Lærlingaviðurskifti fyri lærlingar innan økið hjá Samverk
- Arbeiðssteðgur
- Barsil
- Broytingar í lærusáttmálanum
- Burturvera
- Frídagar
- Frítíðarløn
- Yvirtíð
- Leingjan av lærutíð
- Læruplássgóðkenning
- Lærusáttmáli
- Løn
- Løn í skúlatíðini
- Ósemja millum lærling og lærupláss
- Royndartíð
- Sáttmálin við Samverk
- Sjúka
- Skúlagongd um kvøldið
- Skúlauppihald uttanlands
- Stytting av lærutíð
- Umsitingargjald
- Undirvísingartilfar
- Uppsøgn av lærusáttmála
- Uppsøgn eftir lokna lærutíð
Umsitingargjald
Lærupláss rinda kr. 3.000,- fyri hvønn lærusáttmála. Gjaldið skal vera Mentamálaráðnum í hendi, áðrenn lærusáttmálin verður góðkendur. Gjaldið fíggjar yrkisnevndafyrisitingina, fundarpening og ferðaútreiðslur hjá yrkisnevndum og fyribilsnevndum.
Læruplássgóðkenning
Áðrenn virki kann undirskriva lærusáttmála, skal tað góðkennast sum lærupláss av viðkomandi yrkisnevnd. Hetta verður gjørt við at útfylla eitt umsóknarskjal og senda tað til yrkisdepilin. Umsóknarskjøl við meira fáast á www.yrkisdeplin.fo. Um yrkisnevndin avvísir at góðkenna virki, kann virkið kæra til eina kærunevnd. Kæran skal sendast til Mentamálaráðið.
Lærusáttmáli
Tá ið virki er góðkent, skulu lærlingur og virkið undirskriva lærusáttmála. Oyðublað fæst frá Yrkisdeplinum. Skjalið skal sendast Yrkisdeplinum. Gjørt verður vart við, at lærusáttmáli skal vera undirskrivaður og góðkendur, áðrenn lærutíðin byrjar.
Royndartíð
Royndartíðin er sambært yrkisútbúgvingarlógini 6 mánaðir. Í royndartíðini kann annar parturin siga sáttmálan upp uttan grundgeving og uttan freist. Skúlagongd verður ikki roknað upp í royndartíðina.
Sáttmálin við Samverk
Sum meginregla fylgja lærlingarnir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.
Ein lærlingur hevur tó ikki skyldu at vera limur í fakfelag.
Løn
Lærlingar fáa ta til eina og hvørja tíð galdandi løn, sum er avtalað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk. Tað er:
40% av 1. ári í bólki 4.
50% av 1. ári í bólki 4.
55% av 1. ári í bólki 4.
60% av 1. ári í bólki 4.
Er lærusáttmáli gjørdur fyri styttri tíð enn tey í lønartalvuni nevndu 4 árini, verður talið av lønarbólkum at minka samsvarandi, soleiðis at tað eru teir seinastu satsirnir, ið verða at galda.
Lønin svarar til eina arbeiðsviku á 40 tímar. Virkið hevur skyldu til at rinda løn fyri teir tímar um vikuna, sum avtalað er gjørd um í lærusáttmálanum, sí tó viðm. um sjúku og burturveru. Hetta er eisini galdandi, um virkið onki arbeiði hevur til lærlingin.
Yvirtíð
Fyri úrtíðararbeiði verður øll læruárini goldin lærlingum somu úrtíðarløn, sum galdandi er fyri fólk við lærlingaupplæring á 1.starvsaldursstigi.
Frítíðarløn
Løgtingslóg um frítíð við løn er galdandi fyri lærlingar. Víst verður til Alment um starvsetanir, har frítíðarreglurnar eru lýstar.
Barsil
Víst verður til løgtingslóg um barsilsskipan og/ella Alment um starvsetanirhttps://industry.sansir.net/arbeidsmarknadur/leidbeining-til-sattmala-og-setanarvidurskifti/asetanir-um-setanarvidurskifti/alment, har viðurskiftini kring barsil eru lýst.
Virkið hevur tó skyldu til at rinda lærlingi hálva løn í ein mánað áðrenn barsil og hálva løn ein mánað eftir barsil.
Burturvera
Er lærlingur burtur frá arbeiði/skúla uttan lógliga grund, hevur virkið ikki skyldu at rinda lærlinginum løn fyri tíðarskeiðið, lærlingurin er burtur.
Sjúka
Virkið hevur skyldu at rinda lærlinginum løn undir sjúku á sama hátt sum hjá einum starvsmanni (smbrt. starvsmannalógini) – sí Alment um starvsetanir.
Frídagar
Lærlingur hevur rætt til somu frídagar, sum eru ásettir ísáttmálanum við Samverk. Hesir eru hálvir frídagar: nýggjársaftan, páskaaftan, hvítusunnuaftan, grundlógardagur, ólavsøkuaftan og flaggdagur. Hesir eru heilir frídagar: Allir halgidagar, jólaaftan og ólavsøkudagur.
Undirvísingartilfar
Læruplássini hava skyldu til at rinda fyri bøkur o.a. vanligt undirvísingartilfar hjá lærlinginum. Eisini skulu læruplássini rinda fyri tilfarið, sum lærlingarnir nýta í sambandi við royndirnar. Hetta merkir eisini, at læruplássini eiga tilfarið, sum tey hava rindað fyri.
Løn í skúlatíðini
Tá ið lærlingur er í skúla, hevur virkið skyldu til at rinda honum løn. Virkið fær í løtuni 75% av lønarútreiðslunum, íroknað frítíðarlønina, endurrindað av landinum. Uppgerð yvir útreiðslurnar skal sendast Mentamálaráðnum í seinasta lagi 8 vikur eftir, at lærlingurin hevur verið í skúla.
Hetta er galdandi, tá ið skúlagongdin fer fram í dagtímunum, og til tað, sum verður mett at vera fullur dagur.
Arbeiðir lærlingurin eftir skúlatíð (sama dag), fær hann goldið yvirtíð fyri ta tíðina. Skúlatíðin er at meta sum fullur arbeiðsdagur á 8 tímar.
Skúlagongd um kvøldið
Skúlagongd um kvøldarnar er partur av lærutíðini. Arbeiðsgevari og lærlingur avtala sínámillum, hvussu hetta verður javnað.
Skúlauppihald uttanlands
Landskassin veitir læruplássunum eitt fast gjald til útreiðslur, sum standast av, at lærlingur er noyddur at fara til Danmarkar fyri at fáa ta til læruna hoyrandi skúlagongd, av tí at henda skúlaundirvísing ikki fæst í Føroyum. Gjaldið er í løtuni kr. 3.500 fyri hvørt skúlaskeið. Í seinasta lagi 8 vikur eftir at lærlingurin er komin aftur av hvørjum einstøkum skúlaskeiði, skal læruplássið senda Mentamálaráðnum umsókn um tað fasta gjaldið. Við umsóknini skal ein váttan frá skúlanum fylgja við, har skúlin váttar, at lærlingurin hevur gingið á skúlanum í nevnda tíðarskeiði.
Virkið hevur ikki skyldu til at rinda fyri uppihald hjá lærlinginum uttanlands.
Arbeiðssteðgur
Lærlingur kann ikki luttaka í arbeiðssteðgi á arbeiðsmarknaðinum.
Stytting av lærutíð
Viðkomandi yrkisnevnd kann samtykkja at stytta lærutíðina, um lærlingurin hevur serligar fortreytir fyri at fara í læru. Her verður hugsað um møguliga aðra útbúgving ella viðkomandi arbeiðsroyndir.
Leingjan av lærutíð
Lærlingur og lærupláss kunnu gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina, um lærlingurin:
- vegna sjúku hevur verið burtur frá virkinum meira enn 10% av ásettu lærutíðini
- er burtur frá virkinum vegna eykaundirvísing í skúla
- hevur farloyvi í sambandi við barnsburð ella ættleiðing
- hevur niðursetta arbeiðstíð ella farlovvi orsakað av serligum viðurskiftum
Um útbúgvingartíðin verður longd meira enn ta tíð, sum lærlingurin hevur verið burtur, so er avtalan bert galdandi, um viðkomandi yrkisnevnd góðkennir avtaluna.
Eru lærlingur og lærupláss ikki samd um at leingja útbúgvingartíðina vegna fráveru, kann viðkomandi yrkisnevnd, eftir áheitan frá pørtunum, áseta longda tíðarskeiðið. Í øðrum førum enn nevnd her, kann viðkomandi yrkisnevnd, tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, samtykkja at stytta ella leingja útbúgvingartíðina.
Ósemja millum lærling og lærupláss
Ósemja millum lærling og lærupláss kann einans verða løgd fyri viðkomandi yrkisnevnd, sum skal royna semju. Um so er, at semja ikki fæst í lag, kann málið verða lagt fyri eina sáttmálanevnd, sum landsstýrismaðurin setur. Sáttmálanevndin kann seta lærusáttmála úr gildi og taka støðu til spurningin um endurgjald. Sáttmálanevndin kann bert taka støðu til spurningar um tulking av arbeiðsmarknaðarsáttmálum, tá ið sáttmálanevndarlimirnir eru samdir.
Broytingar í lærusáttmálanum
Umsókn um broytingar í lærusáttmálanum, herímillum stytting ella leingjan av lærutíðini, uppsøgn av lærusáttmálanum, umframt aðrar møguligar broytingar, skal skrivast á serligt skjal, ið sáttmálapartarnir, sum varða av broytingunum, undirskriva. Skjalið fæst frá Yrkisdeplinum og verður eisini sent Yrkisdeplinum, tá ið tað er útfylt.
Uppsøgn av lærusáttmála
Høvuðsreglan (Yl §§ 38-42) er, at aftan á royndartíðina, sum eftir verandi lóg er 6 mánaðir, kann lærusáttmálin ikki sigast upp. Tó kann lærusáttmáli sigast upp, um báðir partar skrivliga vátta hetta. Váttanin skal gerast á oyðublaðnum: Umsókn um broyting í lærusáttmála.
Í royndartíðini kann annar parturin tó siga sáttmálan upp uttan grundgeving og uttan freist. Skúlagongd verður ikki roknað upp í royndartíðina. (Yl § 38, stk. 2)
Er royndartíðin lokin, og skuldi tað hent, at annar parturin ikki heldur skyldur sínar, so kann hin parturin siga sáttmálan upp.
Uppsøgnin skal tá koma ikki seinni enn ein mánað eftir, at uppsigandi parturin hevur fingið kunnleika um viðurskiftini, sum uppsøgnin er grundað á.
Eru partarnir ósamdir um onkur týðandi viðurskifti viðvíkjandi læruni, herundir um uppsøgn av sáttmála, so eiga teir at leggja málið fyri viðkomandi yrkisnevnd, sum so skal royna semju.
Kann yrkisnevndin ikki fáa partarnar at koma til semju um uppsøgn av sáttmála, so kann málið verða lagt fyri eina sáttmálanevnd, sum kann seta lærusáttmála úr gildi og taka støðu til spurningin um endurgjald.
Í seinasta lagi 8 vikur eftir at sáttmálanevndin hevur gjørt úrskurð, kunnu partarnir leggja málið fyri Føroya Rætt.
Lærusáttmáli fellur burtur, um lærlingur av einihvørji orsøk (YL §30) verður útihýstur frá undirvísingini á skúla, har skúlagongdin er.
Onnur viðurskifti, sum kunnu gera, at sáttmáli verður settur úr gildi, eru eitt nú, at virkið heldur uppat, og at fyritreytirnar fyri góðkenning av virki sum lærupláss detta burtur.
Uppsøgn eftir lokna lærutíð
Ynskir virki at siga upp lærling í sambandi við, at hann hevur útstaðið lærutíð sína, so verður hetta at gera við 1 mánaðar freist til tann fyrsta í einum mánaði.