Lærlingaviðurskifti innan handverksøkið

Lærlingaviðurskifti innan handverk

Barsil            
Broytingar í lærusáttmálanum                     
Burturvera     
Frídagar        
Frítíðarløn     
Handverkarasáttmálin          
Leingjan av lærutíð              
Læruplássgóðkenning          
Lærusáttmáli  
Løn               
Løn í skúlatíðini                   
Ósemja millum lærling og lærupláss            
Royndartíð    
Sjúka
Skúlappihald           
Skúlauppihald uttanlands     
Stytting av lærutíð                
Umsitingargjald                   
Undirvísingartilfar                
Uppsøgn av sáttmála           
Yvirtíð     

Leiðbeining um lærlingaviðurskifti

 

Umsitingargjald
Lærupláss rinda kr. 3.000,- fyri hvønn byrjaðan lærusáttmála. Gjaldið skal vera Mentamálaráðnum í hendi, áðrenn lærusáttmálin verður góðkendur. Gjaldið fíggjar yrkisnevndafyrisitingina, fundarpening og ferðaútreiðslur hjá yrkisnevndum og fyribilsnevndum.

Læruplássgóðkenning
Áðrenn virki kann undirskriva lærusáttmála, skal tað góðkennast sum lærupláss av viðkomandi yrkisnevnd. Hetta verður gjørt við at útfylla eitt umsóknarskjal og senda tað til yrkisdepilin. Umsóknarskjøl við meira fáast á www.yrkisdeplin.fo. Um yrkisnevndin avvísir at góðkenna meistaran/virkið, kann meistarin kæra til eina kærunevnd. Kæran skal sendast til Mentamálaráðið.

Lærusáttmáli
Tá ið virkið er góðkent, skulu lærlingur og meistari undirskriva lærusáttmála. Oyðiblað fæst frá Yrkisdeplinum. Skjalið skal sendast Yrkisdeplinum. Gjørt verður vart við, at lærusáttmáli skal vera undirskrivaður og góðkendur, áðrenn lærutíðin byrjar.

Royndartíð
Royndartíðin er sambært yrkisútbúgvingarlógini 6 mánaðir. Í royndartíðini kann annar parturin siga sáttmálan upp uttan grundgeving og uttan freist. Skúlagongd verður ikki roknað upp í royndartíðina.

Handverkarasáttmálin
Sum meginregla fylgja lærlingar sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag / Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna galdandi fyri lærlingar. Ein lærlingur hevur tó ikki skyldu at vera limur í handverkarafelag.

Løn
Lærlingar fáa ta til eina og hvørja tíð galdandi løn, sum er avtalað millum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag. Tað er:

1. árið 35% av sveinalønini
2. árið 40% av sveinalønini
3. árið 50% av sveinalønini
4. árið 60% av sveinalønini
5. árið 70% av sveinalønini.

Lærlingur byrjar altíð á 1. ári. Er lærutíðin til dømis 3 ár, byrjar lærlingur á 1. ári og heldur so fram á 2. og 3. ári. Undantak er tó, tá ið lærutíðin verður stytt. Tá verður tað stytta tíðarskeiðið drigið av tí 1. árinum. Fær lærlingur til dømis 20 vikur stytta lærutíð, verður lærutíðin á 1. árið 32 vikur. Síðani flytur lærlingurin á 2. árið osfr.

Lønin svarar til eina arbeiðsviku á 40 tímar. Meistarin hevur skyldu til at rinda løn fyri teir tímar um vikuna, sum avtalað er gjørd um í lærusáttmálanum, sí tó viðm. um sjúku og burturveru. Hetta er eisini galdandi, um meistarin onki arbeiði hevur til lærlingin.

Løn í skúlatíðini
Tá ið lærlingur er í skúla, hevur meistarin skyldu til at rinda honum løn. Meistarin fær í løtuni 75% av lønarútreiðslunum, íroknað frítíðarlønina, endurrindaðar av landinum. Uppgerð yvir útreiðslurnar skal sendast Mentamálaráðnum í seinasta lagi 8 vikur eftir, at lærlingurin hevur verið í skúla.

Arbeiðir lærlingurin eftir skúlatíð (sama dag), fær hann goldið yvirtíð fyri ta tíðina. Skúlatíðin er at meta sum fullur arbeiðsdagur á 8 tímar.

Um lærlingurin hevur fingið góðskrivað lærugreinar, fær lærlingurin serarbeiðaraløn fyri tíðina, lærlingurin verður kallaður inn teir tímarnar, har lærlingurin er frítikin fyri skúlagongd.

Yvirtíð
Fyri yvirarbeiði verður øll læruárini goldið serarbeiðaraløn á 1. árið + hesi prosent:

Fyrstu 4 tímarnar + 35%
Næstu 3 tímarnar + 60%
Fylgjandi tímar + 100%
Leygardag: Fyrstu 5 tímarnar + 35%
Fylgjandi tímar + 60%
Sunnu- og halgidagar: + 100%

Frítíðarløn
Løgtingslóg um frítíð við løn er galdandi fyri lærlingar. Víst verður til Alment um starvsetanir, har frítíðarreglurnar eru lýstar.

Barsil
Víst verður til løgtingslóg um barsilsskipan og/ella Alment um starvsetanir, har viðurskiftini kring barsil eru lýst.

Burturvera
Er lærlingur burtur frá arbeiði/skúla uttan lógliga grund, hevur meistarin ikki skyldug at rinda lærlinginum løn fyri tíðarskeiðið, lærlingurin er burtur.

Sjúka
Viðvíkjandi lønarútgjalding undir sjúku verður víst til ta til eina og hvørja tíð galdandi dagpeningaskipan. Meistarin fær rokning frá Almannaverkinum fyri 1. og 2. sjúkradag, sum hann sambært dagpeningaskipanin hevur skyldu at rinda fyri.

Frídagar
Lærlingur hevur rætt til somu frídagar, sum eru ásettir í handverkarasáttmálanum. Í løtuni eru frídagarnir hesir: 1. mai, ólavsøkudagur og nýggjársaftan eru heilir frídagar. Flaggdagur, grundlógardagur, 1.november og jólaaftan aftaná kl. 12.00

Undirvísingartilfar
Læruplássini hava skyldu til at rinda fyri bøkur o.a. vanligt undirvísingartilfar hjá lærlinginum. Eisini skulu læruplássini rinda tilfarið, sum lærlingarnir nýta í sambandi við sveinaroyndirnar. Hetta merkir eisini, at læruplássini eiga tilfarið, sum tey hava rindað fyri.

Skúlauppihald
Meistari hevur ikki skyldu til at rinda fyri uppihald hjá lærlinginum.

Skúlauppihald uttanlands
Landskassin veitir læruplássunum eitt fast gjald til útreiðslur, sum standast av, at lærlingur er noyddur at fara til Danmarkar fyri at fáa ta til læruna hoyrandi skúlagongd, av tí at henda skúlaundirvísing ikki fæst í Føroyum. Gjaldið er í løtuni kr. 2.600 fyri hvørt skúlaskeið. Í seinasta lagi 8 vikur eftir at lærlingurin er komin aftur av hvørjum einstøkum skúlaskeiði, skal læruplássið senda Mentamálaráðnum uppgerð av útreiðslunum.

Meistarin hevur ikki skyldu til at rinda fyri uppihald hjá lærlinginum uttanlands.

Arbeiðssteðgur
Lærlingur kann ikki luttaka í arbeiðssteðgi á arbeiðsmarknaðinum.

Stytting av lærutíð
Viðkomandi yrkisnevnd kann samtykkja at stytta lærutíðina, um lærlingurin hevur serligar fortreytir fyri at fara í læru. Her verður hugsað um møguliga aðra útbúgving ella viðkomandi arbeiðsroyndir.

Leingjan av lærutíð
Lærlingur og lærupláss kunnu gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina, um lærlingurin:

  1. vegna sjúku hevur verið burtur frá virkinum meira enn 10% av ásettu lærutíðini
  2. er burtur frá virkinum vegna eykaundirvísing í skúla
  3. hevur farloyvi í sambandi við barnsburð ella ættleiðing
  4. hevur niðursetta arbeiðstíð ella farlovvi orsakað av serligum viðurskiftum

Um útbúgvingartíðin verður longd meira enn ta tíð, sum lærlingurin hevur verið burtur, so er avtalan bert galdandi, um viðkomandi yrkisnevnd góðkennir avtaluna. Eru lærlingur og lærupláss ikki samd um at leingja útbúgvingartíðina vegna fráveru, kann viðkomandi yrkisnevnd, eftir áheitan frá pørtunum, áseta longda tíðarskeiðið. Í øðrum førum enn nevnd her, kann viðkomandi yrkisnevnd, tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, samtykkja at stytta ella leingja útbúgvingartíðina.

Ósemja millum lærling og lærupláss
Ósemja millum lærling og lærupláss kann einans verða løgd fyri viðkomandi yrkisnevnd, sum skal royna semju. Um so er, at semja ikki fæst í lag, kann málið verða lagt fyri eina sáttmálanevnd, sum landssstýrismaðurin setur. Sáttmálanevndin kann seta lærusáttmála úr gildi og taka støðu til spurningin um endurgjald. Sáttmálanevndin kann bert taka støðu til spurningar um tulking av arbeiðsmarknaðarsáttmálum, tá ið sáttmálanevndarlimirnir eru samdir.

Broytingar í lærusáttmálanum
Umsókn um broytingar í lærusáttmálanum, her í millum stytting ella leingjan av lærutíðini, uppsøgn av lærusáttmálanum, umframt aðrar møguligar broytingar, skal skrivast á serligt skjal, ið sáttmálapartarnir, sum varða av broytingunum, undirskriva. Skjalið fæst frá Yrkisdeplinum og verður eisini sent Yrkisdeplinum, tá ið tað er útfylt.

Uppsøgn av sáttmála
Partarnir kunnu ikki einsíðis siga upp lærusáttmálan (undantikið í royndartíðini). Tó kann lærusáttmáli sigast upp, um báðir partar skrivliga vátta hetta.

Um annar parturin ikki heldur skyldur sínar, kann hin parturin siga lærusáttmálan upp. Um onkur týdningarmikil treyt fyri at gera lærusáttmálan er skeiv ella seinni dettur burtur, kann hin parturin siga sáttmálan upp. Sáttmálin skal sigast upp í seinasta lagi ein mánað eftir, at uppsigandi parturin hevur fingið kunnleika um viðurskiftini ella eftir vanligum sketni skuldi havt fingið kunnleika til viðurskiftini, sum uppsøgnin er grundað á.

Verður lærlingur útihýstur frá skúlagongdini, fellur lærusáttmálin burtur. Í yrkisútbúgvingarlógini er ásett, at lærlingur, sum uttan lógligt forfall heldur seg burtur frá undirvísingini, ella sum grovliga brýtur skúlans reglur, og sum ikki tekur givnar ávaringar til eftirtektar, kann verða útihýstur frá undirvísingini.

Fyri at ein lærusáttmáli skal fella burtur, má meistarin venda sær til Yrkisdepilin og fáa hetta gjørt. Meistari og lærlingur verða hoyrdir í málinum. Avvarandi yrkisnevnd tekur síðani málið upp og roynir at finna eina semju. Um eingin semja fæst verður málið sent víðari til kærunevndina.