STARVSFÓLKASÁTTMÁLi 2023
millum
FAG og YTF
galdandi fyri tryggingarfeløg
§1. Sáttmálaøki
Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um øll starvsfólk, sum eru í starvi í tryggingarheiminum. YTF er Yrkisfelag teirra, ið starvast innan tryggingar-, fíggjar-, KT og líknandi fyritøkum her eftir nevndir YTF.
Sáttmálin fevnir tó ikki um:
- Kantinu- og reingerðarfólk.
- Mánaðar- og tímalønt fyribilshjálp við minni enn 15 tíma viku. Fyribilshjálp er at skilja sum arbeiði, sum ikki varar longur enn 12 mánaðir.
- Starvsfólk, sum serligur sáttmáli er gjørdur fyri, starvsfólkið og fyritøkuna millum, ella sum annars við seravtalu partanna millum eru undantikin hesum sáttmála. Tílíkir sáttmálar ella seravtalur kunnu bert gerast fyri leiðandi starvsfólk og/ella serfrøðingar, og vil fyritøkan tryggja, at hesi starvsfólk ikki hava vánaligari kor, enn tey, sum eru ásett í sáttmálanum við YTF.
Fyri starvssettu fólkini er sáttmálin galdandi og annars løgtingslóg nr. 13 frá 20. mars 1958 um rættarviðurskifti arbeiðsgevara og starvsmanna ímillum, við møguligum seinni broytingum.
Fyri næmingar er sáttmálin galdandi og annars ásetingarnar í løgtingslóg nr. 94 frá 29.12.1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum, og somuleiðis løgtingslóg nr. 107 frá 29.12.1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, við møguligum seinni broytingum.
Stk. 3. Limagjald til YTF skal verða frádrigið í lønarútgjaldingini og goldið felagnum, samstundis sum lønin verður goldin.
§2. Setan í starv
Stk. 1. Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg nr. 20 frá 8. mai 2008 um setanarprógv.
Stk. 2. Skipað verður fyri árligum starvsfólkasamrøðum millum tilvístan leiðara og/ella starvsfólkaleiðara og starvsfólkið. Leiðarin tekur stig til samrøðuna.
Stk. 3 Í august ella september á hvørjum ári skal stjórin saman við deildarleiðarunum gera metingar um framflutningar av starvsfólki. Hesar metingar verða lagdar fyri álitisfólkini til ummælis.
§3. Arbeiðstíð
Stk. 1. Arbeiðstíð
a.Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna, døgurðasteðgir á 30 minuttir eru ikki íroknaðir. Hetta svarar til 1820 tímar árliga.
Starvsfólk eiga rætt til 30 min. samanhangandi døgurðasteðg. Døgurðasteðgurin verður roknaður sum frítíð, sum starvsfólkið frítt kann ráða yvir. Í teimum førum, tá ið tað er álagt starvsfólki at vera til taks í døgurðasteðginum, verður døgurðasteðgurin at rokna upp í arbeiðstíðina.
Stk 2. Daglig arbeiðstíð
Dagliga arbeiðstíðin er í tíðini frá kl. 08:00 til kl. 16:00.
Avgreiðslutíðin er 7,5 tímar dagliga.
Stk. 3. Broyting í arbeiðstíðini
Møgulig broyting av fastløgdu dagligu arbeiðstíðini skal fráboðast minst 3 vikur frammanundan.
Stk. 4. Flekstíð
Flekstíðarskipan kann setast í verk lokalt. Fleks- og fikstíð verða avtalaðar millum arbeiðsgevara og álitisfólk og góðkent av YTF.
Stk. 5. Úrtíðararbeiði
Arbeiðsgevarin kann gera avtalu við starvsfólkið um úrtíðarbeiði út yvir fastløgdu/avtalaðu arbeiðstíðina, fyri ávíst fastlagt tíðarskeið. Úrtíðararbeiði skal so vítt møguligt avmarkast.
Er brádliga uppstaðin arbeiðstørvur, eigur starvsfólkið - um gjørligt - at fylgja áheitanini um úrtíðararbeiði.
Serlig tilkallan:
Tá starvsfólk eftir boðum møtir aftur til arbeiðis, eftir at vanliga arbeiðstíðin er lokin, og starvsfólkið er farið av arbeiðsplássinum, verður veitt úrtíðargjald fyri 2 tímar eyka. Hetta er ikki galdandi fyri starvsfólk, sum fáa viðbót fyri at vera tøk.
Fyri úrtíðararbeiði, ið fer út um 2 tímar, eiga starvsfólk rætt til 1/2 tíma mattíð uttan frádrátt. Arbeiðsgevarin syrgir fyri mati.
Úrtíðarbeiði verður lønt sum avspáking.
Fyri 1. og 2. tíma verður avspákað 1 tíma + 50%. Roknað verður við byrjaðum korterum.
Fyri 3. og fylgjandi tímar, eins og leygardagar, sunnudagar og halgidagar/fastar frídagar verður avspákað 1 tími + 100%.
Avtalast kann millum arbeiðsgevaran og starvsfólkið, um tað vil hava úrtíðargjald, samsvarandi omanfyri nevndu reglum um avspáking, ella tilsvarandi frítíð fyri úrtíðararbeiði. Talið av úrtíðararbeiðstímum verður gjørt upp seinast í hvørjum mánaði.
Ber ikki til at halda frí, tá ið starvsfólk ynskir tað, skal avtalast, nær uppsparda frítíðin kann verða hildin í staðin; avtala um hetta skal fyriliggja innan 3 mánaðir.
Parttíðarsett starvsfólk fáa vanliga tímaløn fyri úrtíðararbeiði innan fyri vanligu arbeiðstíðina.
Nágreiniligari reglur kunnu avtalast lokalt.
Stk. 6. Arbeiðstíð hjá starvsfólki við serligari ábyrgd
Fyri starvsfólk við serligari ábyrgd eigur at strembast ímóti at arbeiðstíðin ikki fer upp um arbeiðstíðina sambart § 3 stk. 1.
Fyri hesi starvsfólk við serligari ábyrgd, kann samsýningin fyri møguligt meirarbeiði - vísandi til starvsstøði - eftir avtalu við setan vera tikin fult ella partvíst við í lønini, ella kunnu serligar skipanir í setanarviðurskiftunum eftir avtalu loyva hóskandi samsýning fyri møguligt meirarbeiði ella frítíð.
Stavar meirarbeiði fyri hesi starvsfólk frá innanhýsis viðurskiftum, ið viðkomandi starvsfólk ikki hevur leiðslu av, verður hetta meirarbeiði at samsýna eftir vanligu reglunum fyri yvirtíð smb. § 3, stk. 5.
Stk. 7. Niðursett arbeiðstíð
Niðursett arbeiðstíð kann verða loyvd, har umstøður eru til tess. Lønin verður tá lækkað samsvarandi sáttmálanum.
Starvsfólk, ið eru fylt 60 ár, kunnu eftir umsókn fáa niðursetta arbeiðstíð, og søkja
um at pensiónsgjøldini verða óbroytt, hóast lønin tá verður lækkað í mun til tíðina.
§4. Lønir og flokkingar
Stk. 1. Lønir og flokkingar fyri tryggingarfeløgini eru sambært skjal 3.
Stk. 2. Lønin hjá næmingum verður, sum hjá fyribilssettum, goldin afturút.
§5. Eftirløn og tryggingar
Stk. 1. Eftirløn
Starvsfólk verða upptikin í eftirlønarskipanina, tá royndartíðin er av. Næmingar verða upptiknir í eftirlønarskipanina, tá lærutíðin er av.
Starvsfólk hava arbeiðsgevaragoldna eftirløn, ið er 18%.
Stk. 2 Eftirløn næmingar
Lógarásetta eftirlønargjaldið til næmingar verður goldið av arbeiðsgevara.
Stk. 3 Arbeiðsskaðatrygging
Umframt lógarásettu arbeiðsskaðatryggingina verða starvsfólk eisini tryggjað til og frá arbeiði.
Stk. 4 Samlagstrygging/Bólkatrygging
Fyritøkan teknar samlagstrygging/bólkatrygging fyri starvsfólk, sum eru limir í YTF. Onnur starvsfólk kunnu eisini tekna seg til tryggingina.
Stk. 5 Trygging fyri hættisligum sjúkum
Fyritøkan teknar trygging í sambandi við hættisligar sjúkur fyri starvsfólk, sum eru limir í YTF. Onnur starvsfólk kunnu eisini tekna seg til tryggingina.
Stk. 6 Viðgerðartrygging
Fyritøkan teknar trygging í sambandi við viðgerðartrygging fyri starvsfólk, sum eru limir í YTF. Onnur starvsfólk kunnu eisini tekna seg til tryggingina.
Stk. 7
Arbeiðsgevaragoldnu tryggingarnar verða skattaðar sum A-inntøka. Partarnir eftirmeta tryggingarnar til sáttmálasamráðingarnar fyri at tryggja, at hesar eru kappingarførar.
Protokollat um eftirløn: Semja er um, at eftirløn hjá starvsfólki er persónlig. Arbeiðsgevari, sum bjóðar eftirlønarprodukt, miðar eftir at hetta er kappingarført, og væntað verður loyalitetur frá starvsfólki afturímóti.
§6. Sjúka
Stk. 1. Sjúka hjá starvsfólkunum
Er starvsfólk vegna sjúku ikki ført fyri at koma til arbeiðis, verður hetta roknað sum lóglig frávera.
Er starvsfólk lógliga burtur vegna sjúku, verður goldin full løn frá fyrsta sjúkradegi, sjálvt um lógarreglur eru um karensdagar.
Galdandi er, at varir sjúkan í meiri enn 3 dagar, men færri enn 14 dagar, kann arbeiðsgevari biðja um eina váttan undir trúnaðartreyt.
Starvsfólk, sum verður óarbeiðsført í tænastu fyri arbeiðsgevaran, undir umstøðum, sum koma undir Arbeiðsskaðatryggingarlógin, varðveita rættin til starvsplássið fram til tann dag, at fylgjurnar av tilburðinum endaliga verða ásettar, vanliga í upp til 3 ár.
Stk. 2. Sjúka hjá børnum
Starvsfólk hevur rætt til frí við løn, tá ið barn/børn tess er/ eru sjúk, tó í mesta lagi í 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagið 10 dagar um árið samanlagt. Eigur starvsfólk 2 børn ella fleiri undir 18 ár, kann tað fáa frí upp í 20 dagar um árið.
Verður sjúkralega barnsins fleiri enn áður nevndu 2 arbeiðsdagar, kann starvsfólkið eftir umbøn, fáa farloyvi uttan løn í upp til 5 arbeiðsdagar afturat.
Verður neyðugt við longri farloyvi til ansan av sjúkum barni, kann arbeiðsgevarin játta farloyvi uttan løn móti framvísan av læknaváttan, ið arbeiðsgevarin rindar.
Verður barn innlagt á sjúkrahús og hevur tørv á hjáveru foreldranna, verður farloyvi við løn givið í
upp til 8 arbeiðsdagar. Tað sama er galdandi, um barnið verður útskrivað innan 8 arbeiðsdagar og krevur framhaldandi sjúkrarøkt heima.
Verður farloyvið longur enn 8 arbeiðsdagar, kann arbeiðsgevarin játta farloyvi uttan løn móti framvísan av læknaváttan, ið arbeiðsgevarin rindar.
Stk. 3. Ansan av doyggjandi
Starvsfólk kann fáa farloyvi uttan løn at ansa doyggjandi.
§7. Frítíð og frídagar
Stk. 1. Frítíðarreglur
Starvsfólk hava rætt til frítíð sambært løgtingslóg um frítíð við løn.
Harafturat er galdandi:
Fyri starvsfólk í 4. lønarbólki, sum ikki fáa samsýning fyri meirarbeiði (samb. § 3, stk. 6), verður frítíðin longd við 3 frídøgum, sum skulu nýtast uttan fyri frítíðina, nevnd undir stk. 1.
Stk. 2. Ikki innvunnin frítíð
Starvsfólk, sum verða sett í starv samstundis ella aftaná at frítíðarárið er byrjað, sleppa at halda ta frítíð tey eiga á, móti at lata frá sær part av mánaðarlønini fyri tað, tey halda frí. Tá ið starvsfólk er burtur vikur, dagar ella tímar, verður drigið fyri teir tímar, tey undir vanligum umstøðum høvdu verið til arbeiðis hetta tíðarskeiðið. Ein tími verður roknaður sum árslønin býtt við ársverk.
Stk. 3. Frítíðarviðurskifti hjá næmingi
Næmingur hava rætt til frítíð í 25 arbeiðsdagar í tí frítíðarári (1. mai - 30 apríl), sum kemur aftaná tað frítíðarár, tá viðkomandi varð settur í starv.
Er næmingurin komin í starv fyri 1. august í einum frítíðarári, er sama galdandi hetta frítíðarárið. Næmingar, ið eru komnir í starv 1. august – 31. december, fáa 8 arbeiðsdaga frítíð hetta frítíðarárið.
Stk 4. Eyka frítíð
Starvsfólk, her uppií næmingar, hava, umframt tað p.t. lógarásettu frítíð, rætt til eyka frítíð sambært hesum reglum.
Starvsfólk hava rætt til 5 eyka dagar frítíð, soleiðis at tann árliga frítíðin verður tilsamans 30 (arbeiðs-)dagar.
Hesir 5 eyka dagar frítíð innvinnast stigvíst samsvarandi innvinningarárinum til frítíð soleiðis, at innvunnin verður 0,42 arbeiðsdagur fyri hvønn fullan mánað arbeitt verður.
Parttíðarsett, sum ikki arbeiða hvønn dag, og starvsfólk í farloyvi uttan løn, hava rætt til eitt lutfalsligt tal av eyka frítíðardøgum.
Hesir eyka dagar frítíð kunnu ikki haldast fyrr enn teir eru innvunnir. Við uppgerð av frítíð skal tann lógarásetta frítíðin á 25 dagar vera roknað sum hildin fyrst.
Við fráferð verður frítíðarløn bara útroknað við grundarlag í tí ikki hildnu lógarásettu frítíð á 25 (arbeiðs-)dagar. Um so er, at talið av tilgóðar frítíðardøgum við fráferð fer upp um talið av innvunnum, lógarásettum døgum til frítíð, verða avlopsdagar til frítíð samsýndir við 0,38% av tí viðkomandi ársløn.
Ikki hildnir frítíðardagar fella burtur, tá ið frítíðarárið er farið, uttan so at starvfólkið og leiðslan hava avtalað at flyta frítíðardagarnir til fylgjandi frítíðarár.
Stk. 5. Fastir frídagar
Jólaaftan, nýggjársaftan, flaggdagur, Ólavsøkuaftan, Ólavsøkudagur og Grundlógardagur.
Halgidagar.
Allir halgidagar eru frídagar.
§8. Barnsburðarfarloyvi og ættleiðing
Stk 1. Barnsburðarfarloyvi
Treytirnar í sambandi við barnsburð og ættleiðing verða ásettar í løgtingslóg nr 48 frá 3. apríl 2001 við møguligum seinni broytingum.
Undir fráveru sambært omanfyri nevndu lóg verður veitt starvsfólkunum full løn uttan miss í lønaraldri.
Møguleiki er at avtala longri farloyvi uttan løn.
Stk. 2. Ættleiðing
Eru tjóðskaparlig krøv um hjáveru innan ættleiðing frá ávísum londum hevur starvsfólk rætt til farloyvi í ásettu tíðina, uttan miss í lønaraldri. Tó eru upp til 4 vikur við fullari løn.
§9. Farloyvi
Starvsfólki kann verða givin tænastufrí uttan løn, har tað ikki stríðir móti arbeiðsgevarans áhugamálum.
Um so er, at ein fær farloyvi í sambandi við útbúgving, ið tænir áhugamálum arbeiðsgevarans, kann
starvsfólki verða givið frí við løn ella niðursettari løn við óbroyttum eftirlønargjaldi.
Tó skulu starvsfólk, ið hava starvast longur enn 5 ár, so vítt gjørligt altíð hava rætt til minst 1 ára tænastufrí.
§10. Flytiendurgjald / Fyribils tænasta í hægri starvi
Stk. 1. Flytiendurgjald
Hevur arbeiðsgevarin givið boð um starvsflyting í aðra bygd/kommunu, og starvsflytingin ikki er í sambandi við útnevnan til hægri starv, endurrindar arbeiðsgevarin skjalprógvaðar útreiðslur í sambandi við flyting av leysafæ v.m.
Verður starvsfólk flutt, rindar arbeiðsgevarin eftir nærri avtalu neyðugu ferðaútreiðslurnar, mat og
vistarhald sambært almennu reglunum um tænastuferðir í einum tíðarskeiði svarandi til uppsagnartíðina.
Stk. 2. Fyribils tænasta í hægri starvi
Starvsfólk, sum fyribils røkja hægri starv í 1 viku samfelt ella meira, verða í hesum tíðarskeiði lønt við somu løn, sum tey høvdu fingið, um tey vórðu sett í starvið.
Tað áliggur deildarleiðarunum at kunna lønardeildina og starvsfólkið um broyttu lønina.
§11. Tænastuferðir
Stk. 1. Ferðingartíð
Tá starvsfólk verður boðsent til arbeiðis aðrastaðni enn á tí vanliga arbeiðsstaðnum, verður ferðingartíðin, í tann mun hon er longri enn tann tíð, tað tekur starvsfólki at koma til vanliga arbeiðsstaðið, roknað sum arbeiðstíð. Yvirtíð verður ikki roknað av ferðingartíðini. Ferðingartíðin millum tvey arbeiðsstøð í vanligari arbeiðstíð verður roknað upp í vanligu arbeiðstíðina.
Stk. 2. Koyring í egnum bili
Fyri koyring í egnum bili verður latin samsýning eftir reglum, ið galda fyri tænastumenn. Starvsfólk, ið noyðast at koyra nógv, fáa avtalu við fyritøkuna um aðra samsýning.
Stk. 3. Tænastuferðir
Fyri tænastuferðir innanlands og uttanlands verður avroknað sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins og eftir "Vegleiðing fyri ferðauppgerð fyri tænastuferðir uttanlands".
Stk. 4. Takstir í sambandi við útbúgving og eftirútbúgving
Fyri útbúgving og eftirútbúgving verður avroknað sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins og eftir "Vegleiðing fyri ferðauppgerð fyri tænastuferðir uttanlands".
§12. Útbúgving
Stk. 1. Fíggjarútbúgving
Næmingatíðin er 2 ár fyri næmingar, sum hava tikið eina miðnámsútbúgving.
3 teir fyrstu mánaðirnir av næmingatíðini eru at rokna sum sínámillum royndartíð.
Arbeiðsgevarin og næmingurin kunnu krevja sáttmálan sagdan upp við 1 mánaða ávaring at fara úr gildi í seinasta lagi, tá royndartíðin er liðug.
Hevur næmingur verið burturstaddur í meira enn 10% av ásettu næmingatíðini orsakað av drúgvari sjúku, graviditeti, barnsburði ella ættleiðing, kann næmingatíðin verða longd við tí tíðarskeiði, lærlingurin/næmingurin hevur verið burturstaddur.
Verður næmingatíðin longd, verður hetta at fráboða næminginum skrivliga so skjótt sum gjørligt, tó seinast 3 mánaðir eftir at støðan gjørdist aktuell, og áðrenn næmingatíðin er úti.
Við setanina verður skrivaður næmingasáttmáli, sum, í tráð við henda sáttmála, m.a. inniheldur lønar- og útbúgvingarviðurskifti í næmingatíðini.
Tíðin, ið næmingurin er í skúla í sambandi við Fíggjarskúlan í vanligari arbeiðstíð og ferðing í ella úr skúla í vanligari arbeiðstíð, verður roknað sum arbeiðstíð. Arbeiðsgevarin kann ikki mótrokna ferðingatíð millum arbeiðið og skúla, fríkorter, mattíðir ella møguligar frítímar í skúlanum, í arbeiðstíðini.
Tá næmingatíðin er av, fær næmingurin útbúgvingarprógv.
Stk. 2. Skrivstovuúbúgving
Víst verður til løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 við seinni broytingum.
Stk. 3. Starvsfólk annars
Við atliti til støðugt at menna førleikan hjá starvsfólkinum innan yrkið, vil arbeiðsgevarin stuðla starvsfólkinum við viðkomandi - ástøðiligari útbúgvning.
Útbúgvingarspurningurin skal takast upp við hvørt starvsfólk sær einaferð árliga í sambandi við starvsfólkasamrøðu.
Stk. 4. Luttøka í fundar- og skeiðtiltøkum
Skeið, sum starvsfólk eru biðin um at taka lut í, verða roknað upp í arbeiðstíðina. Undantikin eru bert internatskeið, ið verða hildin mánadag - fríggjadag, og verður bert normaltímatalið íroknað fyri fulltíðarsett.
Um álagt verður starvsfólki at taka lut í internatskeiðum í Føroyum, ið verða hildin leygardag - sunnudag, verða tey at rokna sum 2 frígongudagar fyri hvønn skeiðdag.
Fyritøkan rindar ferðaútreiðslur aftur og fram. Er talan um skeið uttanlands, verða hesi samsýnd eftir "Vegleiðing fyri ferðauppgerð fyri tænastuferðir uttanlands" millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins.
§13. Álitisfólk og samstarvsnevnd
Starvsfólk kunnu velja álitisfólk og samstarvsnevnd sambært skjølunum 3 og 4.
§14. Nevndarlimir og útbúgvingargrunnur
Stk. 1 Nevndarlimir í YTF
Nevndarlimir og varalimir í YTF hava rætt til í arbeiðstíðini at luttaka á skeiðum í sambandi við yrkisfelagsarbeiði, tó í mesta lagi 1 viku í miðal árliga.
Loyvi krevst frá fyritøkuni í hvørjum einstøkum føri.
Stk. 2 Útbúgvingargrunnur
Til útbúgvingargrunnin lata feløgini 2% av 1/12 av lønum uttan gjøld undir starvsfólkaútreiðslunum sambært roknskapinum hjá feløgunum árið fyri, og verður gjaldið flutt felagnum fyrst í juli.
YTF bindur seg til at geva FAG árligan roknskap yvir, hvussu upphæddin í útbúgvingargrunninum verður nýtt.
§15. Eftirsitiløn
Tá ið starvsfólk, ið er lønt eftir hesum sáttmála, doyr, meðan tað er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/samlivari ella børn undir 18 ár, sum tað hevði skyldu til at uppihalda, rætt til løn í mun til uppsagnarfreistina, minst 3 mánaðir.
Eftirsitilønin er tann løn, viðkomandi hevði. Lønin í mánaðinum, tá starvsfólkið doyði, verður ikki roknað uppí eftirsitilønina.
§16. Úr starvi
Stk. 1. uppsøgn
Víst verður til álitismannaskipanina §6 stk. 4.
Í sambandi við uppsagnir og uppsagnarfreistir er Løgtingslóg nr. 13 frá 20 mars 1958 við seinni broytingum galdandi. Tó kann uppsøgn ikki verða givin sambært §5, 2. Stk. í somu lóg.
Um so er, at starvsfólk eftir leiðslunar meting ikki røkir tænastuskyldur sínar, eigur starvsfólkið í fyrstu syftu at fáa eina munnliga ávaring. Tá ávaring verður kunngjørd, skal álitisfólkið á staðnum vera hjástatt.
Eftir hesa munnligu ávaring hevur viðkomandi rætt til at fáa at vita orsøkina til ávaringina og fær frá tí tíðarskeiði eina freist, sum avtalað millum starvsfólkið, álitisfólkið og viðkomandi starvspláss, áðrenn ein skrivlig ávaring kann verða givin viðkomandi við nágreiniligari grundgeving.
Tá skrivlig ávaring verður givin, verður avrit sent til álitisfólkið. Ávaringin skal innihalda eina frágreiðing av teimum viðurskiftum, sum ávaringin er grundað á, og eina ávísing av teimum krøvum, starvsfólkið skal lúka fyri at fylgja ávaringini. Starvsfólkið skal kvitta fyti móttøku av ávaringini, og hevur rætt til skrivliga at gera viðmerkingar innan 7 dagar.
Er talan um hópuppsagnir, tað vil siga 10% av starvsfólkahópinum ella fleiri, tó í minsta lagi 3 fólk har 10% er færri enn 3, hevur fyritøkan skyldu til at kunna YTF um hetta. Er talan um 10 ella fleiri starvsfólk, skal YTF altíð kunnast um hetta.
YTF kann tá, eftir egnum ynski, samráðast um hetta við leiðsluna, áðrenn uppsagnirnar fara fram. Fyritøkan hevur skyldu til at útseta avgerð sína um uppsagnir í upp til fýra vikur, eftir at felagið hevur fingið kunningina.
Tá starvsfólk verða søgd úr starvi, og hetta ikki er grundað á teirra egnu viðurskifti, skal viðgerð fara fram millum YTF og leiðsluna um tiltøk/átøk fyri at tryggja, at starvsfólkið fær bestu møguleikar fyri framtíðarstarvi aðrastaðni.
Omanfyri standandi er ikki galdandi, um starvsfólk hevur framt grovt misbrot í tænastuni.
Áðrenn uppsøgn uttan umsókn verður givin, skal arbeiðsgevarin fyrst senda felagnum fráboðan.
Uppsøgd starvsfólk eiga fulla løn í uppsagnartíðini.
Arbeiðsgevarin kann, eftir umstøðunum, sleppa uppsøgdum starvsfólki undan at møta til arbeiðis.
Stk. 2. Fráfaringarendurgjald
Starvsfólk í aldrinum 40 til pensjónsaldur, sum verða søgd úr starvi og hava verið í starvi í fyritøkuni uttan steðg í 12 ár, fáa serstakt endurgjald soleiðis:
Fylt 40 ár: 1 mánaðarløn
Yvir 45 ár: 2 mánaðarlønir
Yvir 50 ár: 4 mánaðarlønir
Yvir 55 ár: 5 mánaðarlønir.
Verður starvsfólkið uppsagt, sum er sett niður í løn innanfyri seinastu 6 mánaðarnar, skal ein møgulig fráfaringarsamsýning roknast av lønini áðrenn lønarlækkingina.
Endurgjaldið er eftirlønargevandi.
Stk. 3. Lønarlækking / Bygnaðarbroytingar
Um arbeiðsgevarin gevur starvsfólki í boði annað/broytt starv enn tað, viðkomandi røkir, og starvsfólkið ber seg undan, má hetta ongantíð tulkast sum uppsøgn frá starvsfólkinum.
Tekur starvsfólkið av øðrum starvi, varðveitir tað uppsagnarfreistina og starvsaldurin frá fyrra starvinum í tí nýggja starvinum.
Tekur starvsfólkið av øðrum lægri starvi, varðveitir starvsfólkið fráfaringarendurgjaldsupphæddina roknað út frá tí fyrra starvinum, við teimum hækkingum starvið verður fyri, um starvsfólkið verður sagt úr starvi innan 6 mánaðir aftaná skiftið.
Eingin kann verða settur niður í løn, lønarlækking kemur ikki fyri.
Stk. 4. Uppsøgn av álitisfólki
Víst verður til álitisfólkaavtaluna.
§17. Gildiskoma og endi sáttmálans
Hesin sáttmáli kemur í gildi tann 1. mai 2023.
Sáttmálin kann sigast upp við 4 mánaða fráboðan at fara úr gildi til ein 1. mai, tó í fyrsta lagi at fara úr gildi 1. mai 2025.
Tórshavn tann 15. mai 2023 Vágur, 12. Mai 2023
Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag Fyri YTF
Jórun Gardar, samráðingarleiðari Durita Kjærbo, forkvinna
2. Kapittul: Lønir og flokkingar
2c Løn og flokkingar tryggingarfeløgini
§1. Lønarviðurskifti
Stk. 1. Løn
Lønin fyri ymsu bólkarnar verður ásett eftir niðanfyri nevndu reglum.
Lønin verður forútgoldin tann 25. í hvørjum mánaði, ella fyrsta gerðandisdag eftir. Tó verður lønarútgjaldingin í desember flutt fyri jól.
Bert næmingar, fólk í royndartíð og fyribilssett kunna verða afturútgoldin 25. í mánaðinum.
Stk. 2. Tímaløn
Tímalønin verður roknað soleiðis:
Mánaðarløn x 12 |
|
52 x 35 | (Hetta svarar til 1820 tímar um árið) |
Stk. 3. Flokking
- Felags
Øll starvsfólk á Tryggingarfeløgunum verða sett í ein lønarflokk og á eitt lønarstig, sum tilskilað niðanfyri. Vanliga verða starvsfólk uttan heimildir sett á 1. lønarstig í lønarflokkinum, og starvsaldurshækkingin, sum fer fram á hvørjum ári á ársdegnum fyri setanina í lønarskipanina, heldur fram til ein er á endastigi.
- Skrivstovufólk, telefonavgreiðsla og hjálparfólk - Lønarbólkur 1 og 2
Skrivstovufólk - tað er fólk, sum er fylt 17 ár, men ikki hava skrivstovuútbúgving -, og hjálparfólk verða sett í lønarbólk 1 og í minsta lagi í lønarflokk 10.
Telefonavgreiðslufólk verða sett í lønarbólk 2 og í minsta lagi lønarflokk 14 stig 20.
- Skrivstovuassistentar - Lønarbólkur 2 og 3
Við skrivstovuassistent er at skilja starvsfólk, sum hava staðið lærutíðina samb. næmingalógini ella fingið annað lærubræv, t.d. frá fíggjarstovni, fyri lærutíð, sum ikki má vera styttri enn 2 ár.
Hesir skrivstovuassistentar verða settir í lønarbólk 2 og 3 og í minsta lagi í lønarflokk 14 á 14. stigi.
Skrivstovuassistentar, sum hava víðari ástøðiliga útbúgving verða - um so er, at starvsøkið krevur tílíka útbúgving - lønt í minsta lagi sum starvsfólk undir G.
- Næmingar
Næmingur, sum verður tikin í læru innan skrivstovu- og tryggingaryrkið, verður løntur í lutfalli av byrjunarlønini fyri tryggingarassistentar á henda hátt :
Læruár / -tíð : 3 2 1
1 : 55% 65% 72%
2 : 65% 72%
3 : 72%
Stighækkingin fer fram á ársdegnum fyri næmingasetanina.
Viðv. Næmingaútbúgvingini verður víst til § 12 í sáttmálanum.
- Tryggingarassistentar / Fíggjaratstøðingar- Lønarbólkur 2 og 3
Við tryggingarassistentar/fíggaratstøðingar er at skilja fólk, sum hava staðið næmingatíðina, sambært § 12 í sáttmálanum og fyri tryggingarnæmingar tikið prógv sum samsvarar støði 3 í útbúgvingarskipanini hjá Tryggingarakedemi´num. Hesi verða sett í lønarbólk 2 og 3 og í minsta lagi í lønarflokk 16 á 20. Stigi.
Tryggingarassistentar, sum hava luttikið á og staðið tey modul á niveau 4 ella 5, sum arbeiðsgevarin metir eru neyðug fyri at røkja teirra starv, verða settir ein lønarflokk hægri enn tann flokk, viðkomandi var í, tá lønarhækking fór fram og við sama lønaraldri.
- Skrivarar - Lønarbólkur 3 og 4
Við skrivarar er at skilja:
- stjórnarskrivarar
sum verða settir í lønarbólk 4 og í minsta lagi lønarflokk 31 og stig 48.
- Deildarskrivarar,
sum verða settir í lønarbólk 3 og í minsta lagi lønarflokk 27 og stig 44.
- Fulltrúar - Lønarbólkur 3
Fulltrúar verða løntir í lønarbólki 3 og í minsta lagi í lønarflokki 23, stig 40.
Ein fulltrúi er starvsfólk, sum uttan at vera leiðari hevur víðari heimildir at virka undir enn ein skrivstovu-ella/tryggingarassistentur. Talan kann verða heimildir bæði av fíggjarligum og fyrisitingarligum slag.
- Dagligir leiðarar - Lønarbólkur 4
Dagligur leiðari verður løntur í lønarbólki 4 og í minsta lagi í lønarflokki 31, stig 48.
- Deildarleiðarar
Deildarleiðari verða løntir í lønarbólki 4 og í minsta lagi í lønarflokki 49, stig 66.
- Sýns- og metingarmenn - Lønarbólkur 3 og 4
- Bilsýns- og metingarmenn
- Bygningssýns- og metingarmenn
- Skipasýns- og metingarmenn
- Aling
Fyri sýnsmenn, har útbúgvingarkrøv verða sett, verður lønin í minsta lagi at samsvara lønini fyri samsvarandi útbúgving á privata marknaðinum, t. v. s., verður søkt eftir maskinmeistara, verkfrøðingi, byggifrøðingi ella líknandi, verður lønin í avvarðandi sáttmála yvirførd til nærmasta lønarstøði í lønarsáttmála millum tryggingarfelagið og Yrkisfelagið Trygdina.
Sýns- og metingarmenn verða løntir í lønarbólki 3 og 4 og í minsta lagi í lønarflokki 23, stig 40.
- Tryggingarráðgevarar
Hesi lønast í minsta lagi í lønarbólki 2, flokki 13, stig 23.
Tryggingarráðgevarar kunnu bert vera persónar, ið hava staðið prógv sum exam. ráðgevar á tryggingarháskúlanum.
Persónar, sum við gildiskomu av hesum sáttmála ikki eru exam. ráðgevar, men sum virka sum ráðgevar/umboð, kunnu eftir umsókn flytast yvir til at vera umfataðir av heitinum tryggingarráðgevi.
Tryggingarráðgevar og umboð verða sett eftir serligum sáttmála fyri hvørt tryggingarfelag sær.
Verða tey, ið nevnd eru undir L, og tryggingarfelagið ikki samd um skipan av sáttmála, verður Yrkisfelagið Trygdin partur í samráðingunum.
- Húsavørðar
Húsavørður verður settur eftir serligum sáttmála fyri hvørt tryggingarfelag sær. Tó skal hesin lønast í minsta lagi í lønarbólki 2, lønarflokki 16, stig 17.
- KT- starvsfólk – Lønarbólkur 3-4
KT-starvsfólk verða lønt samsvarandi krøvum til starvið og annars í mun til útbúgving og royndir.
- 2. Lønarflokkar og lønarstig
Lønarflokkur |
| 1.ár | 2.ár | 3.ár | 4.ár | 5.ár | 6.ár | 7.ár | 8.ár |
L | Ø | N | A | R | S | T | I | G | |
1. lønarbólkur | 1 | 1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 |
2 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9 | |
3 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | |
4 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 | |
5 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 | |
6 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 | |
7 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 | 14 | |
8 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 | 14 | 15 | |
9 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 | 14 | 15 | 16 | |
10 | 10 | 11 | 12 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | |
11 | 11 | 12 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 | |
12 | 12 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 |
Lønarflokkur |
| 1.ár | 2.ár | 3.ár | 4.ár | 5.ár | 6.ár | 7.ár | 8.ár | 9.ár | 10.ár | 11.ár | 12.ár |
L | Ø | N | A | R | S | T | I | G |
|
|
|
| |
2. lønarbólkur | 13 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 |
14 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | |
15 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | |
16 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 | |
17 | 17 | 18 | 19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 | 28 | |
18 | 18 | 19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 | 28 | 29 | |
19 | 19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 | 28 | 29 | 30 | |
20 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 | 28 | 29 | 30 | 31 | |
21 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 | 28 | 29 | 30 | 31 | 32 | |
22 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 | 28 | 29 | 30 | 31 | 32 | 33 |
Lønarflokkur |
| 1.ár | 2.ár | 3.ár | 4.ár | 5.ár | 6.ár | 7.ár | 8.ár | 9.ár | 10.ár |
L | Ø | N | A | R | S | T | I | G |
|
| |
3. lønarbólkur | 23 | 40 | 41 | 42 | 43 | 44 | 45 | 46 | 47 | 48 | 49 |
24 | 41 | 42 | 43 | 44 | 45 | 46 | 47 | 48 | 49 | 50 | |
25 | 42 | 43 | 44 | 45 | 46 | 47 | 48 | 49 | 50 | 51 | |
26 | 43 | 44 | 45 | 46 | 47 | 48 | 49 | 50 | 51 | 52 | |
27 | 44 | 45 | 46 | 47 | 48 | 49 | 50 | 51 | 52 | 53 | |
28 | 45 | 46 | 47 | 48 | 49 | 50 | 51 | 52 | 53 | 54 | |
29 | 46 | 47 | 48 | 49 | 50 | 51 | 52 | 53 | 54 | 55 | |
30 | 47 | 48 | 49 | 50 | 51 | 52 | 53 | 54 | 55 | 56 |
Lønarflokkur |
| 1.ár | 2.ár | 3.ár | 4.ár | 5.ár | 6.ár | 7.ár | 8.ár | 9.ár | 10.ár |
L | Ø | N | A | R | S | T | I | G |
|
| |
4. lønarbólkur | 31 | 48 | 49 | 50 | 51 | 52 | 53 | 54 | 55 | 56 | 57 |
32 | 49 | 50 | 51 | 52 | 53 | 54 | 55 | 56 | 57 | 58 | |
33 | 50 | 51 | 52 | 53 | 54 | 55 | 56 | 57 | 58 | 59 | |
34 | 51 | 52 | 53 | 54 | 55 | 56 | 57 | 58 | 59 | 60 | |
35 | 52 | 53 | 54 | 55 | 56 | 57 | 58 | 59 | 60 | 61 | |
36 | 53 | 54 | 55 | 56 | 57 | 58 | 59 | 60 | 61 | 62 | |
37 | 54 | 55 | 56 | 57 | 58 | 59 | 60 | 61 | 62 | 63 | |
38 | 55 | 56 | 57 | 58 | 59 | 60 | 61 | 62 | 63 | 64 | |
39 | 56 | 57 | 58 | 59 | 60 | 61 | 62 | 63 | 64 | 65 | |
40 | 57 | 58 | 59 | 60 | 61 | 62 | 63 | 64 | 65 | 66 | |
41 | 58 | 59 | 60 | 61 | 62 | 63 | 64 | 65 | 66 | 67 | |
42 | 59 | 60 | 61 | 62 | 63 | 64 | 65 | 66 | 67 | 68 | |
43 | 60 | 61 | 62 | 63 | 64 | 65 | 66 | 67 | 68 | 69 | |
44 | 61 | 62 | 63 | 64 | 65 | 66 | 67 | 68 | 69 | 70 | |
45 | 62 | 63 | 64 | 65 | 66 | 67 | 68 | 69 | 70 | 71 | |
46 | 63 | 64 | 65 | 66 | 67 | 68 | 69 | 70 | 71 | 72 | |
47 | 64 | 65 | 66 | 67 | 68 | 69 | 70 | 71 | 72 | 73 | |
48 | 65 | 66 | 67 | 68 | 69 | 70 | 71 | 72 | 73 | 74 | |
49 | 66 | 67 | 68 | 69 | 70 | 71 | 72 | 73 | 74 | 75 | |
50 | 67 | 68 | 69 | 70 | 71 | 72 | 73 | 74 | 75 | 76 | |
51 | 68 | 69 | 70 | 71 | 72 | 73 | 74 | 75 | 76 | 77 |
2d Lønartalva tryggingarfeløgini
Lønartalvur 1. mai 2023 | |||
Stig | Ársløn | Mánaðarløn | Tímaløn |
3 | 258.298 | 21.524,83 | 141,92 |
4 | 261.704 | 21.808,67 | 143,79 |
5 | 265.131 | 22.094,22 | 145,68 |
6 | 268.542 | 22.378,49 | 147,55 |
7 | 272.670 | 22.722,49 | 149,82 |
8 | 276.737 | 23.061,41 | 152,05 |
9 | 280.817 | 23.401,39 | 154,29 |
10 | 284.945 | 23.745,40 | 156,56 |
11 | 289.049 | 24.087,39 | 158,82 |
12 | 293.139 | 24.428,22 | 161,07 |
13 | 297.237 | 24.769,79 | 163,32 |
14 | 302.028 | 25.168,97 | 165,95 |
15 | 306.809 | 25.567,41 | 168,58 |
16 | 311.611 | 25.967,54 | 171,21 |
17 | 316.330 | 26.360,80 | 173,81 |
18 | 321.114 | 26.759,46 | 176,44 |
19 | 325.892 | 27.157,69 | 179,06 |
20 | 330.700 | 27.558,36 | 181,70 |
21 | 336.160 | 28.013,36 | 184,70 |
22 | 341.639 | 28.469,95 | 187,71 |
23 | 347.099 | 28.924,95 | 190,71 |
24 | 352.559 | 29.379,95 | 193,71 |
25 | 358.022 | 29.835,16 | 196,72 |
26 | 363.481 | 30.290,05 | 199,71 |
27 | 369.619 | 30.801,61 | 203,09 |
28 | 375.803 | 31.316,88 | 206,48 |
29 | 381.935 | 31.827,90 | 209,85 |
30 | 388.052 | 32.337,67 | 213,22 |
31 | 394.195 | 32.849,54 | 216,59 |
32 | 400.373 | 33.364,38 | 219,98 |
33 | 407.209 | 33.934,08 | 223,74 |
40 | 383.803 | 31.983,59 | 210,88 |
41 | 389.022 | 32.418,47 | 213,75 |
42 | 394.315 | 32.859,60 | 216,66 |
43 | 399.684 | 33.306,97 | 219,61 |
44 | 405.130 | 33.760,81 | 222,60 |
45 | 410.652 | 34.221,00 | 225,63 |
46 | 416.253 | 34.687,76 | 228,71 |
47 | 421.935 | 35.161,29 | 231,83 |
48 | 427.698 | 35.641,50 | 235,00 |
49 | 433.543 | 36.128,60 | 238,21 |
50 | 439.472 | 36.622,68 | 241,47 |
51 | 445.484 | 37.123,64 | 244,77 |
52 | 451.582 | 37.631,81 | 248,12 |
53 | 457.766 | 38.147,18 | 251,52 |
54 | 464.040 | 38.669,97 | 254,97 |
55 | 470.403 | 39.200,27 | 258,46 |
56 | 476.855 | 39.737,88 | 262,01 |
57 | 483.399 | 40.283,22 | 265,60 |
58 | 490.037 | 40.836,40 | 269,25 |
59 | 496.772 | 41.397,64 | 272,95 |
60 | 503.599 | 41.966,60 | 276,70 |
61 | 510.528 | 42.544,04 | 280,51 |
62 | 517.553 | 43.129,42 | 284,37 |
63 | 524.678 | 43.723,17 | 288,28 |
64 | 531.903 | 44.325,28 | 292,25 |
65 | 539.234 | 44.936,17 | 296,28 |
66 | 546.667 | 45.555,56 | 300,37 |
67 | 554.206 | 46.183,83 | 304,51 |
68 | 561.855 | 46.821,21 | 308,71 |
69 | 569.610 | 47.467,49 | 312,97 |
70 | 577.476 | 48.122,98 | 317,29 |
71 | 585.457 | 48.788,11 | 321,68 |
72 | 593.548 | 49.462,35 | 326,13 |
73 | 601.756 | 50.146,34 | 330,64 |
74 | 610.083 | 50.840,28 | 335,21 |
75 | 618.525 | 51.543,75 | 339,85 |
76 | 627.089 | 52.257,39 | 344,55 |
77 | 635.774 | 52.981,20 | 349,33 |
Lønartalvur 1. mai 2024 | |||
Stig | Ársløn | Mánaðarløn | Tímaløn |
3 | 268.733 | 22.394,44 | 147,66 |
4 | 272.277 | 22.689,74 | 149,60 |
5 | 275.842 | 22.986,82 | 151,56 |
6 | 279.391 | 23.282,58 | 153,51 |
7 | 283.686 | 23.640,48 | 155,87 |
8 | 287.917 | 23.993,09 | 158,20 |
9 | 292.162 | 24.346,81 | 160,53 |
10 | 296.457 | 24.704,71 | 162,89 |
11 | 300.726 | 25.060,52 | 165,23 |
12 | 304.981 | 25.415,12 | 167,57 |
13 | 309.246 | 25.770,49 | 169,92 |
14 | 314.230 | 26.185,79 | 172,65 |
15 | 319.204 | 26.600,33 | 175,39 |
16 | 324.200 | 27.016,63 | 178,13 |
17 | 329.109 | 27.425,78 | 180,83 |
18 | 334.087 | 27.840,54 | 183,56 |
19 | 339.058 | 28.254,86 | 186,30 |
20 | 344.061 | 28.671,71 | 189,04 |
21 | 349.741 | 29.145,10 | 192,17 |
22 | 355.442 | 29.620,13 | 195,30 |
23 | 361.122 | 30.093,51 | 198,42 |
24 | 366.803 | 30.566,90 | 201,54 |
25 | 372.486 | 31.040,50 | 204,66 |
26 | 378.165 | 31.513,77 | 207,78 |
27 | 384.552 | 32.045,99 | 211,29 |
28 | 390.985 | 32.582,08 | 214,83 |
29 | 397.365 | 33.113,75 | 218,33 |
30 | 403.729 | 33.644,11 | 221,83 |
31 | 410.120 | 34.176,66 | 225,34 |
32 | 416.548 | 34.712,30 | 228,87 |
33 | 423.660 | 35.305,02 | 232,78 |
40 | 399.309 | 33.275,73 | 219,40 |
41 | 404.738 | 33.728,18 | 222,38 |
42 | 410.245 | 34.187,12 | 225,41 |
43 | 415.831 | 34.652,57 | 228,48 |
44 | 421.497 | 35.124,75 | 231,59 |
45 | 427.242 | 35.603,53 | 234,75 |
46 | 433.070 | 36.089,14 | 237,95 |
47 | 438.982 | 36.581,80 | 241,20 |
48 | 444.977 | 37.081,42 | 244,49 |
49 | 451.058 | 37.588,19 | 247,83 |
50 | 457.227 | 38.102,24 | 251,22 |
51 | 463.481 | 38.623,43 | 254,66 |
52 | 469.826 | 39.152,14 | 258,15 |
53 | 476.260 | 39.688,33 | 261,68 |
54 | 482.787 | 40.232,23 | 265,27 |
55 | 489.408 | 40.783,96 | 268,91 |
56 | 496.120 | 41.343,29 | 272,59 |
57 | 502.928 | 41.910,66 | 276,33 |
58 | 509.834 | 42.486,19 | 280,13 |
59 | 516.841 | 43.070,11 | 283,98 |
60 | 523.945 | 43.662,05 | 287,88 |
61 | 531.154 | 44.262,82 | 291,84 |
62 | 538.462 | 44.871,84 | 295,86 |
63 | 545.875 | 45.489,58 | 299,93 |
64 | 553.392 | 46.116,02 | 304,06 |
65 | 561.019 | 46.751,60 | 308,25 |
66 | 568.752 | 47.396,00 | 312,50 |
67 | 576.596 | 48.049,66 | 316,81 |
68 | 584.553 | 48.712,79 | 321,18 |
69 | 592.622 | 49.385,18 | 325,62 |
70 | 600.806 | 50.067,15 | 330,11 |
71 | 609.110 | 50.759,15 | 334,68 |
72 | 617.528 | 51.460,63 | 339,30 |
73 | 626.067 | 52.172,25 | 343,99 |
74 | 634.731 | 52.894,22 | 348,75 |
75 | 643.513 | 53.626,12 | 353,58 |
76 | 652.423 | 54.368,59 | 358,47 |
77 | 661.460 | 55.121,64 | 363,44 |
3. Avtala millum FAG og YTF um álitisfólk
- 1. Val av álitisfólki
Stk. 1 Limir í YTF hava rætt til at velja álitisfólk sambært niðanfyri nevndu reglum.
Stk. 2 Vald verða 8 álitisfólk í Betri samtakinum uttan Betri Banka, 2 fyri tryggingarfelagið LÍV, .
Stk. 3 YTF vil í størsta mun tryggja, at bert 1 starvsfólk er umboða fyri hvørja deild sær. Harafturat vil YTF miða eftir, at fáa landafrøðiliga umboðan av álitisfólkum.
- 2. Valbæri
Álitisfólkini skulu veljast millum starvsfólk við royndum og innliti í viðurskiftum hjá fyritøkunum.
Bert starvsfólk í føstum starvi kunnu veljast til álitisfólk. Royndarsett starvsfólk, starvsfólk í tíðaravmarkaðum starvi ella starvsfólk í uppsøgdum starvi, kunnu ikki veljast til álitisfólk. Valbærið heldur uppat, tá uppsøgnin fer fram. Næmingar kunnu ikki veljast til álitisfólk.
- 3. Valtíð
Stk. 1 Regluligt val av álitisfólki verður hildið annað hvørt ár (ólíka árstal) í
november mánaði at taka við 1. januar árið eftir. Afturval kann fara fram.
- 4. Mannagongd í sambandi við val
Stk. 1 Val sambært § 3 verður fyriskipað av YTF. Álitisfólk eru vard frá tí løtu, úrslitið av valinum fyriliggur, og fyritøkan er skrivliga kunnað um úrslitið.
Stk. 2 Í fráboðanini sambært stk. 1 skal standa dagfesting, tá valið fór fram, navn og starvsheiti hjá valda.
Fyritøkan/samtakið skal hava listan við uppstillaðu álitisfólkunum 14 dagar áðrenn valið fer fram frá YTF. Fyritøkan/samtakið hevur 14 dagar at koma við møguligum mótmælum av uppstillaðu álitisfólkunum. YTF skal í størsta mun taka møguligum mótmælum til eftirtektar og fráboðað uppstillaðu álitisfólkunum. Er ósemja, verður málið lagt fyri Fasta Gerðarrætt.
- 5. Val av felagsálitisfólki
Stk 1. Eru fleiri enn 4 álitisfólk í eini fyritøku/samtakið velja álitisfólkini sínámillum eitt felagsálitisfólk. Felagsálitisfólkið hevur til uppgávu at samskipa samstarvið millum einstøku álitisfólkini og leiðsluna í fyritøkuni.
Stk 2. Val av felagsálitisfólki fer fram beint eftir at álitisfólkini eru vald, smb. § 4. Felagsálitisfólkið tekur við 1. januar árið eftir.
- 6. Virki álitisfólksins
Stk. 1. Álitisfólkið umboðar limirnar og hevur rætt til at leggja fyrispurningar, klagur og tilmæli fyri leiðsluna. Er álitisfólkið ikki nøgt við avgerðina hjá leiðsluni, stendur tað viðkomandi frítt at heita á felagsálitisfólkið um at taka sær av málinum.
Stk. 2. Viðvíkur eitt mál bert einum limi ella einstøkum limum í felagnum, leggur hesin/leggja hesi sjálv málið fyri leiðaran av eindini ella varaleiðaran. Tey hava tó rætt til at heita á álitisfólkið um at gera tað. Leiðslan á fyritøkunum kann altíð seta seg beinleiðis í samband við einstaka limin. Tá limir eru vorðnir kunnaðir um tey viðurskifti, ið hava týdning í málinum, hevur viðkomandi møguleika til at senda boð eftir álitisfólkinum, smb. stk. 1.
Stk. 3. Í sambandi við lækking í løn hjá einum limi, verður álitisfólkið kunnað frammanundan. undantikið eru tó teir limir í eru fevndir av §16 stk. 3.í sáttmálanum. Kunning verður framd í so góðari tíð – vanliga 7 dagar áðrenn – at álitisfólkið er so væl fyri sum møguligt at røkja áhugamálini hjá limunum
At felagsálitisfólkið ella álitisfólkið luttekur í orðaskiftinum við leiðsluna treytar samtykki frá liminum. Er slík luttøka ikki farin fram, kunnar leiðslan eftirfylgjandi um úrslitið frá orðaskiftinum
Felagsálitisfólkið/álitisfólkið hevur rætt til at kunna YTF um lønarlækkingina
YTF hevur rætt til, um fakrættarliga vegin, at reisa málið, um lønarlækkingin er í stríð við sáttmálan. Um málið bara snýr seg um eina meting av persónliga avrikinum hjá einum limi, kann málið bara reisast við samtykki frá viðkomandi limi.
Stk. 4. Uppsøgn er treytað av, at álitisfólkið er kunnað frammanundan, her verður sæð burtur frá burturvísing. Kunning skal vera latin í so góðari tíð – vanliga 3 dagar áðrenn – at álitisfólkið er so væl fyri sum møguligt at røkja áhugamálini hjá limunum. Freistin er treytað av at tilgongdin er væl fyriskipað og fullfíggja yvirlit, sum nágreinar alt, sum skal fara fram, fyriliggur.
- 7. Samstarv og kunning
Stk. 1 Álitisfólkið skal sum lið millum starvsfólkið og leiðsluna virka fyri røkt og fremjan av friðarligum og góðum samstarvi.
Stk. 2 Tað áliggur álitisfólkinum og leiðsluni sínámillum at kunna hvørt annað um viðurskifti í fyritøkunum, sum verða mett at hava ella fáa týdning fyri arbeiðs- og starvsfólkaviðurskiftini, herímillum kunning um til- og frágongd og flytan av starvsfólki.
Stk. 3 Verður framd broyting, sum kann væntast at hava ella fáa týdning fyri arbeiðsviðurskiftini hjá starvsfólki, skal álitisfólkið kunnast so tíðliga sum gjørligt, og áðrenn tað verður sett í verk, hava møguleika til at seta fram síni sjónarmið.
Stk. 4 Umrøður millum leiðsluna á deildini og álitisfólkið fara fram, tá annar av pørtunum ynskir tað. Sama er galdandi við umrøðum millum leiðslu fyritøksins og felagsálitisfólkið.
Stk. 5. Álitisfólkið skal fremja virki sítt sum talsmaður fyri limirnar við fyriliti fyri áhugamálum limanna og fyritøksins
- 8. Umstøður fyri arbeiðinum hjá álitisfólki
Stk. 1 Tað arbeiðið, sum álitisfólkið ger í fyritøkunum fyri at fremja virki sítt, kann verða gjørt í arbeiðstíðini, men tó soleiðis, at tað nervar arbeiðið minst møguligt. Um álitisfólkið fer frá arbeiði sínum fyri at røkja skyldur sínar, skal hetta framman undan vera avtalað við leiðaran á staðnum ella varafólk hansara. Fer álitisfólkið frá arbeiði sínum uttan at hava havt møguleika fyri at avtala tað við leiðaran/varafólkið frammanundan, skal henda frávera fráboðast sum skjótast.
Partarnir eru samdir um, at álitisfólk kunnu nýta høli og amboð hjá fyritøkuni
Stk. 2 Til grundútbúgving og eftirútbúgving av álitisfólki, letur fyritøkan frí við løn til luttøku í viðkomandi skeiðvirksemi. Útbúgvingin skal ikki órógva arbeiðsgongdina, og verður gjørd nærri reglugerð hesum viðvíkjandi.
Stk.3 Til fakfelagsarbeiði letur fyritøkan frí við løn upp til 10 arbeiðsdagar árliga til hvørt álitisfólk.
Stk. 4 Í samband við sáttmálasamráðingar fáa álitisfólk frí við løn í tann mun tað er neyðugt
- 9. Uppsøgn av álitisfólki
Stk. 1. Álitisfólk kunnu ikki verða uppsøgd, uttan at uppsøgnin fyrst hevur verið til viðgerðar ímillum fyritøkuna og YTF. Omanfyri nevnda regla viðvíkjandi uppsøgn av álitisfólkum hevur framhaldandi gildi aftaná, at viðkomandi er givin í hesum álitisstarvi sínum. 24 mánaðir fyri tryggingarfeløgini.
Stk. 2. Verður álitisfólk sagt úr starvi, skal hetta vera grundað á tvingandi orsøkir.
Metir fyritøkan, at tað er neyðugt at siga viðkomandi úr starvi, skulu samráðingar takast upp um hetta við felagið, áðrenn uppsøgnin fer fram.
Heldur fyritøkan fast við uppsøgnina, verður endurgoldið samb. stk. 3.
Stk. 3 Uppsagnartíð og endurgjald sambært § 16, í sáttmálanum og sambært starvsmannalógini skulu tvífaldast, tó minst 6 mánaðir.
- 10.
Omanfyri nevndu ásetingar eru eisini galdandi fyri nevndarlimir, trygdarumboð og samstarvsnevndarlimir.
Tó eru trygdarumboð og samstarvsnevndarlimir ikki umfataðir av ásetingini í § 8, stk. 4.
4. Avtalur um samstarvsnevndir
- l. Inngangur
Stk. 1 Sambært avtalu millum fyritøkuna (navn) og YTF er sett á stovn samstarvsnevnd stytt SN. Har fleiri fyritøkur eru í sama móðurfelag, kann ein høvuðssamstarvsnevnd verða sett á stovn.
Stk 2 Fyri SN skal vera ein starvsskipan, sum ásetur hvussu SN er myndað og hvussu arbeiði í SN er skipað. Starvsskipanin er gjørd av SN og verður dagførd av SN. YTF verður kunnað um broytingar í starvsskipanini.
- 2. Endamál, arbeiði og uppgávur hjá SN
Stk. 1 Endamál
Samstarvsavtalan hevur til endamáls at bøta um kappingarføri og rakstrarúrslit hjá fyritøkuni eins og at fáa arbeiðsgleði millum starvsfólkið og mest møguligan starvstryggleika. Hetta verður gjørt við at viðgera meiningar og uppskot, sum kunnu vera partur av grundarlagnum fyri avgerðunum hjá leiðsluni, og gjøgnum kunning.
Stk. 2 Uppgávur
Fyri SN skal vera ein starvsskipan, sum ásetur hvussu SN er myndað og hvussu arbeiðið í SN er skipað. Starvsskipanin er gjørd av SN og verður dagførd av SN. Starvsskipanin er partur av Starvsfólkahandbókini. YTF verður kunnað um broytingar í starvsskipanini.
Stk. 3 Arbeiðsháttur
SN skal blandast uppí so tíðliga sum gjørligt, soleiðis at sjónarmiðini hjá B-bólkinum kunnu vera við í avgerðargrundarlagnum hjá leiðsluni.
Partarnir eru samdir um at royna at fáa semju í stóran mun um tey viðurskifti, sum tosað verður um í SN.
Stk. 4 Óviðkomandi fyri SN
SN viðger ikki spurningar, sum viðvíkja stovning, leingjan, uppsøgn, tulking ella tillaging av sáttmálum, ella sum heild spurningar, sum náttúrliga hoyra til arbeiðsøkið hjá YTF. Somuleiðis fæst SN ikki við spurningar um viðurskifti og umstøður hjá einkultpersónum.
- 3. Meginregla fyri arbeiðinum hjá SN
- Upplýsingar til SN
Latið verður SN teir upplýsingar, ið eru neyðugir fyri arbeiðið í SN sambært § 2.
SN hevur skyldu til at viðgera fingnar upplýsingar í trúnaði.
- Tryggleiki og trivnaður hjá starvsfólki
Tað hevur stóran týdning bæði fyri fyritøkuna og starvsfólkið, at hvør einstakur starvsfelagi kennir seg nøgdan við tað dagliga arbeiðið, og mest møguligan tryggleika í starvinum.
Eitt týdningarmikið ráð fyri at náa hetta mál er, at kunning fer fram so hvørt millum leiðslu og starvsfólk um viðurskifti, ið hava týdning fyri fyritøkuna, starvsfólkið og samstarvið millum leiðsluna og starvsfólk.
Hevur fyritøkan ætlanir um tiltøk, sum hava ávirkan á trivnaðin og tryggleikan hjá starvsfólkinum, skal leiðslan í fyritøkuni so tíðliga sum gjørligt kunna SN um nevndu viðurskifti. Hendan kunning skal umfata endamál, hvussu og í hvønn mun hetta fer fram, eins og eina meting av fylgjunum av tiltøkunum.
Eru ætlanir um bygnaðarbroytingar, ið broyta viðurskiftini hjá starvsfólki, skal hetta viðgerast í SN í góðari tíð áðrenn møguligar broytingar verða framdar.
Hevur YTF grundaðan varhuga av bygnaðarbroytingum, kunnu tey taka málið upp við SN.
- Tøkni.
Tá tøkni verður innførd ella broytt, er tað uppgávan hjá SN at viðgera tøkniligu og fíggjarligu fylgjurnar og fylgjurnar hetta hevur fyri starvsfólkið. Fyritøkan eigur tí, so tíðliga sum gjørligt, at kunna SN um tey nevndu viðurskiftini. Hendan kunning skal umfata endamál, hvussu og í hvønn mun hetta fer fram, eins og eina meting av fylgjunum av broytingunum.
SN eigur tí at tosa um útbúgving, rokering, umskúling ella annað arbeiði fyri tey starvsfólk, ið verða ávirkað av broytingunum.
- Uppskot frá starvsfólkinum.
Nevndin metir um og gevur møguligt tilmæli til leiðsluna á fyritøkuni um uppskot, sum eru komin inn frá ella gjøgnum ein lim í SN um betran av arbeiðshættum og arbeiðsviðurskiftum til gagns fyri fyritøkuna og starvsfólkið.
Uppskot frá starvsfólki, sum eru mett at vera hóskandi at viðgera í SN, verða sett fram gjøgnum ein av limunum í SN, fyri at SN kann gera eina meting av, um uppskotið eigur at vinna frama.
- 4. Útbúgving og frídagar í sambandi við arbeiði í SN
Stk. 1 Fyri at røkja arbeiðið í SN kann vera tørvur á supplerandi útbúgving fyri B-bólkin í nevndini. fyritøkan gevur møguleika fyri, at B-bólkurin kann taka lut í relevantari útbúgving. Avtala hesum viðvíkjandi verður gjørd millum YTF og starvsfelagan, og letur fyritøkan frídagar við løn.
- 5. Serkøn
Stk. 1 Tá viðurskifti verða viðgjørd, sum krevja eina serstaka bakgrundsvitan, kann SN, um semja er um tað, lata serkønar starvsfelagar, ið ikki eru limir í SN, luttaka á SN fundinum.
- 6. Útreiðslur
Stk. 1 Fyritøkan rindar útreiðslurnar í samband við virksemi hjá nevndini og letur høli til hetta virksemið.
Dømi um Starvsskipan fyri samstarvsnevndir.
- 1. Samstarvsnevndin (frameftir kallað “Nevndin”) er myndað av tveimum bólkum:
A-bólkurin: Stjórnin tilnevnir 4 limir. Í minsta lagi ein skal vera úr stjórnini hjá fyritøkuni. Hinir limirnir skulu veljast millum leiðarar í fyritøkunum. Leiðarar niður til og við dagligir leiðarar kunnu veljast í A-bólkin.
B-bólkurin: Øll onnur starvsfólk á lønarlistanum í fyritøkuni velja sínámillum 2 limir og 2 varalimir. Álitisumboðini velja sínámillum 2 limir og 2 varalimir. Valið er fyri 2 ár í senn. Afturval kann verða.
Formaðurin í nevndini er úr A-bólkinum. Næstformaðurin er úr B-bólkinum.
Starvsfólk á Starvsfólkadeildini skipa fyri vali av starvsfólkaumboðum. Valið fer fram ólíka ár í november mánaði, at taka við í januar, samstundis sum álitisumboð verða vald.
- Nevndin hevur regluligar fundir einaferð hvønn ársfjórðing ikki seinni enn 6. viku í ársfjórðinginum. Fundardagar verða ásettir fyri 1 ár í senn á fyrsta fundi í einum ári.
- Um tað ikki hevur verið gjørligt at hildið regluligan ársfjórðingsfund, ásetir formaðurin, eftir avtalu við næstformannin, ein nýggjan dag fyri fundin. Hesin nýggi fundur skal verða so skjótt, sum til ber.
- Fundir útyvir teir regluligu ársfjórðingsfundirnar verða fráboðaðir av formanninum, tá hann heldur hettar verða neyðugt, ella tá minst helvtin av nevndarlimunum ynskja tað.
- Formaðurin boðar øllum limum skrivliga til fundar. Vanliga skal hetta gerast við einari viku freist.
- Saman við fundarboðum skal ein fundarskrá, ið formaðurin og næstformaðurin hava avtalað, fylgja við.
- Formaðurin leiðir fundirnar. Í teimum førum, har formaðurin ikki er til staðar, verður fundurin leiddur av øðrum limi úr A-bólkinum.
- A- og B-bólkurin velja skrivara í felag. Valið er fyri 2 ár í senn. Afturval kann verða.
Berst skrivaranum frá, verður annar valdur í hansara stað av fundarluttakarunum.
Skrivarin hevur ábyrgdina av gerðabókini hjá nevndini.
- Fundirnir verða vanliga hildnir í Tórshavn. Nevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi 2/3 av limunum eru til staðar.
- Eftir fundin verður fundarfrágreiðing skrivað, har tíð, stað, skrá og nøvnini á fundarluttakarunum verða nevnd. Stuttur samandráttur fyri hvørt evni á dagsskránni verður orðaður. Fundarfrágreiðingin verður send limunum innan 7 dagar til viðmerkingar. Viðmerkingar eiga innan freist, ásett av skrivaranum, at vera skrivaranum í hendi. Skrivarin tillagar frágreiðingina samsvarandi viðmerkingunum, og letur formanni og næstformanni hana til góðkenningar og undirskriftar.
Um formaðurin ikki hevur luttikið á fundi, skrivar tann, sum leiddi fundin, undir í hansara stað. Um næstformaðurin ikki hevur luttikið á fundi, ger hann av, hvør skal undirskriva vegna seg.
Fundarfrágreiðingin verður goymd í gerðabókini.
- Nevndin hevur ábyrgdina av, at starvsfólkini í fyritøkunum verða kunnað um tað arbeiði hjá nevndini, ið ikki verður viðgjørt í trúnaði.
Kunningin eigur at verða løgd á atkomuligum stað so skjótt sum fundarfrágreiðingin er undirskrivað.
- Nevndarlimunum er áløgd tagnarskylda – eisini eftir at teir eru farnir úr samstarvsnevndini – um upplýsingar, sum teir hava fingið í trúnaði.
5. Protokollat um eldrapolitik
Protokollat um eldrapolitikk: Partarnir eru samdir um, at ein virkin eldrapolitikkur er til frama fyri bæði fyritøku og starvsfólk. Tað áliggur leiðslunum í fyritøkunum, sum henda semja viðvíkur, at arbeiða fyri at fáa eldrapolitikk innførdan á arbeiðsplássum, har hetta ikki longu er galdandi.
Endamálið við einum eldrapolitikki er at geva hesum starvsbólki serligan ans, veita teimum møguleikar og tilboð, sum eru í tráð við teirra lívs- og yrkisstøðu og støðuna hjá fyritøkuni.
Sum meginregla merkir hetta, at fyritøkan setur orku av til at kanna hvønn tørv og hvørji ynski, hesin starvsbólkur hevur, og viðger í hvønn mun fyritøkan kann ganga hesum ynskjum og tørvi á møti.
Hetta kann gerast við at bjóða eldrasamrøður til starvsfólk eftir ávísan aldur. Ein eldrapolitikkur kann innihalda nøkur heilt ítøkilig tilboð viðvíkjandi niðursettari arbeiðstíð, feriudøgum e.o. fyri starvsfólk, sum eru 60 ár og eldri.
7. Protokollat um hugtøk, ið partarnir nýta í sáttmálasamráðingum
Hetta protokollat hevur til endamáls, at forða fyri misskiljingum og ymiskum tulkingum av sáttmálanum. Í orðalista niðanfyri verða hugtøk, ið partarnir nýta í sáttmálanum, lýst annahvørt við í dømum ella frágreiðing at lýsa í hvørji merking hugtakið verður nýtt, ella við at lýsa merkingina av hugtakinum við tilsvarandi orði á fremmandum máli.
Orðalisti :
Bruttoløn: løn, soleiðis sum henda er ásett í lønartalvuni, eisini nevnd skalaløn. Bruttolønin er lønin, áðrenn eitt nú egið eftirlønargjald er frádrigið, og áðrenn partur arbeiðsgevarans er lagdur afturat.
Frígonga: frítíð, sum verður hildin í arbeiðstíðini, vanliga sum samsýning fyri yvirtíðararbeiði. Frígonga telur ikki sum vanlig frítíð (summarfrí v.m.). Eisini nevnt avspáking.
Meirarbeiði: arbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð, ið ikki verður roknað ella samsýnt sum yvirtíð.
Starvsaldursviðbót: Anciennitetsískoyti
Viktíð: flextíð.
8. Høvuðsavtala millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF
- 1
Henda høvuðsavtalan hevur gildi fyri limir í YTF hvørs lønar- og setanarviðurskifti eru ásett í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF.
- 2
Rætturin hjá Betri Trygging, LÍV Holding, Betri Banka, Norðoya Sparikassa, Suðuroyar Sparikassa og P/F Elektron at leiða og býta arbeiðið út verður framdur eftir sakligum leiðreglum – herundir við neyðugum atliti til áhugamálini hjá starvsfólkunum – og annars í samsvari við tær til eina og hvørja tíð galdandi lógir og tær millum partarnar inngingnu avtalur og sáttmálar .
- 3
Partarnir viðurkenna, at tað stendur starvfólkunum frítt at vera limir í felagi og at luttaka í arbeiði felagsins eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum í sáttmálunum og avtalunum.
- 4
Kollektivir sáttmálar um lønar- og setanarviðurskifti fyri starvsfólk í fyritøkunum nevndar í §2 kunnu bara gerast millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF.
- 5
Í tí tíðarskeiði, sáttmálin er galdandi, kann arbeiðssteðgur ikki setast í verk. Við arbeiðssteðg er at skilja verkbann, verkfall, blokada og boykott og eisini skipað avfólkan av fyritøkunum nevndar í §2 ella pørtum av nevndu fyritøkum. Í sama mun sum higartil kann samhugaarbeiðssteðgur setast í verk.
- 6
Tá ein sáttmáli um lønar- og setanarviðurskifti er uppsagdur, skal beinanvegin farast undir samráðingar um nýggjan sáttmála. Er semja ikki fingin í lag - tann dag sáttmálin fer úr gildi- um nýggjan sáttmála at koma í gildi samstundis sum higartil galdandi sáttmálin fer úr gildi, skulu ásetingarnar í sáttmálanum, sum fór úr gildi, framvegis fylgjast, til nýggjur sáttmáli er samtyktur og settur í gildi, ella arbeiðssteðgur er settur í verk sambært ásetingunum í § 7.
- 7
Stk. 1. Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum til at ordra arbeiðssteðg sambært ásetingunum í stk. 2 - 4.
Stk. 2. Arbeiðssteðgur av eini hvørji orsøk ella í ein hvønn mun kann bara verða ordraður eftir at verða viðtikin á einum til hetta endamál lógliga innkallaðum fundi í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella í YTF samsvarandi viðtøkum felagsins.
Stk. 3. Ætlanir um ein slíkan fund, sum nevndur í stk. 2, um uppskot um arbeiðssteðg, skulu fráboðast hinum partinum í seinasta lagi 1 mánað, áðrenn arbeiðssteðgurin eftir ætlan verður settur í verk. Fráboðanin um avgerðina frá fundinum skal latast í seinasta lagi 14 dagar, innan møguligur arbeiðssteðgur verður settur í verk. Hendan fráboðan skal so innihalda nærri upplýsingar um arbeiðssteðgin.
Stk. 4. Fráboðan sambært stk. 3, 1. og 2. punkt skal vera skrivlig – møguliga um telefax ella elektroniskt samskifti – og skal, um hon verður fráboðað tann dagin freistin er, vera hinum partinum í hendi innan kl. 12.00. Ætlar hin parturin eftir hetta at geva fráboðan um arbeiðssteðg sama dag at verða settur í verk samstundis, skal slík fráboðan vera tí fyrra partinum í hendi innan kl. 24.00 sama dag. Fráboðan kann ikki latast leygardagar, sunnudagar, halgidagar og frídagar sambært sáttmála.
Stk. 5. Tá ósemjan er av, fer starvsfólkið til arbeiðis aftur á tí staði, viðkomandi starvaðist beint áðrenn ósemjan byrjaði, og tað áliggur báðum pørtum at viðvirka til at fáa vanlig og friðarlig arbeiðsviðurskifti aftur.
- 8
Skt 1. Ordraður arbeiðssteðgur sambært § 7 kann fevna um starvsfólk fevnd av hesi høvuðsavtalu, tó ikki starvsfólk sum eru, deildarleiðarar/tænastuábyrgdarar.
Stk. 2. Fylgjandi tal av starvsfólki kann krevjast at vera hildin uttan fyri luttøku í einum arbeiðssteðgi:
- Betri Trygging: 5 starvsfólk og harafturat 2 sýnsmenn
- LÍV Holding: 1 starvsfólk
- Betri Banki: 12 starvsfólk
- Norðoya Sparikassi: 2 starvsfólk
- Suðuroyar Sparikassi: 1 starvsfólk
- P/F Elektron: 6 starvsfólk
Treytin er, at:
Starvsfólk, sum sambært hesi grein vera hildin uttan fyri luttøku í einum arbeiðssteðgi, kunnu bert ordrast til neyðugt arbeiði fyri:
- at varðveita ella bjarga skaddar lutir
- at minka um vandan fyri at skaðin gerst størri
- bráðneyðugt at fyribyrgja skaða
- at varðveita útbúnað og skipanir
- at røkja vaktarhald fyri bráðneyðugar dagliga funktiónir, t.d. clearing, back-office og likviditetsrapportering.
- fyri Elektron at tryggja raksturin og ikki menning, nýuppsetingar, broytingar, fyrispurningar, útskriving og pakking.
Onnur undantøk kunnu verða givin, um Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF eru samd um hetta.
Umboð fyri YTF sleppa undir arbeiðssteðgi inn á Elektron at hava samrøður við tey starvsfólk, sum sambært stk. 2 f) eru til arbeiðis.
- 9
Geva samráðingarnar um nýggjan sáttmála einki úrslit, eru partarnir samdir um, at spurningurin skal viðgerast eftir reglunum hjá "Semingsstovninum", sb. lóg nr. 39 frá 13. mai 2013 við seinni broytingum. Partarnir vátta, at teir ætla at halda reglurnar í nevndu lóg.
- 10
Stk. 1. Tulking av:
- hesi høvuðsavtalu millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF
- sáttmálum viðvíkjandi lønar- og arbeiðsviðurskiftum avtalaðir millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF,
- øðrum sáttmálum/avtalum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF,
kann av báðum pørtum - eftir samráðingar uttan úrslit - leggjast fyri Fasta Gerðarrætt, sí eisini §11.
- 11
Stk. 1. Gerðarrætturin kann døma tann ella tey, ið hava luttikið í sáttmálastríðnum, eina bót, sum skal ognast klagaranum. Er sáttmálabrotið um ikki at hava goldið eina skylduga peningaupphædd, kann dómurin í staðin fyri bót vera rindan av hesi peningaupphædd. Um annað ikki er viðtikið frammanundan, kann einum felag sum so bara vera álagt rættarlig ábyrgd, um tað hevur luttikið virkið í klagaða málinum.
Stk. 2. Bótin verður ásett við fyriliti fyri øllum viðurskiftunum í málinum, herundir fíggjarorku partanna, og við hóskandi fyriliti fyri í hvønn mun avtalu- ella sáttmálabrotið hevur verið fyrigeviligt frá avtalu- ella sáttmálabrótarans síðu. Tá mett verður um arbeiðssteðg, sum er í stríð við sáttmálan, skal fyrilit takast fyri, um tað frá mótpartsins síðu fyriliggja viðurskifti av slíkum slag, at arbeiðssteðgurin verður hildin at vera rímilig reaktión. Bótin kann annars fella heilt burtur, um linnandi umstøður eru, og skal fella burtur, um atburður í stríð við sáttmálan frá mótpartsins síðu verður mettur at geva rímiliga orsøk til arbeiðssteðgin. Harafturat skal bótin fella burtur, um tað verður prógvað, at ein arbeiðssteðgur er elvdur av trivnaðar orsøkum, sum mótparturin hevur ábyrgdina av. Bót kann ikki verða áløgd teimum luttakarum í einum arbeiðssteðgi, sum hava tikið upp aftur arbeiðið, áðrenn felagsfundur hevur verið hildin, ella hava fylgt einum tilmæli frá hesum fundi um beinanvegin at fara aftur til arbeiðis, uttan so at tað verður prógvað, at eingin rímilig orsøk er til arbeiðssteðgin, ella hesin verður hildin at vera liður í eini skipaðari atgerð.
- 12
Stk. 1. Henda høvuðsavtala kemur í gildi tann 1. november 2016, og er galdandi, til hon við 6 mánaða fráboðan verður uppsøgd av einum av pørtunum at fara úr gildi, tá ein oktober mánaði endar, tó í fyrsta lagi at fara úr gildi tann 31. oktober 2018.
Stk. 2. Tann av pørtunum, sum hevur ynski um broytingar í høvuðsavtaluni, skal 6 mánaðir innan uppsøgnina boða hinum partinum frá, soleiðis at samráðingar verða tiknar upp við tí endamáli, at fáa semju og harvið sleppa undan uppsøgn av høvuðsavtaluni.
Stk. 3. Eru samráðingar um endurnýggjan av høvuðsavtaluni eftir uppsøgn av hesari ikki lidnar innan hon fer úr gildi, er høvuðsavtalan framvegis galdandi, inntil tann galdandi kollektivi sáttmálin millum partarnar er avloystur av einum nýggjum.
Tórshavn, tann 15. juni 2016
Vegna YTF: Vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag:
Fróði Danielsen, formaður Johannes Ejdesgaard, næstformaður Tommy Jacobsen Asbjørg Arge Annika Justinussen Durita Kjærbo | Marita Rasmussen, samráðingarleiðari |