Økisvitjan Tórshavn Vika 5

Økisvitjan

Hósdagin 13. februar skipar Ferðavinnufelagið í tøttum samstarvi við Visit Tórshavn fyri økisvitjan í Havn.

Dagurin byrjar við rundsýning á Hotel Djurhuus klokkan 14:30. Klokkan 15:30 verður farið til gongu umborð á Norrönu, har brellbitar vera at fáa, og greitt verður frá umbyggingini og hentleikunum, sum eru umborð.

Síðani verður farið gongutúr kl. 17:00, har Visit Tórshavn greiðir frá menningini av serstaka býarpartinum á Reyni og gandakenda tiltakinum Huldulitt, meðan gingið verður gjøgnum viðarlundina. Dagurin endar hjá 62N Hotel kl. 18:30, har tey greiða frá virkseminum og seta mat á borðið.

Ferðavinnufelagið vónar, at tað verður góð undirtøka fyri økisvitjanini í Havn, og at felagið á henda hátt framhaldandi kann vera við til at økja um kunnleikan um ferðavinnutilboðini kring landið.

Stutt um átakið
Tað var í 2018, at Ferðavinnufelagið skipaði fyri fyrstu økisvitjanini á Sandoynni. Í 2019 varð vitjað í Vágum, og í 2022, sum var seinasta økisvitjanin, varð vitjað í Norðoyggjum.

Endamálið við átakinum er at varpa ljós á ferðavinnutilboðini kring landið og at skapa karmar fyri, at økini hvør sær kunnu marknaðarføra seg fyri limunum í felagnum.

Tiltakið er bert fyri limum í Ferðavinnufelagnum. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 10. februar.