Ríkisborgarar úr londum uttan fyri Norðurlond skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum.
Tá ið arbeiðsloysið er minni enn 3,5 %, ber tað til at seta ES-borgarar í starv frá degi til annan, um fyritøkan hevur undangóðkenning. Hetta er tó treytað av, at søkt verður um arbeiðsloyvi seinast sama dag, sum arbeiðstakarin byrjar í starvi.
Niðanfyri eru nærri vegleiðingar um undangóðkenning, arbeiðsloyvi og treytir.
- Søk um undangóðkenning
- Søk um arbeiðsloyvi
- Endurnýggja undangóðkenning
- Setanarviðurskifti hjá útlendskari arbeiðsmegi
- Tá ið farið verður úr starvi
Søk um undangóðkenning
Um fyritøka vil gerast undangóðkend til at seta starvsfólk úr ES-londum í starv, skal fyritøkan søkja um undangóðkenning hjá SIRI - Styrelsen for International Rekruttering og Integration.
Á heimasíðu teirra er umsókn, sum skal fyllast út. Oyðublaðið eitur: FO/AR7
Á oyðublaðnum verður greitt frá, hvussu farast skal fram.
Hesi skjøl skulu leggjast við umsóknini:
- Váttan frá Skráseting Føroya um, at fyritøkan er skrásett í Føroyum
- Limaprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri at vátta, at fyritøkan er bundin at fylgja sáttmálunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum (kann umbiðjast á industry@industry.fo og upplýs V-tal)
- Váttan frá TAKS um, at fyritøkan er skattskyldug í Føroyum
Tá ið umsóknin er fylt út, skalt tú senda hana saman við skjølunum oman fyri soleiðis:
- Trýst á leinkið her: https://www.nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI/Kontaktformular
- Vel: "Sådan søger du"
- Fylg síðani vegleiðingini
Tað ber eisini til at lata umsóknina inn á løgreglustøð í Føroyum saman við skjølunum, sum eru nevnd omanfyri.
Á heimasíðuni hjá SIRI er vegleiðing til, hvussu tú søkir: Soleiðis søkir tú
Sambært heimasíðuni hjá teimum, tekur málsviðgerðartíðin 0-10 dagar.
Arbeiðstakarin kann ikki byrja at arbeiða, fyrr enn undangóðkenningin er í lagi. Harumframt skal SIRI ella løgreglan hava fráboðan um, hvar viðkomandi skal starvast.
GG: Undangóðkenningin skal dagførast hvørt ár. Tá er sama mannagongd galdandi, og tit skulu hava nýtt limaprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelagi.
Søk um arbeiðsloyvi
Tá ið fyritøkan hevur fingið játtandi svar upp á undangóðkenningina, skal umsókn sendast til SIRI ella latast løgregluni, áðrenn klárt er hjá arbeiðstakaranum at byrja í starvinum.
Til ber at senda umsókn og skjøl beinleiðis til Styrelsen for International Rekruttering og Integration á heimasíðuni www.nyidanmark.dk.
Arbeiðstakari og arbeiðsgevari fylla í felag oyðublaðið út. Oyðublaðið eitur: FO/AR8
Tá ið oyðiblaðið er fylt út, verður tað sent soleiðis:
- Trýst á leinkjuna her: https://www.nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI/Kontaktformular
- Vel: "Jeg har spørgsmål eller skal sende dokumenter til sag vedrørende ophold på Grønland eller Færøerne"
- Vel: "Jeg er ansøger" og fyll síðan oyðublaðið út
Tá ið umsóknin er send, er klárt hjá arbeiðstakaranum at byrja at arbeiða.
Arbeiðstakarin skal flyta kommunu fyri at fáa føroyskt p-tal. Viðgerðartíðin kann verða heldur long, men eitt fyribils p-tal verður útvegað, til øll viðurskifti eru komin upp á pláss.
Endurnýggja undangóðkenning
Undangóðkenningin er galdandi í eitt ár og skal tí endurnýggjast eina ferð um árið.
Hetta fer fram á sama hátt, sum tá ið søkt verður um undangóðkenning.
Limaprógvið fæst við at skriva til industry@industry.fo. Vinaliga send V-tal við.
Setanarviðurskifti hjá útlendskum starvsfólkum
Setanarviðurskifti hjá útlendskum starvsfólkum eru tey somu sum hjá føroyskum starvsfólkum, tá ið talan er um arbeiðsmarknaðarlóggávu og sáttmála- og lønarviðurskifti.
Starvsrættarligu viðurskiftini hjá útlendskum starvsfólkum eru tey somu sum hjá øðrum starvsfólkum.
Tá ið farið verður úr starvi
Tá ið starvsfólk, sum eru sett eftir skipanini um undangóðkenning, fer úr starvi, missir viðkomandi rættin til arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Hetta skal fráboðast til SIRI - Styrelsen for International Rekruttering og Integration (sama mannagongd, sum tá ið søkt varð um arbeiðsloyvi. Fyll út og skriva boð í kassan “spørgsmål eller besked”).
Skiftir starv
Um útlendingur, sum hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir hesi skipan, skiftir arbeiði, skal nýggj fráboðan sendast til https://www.nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI/Kontaktformular
Er fyritøkan, sum skift verður til, undangóðkend til at seta í starv starvsfólk úr ES-londum, ber til at byrja at arbeiða beinanvegin.