdandi frá 1. november 2022

Lønarstig

Mánaðarløn 1. november 2022

1

20.656,93

2

21.384,16

3

22.113,50

4

22.551,31

5

22.989,13

6

23.425,89

7

23.864,76

8

24.300,46

9

24.737,22

10

25.173,97

11

25.611,80

12

26.050,67

13

26.341,13

14

26.633,72

15

26.924,18

16

27.215,71

17

27.508,31

18

27.799,82

19

28.091,55

20

28.389,28

Kabinuleiðaraískoytið er 2.000 kr um mánaðin

Viðbót fyri hvønn blocktíma

37,11 kr.

Eyka viðbót til kabinuleiðarar fyri hvønn blocktíma

10,62 kr.

Kabinuleiðari á túrinum fær harumframt pr. blocktíma

27,53 kr.

Lønartalva galdandi frá 1. november 2023

Lønarstig

Mánaðarløn 1. november 2023

1

21.491,47

2

22.248,08

3

23.006,89

4

23.462,38

5

23.917,89

6

24.372,29

7

24.828,90

8

25.282,20

9

25.736,60

10

26.191,00

11

26.646,52

12

27.103,12

13

27.405,32

14

27.709,72

15

28.011,92

16

28.315,23

17

28.619,64

18

28.922,94

19

29.226,45

20

29.536,21

Kabinuleiðaraískoytið er 2.000 kr um mánaðin

Viðbót fyri hvønn blocktíma

38,61 kr.

Eykað viðbót til kabinuleiðarar fyri hvønn blocktíma

11,05 kr.

Kabinuleiðari á túrinum fær harumframt pr. blocktíma

28,64 kr.

SKJAL B

Dag- og Tímapeningur

dagar

tímar

tímar

kr

0

3

0

3

9

277

1

9

24

530

24

33

783

2

33

48

1.036

48

57

1.289

3

57

72

1.542

72

81

1.795

4

81

96

2.048

96

105

2.301

5

105

120

2.554

120

129

2.807

6

129

144

3.060

144

153

3.313

7

153

168

3.566

168

177

3.819

8

177

192

4.072

192

201

4.325

9

201

216

4.578

216

225

4.831

10

225

240

5.084

240

249

5.337

11

249

264

5.590

264

273

5.843

12

273

288

6.096

SKJAL  C

Útstationering og Fyribils tænastustað

Útstationering og fyribils tænastustað.

Stk. 1.  Útstationering er starvslig frávera frá tænastustaðnum longri enn 5 døgn. Undir útstationering verður arbeitt eftir Sub.Part. Q.

Starvsfólksins vanligu frídagar, sum hoyra til útstationeringstíðarskeiðið, verða, um teir ikki eru avgreiddir undir útstationeringini, avgreiddir tá komið verður heim eftir útstationeringstíðarskeiðið.

Treytirnar fyri hvørja útstationering sær, herundir tær fíggjarligu treytirnar (uppihald, samskifti v.m.), og møgulig serlig førleikakrøv, og frá hvørjum tænastustøðum/fyribils tænastustøðum útstationerað verður frá, verða sum útgangsstøði ásettar og fráboðaðar við 14 daga varsil  (hetta er sum høvuðsregla galdandi, tá talan er um útstationering longri enn 10 dagar.).

Grundlønin undir útstationering verður sambært skjali B í hesum sáttmála.

Útstationering, ið er sjálvboðin, verður bjóðað eftir einum biddinglista, sum er góðkendur av Atlantic Airways. Tá útstationering er endað, verður starvsfólkið sett niðast á biddinglistan.

Stk. 2.  Fyribils tænastustað er at skilja sum eitt tænastustað annað enn tað, sum er nevnt í setanarpróvnum.

Tá arbeitt verður á fyribils tænastustaðið, verður arbeitt eftir Sub. Part. Q. Arbeiði á fyribils tænastustaðið kann í mesta lagi verða 2 mánaðir (60 dagar), um ikki annað er avtalað.

Starvsfólksins vanligu frídagar, sum hoyra til tíðarskeiðið, starvsfólk hava fyribils tænastustað, verða, um teir ikki eru avgreiddir undir útstationeringini, avgreiddir, tá komið verður heim aftur eftir broytt tænastustað.

Treytirnar fyri hvørt fyribils tænastustað sær, herundir tær fíggjarligu treytirnar (uppihald, samskifti v.m.), og møgulig serlig førleikakrøv, og frá hvørjum tænastustøðum ynskt verður ella søkjast kann um fyribils tænastustaðbroyting frá, verða sum útgangsstøði ásettar og fráboðaðar við 14 daga varsil.

Grundlønin á fyribils tænastustaði verður sambært skjal B í hesum sáttmála. Tó verður afturat hesum goldið 3.000 kr. um mánaðin roknað lutfalsliga í mun til tal av døgum á fyribils tænastustaði.

Fyribils tænastustaðbroyting, sum er sjálvboðin, verður bjóðað eftir einum biddinglista, sum er góðkendur av Atlantic Airways. Starvsfólk, sum longu eru útstationeraði ella sum hava fyribils tænastustað á viðkomandi tænastustaði, verða raðfest fyrst. Tá tænastustaðbroyting er endað verður starvsfólkið sett niðast á biddinglistan.

Um ongin bjóðar seg at broyta tænastustað eftir teimum ásettu treytunum, verður tað bjóða út free-lance. Tíðaravmarkað setan kann avtalast við fyribils tænastustaði.

SKJAL  D

Yvirlit yvir tryggingar av starvsfólki í føstum starvi hjá Atlantic Airways:

1. Lógarkravd Arbeiðsskaðatrygging.

2. Heiltíðarvanlukkutrygging upp á 1,5 mill kr.

3. Samlagslívstrygging í Lív:.

Útgjald við deyða:
Undir 51 ár.................................................................................400.000 kr.
51-60 ár.......................................................................................250.000 kr.
61-67 ár.......................................................................................100.000 kr.

4. Samlagslívstrygging í Betri Pensjón.

Við deyða verða útgoldnar:.........................................250.000 kr.

Tryggingin er galdandi fram til 67 ára aldur

5. Afturat hesi tryggingini er knýtt ein bráðsjúkutrygging

Útgjald, tá ið sjúka verður staðfest:
Tryggingin er galdandi fram til 60 ára aldur.........100.000 kr.
Útgjald børn í aldrinum 6 mánaðir til 18 ár...............60.000 kr.

Atlantic Airways kunnar Súluna um tær til eina og hvørja tíð galdandi tryggingartreytir fyri bráðsjúkutrygging.

Frá 1. mars 2011 verða gjøldini fyri Betri Pensjón og Lív lagt afturat lønini hjá øllum starvsfólkum, sum eru í tryggingunum. Hesi gjøld verða so drigin av aftur lønini sum ein frádráttur. Hetta er gjørt fyri, at starvsfólkini skulu gjalda skatt av gjøldunum, so eitt evt. útgjald ikki verður skattað.

Gjøldini verða hesi:

Betri pensjón fyri tey, sum eru yngri enn 60 ár um mánaðin......kr. 116,37
Betri pensjón fyri tey, sum hava fylt 60 ár um mánaðin..................kr.   46,00 
Lív um mánaðin....22,00

6. Viðgerðartrygging
Felagið teknar, rindar og heldur viðlíka viðgerðartrygging (Mølholm Forsikring) galdandi frá 15. januar 2020 (núverandi Mølholm Forsikring).