Depositphotos 15343535 XL (1)

Samhandil

Samhandil millum Føroyar og útheimin er ein týdningarmikil hornasteinur undir vælferðarsamfelagnum í Føroyum. Vinnuhúsið veitir kunning og ráðgeving um ymisk handils- og uttanríkisviðurskifti.

Altjóða samhandil er tengdur at fleiri ymiskum viðurskiftum, eitt nú handilsavtalum, tollsatsum, handilsforðingum og valutakursum. Nógv atlit eru sostatt at taka hædd fyri hjá fyritøkum sum hava við altjóða samhandil at gera. Vinnuhúsið kunnar og ráðgevur um uttanlandshandil og ymiskt annað nærliggjandi innan hetta økið, fyri at stuðla undir og gera tað smidligari, so fyritøkur í minst møguligan mun renna seg í avbjóðingar á økinum. Limafyritøkur kunnu eisini seta seg í samband við Vinnuhúsið í serstøkum málum, s.s. spurningar um tollviðurskifti, upprunareglur, veterinerviðurskifti o.l., og veitir Vinnuhúsið hjálp og ráðgeving í tann mun tað er gjørligt.

Vinnuhúsið hevur sum yvirskipað mál at betra um vinnnuligu karmanir hjá limafyritøkum - herundir eisini viðurskifti viðvíkjandi altjóða handli. Tí roynir Vinnuhúsið áhaldandi at eggja myndugleikunum til at arbeiða miðvíst við at betra um handilssambond við útheimin so sum handilsavtalur, veterineravtalur, tvískattaavtalur og ymiskt annað hesum viðvíkjandi.

Set teg í samband við okkum um tær tørvar ráðgeving um uttanlandshandil ella hevur tørv á kunning um ávís viðurskifti innan hetta økið.

Øssur M. Dalbúð

Øssur

Ráðgevi

739911