Starvsfelagið - Føroya Tele

Sáttmáli
millum
Starvsmannafelagið
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag
um
Føroya Tele

2025-2027

 1. kapittul: Almennar reglur

§ 1.
Sáttmálaøki og samráðingarrættur

Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um starvsfólkið hjá Føroya Tele, sum ikki eru tænastumenn ella nú verða lønt eftir øðrum lønarskipanum.

Stk. 2. Er sáttmálin uppsagdur, og semja ikki kemur í lag partanna millum, verða reglurnar í Løgtingslóg nr. 39 frá 13. mai 2013 at galda.

Stk. 3. Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum verða at leggja fyri Fasta Gerðarrættin.

§ 2.
Samstarvsnevnd

Stk 1. Á Føroya Tele er ein samstarvsnevnd, har umboð fyri leiðslu, álitisfólk og varaálitisfólk sita. Víst verður til reglugerðina fyri samstarvsnevndina.

Stk. 2. Samstarvsnevndin skal hava innlit í øll viðurskifti, sum hava við fyritøkuna og uppgávur hennara at gera.

Stk. 3. Tá avgerandi broytingar verða gjørdar í bygnaðin ella arbeiðsgongdini skal starvsfólkið hava boð um hetta í góðari tíð. Krevja slík tiltøk eftirútbúgving, skulu starvsfólkini hava høvi til at fáa neyðuga eftirútbúgving, so tey kunnu røkja hesi arbeið.

Avgerandi broytingar og tilrættisleggingina av hesum, kunnu altíð takast upp í samstarvs nevndini til viðgerðar.

Stk 4. Álitisfólkið skal hava skipanareglur (organisatiónsskipan/starvslýsingar) fyri fyritøkuna og fyri tær einstøku deildirnar.

 § 3.
Álitisfólk og nevndarlimir

Stk. 1. Hvør deild ella øki, sum hevur meira enn 3 fólk í starvi, kann velja álitisfólk og varaálitisfólk. Sum høvuðsregla skulu hesi hava fulltíðarstarv. Álitisfólk og nevndarlimir í Starvsmannafelagnum kunnu ikki verða uppsøgd, uttan at uppsøgnin hevur verið til viðgerðar millum Føroya Tele og Starvsmannfelagið.

Stk. 2. Lærlingar kunnu ikki verða álitisfólk, eins og leiðarar, deildarleiðarar og økisleiðarar heldur ikki kunnu veljast til álitisfólk.

Stk. 3. Álitisfólkini skulu ansa eftir at lógir, reglur og sáttmálar, sum eru galdandi fyri starvsøki á Føroya Tele, verða yvirhildnar, eins og hesi skulu virka fyri, at samstarvið millum starvsfólk og leiðslu er so gott sum gjørligt.

Stk. 4. Hesi álitisfólk velja sínamillum eitt felagsálitisfólk og tvey varaumboð, sum hava dagliga samskifti við leiðsluna.

Stk. 5. Felagsálitisfólkið fær 20% niðursetta arbeiðstíð uttan lønarmiss, varafelagsálitisfólkini fáa 10% niðursetta arbeiðstíð uttan lønarmiss. Harumframt fær felagsálitisfólkið og varafelagsálitisfólkini frí eftir tørvi uttan lønarmiss í samband við ósemjur og sáttmálatingingar.

Stk. 6. Felagsálitisfólkið fær 2 viðbótastig í samsýning, og varaálitisfólkini 1 viðbótastig í samsýning. Henda samsýning er eftirlønargevandi.

Stk. 7. Álitisfólkini á deildunum, taka sær av dagligu viðurskiftunum í síni deild, og um krevst, leggja mál fyri felagsálitisfólkið til víðari viðgerð saman við leiðsluni.

Stk. 8. Í sambandi við setan, flyting ella uppsøgn, skal felagsálitisfólkið hava boð um hetta í góðari tíð, soleiðis at deildarálitisfólkini hava haft møguleika at viðgerða spurningin saman.

Stk. 9. Deildarálitisfólkini skulu kunna røkja arbeiðið í vanligu arbeiðstíðini í tann mun tað er neyðugt, og skal verða roynt, at hettar órógvar minnst møguligt.

Stk. 10. Um starvsfólk er valt í nevnd Starvsmannafelagsins, skal tí verða givin heimild at fremja felagsarbeiði í vanligu arbeiðstíðini í givnum førum, t.d. undir sáttmálasliti, sáttmálasamráðingum, arbeiðsósemju og til álitisfólkafundir. Harumframt fáa nevndarlimir frí við løn 1 dag um mánaðin til felagsarbeiði.

Stk. 11. Tann, sum verður vald/ur til formann í Starvsmannafelagnum hevur altíð rætt til at fáa farloyvi uttan løn, og hevur Føroya Tele skyldu at hava starv til viðkomandi, tá formanstíðin er úti.

Stk. 12. Tá álitisfólk og starvsfólk søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, fer Føroya Tele at viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í Starvsmannafelagnum.

Stk. 13. Álitisfólk skulu hava rætt til at koma saman til felagsfund 2 ferðir um árið í arbeiðstíðini.

Stk. 14. Føroya Tele setur á hvørjum ári í sáttmálaskeiðnum kr. 20.000,00 í grunn til fíggjan av álitisfólkaskeiðum.

§ 4.
Setan

Stk. 1. Størv, sum verða sett, skulu sum meginregla lýsast leys innanhýsis og/ella almennt.

Stk. 2. Allar starvssetanir skulu, áðrenn setan, leggjast fyri álitisfólkið til kunningar, soleiðis at høvi verður at kanna, um allar ásetingarnar sambart sáttmálanum eru yvirhildnar.

Verða fólk sett uttan at starvið er lýst leyst, skal frágreiðing latast felagsálitisfólkinum til kunningar.

Stk. 3. Tá nýtt fólk verður sett í starv sambært hesum sáttmála, verður skipað fyri einum fundi millum starvsfólkið og álitisfólkið sum partur av innføringini í starvið. Endamálið við fundinum er at geva álitisfólkinum høvi at kunna um limaskap í Starvsmannafelagnum. Hesin fundur verður hildin, áðrenn setanarprógvið verður undirskrivað.

Stk. 4. Limagjald til Starvsmannafelagið skal takast av lønini áðrenn útgjalding.

§ 5.
Fyribilshjálp og avloysarar.

Stk. 1. Starvsfólk, ið verða sett til fyribilsarbeiði ella avloysing fyri annan, verða lønt við fastari mánaðarløn ella tímaløn soleiðis:

Tey, ið lúka treytirnar fyri fakliga útbúgving fáa løn eftir lønarbólkinum fyri faklærd á tí lønarstigi, tey høvdu fingið við setan í fast starv.

Meðan tey, ið lúka treytirnar fyri ófaklærd, fáa løn eftir lønarbólkinum fyri ófaklærd á tí lønarstigi, tey høvdu fingið við setan í fast starv. Dagtímalønin er 1/1924 av árslønini.

Stk. 2. Sum fyribilsarbeiði er at skilja arbeiði, sum ikki varir longur enn í mesta lagi 6 mánaðir í einum ári. Verður arbeitt meira, er talan um vanligt starv við vanligari uppsagnarfreist frá fyrsta starvsdegi.

Stk. 3. Undantak frá stk. 2 eru skúlanæmingar og onnur, sum bert arbeiða eftir tilkalli. Hesi hava uppsagnarfreist uppá 1 mánaða og verða ikki roknað sum fastsett, sjálvt um starvstíðin er longri enn 5 mánaðir um árið, treytað av, at tey ikki koma undir §6, stk. 1.

Stk. 4. Sum avloysari er at skilja starvsfólk, sum arbeiðir fyri annað navngivið starvsfólk, sum vegna sjúku, barnsburð ella farloyvi ikki er í starvi. Er ikki tilskilað í setanarbrævi í sambandi við avloysing, hvønn viðkomandi avloysir, er starvið at meta sum vanligt starv við vanligari uppsagnarfreist frá fyrsta starvsdegi.

Stk. 5. Avtalur um fyribilsstørv, avloysarar og onnur størv, ið eru avmarkað í tíð, skulu vera nágreiniligar og skrivligar. Avtalur skulu vera gjørdar við starvsfólkið áðrenn setan.

Stk. 6. Frávik frá hesum reglum kunnu bert góðtakast við góðkenning frá 3 mannanevndini.

Stk. 7. Fyribilshjálp og avloysarar fáa úrtíðarløn og vaktargjøld eftir reglunum í §§ 22 og 25.

Stk. 8. Fyribilshjálp og avloysarar fáa eisini lønar- og tænastualdurskort sambært §6, stk.7 í sáttmálanum.

Stk. 9. Tekniskir praktikantar verða løntir við 60 og 70% av lønini í avvarðandi lønarbólk fyri útlærd.

§ 6.
Uppsøgn

Stk. 1. Fyri tey, sum eru sett í starv eftir hesum sáttmála, og sum í meðal hava meira enn 15 tíma arbeiðsviku, er uppsagnarfreistin - tá ikki onnur semja er - frá arbeiðsgevarans síðu henda:

1 mánaða uppsagnarfreist frá einum 1. í mánaðanum at rokna, tá viðkomandi hevur verið í starvi í 6 mánaðar.

3 mánaða uppsagnarfreist frá einum 1. í mánaðanum at rokna, tá viðkomandi hevur verið í starvi í meira enn 6 mánaðar.

Uppsagnarfreistin verður hækkað við einum mánaða fyri hvørji 3 ár, viðkomandi hevur verið í starvi tó hægst 6 mánaðar.

Uppsagnartíðin hjá starvsfólki, sum er valt til álitisfólk ella í nevnd felagsins, verður longd við 1 mánaða soleiðis, at 1 mánaður verður lagdur afturat vanligu uppsagnartíðini.

Stk. 2. Tá starvsfólk sigur upp, er uppsagnarfreistin - um annað ikki er avtalað - 1 mánaður frá einum 1. í mánaðanum at rokna.

Stk. 3. Uppsøgn eftir hesum reglum skal vera skrivlig og latin inn ikki seinni enn hin síðsta í mánaðanum frammanundan uppsagnartíðini.

Stk. 4. Felagsálisfólkið skal hava boð um uppsøgn við nágreiniligari skrivligari grundgeving, og verður uppsøgn ikki givin fyrrenn felagsálitisfólkið innan 2 vikur hevur ummælt uppsøgnini.

Stk. 5. Verður starvsfólk sagt at fara úr starvi, og er orsøkin eftir álitisfólksins metan ógrundað, tá eiga Føroya Tele og felagsálitisfólkið at taka málið til samráðingar og avgerðar millum sín.

Stk. 6. Um so er, at starvsfólk eftir leiðslunnar meting ikki røkir tænastuskyldur sínar, eigur starvsfólkið í fyrstu syftu at fáa eina grundgivna munnliga ávaring. Tá ávaring verður kunngjørd skal álitisfólkið á staðnum vera hjástatt.

Áðrenn skrivlig ávaring verður givin, eigur viðkomandi at fáa neyðuga tíð til at bøta um viðurskiftini. Skrivliga ávaringin verður send felagsálitisfólkinum.

Tá uppsøgn verður givin skal hon latast viðkomandi skrivliga.

Reglan í hesum stykki er ikki galdandi, um starvsfólk hevur framt grovt misbrot í tænastuni.

Áðrenn uppsøgn uttan umsókn verður givin, skal Føroya Tele fyrst senda felagsálitisfólkinum fráboðan.

Stk. 7. Tá fólk fer úr starvi, verður starvsváttan útflýggjað eftir fyrispurningi.

§ 7.
Sjúka

Stk. 1. Verður starvsfólk orsakað av sjúku ikki ført fyri at røkja arbeiði sítt, verður hetta mett sum lóglig orsøk til forfall, uttan so at viðkomandi, sum er í starvi eftir hesum sáttmála, av fyrisettum ráði ella grovum ósketni hevur verið atvoldin til sjúkuna, ella, tá hann er settur í starvið, hevur dult sjúkuna.

Er starvsfólk burtur vegna sjúku, verður goldin full løn frá fyrsta sjúkradegi.

Stk. 2. Fráveru vegna sjúku verður starvsfólk eftir áheitan at vátta skrivliga og við læknaváttan, um tað verður kravt. Varir sjúkan meira enn 2 vikur, kann tað verða kravt, at starvsfólkið útvegar gjøllari upplýsing frá lækna um, hvussu drúgv sjúkan verður. Slíka læknaváttan rindar arbeiðsgevarin.

Stk. 3. Starvsfólk kunnu fáa frí við løn, tá barn/børn teirra eru sjúk, tó hægst 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar árliga.

Hava tey meira enn 2 børn undir 10 ár, kunnu tey fáa frí upp til 20 dagar.

Somu reglur eru galdandi fyri tímalønt starvsfólk, ið eru sett í starv eftir hesum sattmála.

§ 8.
Barnsferð

Stk. 1. Starvskvinnan, ið er við barn, eigur at siga leiðsluni frá, 3 mánaðir áðrenn hon væntar seg at eiga.

Stk. 2. Starvskvinnu verður veitt full løn fyri tíðina, frá tí hon gerst óarbeiðsfør, tó í mesta lagi 8 vikur undan føðing, og tilsamans 24 vikur. Afturat hesum kann hon fáa frí uttan løn í 6 vikur. Starvskvinna kann umframt eftir umsókn fáa frí uttan løn í 5 mánaðir uttan miss í lønaraldri. Í hesum sambandi kann starvsmaður eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánaða uttan miss í lønaraldri.

Stk. 3. Umframt tær í stk. 2 nevndu sømdir kann starvskvinna fáa 6 mánaða sjúkrafrí í slíkum førum, har hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum. Undir slíkum umstøðum verður veitt starvskvinnuni full løn.

Stk. 4. Um starvskvinna ættleiðir barn, kann hon fáa upp til 24 vikur frí við løn. Í hesum sambandi kann starvsmaður eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánaða uttan miss í lønaraldri.

Stk. 5. Starvskvinna kann ikki sigast upp við teirri grundgeving, at hon er við barn.

Stk. 6. Í sambandi við barnsburð ella ættleiðing má starvskvinna á ongan hátt verða fyri vanbýti í setanar- og starvsviðurskiftum sínum.

§ 9.
Eftirsitiløn

Stk. 1. Tá ið starvsfólk, ið er lønt eftir hesum sáttmála, doyr, meðan tað er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/samlivandi ella børn undir 18 ár, sum tað hevur skyldu til at uppihalda, rætt til løn í mun til uppsagnartíðina, minst 3 mánaðar, tó hægst 6 mánaðar.

Stk. 2. Eftirsitiløn er miðaltalið av fullu lønini seinastu 12 mánaðirnar, sum viðkomandi hevur arbeitt fulla tíð. Lønin í mánaðanum, tá starvsfólkið doyði, verður ikki roknað uppí eftirsitilønina.

§ 10.
Frítíðarskeiðið

Stk. 1. Innvinningarárið verður roknað frá 1. apríl til 31. mars. Frítíðin eigur í tann mun, tað er gjørligt, at verða hildin í einum og í tíðini 2. mai til 30. september.

Stk. 2. Føroya Tele ásetir, nær frítíðin skal vera. Føroya Tele skal, so vítt arbeiðsumstøðurnar loyva tí, ganga ynskjum starvsfólksins um, nær frítíðin hjá tí einstaka skal vera, á møti. Føroya Tele skal í so góðari tíð sum gjørligt siga starvsfólkunum frá hesum, tó í seinasta lagi 1 mánaða, áðrenn frítíðin byrjar, uttan so at serligar umstøður forða fyri hesum.

Stk. 3. Sjúkradagar í frítíð verða vanliga viðroknaðir sum frítíðardagar. Tó kunnu eftir umsókn í serligum førum, har sjúkan forðar fyri nýtslu av frítíðini á rímiligan hátt, slíkir sjúkradagar koma undir reglurnar fyri sjúku og nýggir frítíðardagar verða tá givnir. Um starvsfólkið er óarbeiðsført, tá frítíðin byrjar, verður tó altíð latnir eyka frítíðardagar. Somu reglur verða galdandi í samband við sjúku undir avspáking.

§ 11.
Frítíðarreglur

Stk. 1. Starvsfólk við mánaðarløn, sum hava starv hjá Føroya Tele, fáa hesa frítíð:

Stk. 2. Eru tey sett í starv samstundis ella eftir, at frítíðarárið byrjar, verður eingin frítíð givin. Tó sleppa tey at halda ta frítíð, tey eiga á, móti at lata frá sær 1/30 av mánaðarlønini fyri hvønn dagin av teirri frítíð, tey á henda hátt fáa.

Stk. 3. Starvsfólk, ið eru sett í starv seinni enn 12 mánaðar, áðrenn frítíðarárið er byrjað, eiga 2,5 frídag fyri hvønn mánaða, tey hava verið í tænastu, áðrenn frítíðarárið byrjar. Hava starvsfólk, áðrenn tey vórðu sett í starv, fingið frítíðarrætt í starvi hjá øðrum arbeiðsgevara, sleppa tey í samsvar við reglurnar í stk. 2 at halda hesar frídagar saman við frítiðini, tey hava fingið í verandi starvi.

Stk. 4. Starvsfólk, ið hava verið meira enn 12 mánaðar í starvi, áðrenn frítíðarárið byrjar, fáa frítíð við løn í 30 yrkadagar.

Stk. 5. Harumframt eiga starvsfólk rætt til serstakt frítíðargjald svarandi til 1,5 % av allari árslønini í undanfarna innvinningarári og 12% av útgoldnari úrtíðarløn. Hetta gjald verður at gjalda í seinasta lagi, tá ið viðkomandi byrjar frítíð sína. Nevnda 1,5% frítíðargjald verður ikki goldið, tá farið verður úr starvi.

Stk. 6. Tá farið verður úr starvi, verður frítíðargjaldið 12% goldið fyri tann partin av frítíðarárinum, sum viðkomandi starvsfólk ikki hevur hildið frí.

§ 12.
Farloyvi.

Stk. 1. Starvsfólki verður givin tænastufrí uttan løn, har tað ikki stríðir móti áhugamálum hjá Føroya Tele. Starvsfólk, sum eftir umsókn fara í farloyvi í sambandi við útbúgving, ið tænir áhugamálum hjá Føroya Tele, kunnu fáa fulla ella niðursetta løn við eftirlønargjaldi. Tó skulu starvsfólk, ið hava starvast longur enn 5 ár, hava rætt til minst 1 ára tænastufrí, um tað ikki stríðir móti áhugamálum hjá Føroya Tele.

§ 13.
Eftirlønartrygging

Stk.1. Føroya Tele rindar vegna starvsfólkið til eina eftirlønar- og/ella lívstryggingarskipan, ið Føroya Tele og Starvsmannafelagið kunnu góðkenna, tilsamans 15,5% í eftirlønargjaldi og lívstrygging av tí til eina og hvørja tíð galdandi mánaðarløn/tímaløn eftir lønarskalanum og viðbótum.

Stk. 2. Fyri tey, sum eru sett styttri enn 3 mánaðir, verður goldin samlagstrygging. Eftirlønargjaldið skal eftir avtalu við Føroya Tele verða goldið sum løn ella eftirløn.

§ 14.
Tænastuferðir og koyripeningur

Stk. 1. Dag- og tímapeningur undir tænastuferð og endurgjald fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum verður eftir almennum takstum ella avtalum.

Stk. 2. Ferðing í arbeiðsørindum til og frá ikki vanligum arbeiðsstað er at rokna sum arbeiðstíð, sambært §§19 og 22 viðv. arbeiðstíð og úrtíð. Henda skal tó í mest møguligan mun liggja í vanligari arbeiðstíð. Ferðing millum kl. 22.00 og 08.00 verður ikki íroknað, um starvsmaður fær ávíst og goldið seingjarpláss.

Stk. 3. Tá ið starvsfólk eru á tænastuferð í Føroyum kann gisting á gistaringarhúsi verða endurrindað móti rokning.

Stk. 4. Um starvsfólk, sum verða send á útoyggj at arbeiða, ikki sleppa heimaftur vegna veður, verður latin ein serviðbót á 500 kr. pr. byrjað døgn. Við útoyggj eru at skilja Mykines, Koltur, Skúvoy, Stóra Dímun, Fugloy og Svínoy.

§ 15.
Samsýning fyri skeiðluttøku

Stk. 1. Fyri skeið, sum leiðslan áleggur starvsfólkunum at luttaka á, verður hvør einstakur skeiðdagur roknaður sum 1 vanligur arbeiðsdagur, tó í mesta lagi 7,5 tímar (37 tíma vika). Um skeið liggur á degi, har starvsfólkið longu hevur arbeitt tímanormin, verður skeiðtíðin tald við í skyldugu arbeiðstíðina, tó við hægst 4 eykatímum útyvir dagtímanormin. Um skeið liggur í vikuskifti ella á føstum frídegi samb. § 26, verður latin tímasamsýning fyri ólagaligu tíðina samb. § 25. Skeiðtíðin verður harumframt tald við í skyldugu arbeiðstíðina, tó við í mesta lagi 7,5 tímum pr. skeiðdag (37 tíma vika).

Stk. 2. Ferðing til skeið, sum liggja aðrastaðni enn vanliga arbeiðstaðið (uttanbíggja og í útlandinum) verður roknað í skeiðtíðina.

Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1-3 kunnu við avtalu millum 3 mannanevndina og Føroya Tele frávíkjast.

§ 16.
Fyribils tænasta í hægri starvi.

Stk. 1. Starvsfólk, sum eftir serligum boðum, ella eftir frammanundan fastløgdum arbeiðslagi við

góðkenning frá Føroya Tele, fyribils røkja hægri starv í 1 viku samfelt ella meira, eiga í hesum tíðarskeiði at verða lønt við somu løn, sum tey høvdu fingið, um tey vórðu sett í starvið, treytað av, at tey yvirtaka tær arbeiðsgávur, ið standast av hægra starvinunum.

§ 17.
Aðrar skipanartreytir

Stk. 1. Viðvíkjandi teimum starvsfólkum, ið lønt eru eftir hesum sáttmála, verður víst til løgtingslóg nr. 13. frá 20. mars 1958 um rættarviðurskifti arbeiðsgevara og starvsmanna millum.

Stk. 2. Fyri lærlingar galda tó ásetingarnar í Yrkisútbúgvingarlógini nr. 94 frá 29.12.1998 við seinri broytingum ella løgtingslóg 107 frá 29.12.1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils og skrivstovuøkið.

.

§ 18.
Onnur viðurskifti

Arbeiðsviðurskifti, sum ikki eru greitt fastløgd í hesum sáttmála, verða at fastleggja við avtalu millum starvsfólki og Føroya Tele. Slík avtala skal góðtakast av Starvsmannafelagnum.

2. kapittul: Arbeiðstíð

§ 19.
Vanlig arbeiðstíð

Stk. 1. Vanliga arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna.

Stk. 2. Arbeiðstíðin á Føroya Tele verður at leggja í samráð millum 3 mannanevndina og leiðsluni á Føroya Tele, tó soleiðis, at leygardagur verður frídagur, har hetta letur seg gera.

§ 20.
Niðursett arbeiðstíð

Niðursett arbeiðstíð kann verða loyvd, har umstøður eru til tess. Lønin verður tá lækkað í mun til tíðina við 1/37.

§ 21.
Mattíðir.

Stk. 1. Starvsfólk við niðursettari arbeiðstíð hava rætt til fylgjandi mattíð:

1) Er arbeiðstíðin undir ½ arbeiðsdag um dagin, verður eingin mattíð.
2) Er arbeiðstíðin ½ og arbeiðstíð um dagin ella meira, verður mattíðin ½ tími.

Stk 2. Galdandi fyri telebúðirnar:
Um starvsfólk eru til taks hjá arbeiðsgevaranum í steðginum, tí bert eitt starvsfólk er til arbeiðis, skal hendan mattíð ikki dragast frá arbeiðstíðini.

§ 22.
Úrtíð og úrtíðargjald

Stk. 1. Úrtíðararbeiði eigur helst ikki at vera.

Stk. 2. Sagt eigur at verða frá fastløgdum úrtíðararbeiði dagin fyri. Um so er, at nakað starvsfólk ber seg undan, um ikki er sagt frá dagin fyri, eigur hetta at verða tikið til eftirtektar.

Stk. 3. Um so er, at starvsfólkið, eftir at vanliga arbeiðstíðin er lokin, verður boðsent aftur til arbeiðis, skal verða veitt úrtíðargjald fyri 1 tíma eyka.

Stk. 4. Starvsfólk við niðursettari arbeiðstíð fáa bert úrtíðargjald fyri álagt arbeiði eftir vanligu arbeiðstíðina hjá Føroya Tele.

Stk. 5 Fyri álagt úrtíðararbeiði verður goldin úrtíðarløn afturat vanligu dagtímalønini soleiðis:

  • Fyri 1., 2. og 3. tíman verður goldið 50%.
  • Fyri 4. og fylgjandi yvirtímar og fyri leygardagar, sunnudagar og teir í §26 nevndu frídagar verður goldið 100%.
  • Úrtíðargjaldið verður latið fyri hvønn byrjaðan hálvan tíma.

Stk. 6. Tímalønin verður roknað sum 1/1924 av tí fyri starvsfólkið galdandi ársløn.

Stk. 7. Lærlingar mugu vanliga ikki taka lut í úrtíðararbeiði. Taka teir undantaksvís lut í úrtíðararbeiði, skulu teir lønast á tí stigi í lønarbólkinum, teir koma í, tá teir eru útlærdir. Slíkt úrtíðararbeiði hjá lærlingum má undir ongum umstøðum nerva skyldugu skúlagongdina.

Stk. 8. Leiðarar, sum løntir eru hægri enn 25. lønarstig, tilskriva ikki yvirtíð. Eftir umsókn kann tó verða veitt teimum hóskandi mánaðarligt ískoyti, um starvið inniber áhaldandi meirarbeiðið. Somuleiðis kann eftir umsókn verða veitt teimum ískoytið/yvirtíðargjald fyri styttri tíðarskeið við nógvum meirarbeiði.

Viðmerking til § 22
Undir heilt serligum umstøðum, tá ið arbeitt verður út í eitt eftir vanliga arbeiðstíð, verða reglurnar um úrtíðarløn at galda fyri alla hesa tíðina, ið arbeitt verður. Eftir 3. yvirtíma gerandisdagar verður latin úrtíðarløn við hægstu viðbót fyri allar tímarnar, ið arbeitt verður. Áðrenn farið verður undir at gjalda vanliga løn aftur, skulu treytirnar í §42 í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi verða uppfyltar.

§ 23.
Avspáking/úrtíðargjald

Stk. 1. Starvsfólkið avger sjálvt, um tað vil hava úrtíðargjald ella tilsvarandi frítíð fyri úrtíðararbeiði smb. § 22, stk. 5. Ber ikki til at halda frí, tá ið starvsfólk ynskir tað, skal avtalast, nær sparda frítíðin kann verða hildin í staðin.

Stk. 2. Er úrtíðararbeiði ikki samsýnt við frítíð, tá ið 3 mánaðir eru loknir, frá tí at úrtíðararbeiðið er gjørt, verður úrtíðarløn goldin í staðin, um so er, at starvsfólkið ikki ynskir aðra skipan.

Stk.3. Har arbeitt verður eftir vaktarskipan, skal tann avtalaða frítíðin fyri úrtíðararbeiði viðmerkjast í vaktarskipanini, áðrenn hon verður hildin.

§ 24.
Arbeiði í mastrum

Fyri arbeiði í mastrum oman fyri 20 m verður afturat vanligu føstu lønini latið eykagjald 40% um tíman av tí fyri starvsmannin galdandi løn.

Fyri slíkt arbeiði uttan fyri vanligu arbeiðstíðina verður harumframt goldin úrtíðarløn eftir reglunum í § 22.

§ 25.
Arbeiði skipað í vaktum

Stk. 1. Fyri arbeiði millum kl. 17.00 og kl. 08.00 verður latið vaktargjald I. Fyri arbeiði um vikuskifti verður latið vaktargjald II.

Vaktargjald I 15% av lønarstig 17
Vaktargjald II 30% av lønarstig 17

Fyri arbeiði hesi tíðarskeið eiga starvsfólk frí 3 tímar fyri hvørjar 40 tímar, arbeitt verður. Føroya Tele kann ístaðin útgjalda virði av hesum tímum leypandi. Tó kunnu starvsfólk til eina og hvørja tíð eiga 30 tímar til góðar, um tey ynskja tað.

Stk. 2. Fyri arbeiði, ið fer út um fastlagda vakt og fyri arbeiði í teimum í §26 ásettu frídøgum verður latin úrtíðarløn eftir §22.

Stk. 3. Fyri tilkallivakt vanligar dagar verður latið vaktargjald I. Fyri tilkallivakt um vikuskifti og teir í §26 nevndu frídagar verður latið vaktargjaldið II.

Stk. 4. Fyri arbeiði undir tilkallivakt verður veitt úrtíðarløn sambært §22.

Stk. 5. Ein sundurbýtt vakt má ikki strekkja seg yvir meira enn 12 tímar, uttan at starvsfólkini eru samd í hesum. Um sundurbýtt vakt fer út um 12 tímar, verður goldið kr. 7,42 eyka um tíman.

Stk. 6. Nevndu vaktargjøld verða ikki veitt saman við úrtíðarløn.

Stk. 7. Hesar reglur eru galdandi á Føroya Tele, har annað ikki er tilskilað.

Stk. 8. Byrjar ein vakt ein fastan frídag eftir §26 í sáttmálanum, verður úrtíðargjald latið fyri alla vaktina. Samstundis, sum henda áseting fær gildi, fellur „Tilmæli um framtíðar vaktarskipan á Tænastumiðstøðini“ frá 9. november 1999 burtur.

Stk. 9. Fellur ein frídagur eftir §26 á ein dag, sum er frídagur eftir vaktarlista, verður annar frídagur latin í staðin.

§ 26.
Fastir frídagar.

Stk. 1. Jólaaftan, nýggjársaftan, páskaaftan, flaggdagur, hvítusunnuaftan, ½ grundlógardagur, ½ ólavsøkuaftan, ólavsøkudagur og allir halgidagar eru frídagar.

Stk. 2. Ein samd samstarvsnevnd kann taka avgerð um at leggja hálvar frídagar saman til heilar frídagar. Hetta merkir, at hesir heilu frídagar liggja á einum av teimum hálvu frídøgunum, meðan tann hálvi arbeiðsdagurin verður vanligur fullur arbeiðsdagur. Verður arbeitt á einum heilum samanløgdum frídegi, verður hetta lønt sambært stk. 3. Verður arbeitt á einum heilum samanløgdum arbeiðsdegi, verður hetta lønt sum vanligur arbeiðsdagur.

Stk. 3. Verður arbeitt í ásettu frítíð, verður goldið úrtíðargjald við hægstu viðbót sambært §22 í lønarsáttmálanum fyri alla tíðina.

Stk. 4. Tímalønt starvsfólk, ið hava starvast í minsta lagi 3 mánaðir í undanfarna fíggjarári, og sum framhaldandi eru í starvi 1. apríl árið eftir, fáa 4% av allari lønini frá 1. apríl til 31. mars sum samsýning fyri serstakar frí- og halgidagar. Hetta verður at útgjalda saman við lønini fyri apríl mánað.

3. kapittul: Løn og flokking av størvum

§ 27.
Lønir.

Stk. 1. Í sáttmálaskeiðnum hækkar lønin soleiðis:

  • frá 1. januar 2025   hækkar lønin 4,07%
  • frá 1. januar 2026   hækkar lønin 3,87%

Stk. 2. Starvsfólk á Føroya Tele hava keypt 5 frídagar um árið, sum verða innvunnir á sama hátt sum frítíð eftir frítíðarlógini. Vunnir verða 0,42 serstakir frídagar við løn fyri hvønn mánað í starvi (5 daga vika) Um starvsfólkið ikki ynskir at keypa hesar frídagar, verða teir útgoldnir við ½ % av árslønini fyri hvønn dagin. Hjá starvsfólkum, ið arbeiða minni enn fulla tíð, verða frídagarnir roknaðir lutvíst í mun til arbeiðstíðina.

Starvsfólk, ið arbeiða minni enn 3 mánaðir um árið (umroknað til fulla tíð), hava ikki rætt til at halda frídagarnar.

Løntakarin og arbeiðsgevarin avtala, nær frídagarnir verða hildnir. Eftir avtalu kunnu frídagarnir flytast til árið eftir.

Stk. 3. Annars er galdandi tann regla, at eingin, sum nú er í starvi, kann fara niður í løn.

Stk. 4. Mánaðarlønin skal vera goldin í seinasta lagi síðsta gerandisdagin í mánaðinum.

§ 28.
Grundlønarskipan.

Stk. 1. Lønarskipanin telur 40 stig, býtt upp í 3 bólkar soleiðis:

  • Bólkur A: Stig 1 – 10, ófaklærd.
  • Bólkur B: Stig 9 – 19, faklærd.
  • Bólkur C: Stig 12 – 40, víðari útbúgving, hægri størv.

Stk. 2. Lønarskipanin er ein grundlønarskipan, sum ikki forðar fyri framflutning í bólkum og stigum.

Stk. 3. Størv sum krevja serstakan førleika, ábyrgd og/ella útbúgving kunnu fáa eyka stig eftir fastlagdari viðbótaskipan.

Í ávísum førum kunnu húsaavtalur gerast.

Stk. 4. Starvsaldurin fyri stig 1 – 19 er 9 ár, og er at rokna sum ein fastur blokkur. Tá viðbótastig verða latin afturat lønini, fylgir starvsaldurin við samsvarandi, bæði á byrjunar og endastigi.

Stk. 4a. Størv sum eru lønt omanfyri stig 19, fáa bert stig afturat lønini, eftir at ein menningarsamrøða hevur verðið hildin.

Stig verða latin afturat tá serstøk avrik, arbeiðsuppgávur, ábyrgd v.m., eru viðurkend.

Stk. 4b. Stk. 4a., er ikki galdandi tá starvsaldurin yvirlappar bólk B og C.

Stk. 5. Starvsaldurin hækkar eina ferð um árið, at rokna frá setanardegnum.

Stk. 6. Tá flutt verður millum bólki A og B, verður flytingin sett á byrjunarstigi í hægra bólkinum, og henda flyting hevur við sær 9 ára starvsaldur.

Stk. 7. Starvsfólk, ið fara úr einum starvi á Føroya Tele í eitt annað í sama bólki, fáa starvsaldurin við sær yvir í nýggja starvið, tá uppgávurnar eru á líknandi støðið sum í undanfarna starvið.

Stk. 8. Til hvørt starv er ein starvslýsing, ið lýsir innihaldið í starvinum. Starvslýsingin skal verða relevant fyri starvið.

Stk. 9. Eru ivamál um innflokking av størvum, verður hettar at leggja fyri 3 mannanevndina og leiðsluni á Føroya Tele til avgerðar.

§ 29.
Bólking av størvum.

Starvsfólk, sum koma undir sáttmálaøki Starvsmannafelagsins á Føroya Tele, verða lønt eftir lønarstigini í reglugerðini fyri bólkarnar A – B – C.

Bólkur A, stig 1 – 10 ófaklærd
Starvsfólk uttan útbúgving og minni enn 5 ára arbeiðsroyndir.

Bólkur B, stig 9 – 19, faklærd
Starvsfólk eru at meta sum faklærd, sæð í mun til lønarskipanina, tá ið tey hava staðið vanliga lærlingaútbúgving, ella hava nomið sær 5 ára viðkomandi arbeiðsroyndir.

Bólkur C, stig 12 – 40, víðari útbúgving/hægri størv
Starvsfólk, ið røkja størv sum krevja hægri útbúgving. Størv, ið krevja sjálvstøðugt kvalifiserað arbeiði, sum er treytað av viðkomandi útbúgving, serstakan kunnleika og longri royndum kunnu koma í henda bólk.

§ 30.
Viðbøtur.

Stk. 1. Tá stórur eftirspurningur er eftir starvsfólkum við serligum kunnleika, kann ein viðbót verða latin afturat grundlønini.

Stk. 2. Viðbøtur verða latnar í stigum. Fyrsta viðbótartrin er kr. 500 um mánaðin og kr. 500 skulu verða millum fylgjandi trin.

Stk. 3. Allar viðbøtur eru eftirlønargevandi.

Stk. 4. 3 mannanevndin verður kunnað tá viðbøtur hjá limum Starvsmannafelagsins verða afturtiknar.

§ 31.
Skipanarreglur

Stk. 1. Teir bólkar, sum eru nevndir í §29 og í fylgiskjali til henda sáttmála, kunnu verða broyttir, um so er, at nýggj starvsmetan er gjørd, ella nýggjur framflutningur er gjørdur.

Stk. 2. Trímannanevndin og starvsfólkadeildin á Føroya Tele dagføra hvønn 1. apríl fylgiskjalið soleiðis, at øll nýggj starvsheiti og flokkingar sambært sáttmálaøki Starvsmannafelagsins á Føroya Tele verða nevnd.

§ 32.
Lærlingaviðurskifti.

Stk. 1. Lærlingar verða løntir 1., 2., 3. og 4. læruár við ávikavist 40, 50, 60 og 70% av byrjunarlønini fyri assistentar. Er lærutíðin stytri enn 4 ár, verða seinastu lønarstigini nýtt, soleiðis at seinasta heila læruár verður lønt eftir 4. Lønarstig (70%).

Stk. 2. Lærlingar eru ikki umfataðir av verkfalli ella lock-out.

Stk. 3. Har lærlingur gongur á handilsskúla um dagin, verður givið honum frítt at fara í arbeiðstíðini, uttan at tíðin verður frádrigin í løn hansara. Verður skúlagongdin uttanfyri vanligu arbeiðstíðina, skal hetta gevast aftur í vanligum tímatali.Fer skúlagongdin fram frí-leygardagar, skal lærlingurin hava samsvarandi frítíð onkran av yrkadøgunum.

§ 33 
Serreglur undir arbeiðssteðgi

Hetta tal av starvsfólkum verða hildin uttan fyri luttøku í arbeiðssteðgi:

  • 2 starvsfólk í Datatøkni
  • 2 Starvsfólk í Byggideildini

Starvsfólkini á Føroya Tele, sum sambært hesi avtalu verða hildin uttanfyri arbeiðssteðg, kunnu bara verða sett at tryggja raksturin av skipanum, men ikki menning.

Í seinasta lagi 6 tímar eftir, at arbeiðssteðgur er lýstur, boðar Føroya Tele Starvsmannafelagnum frá, hvørji starvsfólk verða hildin uttan fyri arbeiðssteðgin.

Onnur undantøk kunnu verða givin, um Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru samd um hetta.

Umboð fyri Starvsmannafelagið sleppa undir arbeiðssteðgi inn á Føroya Tele at hava samrøður við tey starvsfólk, sum sambært hesi avtalu, eru til arbeiðis.

§ 34.
Gildi sáttmálans.

Stk. 1. Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. januar 2025 og kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagið 1. januar 2027. Í sambandi við uppsøgn av sáttmálanum, kann annar parturin krevja, at samráðingar byrja innan ein mánaða eftir, at krøv eru send mótpartinum. Tó kann parturin í fyrsta lagi krevja, at samráðingar byrja um endurnýggjan av sáttmálanum 6 mánaðir, áðrenn hann fer úr gildi.

Tórshavn, hin 4. desember 2024

Starvsmannafelagið                                                    Føroya Arbeiðsgevarafelag
Súni Selfoss/Anna Johannesen                               Kristoffur Laksá
Birita Kjærbæk                                                            Jórun Gardar   
Hildigerð Djurhuus


Protokollat um rúmliga arbeiðsmarknaðin:
Sum útgangsstøði eru partarnir samdir um, at yvirskipaða sosiala ábyrgdin liggur hjá landstýri og løgtingi. Samstundis er tilknýti hjá einstaka borgarinum til arbeiðsmarknaðin av stórum týdningi sosialt og sálarfrøðiliga.

Partarnir meta, at í einum vælskipaðum samfelag eiga allir arbeiðsførir borgarar at hava møguleika at átaka sær arbeiðsuppgávur, sum liggja innan fyri teirra førleikakarm. Tí hevur tað týdning, at so nógvir borgarar sum gjørligt koma á og vera verandi á arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiðsmarknaðurin má vera liðiligur, soleiðis at so nógv sum gjørligt fáa arbeiði í boði gjøgnum alt arbeiðslívið uttan mun til førleika.

Partarnir eru samdir um at fremja starvssetanir av fólki við skerdum førleika. Hetta kann m.a. gerast so at hesir starvsbólkar fáa serliga tillagaðar setanartreytir. Við støði í vanligu ásetingunum í sáttmálanum eigur sostatt at bera til at lata arbeiði vera gjørt undir serligum treytum.


Listi yvir starvsfólkabólkar

 

Fylgiskjal til

sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelag

um Føroya Tele

Hesin listi verður dagførdur sambært §32 í sáttmálanum.

Bólkur A, stig 1 – 10, ófaklærd.

Ørindafólk.
Hjálparfólk.

Bólkur B, stig 9 – 19, faklærd.

Krambafólk.  Stig 9 - 17
Skrivstovufólk við góðkendari útbúgving. 
Telegrafistar. 
Telefonistar.
Kaðalmontørar/installatørar.
X – feltmontørar. 
Mekanikarar. 
Handverkarar.
Tekniskir assistentar.
Bilmekanikarar.
Teknikarar.
Elektrikarar.
Goymslufólk. 
Húsavørðar. 
EDV fólk.

Bólkur C, stig 12 – 40, víðari útbúgving/hægri størv.

Skrivstovufólk við hægri útbúgving. Stig, 12 – 22
EDV fólk við serkunnleika/útbúgving. Stig, 12 – 22
Handverkarar við hægri útbúgving. Stig, 12 – 22
Mekanikarar, við hægri útbúgving. Stig, 12 – 22
Teknikarir við hægri útbúgving. Stig 12 – 22
Formenn. Stig, 12 – 22
Meistarar. Stig, 12 – 22
Verkstaðsleiðarar. Stig, 12 – 22
Funktiónsleiðarar. Stig, 12 – 22
Stjórnarskrivarar. Stig, 12 – 22
Fyristøðufólk. Stig, 12 – 22
Økisleiðarar fyri minni økir. Stig 24.
Økisleiðarar fyri størri økir. Stig 30.
Deildarleiðarar fyri minni deildir. Stig 28.
Deildarleiðarar fyri størri deildir. Stig 32