Heldur tú tað vera spennandi at ráðgeva fyritøkum um setanarviðurskifti? Trívist tú í einari samráðingarstøðu? Og vilt tú gerast partur av einum toymi sum arbeiðir við setanarviðurskiftum og kollektivum arbeiðsrætti á privata arbeiðsmarknaðinum?
So hevur tú nú møguleikan at søkja eitt spennandi starv sum ráðgevi Vinnuhúsinum!
Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva til Vinnuhúsið. Arbeiðið fevnir um
- at ráðgeva vinnufyritøkum um starvsfólkaviðurskifti
- gerð og røkt av kollektivum sáttmálum, herundir at luttaka í samráðingum
- at framleiða vegleiðingar og skabelónir innan setanarøkið
- samskipa uppgávur fyri nevndum í vinnugreinafeløgum
- gera greiningar og frágreiðingar
- viðgera lógir og kunngerðir
- luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum
- fyriskipa vinnulig tiltøk og átøk
Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við aktørar í føroysku vinnuni og við myndugleikar.
Vit vænta, at tú
- hevur hóskandi hægri útbúgving sum løgfrøðingur, samfelagsfrøðingur ella líknandi
- hevur viðkomandi arbeiðsroyndir, har royndir innan starvsfólkaøkið eru ein fyrimunur
- hevur kunnleika til føroyska vinnu og samfelagsviðurskifti annars
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt, miðvíst og við nærlægni
- hevur góð samstarvsevni
- dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum
Vit kunnu lova tær eitt áhugavert starv, í einum mennandi arbeiðsumhvørvi og við góðum starvsfeløgum. Vinnuhúsið er ein vitanardepil fyri sáttmála- og setanarviðurskifti innan privatan geiran, og tú gerst partur av einum toymi, har dygd og menning av vitan eru lyklaorð. Løn eftir avtalu.
Umsókn við skjølum, merkt ”Starv”, eigur at vera okkum í hendi í seinasta sunnudagin 2. juli á industry@industry.fo.
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til stjóran, Niels Winther, tlf. 739906.